Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. desember 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A LE GA A - Nr. 140 — 3. desember 1983 Myndir: Kalmar m Enokkur sigur við G i r Jákup á Miðgerði Kollafirði ev vóru bæði frágera røsk og dugulig, so tey megnaðu tað tunga tak at fáa reist oynna aftur á fetur í góðan stand. Men tungt hevur takið verið, hann skuldi doyggja av ovsleipi, hetta hendi nokk um 1820. Einkjan, Greta giftist aftur við Jógvani, son til Plógmannin í Dalsgarði, hann festi 1. august 1822. Jógvan úr Dalsgarði skuldi vera av bestu seyðamonnum og bygdi nógvar rættagarðar. Hann lat teir byggja av flagi, tað man vera fáa staðni so nógvir rættagarðar sum teir vóru í Dímun. Elsti sonur Janus og Gretu var Óla Jákup Jensen, hann festi eftir Jógvan úr Dalsgarði 4. september 1830, hann fekk konu av Sandi, hon æt Guðrun, dóttur Mortan í Trød- um. Tey fingu fýra bern. Ein dóttir doyði ung, ein son, hann æt Janus, hann doyr av hálsasjúku 22 ára gamal, ein dóttir æt Sunnuva og hin Anna Margreta. Bóndin Óla Jákup fall á dráttinum og doyði; eftir situr Guðrun við tveimum detrum. Óla Jákup Johannesen, sonur Rasmusa Jóanes í Dali, var hús- kallur í Dímun tá og var av raskastu monnum. Hann giftist við tí yngru dóttrini, Onn" Margretu, og hin systurin letur festið frá sær til systr- ina, so kom Óla Jákup Johannesen at vera Dímunarbóndi. Hann man vera tann bóndin sum er mest gitin. Hann var bóndi í fimm og tjúgu ár, og hendu nógv óhapp, meðan hann var bóndi. Anna Margreta og hann fáa tveir synir, Janus og Jóanis, so doyr konan, tá hon hevði átt tann yngra sonin, fimm vikur eftir barn- burðin. Sunnuva Elisabett varð sum móðir fyri báðum bernunum, og mátti giftast aftur við Óla Jákupi. Tey fáa ein son, hann æt Óla Jákup. Tá var Dímun væl mannað, tá mest var, vóru 32 fólk, hetta var um vetrarnar. Bóndin dugdi væl at fáa arbeiðið at ganga, bæði úti og inni. Mannfólkið, sum kundi arbeiða úti, bygdi garðar; rættgarðarnir, sum vóru bygdir av flag, blivu nú bygdir av gróti. Grótgarðar um allan bein, teir vóru eisini fyrr av flag. So varð arbeitt í haganum, grivið getur og annað. Um kveldarnar varð karðað og spunnið og tett troyggjur. Um tíðindablaðið Bóndagarðurin á Dímun várið og summarið var alt vanligt arbeiði gjørt, nógv var kornið velt, torv skorið og so kom lundadróttur, so fleyging og fygling. Nógv var at vinna av fugli, men tað kostaði eisini nógv. Her verður ovmikið langrekið at rokna allar teir mannskaðar, ið hendu í eini hundrað ár, teir munnu liggja um 17 mans. Gamli bóndi, Óla Jákup doyði í Dali, hann liggur grivin í Húsavík. Sonur hansara Janus Ole- Jacobsen festi so í 1887, hann var dugna bóndi, helt alt í góðum standi sum gjørt var, og lat nógv nýtt gera, hann lat gera grótvirkini, sum eru har at verja fyri stormi. Hann lat leggja vatnleiðing til hús. Janus hevði gingið í skúla hjá Óla Nikláa Skaalum í Hvalbæ. Janus var bóka- maður, hann læs nógv og átti nógvar góðar bekur, men tað er nokk alt burtur nú. Eg kann skoyta upp í, at tríggjar dagar kallaðu tey limadagar í Dímun, tað vóru Nýggjárs aftan, Kyndilsmessudag og Fastalavits mánadagur, tá fingu húskallarnir hver sín lim at eiga, og dagarnir vóru frídagar. Janus Ole-Jacobsen gjerdist blindur um 40 ára aldur, tó varð hann við at arbeiða. Hann var niðri í Danmark, fyri at royna at fáa eyguni aftur, men har batti einki. — Nú má eg gevast fyri hesa ferð, orki eg, og nakar tímir at lesa hetta, so kanska eg royni aftur eina aðra ferð. Dalur, 27.11.83. Gunnar Johannesen Frá Havnar Sjúkrakassa 1/4 millión í úrtíðarrokningum Umboðsráð Havnar Sjúkrakassa hevur á fundi 28. november samtykt at hækka limagjaldið við 10 kr. um mánaðin fyri bæði A og B limir. Hækk- ingin fær gildi frå 1 januar 1984. Á nyggjårinum fór limagjaldið upp við 5 kr. um mánaðin og roknaðu vit tá við, at hetta skuldi verða nóg mikið at gjalda hallið í 1982 við og at standa ímóti meguligum meir- útreiðslum í hesum ári. Men longu nú vísir tað seg, at á so gott sum øllum økjum er talan um hækkingar. Vit hava gjørt eina kanning fyri tidarskeid- id fram til 1. oktober og vísir hon at (tær størstu hækkångarnar eru: læknahjålp 22,5%, serlæknahjålp 18,1% og medisin 17,9%. Í peningi merkja hesar hækkingar, at læknahjálpin til A-lim- ir er hækka við 347.000 kr. Ein partur av hesum kundi verið spart, tí o.u. 250.000 kr. eru goldnar fyri úr- tíðarrokningar. Sam- bært hevuðssamtykt- ina skulu limirnir sjálvir gjalda hesa hjálp uttan so, at hon er bráðneyðug. Men hesar reglur verða tí- verri = ikki Spurningurin er tí um eftiransunargjaldið skal verða sterri ella onnur tiltek skula gerast. Serlæknahjálpin til A-limir er hækka við 72.000 kr. Tað eru kommunulæknarnir ið ávísa hesa hjálp sum veksur dag um dag og er vorðin tvífaldað seinastu fimm árini. Útreiðslurnar til medisin vaksa eisini óhugnaliga nógv og meirútreiðsian fyrstu trý fjórðingsárini til bæði A og B limir er 358.000 kr. Partvís er fylgdar talan um meirkostnað, við tað at landsstýri gav apotekinum loyvi at hækka prísirnar. Men ein annar spurningur er, um ikki sterri eftirlit skuldi verið við útskrivan av reseptum, tá ein stórur partur av medisini verður ávístur pr. tele- fon, uttan at læknin hevur persónligt viðtal tann, medisinið veitingarnar eru eisini hækkaðar, men ikki í sama mun sum her er nevnt. Nú vita vit ikki hvussu verður í komandi ári, men fyri at standa ímóti enn fleiri og óvæntaðum útreiðslum er tað, at nevndin hevur mælt til ta hækk ing, sum nú skal fara fram og vóna vit tí, at limirnir allir duga at skilja steðuna sjúkra kassin er í, skal hann svara hverjum sítt.