Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 1983síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 139 — 1. desember 1983 sjónarmið Jan Múller, blaðmaður skrivar: Nakrar hugleiðingar nú aftaná >Fiski- vinnutingið 1983« Fiskivinnuráðið megnaði at skipa fyri einum slíkum tingi í samarbeiði við Norðurlandahúsið. Ta uppgaåvuna loystu tey væl Men eftir standa so allar tær fesku og ålvarsomu sannroyndirnar um stød- una i fiskivinnu og samfelag okkara Tær eru ikki loystar. Og so langt ifrå Nú er so spurningurin, hver skal taka stig til at loysa allar hesar mongu spurn- ingar. Sjålvandi skulu flest allir partar vera vid til at loysa hesi mål, men åbyrgdin liggur fyrst og fremst hjå landsstyr- inum, og ikki minst i hondunum å fiski- málaráðharranum, sum annars tóktist at vísa teimum mongu niðursteðunum sannroyndunum — stóran ans Spurningurin er nú: Verður nakað gjert ella verður drálað við at taka »épopulerar« avgerðir til næsta val er av!!! Hóast bjartskygni góður gróðrarbotnur í mongum feroy- ingum, so kundi ein ikki lata vera við at gerast eitt sindur depurhugaður undir og aftaná Fiskivinnutingið Tí eftir úttalilsunum hjá teimum fremstu innan okkara fiskivinnu so stendur rættiliga illa til. Bæði tá talan er um fiskastovnarnar, um góðskuna á seluna av fiskaver- liggur sum ein fiskinum og um unum Veiðumenn, fiskifreðingar, selumenn, góðskufólk vóru øll í depurhuga. Øll kundu tey vísa á ta sera skeivu gongd, sum hevur verið og framvegis gerst alt meira sjónlig á fiskivinnuøkinum Øll segdu tey, at okkurt má gerast Fleiri teirra vistu, hvat skal gerast. Men tað var sum um, at fleiri teirra høvdu hug at leggja allar trupulleikarnar í hendurnar á fiskimálaráðharranum, sum lutvíst er rætt. Sjálvandi eigur hver einstakur at gera sítt til at betra um steðuna, men tá hetta ikki altíð vísir seg at vera veru- leikin, so er tað fiskimálaráðharrin, sum eigur at syrgja fyri, at hjólini fara at mæla aftur sum tey eiga. Hann eigur at ansa eftir, at ikki fleiri kílar verða settir í, og at tað verður smurt, so hjólini kunnu mæla enn betri. Tað hevur hann so ikki gjert ella ikki verið ferur fyri higartil. Tí talar aktuella steðan fyri. Hvat er so til ráð at taka! Hesi orðini nýtti fiskimálaráðharrin á tinginum. Hann gav fleiri svar. Nú er bert at vóna, at hann ger orð til verk. At hann fremur eina ætlan, har okkara hevuðsvinna — fiskivinnan — nú beinanvegin verður stýrd inn á rætta kós. Kanska er tað júst stýringin og innlitið, sum tervar! Tíðindablaðið Sosialurin luttók á Fiskivinnutinginum. Vit meta, at har kom mangt áhugavert fram í ljósmála. Men samstundis saknaðu vit tó nekur heilt konkret uppskot um, hvussu og hver skal taka stig til at broyta stoðuna Tað kendist hver vildi geva eðrum skuldina, og at eingin í veru- leikanum vildi átaka sær ta uppgávu, at sum um, at venda gongdini Tí, tosa tað hava vit gjert nóg leingi. Okkurt er gjørt, men tað munar alt ov lítið, tí hvenn dag rapla reklama- tiónir inn gjøgnum dyrnar. Fiskimenn vísa á, at vrakararnir vraka fiskin Hetta er teirra trygdarnet. Tí eigur skuldin ikki at leggjast á teir fyri vána- ligu góðsku. Flakavirkini siga, at fisk- urin, ið kemur frá bátunum, oftani er alt ov ringur. Seluliðið sigur, at veran teir fáa frá hinum báðum liðunum, oftani er ikki í lagi. Hver hevur skuldina!!! All ir!!! Hvussu við vrakarastovninum Ger hann ikki sítt arbeiði nóg væl! Og vit kunnu halda á. Uppgávur í hópatali verða lagdar á Heilsufreðiligu starvs- stovuna. Samstundis fær hesin stovnur ikki fleiri fólk til at rekja hesar upp- gávur, sum m.a. eisini skulu tryggja eina betri góðsku Hvat sigur fiskimálaráðharrin til alt hetta! Hetta eru mál, sum hann nú eigur at taka steðu til og syrgja fyri vera loyst Evnið á Fiskivinnutinginum var botn- fiskastovnarnir undir Feroyum. Vit hoyrdu tí lítið um onnur viðurskifti aðrar meguleikar og útlit hjá okkara fiskivinnu. Hetta eru kanska evni, sum kunnu takast upp á einum eðrum tingi Men kortini eru allir hesir spurningar nær tengdir at hverjum eðrum. Tí í ellum hesum dapra kjaki, so eru kortini glottar fyri framman um vit bert vilja síggja teir. Og nú vit hava tosað um allar trupul- leikarnar, og hvussu vit skulu loysa teir — hverjir eru so meguleikarnir. Júst í hesum degum er ein frágreiðing um eina Japansferð hjá feroyingum al- mannakunngjerd. Hon er áhugaverd, tí hon vísir á nakrar nýggjar meguleikar, ið kunnu viga upp ímóti tí dapurskygni, sum kom fram á Fiskivinnutinginum. Hyggja vit bert at telunum fyri fer- oyska útflutningin til Japans eftir fáum árum, er hann vaksin úr ongum upp í 20 til 30 mill. kr. Japanarar ynskja at fáa eitt sterri samarbeiði í lag við feroyingar. M.a. tí teimum tervar fiskaproteinir. Teir halda, at vit feroyingar kunnu selja fiskaverur til teirra, tí vit hava eitt stórt fiskiríkidemi. Afturfyri fáa vit góðan prís fyri fiskin, og vit hava meguleika at fáa teknologi og vitan frá teimum um bæði viðgerð og góðsking av fiski. Eisini vilja teir hjálpa okkum við at gera fiski- royndir undir Føroyum. Somuleiðis at fáa gongd á veiðuna eftir eðrum og nýggjum fiskasløgum. Og síðani kunnu vit eisini nevna fiska- alingina, har teir eru fremstir í heim- inum í dag. Eisini her hava vit nógv at læra av teimum. Fiskivinnutingið og japanska avbjodingin nekur av hesum málum vóru Fiskivinnutinginum. M.a. at okkum kanska tørvar enn meiri Júst nógv frammi á orku at gera fiskirannsóknir undir Feroyum bæði av fiskastovnum og av havekinum. Og at vita eiga at fáa meira burtur úr fiskinum. , tvs. góðska hann meira. Tá vit hoyra um, at japanarar meira enn nekur onnur tjóð, góðska fiskin og teir bjóða okkum ta hjálp vit ynskja, eiga vit so ikki at umhugsa slík tilboð! Tað er rættiliga áhugavert, at júst fiskivinnutingið og henda Japansfrá- greiðing koma fram fyri almenningin um sama mundið. Kanska hava vit nógv at læra av báðum hesum Hví ikki síggja hesi bæði tiltekini undir einum og laga framtíðina eftir teimum meguleikum, sum gevast her á landi og uttanfyri landoddarnar? Duga vit at solda tað ringa og vána- liga frá, so man kortini fara at liggja okkurt gott eftir Setið tí skjøtil á nú. Umhugsið tilbod- ið frá japanarum um at fáa í lag sterri samarbeiði m.a. við at lata teir sleppa at fiska undir Feroyum við einum ella tveimum skipum. Hetta kann vera byrjanin til eina nýggja tíð í Feroyum, har vit sanna okkara egnu orð: at sum mest skal fáast burtur úr fiskinum — og til besta prís. Tann stóri og altavgerandi spurn- ingurin er uttan iva, um ikki okkum føroyingum terva eina broyting í hugs- unnarhátti. At vit fáa eina heilt aðra uppfatan av tí »gullinum«, ið svimur framvið strendur okkara. Sá nú um dag- arnar brot úr einum filmi um fiskaaling í Feroyum. Har sóu vit, hvussu nakrir alarar tveittu stóran og vakran laks í kassar sum varð tað grót ella líknandi. Har helt so ein av teimum sum vóru tilstaðar fyri: >Ja, soleiðis viðfara vit henda dýra fiskin. Heldur áttu vit at farið við honum sum við småbørnum«. Hetta lítla domið sigur okkum nógv. Nevniliga, nakað um okkara uppfatan og steðutakan til fiskin sum so. Og júst her hava vit meguliga nakað at læra av tílíkari framkomnari fiskivinnutjóð sum Japan. Har teir hava traditión fyri at fáa sum mest burtur úr fiskinum og har teir samstundis eru tað land í heiminum, har fólk etur mest fisk. Heilsusteðan í hesum landi er tí eisini á munandi hægri stigi enn aðrastaðni, har fiskur verður etin í minni mun. Tað er eftir mínum tykki gjerligt at broyta hesi viðurskiftini í okkara sam- felag eisini Her hava bleðini og útvarpið eisini eina stora uppgávu at rekja. At her er eitt opið og ærligt orðaskifti. Tað er eisini at fegnast um, at utvarpið nú meira enn áður tykist hava lagt á tann náttúrliga bógvin í sendingum sínum: at umreða slík týdningarmikil viðurskifti sum steðuna hjá okkara útróðrarflota, spurningin um góðsku osfr. Alt gott um samreður við eldri feroyingar og um gjøgnumgongd av Siglingarmálinum Men hetta er um farna tíð. Pláss eigur eisini at verða fyri sendingum, sum í sterri mun viðgera nútíðina, og har dia logurin er so altavgerandi. Tað er at vóna, at Útvarpið fer at leggja enn sterri dent á júst nútíðina og á henda hátt vera við til at mynda framtíð okkara. Eitt opið og ærligt orða- skifti og djúptgangandi viðgerð av nútíðarsamfelagnum bæði í blødum og í útvarpi kann gagna okkum ellum. Og hóast bleðini felst hava tilknýti til ymsar flokkar, ymsar hugsjónir osfr. so ber kortini til at gera felags gagn — við at upplýsa um flest ell viðurskifti og hava eitt livandi orðaskifti í gongd, har so nógv fólk sum gjerligt sleppa framat at siga sína hugsan. Tá kunnu so lesarin og lurtarin gera sínar metingar. Eitt lítið hjartasuff at enda. Tíðinda- fólk vórðu boðin við til Fiskivinnuting- ið. Og so skal tað eisini vera. Men har var einki borð, har tú kundi sita og skriva. Hetta verður sagt til tess at vísa á, hvussu lítið arbeiðið hjá blaðfólki oftani verður virt. Og nú skipar so Føroya Fiskasela fyri einum skeiði um góðsking o.a. Bleðini og Útvarpið ikki boðin við. Spell, tí tað átti at verið ein sjálvfylgja. Kanska tað er ein »tankatoskur«, at pressan í hesum ferinum enn einaferð er gloymd.