Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. desember 1983síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 3 Byrging - Bygging Í målteiginum í Tíðindablaðnum Sosialinum næstseinasta leygardag stóð nútíð, har skuldi staðið tátíð. Vit seta brotið í henda málteigin, soleiðis sum tað eigur at vera. Brotið er hetta: Endar sagnorðið við aði í tåtid í eintali, so endar navnorðið, tí líkt, er tað kvennkynsorð, við an. Vit skuldu tí sagt dálkan og ikki dálking. Vit síggja so ofta skrivað, og vit hoyra onkun- tíð, tó sjáldan, fólk siga kvennkynsorð við an, hó- ast tað als ikki eigur at enda við an, men við ing. Flest ell hava vit byrgt hyl. Onkutíð skrædnaði frá hylinum, tá segdu vit: Byrgingin fór, ella: Byrgingin skrædnaði. Eftir vanligu reglunum skuldi hetta orðið ikki itið annað enn byrging, tí sagnorðið eitur jú byrgdi í tátíð í eintali. Tað er sett ein millión til byrgjan um Harald- sund, stóð í einum blaðið. Ein millión er sett til byrgingina um Haraldssund, hevdu fólk heldur sagt. Tá ið skrivað verður um sjúkur og heilivág, so er heilt vanligt at skrivað verður fyribyrgjan. Tað er ikki rætt at skriva soleiðis. Seinri liðurin í orði- num ger av, hvat kyn orðið er, og hvussu ið vit skulu benda orðið. Fyribyrging eiga vit bæði at siga og skriva, tí seinri lidurin er byrging. Vit skulu bara taka eitt orð afturat, tað heilt vanliga orðið bygging. Sagnorðið eitur í tátíð í eintali bygdi. Ógvuliga ofta hava vit sæð skrivað byggjan av húsum. Um allar Feroyar verður sagt húsabygg- ing. Tá ið skrivað verður: Vit fara undir byggjan av kirkju, so er málbrúkið heilt av lagi. Skuldu vit brúkt navnorð. so skuldu vit sagt bygging, í hesum føri kirkjubygging. Fólk flest siga: Vit fara at byggja kirkju. Sv. T. Hans Andrias og Havnarkórið Gudstænastur 2. sunnudag í advent Vesturkirkjan: Niels Ove Vigilius, altargongd. Haldarsvík: Martin R. Jacobsen kl. 16,30 Lambi: Jákup Kass kl. 19,00. Servágur: David Johannesen kl. 12,00. Famien: Jósvein Bech, altargongd. Vágur: Bjarni Bæk kl. 11,00. Hátíðarhald fyri nýggja orglinum. Talvan gongur til frama fyri orglið. Í kirkjunum í Sandavági, Miðvági og Be gongur talv- an til frama fyri Feroysku sjómanskirkjuna. Evangeliska Reddin Foroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte Car- lo hoyrist hvert månakvøld kl. 21,45 GMT á millum- bylgju 205 m. (1466 k Hz). Månakvøldid 5. desember talar Rodmund Nielsen. Evni: >Ein góður skúli“. Sangur: »Sunnvå Háberg og Manskór. Kvøldseta i utvarpinum Almenn kvøldseta verdur i utvarpshøllini i kveld. Í sambandi við tann stóra V4-dråttin, sum verður í kveld klokkan 19.00, skipar útvarpið fyri beinleiðis sending, har m.a. fleiri av teimum nýggjastu tónleikakreft- unum luttaka. Orkestrið, sum fer at spæla á kvøldsetuni, verður hitt vælumtókta >Vestmenn< úr Vestmanna, sum herfyri gav eina plátu út, sum hevur gingið sum heitt breyð. Millum teirra, sum fara at sygnaj, verður Hanus Johansen úr Klaksvík, sum í sein- astuni hevur havt góðar royndir av barna- rímuni Ommu Ludvík. Hann fer at syngja vísur eftir Poul F. og Tummas Napoleon o.a. Tann l4-ára gamla Kinna Poulsen fer eisini at syngja saman við Paula í Sandágeri, og annars verða nýggjar vísur, onkur nýggjur skemtileikur, upplestur og samreður. Kveldsetan byrjar klokkan 19.00 og al- menningurin hevur ókeypis atgongd. Fyri bern og fyri tilkomið fólk, sum eigur eitt sindur av barninum eftir í sær, skapaði Hans Andrias sín besta skaldskap. Soleiðis skrivar Christian Matras í bók síni Nekur mentafólk um Hans Andrias Djur- huus, sum fyri hundrað árum síðani var borin í heim í Áarstovu í Havn. Hans Andrias og Havnarkórið eitur send- ingin sunnudagin klokkan 16. Hetta er kon- sert í Utvarpshellini har Havnarkórið fer at syngja sangir og barnarímur eftir Hans Andriasi. Konsertin er almenn og ókeypis. Øll eru vælkomin og skulu meta stundisliga, tí kon- sertin verður send bei:.leiðis. Hans Andrias og Havnarkórið sunnudagin kl. 16 í Utvarpshellini. Læknavaktirnar Tórshavn: Andor Ell efsen, tlf. 12233, leyg- ardagin og Selvi W Olsen, tlf 16611 sunnudagin Eysturoyggin: Sverri Lamhauge, tlf 48016, leygardagin og Petur Reinert, tlf 23106, sunnudagin. Norðuroyggjar: Áge Gregersen, tlf. 56400 Vágar: Tlf. 32413 Suduroy (nordur): Tlf 71560 Suduroy (sudur): Tlf. 73030 Tannlæknavakt- in, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13,00—14,00. Tlf. 14544. Andlåt 22. november andaðist Jergen Djurhuus, Morkranesi, 67 ára gamal. 23. november andaðist Malena Samson, Klaks- vík, 75 ára gomul. 27. november andaðist Anna Maria Gudjonsson, Klaksvík, 95 ára gomul. 27. november andaðist Birgitte Jacobsen, Norðragetu, 82 ára gomul. Tórshavn tif. 13434 Leirvik tif. 43038 Klaksvik tlf. 55454 Tvøroyri SIDAN 1888 Tit ringja sosialurin, tiff. 11820 — vit skriva on desember 1983 | lítla barn 25. november fingu Evida og Poul Johs. Johannesen, Havn, ein son. 25. november fingu Sunneva Jensen og Jósvein Olsen, Havn, ein son. 25. november fingu Kristina og Pætur Háberg, Havn, eina dóttur. 26. november fingu Halgerð og Hans Madsen, Kollafjerð- ur, eina dóttur. 27. november fingu Annette og Reimund Nielsen, Vestmanna, eina dóttur. 27. november fingu Asa og Hilbert Dam, Havn, eina dóttur. 28. november fingu Brynhild Mikkelsen og Tórhallur Jakob- sen, Havn, eina dóttur. 29. november fingu Elspa Poulsen og Jóhannus á Rógvu Joensen, Havn, eina dóttur. 29. november fingu Gunnvá og Bjarki Magnussen, Húsa- vík, eina dóttur. 30. november fingu Dinna og Kristin Poulsen, Fuglafjerð- ur, ein son. 30. november fingu Annika Mortensen og Einar Bech, Havn, eina dóttur. 1. desember fingu Tora og Henge Isaksen, Kvívík, ein son. ir)