Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Postsmoga 76, ss : 3800 Argir, Utgevari; p/f sosiaturin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 bå Á Skattatrupulleikar teirra ungu TAÐ ER alla æru vert, at LFÚ tekur skattaspurningin hjá teimum ungu undir útbúgving upp til viðgerðar. Tað er ein sjålvsøgd skylda hjá einum áhugafelagsskapi at rekja tey sosialu og figgjarligu vidurskiftini hjá lim- unum sum, best. SAMSTUNDIS noyðast vit at við- ganga, at Javnaðarflokkurin ikki kann ganga við til at fyrsta árið, tann ungi er í vinnu aftan á lokna útbúgving skal vera púra skattafrítt. Pallfundurin á læraraskúlanum vísti, at heldur eingin av hinum flokkunum kundi ganga hesum kravi á meti. HETTA MERKIR íkki, at javnaðar- flokkurin avvisir, at teimum ungu tørvar hjálp og hetta merkir heldur iki, at javnaðarflokkurin ikki vil vera við til at finna útvegis fyri einari skipan, sum kunnu lætta um yvirgongdina frá læru til vinnu. TRUPULLEIKARNIR hjá teimum ungu standa okkum greiðir og eru í sjálvum sær álvarsamir fyri tann einstaka. Ofta stendur útsettur skattur og bíðar teimum ungu í tí fyrsta árinum eftir lokna útbúgving. Samstundis skulu tey undir at gjalda aftur dýr lestrar- og útbúgvingarlán, alt meðan tey eins og onnur sjálvsagt skulu royna at fáa sær tak yvir hevdið. VIT META bert, at tað er í stríð við alla galdandi skattahugsan, at hesir trupulleikar skula verða loystir við sjálvari skattalógini. Hesir trupulleikar eiga at verða loystir við. at myndug- leikarnir fáa heimildir til at gera yvir- gongdarloysnir fyri gamlan skatt, láni- skuld og aðrar fíggjarligar byrðar hjá tí einstaka, sum fer í ongd við sítt livs- starv. VIT HALDA, at hesar skipanir eiga at verða soleiðis háttaðar, at myndug- leikarnir eiga at kunna meta í hvgrjum einstøkum føri, hver hjålpartørvurin er. Hetta eigur sjålvsagt bert at fara fram eftir fastløgdum alment galdandi reglum fyri øll. JAVNADARFLOKKURIN ynskir sjålv- sagt ikki, at vent verdur aftur til ta tid, tå bert rikmannabørn fingu útbúgv- ing. Flokkurin vil tí virka fyri skila- góðum og so vítt møguligt, rættvísum yvirgongdarskipanum fyri ung undir útbúgving, so útlitið til ovurhonds fíggjarbyrðar eftir lokna útbúgving ikki skal ræða nakran frá at fara undir ta útbúgving hann eila hon hava hug og evni til. HETTA MERKIR eisini, at vit vilja royna at síggja trupulleikarnar undir einum. Og hetta merkir aftur, at vit eiga at endurskoða stuðulsskipanir og øll sosialu viðurskifti teirra ungu undir útbúgving. Vit fara at virka fyri meira fjøllbroyttum útbúgvingarmynstri, so vandin fyri arbeiðsloysi eftir lidna útbúgving kann beinast burtur, soleiðis at vit ongantíð koma í ta stóðu, at tað ikki verður brúk fyri einum parti av ungdóminum. Egningin og útróðurin Sleppið pensionistunum lættari í skatti tá teir egna! Nú hevur tað aftur verið trupult at fáa fólk at egna í Havn. Nógvir pension- istar, sum annars hava hug at taka eina hond í egningina, halda seg aftur, tí teir fáa so nógvan skatt oman á skattin, teir hava frá pensiónini, at tað loysir seg yvirhevur ikki hjá teimum. Ein áheitan á myndug- leikarnar er tí: latið pensionistarnar sleppa undan skatti, tá teir hjálpa útróðrarflotanum við at egna! Úttan teirra hjálp hevði tað verið iva- samt, um nakar útróður hevði verið. Hver egnari fær 50 kr. fyri stampin, líka mikið um tað er gerandis, heilagt ella um tað er nátt- arbeiði. Harafturat er tað skitið arbeiði, so tað er alt ov lítið. Fólk klára vanliga ikki ein stamp um tíman, so skuldu fólk fingið tíma- løn, mugu egnarnir fáa 75 kr. fyri stampin! Utróðrarflotin hevur verið grundarlag undir tjóðarbúskapi okkara. Stuðlið útróðrarflotan, tí hann er tann besta og bíligasta driftin. Fyrr í hesum mán- aðinum róðu teir seks bát- arnir í Havn eina heila viku. Hetta var ein góð vika til veður. Hetta gav 90.000 kr. til mann- ingarnar. Í egningarlen gav tað 88.000 kr. Og tað gav um 200.000 kr. i arbeiðslen á landi. Hesin fiskifloti, veiddi hesa mongd og skapti hetta arbeiðið, kostar umleið 3 mill. kr. Samanlíknað við stóru sum trolararnar e hetta einki og hetta er fyrsta floks fiskur! Tilsamans vóru ta vik- una 262 egnarar í arbeiði. Fimm mans eru við hverj- um báti, so har eru 292 fólk, og so kemur arbeiðs- fólkið á virkinum, so tit síggja. at hesir seks bát- arnir kastaðu nógv av sær ta vikuna, heilar 378.000 kr. Hatta var ein góð vika. Næsta vikan var ein ill- vedursvika, men kortini gav hon egnarum 45.000 kr. Vit mangla egnarar. Politikkarar, gevid hesum gætur, og hugsið um hetta, tá tit viðgera skattaviðurskiftini hjá m.a. pensionistunum! Egnari ] „Fólkafloks- kristindómur & Dagblaðs- skemt« Undanførslan hjá fólkafloksmonnum var fyrr: >Tað er bara Oli«. Nú er tað blivið til: >Tað var bara undir Peri í Leysari Luft«!!! Herfyri loyvdi Oli Jacob- sen sær, i eini grein her i blaðnum, at øtast yvir, at Dagblaðið hevur skýrt navngivnan føroying landasvikjara og »quis- ling«, og hevði fiski- mannafelagsformaðurin i hesi somu grein sini nakr- ar hugleidingar yvir ser- fyribrigdi >fólkaflokks- kristindóm<. Greinin hjá Óla Jacobsen var saklig. Hann helt seg neyvt til evnið. Hann rósti m.a. stovnaranum av tí kristnu samkomu her á landi. ið telur fleiri fólkafloksmenn millum limir sínar, og segði frá tí vakra skoðs- máli hesin megnarmaður fekk frá samtíð síni. Men greinin hjá Ola Jacobsen talar fyri seg sjálva. og farið eg at heita á øll — heiðin sum kristin — at lesa hana og leggja sær innihaldið í geyma. Men, sum væntandi var, komu reaktiónirnr frá Dagblaðnum stundisliga í skapi av ósakligum per- sónligum álopum á fiski- mannafelagsformannin og jánkasligum uttanumtosi — tí um so Oli Jacobsen hevði verið limur í fjøruti ymsum politiskum flokk- um á yngri árum, og um so Oli Bræk persónliga hevði borið hann inn í Fiski- vinnuráðið í -81, so hevur hann líka nógvan rættin í metingum sínum av Dag- blaðsins forfylging og hunddálkan av eðrvísi hugsandi og blasfemisku royndunum fólkafloks- manna at rættvisgera óhundskuna í kristin- dómsins navni. Men so deprimerandi tað annars er at lesa Dag- blaðið, so duga teir við- hvert eisini at verða stutt- ligir. Her hugsi eg serliga um greinarnar hjá Ola Jákup Rólantssyni, blað stjórafulltrúa, — hatta heitið, »bladstjorafull- trui«, er spildurnytt i før- oyska blaðmanna heiminum, eitt herðaklapp frá Bræk til sín naiva lærusvein til tess at knýta hendan tættari at sær? — I einum »aftursvari« til greinina hjá Ó. J. verður quislingaskuldsetingin vard við, at hon stóð undir Per í Leysari Luft! Fyrr var undanferslan hjá fólkafloksmonnum: >tað er bara Oli« — nú er hon so broytt til »tad er bara Per«, munurin er heldur ikki serliga stórur. Eisini kemur fulltrúin inn á, at javnaðarmenn umboða eina aðrar sosialismu enn hana, ið verður prakti- serað í Sovjetsamveld- inum (!). Óla Jákup hevur garanterað verið einsa- mallur á skrivstovuni, tá hann lat hasa bumbuna bresta. Men nú fulltrúin hevur gjert hattar upp- dagilsið, kunna vit hjálpa honum eitt sindur og navngeva fyribrigdi: Hin demokratiska sosialisman — skrivað tað bara upp so tú ikki gloymir tað aftur harra blaðstjórafulltrúi — og hendan sosialisman, umboðað av javnaðar- flokkum, hevur havt ræði í mongum londum í vesturheiminum, eisini her hjá okkum tíbetur, uttan at trúarfrælsi er blivið skert sum tú á fúl- asta demagogiska hátt roynir at reka framundir, at fylgjan hevði verið, um hendan mystiska »onnur« sosialisman kom til ræðið. Fyri at enda við einari heilt góðari, hesa ferð eini hjá Óla Breckmann sjálv- um: >Vit á Dagblaðnum hava breiðan rygg og húð sum sállaleður... „Óli, hatta er jú beinleiðis ósatt, tí er tað nakað ið er eyðsýnt, so er tað tykkara ótrúliga erkvisni, ið fær tykkum at leika í sum greðingar á gori, bert tit fáa minsta sindur ímóti tykkum, ja, bara ein brot- part av, hvat tit blað um blað bjóða eðrum. Ietta er hetzurin móti Óla Jacobsen feskasta demi um higartil. Scorpio Jákup Sune Jacobsen við býráðs- formannin: Tú hevur ongan rætt at fjala upplýs- ingar sum hoyra býráðn- um til! Tin dugnaskap, títt sjálvrós, og tína meting un javnaðarumboðini í Tórshavnar býráð, ið tú aftur skrivar um í Dagblaðnum 25.11.1983, er enn ein roynd at krúpa undan spurningum mínum um m.a. keypið av fyrrverandi pakkhúsi Yviri við Strond. Vit báðir, tú og eg, eru púra samdir um ábyrgd- ina, ið vit hava átikið okkum sum fólkavaldir byrådslimir, og tað gleðir meg, at tú nú í fleiri blødum hevur víst til tína serligu ábyrgd sum býráðsformaður. Tí hevur tú ongan rætt at fjala nakað, sum hoyrir býráðnum til, og skylda tín er reiðiliga at svara einum borgara beinleiðis upp á spurningar, sum hava við títt hega starv at gera — sjálvandi við undantak av persónligum, sosi- alum spurningum. Abyrgdarfullur sigur tú teg vera, so her ber tær ikki til at sýta, tí almenn býar-viðurskifti hevur tú skyldu at upplýsa alt um. Ég fari tí enn einaferð at biðja teg svara uppá spurningin, hverjir teir vóru, sum bjóðaðu 1,6 mill. kr. fyri ognina Yviri við Strond. Við hávirðing Jákup Sune Jacobsen fíggjarnevndarlimur