leygardagur 26. november 1983síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Viggo Dalsgaard skrivar
Fyrsti maður, ið bygdi á Hamri i
Skálavík, tað gomlu menn vistu um
at siga, æt Tróndur, hann rúnarbant
húsið, bæði móti fjalli og fjeru við
steinum, hann setti. Hetta hevur
verið í miðjum 1500 talinum. Hann
finst ikki arðabókunum, men
sonur hansara, Nils Tróndarson er
at finna har í 1584-1590. Hesin Niils
Iróndarson átti tveir synir,
Demmus og Dánial Demmus
arð sitandi á Hamri, hann finst í
arðabókunum frá 1600 til 1653, tað
mundi vera hann, ið fekk sær kópa
gentuna til konu
Um henda tilburðin við kópakon-
uni, hevur Jóanes Dalsgaard,
skrivað í bók síni síðu 62, eftir frá-
søgn av Williami á Hamri, ið hevur
hetta frá gomlu Onnu á Hamri,
ommu síni
Tann yngri bróðurin, Dánial Niil-
son, giftist við Katrini Eyðunsdótt-
ir, dóttir Sandoyar prest Eyðun
Andrasson, ið seinri varð próstur í
Eysturoy og Cesiliu, dóttur Gutorm
Åsbjørnson í Húsavík. Dánial Niil-
son var sýslumaður í Sandoy frá
1584 til 1590, hetta var um somu tíð
sum Gutorms-Jógvan sat sum Dals-
garðsbóndi. Dánial Niilson var jarð-
adróttur mikil. Hann átti óðalsjerð í
Treðum og í Skálavík. Hann hevði
fleiri kongsgarðar í festi. Stovu-
festið í Skálavík frá 1601 til 1603 og
Klæmintsstovu í Dali um somu tíð
og hálvatíggjundu merk sat hann
við í Skúvoy og mundi hava Begarð
í Húsavík eisini.
Mikkjal á Ryggi hevur hesa frá-
segn um Dánial Niilson í Miðvinga-
segu, hesa segu hevur hann fyri ein
part fingið frá Hans Dalsgaard,
bróður mínum. Mikkjal sigur:
„Um hesa tíð búðu á Hamri í
Skálavík breðurnir Demmus og
Dánial synir Niils. Teir vóru múgv-
andi menn, og helst Dánial var stór-
látin og harðligur av sinnalag og sat
ikki altíð um sátt við grannar sínar.
Ross teirra gingu inn í haga hans-
ara. Hann sendi teimum boð, at teir
skuldu halda tey á sínum, og tá ið
teir ikki góvu hesum gætur, fór
hann í hagan ein vetrardag, tá skalv-
ur lá í eggini, og rak rossini útav.
Leygardagur 26. november 1983
Skálavík
Hetta lovaðu grannarnir at muna
honum aftur
Einaferð hevdu Dánial og
Demmus verið á útróðri. Tá teir
komu inn fyri steðna, stóðu Unga-
jógvanssynir fyri og forðaðu
teimum at lenda og steinaðu eftir
báti teirra. Niilssynir bóðu um guds-
frið, landsfrið, kongsfrið. Unga-
jógvaanssynir svaradu, at teir
skuldu fáa fanans frið. Dánial tekur
tá mastrina í hond og biður bróðurin
rógva at. Hann so ger; Dánial hevur
mastina fyri sær og rennir hana fyri
bringuna á eðrum Ungajógvans-
soni. Tá flýddu teir í Dalsgarð.
Dánial leyp á land, í somu eðini
niðan á Hamar og gyrðir seg við
sverð. Demmus bindur bátin og
skundar sær aftaná, so hann kann
taka vegin av bróðrinum. Hann
metir honum í trøppunum undir
Korngarði — har liggja gróttrappur
oman av hamrinum og niður á slætt
— go spyr, hvar hann fer. »I Dals-
garð i kriggj«, svarar Dánial.
Demmus bað hann sissa seg og
heldur vinna teimum tað aftur við
rættargongd. Mest tí at bróðurin
var tann sterkari, mátti Dánial lata
seg tala til at venda við, og teir fóru
so báðir aftur á Hamar. Niilssynir
bóru so fram seksmál. og báðir
partar komu fyri á tingi. Ein maður
heiman av Sandi hevði verið hjá-
staddur, tá Ungajógvanssynir stein-
aðu Niilssynir, og hann varð nú
tikin fram sum vitni. Tá hann kemur
HAMARSHÚSIÐ Í
SKÁLAVÍK
útaftur, sigur Ungi-Jógvan: >Hart
vitnaði tú uppá synir mínar“. Hin
svarar aftur: »Havi eg vitnað nógv,
eg havi ikki vitnað alt
kann eg fara innaftur og siga meir«
Ungi-Jógvan beyð honum tá fulla
mansbót fyri at tiga. 60 gyllin mátti
Ungi-Jógvan beta fyri synir sínar
Vilt tú so
Dánial Niilsson hevði ein uppsitara í
Dali (summir siga í Húsavík). Upp-
sitarin átti at lata leigu á hverjum
ári; men nú vóru trý ár gingin, og
eingin leiga komin. Tá sigur Danial
við hann, at fjórða árið skal hann
ikki bera hoyggið inn, fyrr enn hann
letur seg vita av. Men so ein dagin
frættir hann, at uppsitarin ber
hoyggj. Hann gyrðir seg við sverð
og ríður so av stað til at heimta leig-
una. Uppsitarin sær Dánial koma;
nú er ilt á ferð, hugsar hann og biður
hoybaramenninar tyrva seg í desini.
Teir so gera. Dánial ríður í hoygarð-
in go spyr, hvar uppsitarin er.
Elngin letst at vita. Tá gerst Dánial
illur; hann stígur av baki og gongur
upp á desina við korðu í hendi. Hann
fer aftur og fram og prikar sverðið
niður her og har, men einki hann
verður varur við. So heldur hann leið
sína aftur til Skálavíkar. So skjótt
hann er farin úr eygsjón, skava teir
oman av uppsitaranum. Tá er hann
særdur og so meint, at hann fekk
deyðasvíkin av tí.
Eftir hetta flýddi Dánial av landi
og gav seg í kríggj við danskinum.
Tá ið hann hevði verið burtur í
nekur ár, kom hann heim aftur. Men
ikki man hann hava kent sær trygt
undir fótum á Sandoynni tá ið
Rygsgarður varð útboðin á fjórða
tingi, og enn eingin vil taka av
svarar hann til og sigur: >So skal eg
royna tann skarpa Rygg«! Hann
festi so og flutti vestur á Rygg
Dugandi bóndi var hann og ágrýtin,
so skjótt fekk hann garðin upp aftur
á fót. Dánial var sýslumaður í
Vágum frá 1618 til 1622
Henda sega man vera rættuliga
álítandi, og hetta man vera hent um
1603, tí tá verður Dánial Niilson av
við mestur alla kongsjerðina, hann
sat við í Sandoy og Skúvoy, men
ikki man nakað vera at finna í ting-
bókunum um hetta manndrápið.
Hasar segnirnar um kópakonur, ið
fyri nú tíðar menniskjum er tað bara
ævintýr, er ikki vist at tað kann ikki
vera eitt vet av sannleika aftanfyri.
Ikki er tað vist at orsekin ikki kann
hava verið, at hetta eru kvinnur, ið
eru rændar aðrastaðis frá, og tiknar
í eið, um at tiga við hvaðan tær vóru
komnar, og so var tað eyðvitað, at
tær vóru komnar av kópi. Henda
sama segnin er í Hebridunum eisini.
23.11.83.
Viggo Dalsgarð