hósdagur 1. desember 1983síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fem eee
Kina kring år 1520.
Í dag verða 20% (uml.
2,1 mill. tons) av totalveið-
uni (uml. 10,5 mill. tons
nýtt til framleiðslu av
surimi).
Men fortreytirnar fyri
hesa stórframleiðslu vóru
tó ikki skaptar fyrr enn í
1930'unum, tá Japanarum
eydnaðist at finna fram á
ein serligan framleiðslu-
hátt, ið gjørdi, at surimiið
toldi at verða djúpfryst
uttan at tað nervaði
toyggið — p»ashid« í tí
lidnu kamabokaveruni ov
nógv
Surimi verður í dag
flokkað í eina negd av
dygdarstigum:
— eftir hvussu gamal fisk-
urin er áðrenn viðgerðina,
— eftir fiskaslaggi og
fremst av øllum:
eftir »ashi« (toyggi).
Surimi framleitt úr fiski
við stórum »ashi« er sera
stnaðarmikið. Sum
flokks
framleitt
pollock-surimi
umborð á verksmiðjutrol-
ara) einans er uml. kr. 18
pr. kg.
Ódýrasta surimiið ligg-
ur um kr. 8-10 pr. kg.
Henda vera verður fyri ein
stóran part nýtt til fram-
leiðslu av pylsum og frika-
dellum. Umli. 1,6%
(170.000 tons) av samladu
japansku veiðini fer til
hesa framleiðslu.
Tað er við surimi og
kamaboka sum við so
nógvum í Japan: Jú meira
tú roynir at treingja inn í
viðurskiftini, jú meira
skilur tú, hvussu lítið tú
veitst um tað, sum veru-
liga viðurferst í hesum
hegtmentaða samfelag.
Men hinvegin verður tú
samstundis meira og
meira sannferdur um at av
Japanarum hava vit
ómetaliga nógv at læra.
Spurningurin er tó:
Hvussu skulu vit »um-
skapa< teirra know-how,
teirra teknologi og kanska
ikki minst: teirra arbeiðs-
siðalag og lívsáskoðan
(har eru allar hesar dygðir
neyvt samanknýttar), so
alt hetta verður til gagns
fyri okkara samfelag?
Toggið
Sum áður nevnt hevur
hesin serligi framleiðslu-
háttur sum fremsta enda-
mál: sum mest at varð-
veita toggið — »ashid« — í
fiskakjetinum. (Sagt
»heilsufrødiligastarvsstov-
iskt< at varðveita flest
møgulig myofibrillar pro-
teinmoleky]).
»Men hevur nå hesin
»elastisitetur« so nógv at
siga fyri tey lond, ið keypa
okkara fiskafars?< — vil
helst onkur spyrja. Her
má svarið verða: »nei —
ikki í dag«.
Hin vegin er tað tó rætt
her at skoyta uppí, at júst
í »kjøtlondunum« (USA,
Vestur-Tysklandi, Dan-
mark, Onglandi o.s.fr.) er
tað skjótt einki minsta
mark fyri hvussu lítið
kjøt, ið veruliga verður
nýtt í teimum sera væl
umtóktu »hot-dogs«,
»hamburgers« o.s.fr. Men
»elastiskir« skulu »dogg-
arnir« og »burgarnir« vera
og ti må »toggiå« gerast
kunstigt vid at seta til
eina nøgd av stivilsi. (I
pylsum er oftast ikki
meira enn 10% kjøt. Rest-
in, 90%, er stivilsi, soya-
bønir, feitt og kryddurtir).
Men eisini okkum dåma
betri seig knettir — og
kanska vita vit okkurt um
hvussu fiskafars kann ger-
ast »elastiskt« sum jap-
anarar ikki vita.
Vatnid
Aðrenn vit nú sleppa suri-
miframleiðsluni skulu vit
venda eitt sindur aftur til
feskvatnsnýtsluna.
Av ti ið sagt er framm-
anundan skilja vit at
øgdin av feskum vatni, ið
verður nýtt í framleiðsluni
hongur neyvt saman við
1. Fiskaslagi — t.d. um
tað er pollockur ella croa-
ker.
2. Hvussu gamal fiskurin
er roknað frá veiðidegi til
framleiðsludag.
3. Hvussu fiskurin er hag-
reiddur, áðrenn hann fer í
farsmaskinuna — t.d. um
hann bert er avhevdaður
og kruvdur ella um hann
er flakaskorin ít.v.s. um
ryggurin er úrtikin).
Minst ferskt vatn verður
nýtt um fiskurin er feskur
ikki eldri enn td. 12
timar) og samstundis
flakaskorin, áðrenn hann
verður farsaður. Nýtslan
er tá um 3-4 tons av vatni
pr. tons av surimi.
Umborð á teimum stóru
japansku verksmiðjutrol-
arunum verður t.d. poll-
ockurin altíð flakaskorin.
Hetta hongur sjálvandi
saman við at vatngerð-
arnir eru bæði kostnaðar-
miklir og hartil sera orku-
krevjandi.
Hesin framleidsluhåttur
hevur tó við sær at úr-
tekan verður lág: bert
uml. 17% (14% nr. 1
surimi og 3% nr. 2 surimi).
A virkjunum å landi,
har nóg mikið av feskum
vatni er tókt, verður fisk-
urin bert avhevdaður og
kruvdur, áðrenn hann
verður farsaður. Tí eins og
hjá okkum má virkið
gjalda fyri fiskin rundan,
og tá er tað av stersta
týdningi at úrteskan
verður so stór sum gjer-
ligt. — Surimiúrtskan
verður eisini munandi
tíðindablaðið
Japanskur verksmiðjutrolari
størri — o.u. 30% fyri
pollock. Men so er eisini
vatnnýtslan stór: umleið
15 tons av feskum vatni
pr. tons av surimi, tá fisk-
urin er í vánaligum standi.
Hesi viðurskifti (poll-
ock/surimi) kunnu bein-
leiðis sammetast við fram-
leiðslu av farsi úr svart-
kjafti.
Umborð á verksmiðju-
trolarunum vil tað — so
leingi úrtekan hevur
minni at siga, og nokk av
fiski er til — vera rætt at
flakaskera fiskin, áðrenn
hann verður farsaður.
Úrtekan verður tá sum
kunnugt uml. 30%.
Á landi harafturímóti
eiga vit fyrst og fremst at
stremba ímóti at fáa við
tey uml. 13% av fars sum í
dag verða »beind burtur<
saman við rygginum. Nú
er tað í fyrsta umfari ikki
surimi, vit skulu fram-
leiða, men fars, og tá tað
ikki ber til at vaska blóðið
úr blóðgeiðslunum bein-
leiðis úr farsinum (eins og
gjørt verður í surimi-fram-
leiðsluni), so má tað gerast
áðrenn fiskurin verður
farsaður — tvs. hann má
klúgvast eftir longdini
(miðjuni).
Royndir gjerdar á Baca-
lao fyri 1 1/2 ári síðani
hava prógvað, at hetta
letur seg væl gera maskin-
elt (blóð, royggj, innvelir
v.m. verður spulað/bustað
burtur). Úrtekan verður tá
uml. 43% tvs. 13% hægri
enn umborð á verksmiðju-
trolarunum.
Ur 1.000 tonsum av
svartkjafti vilja vit tå fåa
uml. 430 tons av farsi,
meðan úrtekan á landi í
dag sum kunnugt bert er
uml. 300 t. av farsi (30%
úrteka) úr somu negd.
Tvs.: vit kunnu — alt
annað líka — um neyðugt
selja »landfarsidå« 40%
ódýrari enn vit gera í dag,
og alíkavæl fáa sama bú-
skaparliga úrslit.
Væl kann tað vera at
hetta farsið í útsjónd ikki
er heilt 100% sum »land-
farsid« i dag, men sjålvt
vid 20% lægri prisi, vildi
tad lønt seg stak væl (og
dygdin annars vil jú altid
vera hin sama).
Tad kann heldur ikki
vera rætt at >landfarsið<É í
allari framtíð skal kappast
beinleiðis við >havfarsið<,
sum í dygd í meðal altíð
vil liggja á einum hægri
steði.
Surimiframleiðsla = av
svartkjafti á landi eigur
sjálvandi hjá okkum at
verða framd eins og við
pollockinum í Japan —
tvs. bert kruvdur (ella
helst klovin), áðrenn hann
fer í farsmaskinuna.
Men nú byrjar hetta at
líkjast heldur nógv
»Dyllu-kjakinum«, so best
ér at taka upp ein nýggjan
tátt.
»Crab-Stick«
Sum ådur nevnt er »crab-
stick« ein kamaboko-vøra.
Á síðu 37, 38 og 39 hava
vit endurgivið eina stutta
frágreiðing um fram-
leiðslu av crab-stick, ið
Idnadarstovan hevur
fingið frå NISSUI og
verður her vist til hana.
Vit leggja til merkis, at
bert umleið 50% av liðug-
veruni er surimi og at 30%
er vatn.
Henda heldur stóra
negdin av vatni hevur
sína hevuðsorsek í at suri-
miið í sjálvum sær er ein
»av-vatnad« farsvera (sjá
part 6.02 pkt. 7), og tá
crab-stick jú skal líkjast
veruligum krabbakjeti
mest meguligt má vatn-
innihaldið í crab-stick
sjálvandi vera tað sama
sum í veruliga krabba-
kjøtinum.
Bert 1'sta flokks surimi
við góðum v»ashi« kann
nytast til framleidslu av
crab-stick og líknandi
eftirgjørdum skeljafiski —
eitt nå eftirgjørdar rækj-
ur, hummarahaldar, scall-
opsvøddar o.s.fr.1
Av týdningi er tað eisini
at vita at somu crab-stick
maskinur — frá einum
degi til annan — kunnu
»innstillast« til at fram-
leiða nærum hvat tað skal
vera av eftirgjordum
skeljafiski, umframt fiska-
budingar, fiskapylsur
o.a.m. Eykaútgerðin til
hesar framleiðslur er mini-
mal.
Sambært Fishing News
(apríl 1983) var totalfram-
leiðslan av crabstick í
Japan í 1982 um 35-50.000
tons og av hesari nøgd
vóru 9.300 tons útflutt til:
tons
USA 6.700
(
fm]
Australien i.
EEC-londini £
5
5
Onnur lond 3
G on
SO
Umleid helmingurin (250
t.) av útflutninginum til
EEC-londini før til Ong-
lands.
Í USA varð i 1982 fram-
leitt uml. 4.600 t. (japansk
licens), og USSR hevur
júst keypt eina verk-
smiðju úr Japan, ið verður
at framleiða o.u. 2.000 t.
av crab-stick pr. ár (suri-
miið framleitt úr svart-
kjafti umborð á russiskum
verksmiðjutrolara í okk-
ara sjoøki?)
Utflutningurin (japan)
av crab-stick seinastu 3
árini hevur verið:
tons
1979: 422
1980: 1.427
1981: 4.040
1982: 9.330
Utflutningurin fyri 1983
verður mettur at koma
uppum 20.000 tons.
Tað er einans tey 2 sein-
astu árini at crab-stick'ur
hevur verið seldur í
Europa, so samanumtikið
skuldu vánirnar fyri
einum crab-stick virki í
Feroyum verið stak góðar
um vit bert koma í
gongd beinan vegin. (Proj-
ektið) Reynsatindur
(surimi) Dyllan (erab-
stick).
Prísurin fyri crab-stick á
europeiska marknaðinum
(Ongland) er í dag uml. kr.
60-65 pr. kg.
4
|
é