leygardagur 3. desember 1983síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AAA AAA
Leygardagur 3. desember 1983
Tann totaliteri staturin er næstan ikki til at gjøgnumskoda. Næstan ikki til at
treingja igjøgnum og avduka. Her fylkjast nazistar um Hitler.
fyribrigdi. Í nógvum londum er tað
syrgiliga aktuelt og verður tað langt inn
í eina ókenda framtíð. Og lat meg við-
merkja — og tað vil eg fegin undirstrika
— at hetta hjálparleysa hatrið til ta so-
kallaðu mentanina og humanismuna er
akkurát líka eirindaleyst í einræðis-
londum, ið rópa seg vinstravend, sum í
teimum, ið rópa seg hegravend. Har er
eingin munur.
Hví politisku útsíðukreftirnar altíð
seta sin blóðhæl á »landsins sål«, á tey
kensluríkastu, tær fínu nervarnar, á tey,
ið ikki stremba eftir makt, men heldur
eftir nøkrum so meinaleysum sum lívs-
poesi, humanistiskum frælsi, ella onkr-
um tilikum, tað letur seg jú ikki
definera, er næstan ikki at fata. Hvat
ræðast hesar kreftir? Hvat er tað, sum
býður teimum so ímóti? Hvat er tað fyri
ein veldigur fíggindi tær síggja? Okkurt
man tað vera. Annars høvdu tær ikki
farið við hesum fólkaslagi, sum var tað
ein hervilig sótt.
Eg-persónurin í »Fræni« er eitt
neyðars, lítið, jagstrað skald, púra
meinaleysur, og kortini hildin fyri at
kunna renna landið um koll og seta himl-
arnar í brand hverja letu. Hann skrivar í
loyndum um hesar politikarar, ið hata so
nógv uttan reiðiliga at vita hví, og hava
so nógv at hevna, uttan reiðiliga at vita
hvat, soleiðis:
»Teir vita ikki sjálvir, hvat teir vilja,
teir eru so kámir og litleysir, at teir eru
mestsum ósjónligir, teir sláast í blind-
um, teir hava einki andlit. Teir eru eitt
hevuðleyst maktmonopol, sum ikki veit,
hvat tað skal gera við sína makt. Tað
ringasta og óhugnaligasta av ellum: teir
berjast sum devlar fyri eini sannfering,
teir ikki hava.«
Mikið hysteri er í tíð okkara. Eisini
her hjá okkum. Totaliterar kreftir eru á
vási um allan heim. Eisini hjá okkum.
Vónandi fari eg skeivur, tá ið eg sigi, at
tveir triðingar av heimsins statum koma
inn undir heitið totaliterir — meira og
minni — men eg frykti fyri, at eg fari
ikki heilt skeivur. Í hesi greinareð fara
vit at taka ein teirra upp til viðgerðar,
ikki bara tí, at hann er tann stersti og
mætasti av teimum ellum, men líka so
nógv tí, at hesin statur sigur um seg
sjálvan, at hann er ríkas.a fyrimynd,
søgan veit um at siga. Hann kann sam-
stundis vera sum ein felagsnevnari fyri
allar hinar. Teir hava jå allir somu
nátúr.
Mytan og
menniskjað
Í 1980 kom bók út í Danmark um
Mozart týdd úr týskum og skrivað av
Wolfgang Hildesheimer. Í hesi bók
brast mytan um henda veldiga kompon-
istin, stersta flogvitið, ið nakrantíð
hevur livað. Tíðin hevur pyntað upp á
Mozart, hevur pilkað alt tað menn-
iskjaliga av honum og gjørt hann til eitt
slag av einum Kristusi, einum gudi. Eg
hevði altíð verið í iva um hesa mytuna.
Hvat mundi krógva seg aftan fyri hana?
Nú fekk eg at vita, at Mozart var bæði
kátur og villur og óflýggjaligur og als
ikki so ólukkuligur, sum orð gingu av
Hann minti nógv meira um Chaplin enn
um ein gud.
Tíðin, Mozart livdi í, var skakandi
opinskárað, meira opinskárað enn
okkara. Nekur brev eftir Mozart hava
líka til okkara dagar ligið goymd í einum
myrkum kjallara undir British Museum,
tí at tey ikki toldu dagsins ljós, tey vóru
so ónærislig. Í dag, nú tíðin ikki er so er-
kvisin, hava tey tikið ið hvussu er nekur
fram í ljósið aftur. Brot úr teimum eru
prentað í bókini, so ein og hver kann
sannfera seg um, hvussu ónærisligur
Mozart kundi vera. Tey flestu eru til
konuna Constanze og til eina unga
gentu, Bássle, og vísa, at Mozart eisini
sum brævskrivari var eitt satt flogvit.
Stílur hansara er sum fínastu musikkur.
Hevði eg verið góður við Mozart sum
myta, so elskaði eg hann nú, tí hann var
eitt menniskja.
Hvat hevur alt hetta við tann totali-
tera statin at gera? Ver tolin, góði lesari,
bíða mær eitt bil.
Mytan og veruleikin
Í ævisegu síni kemur kendi svenski
mentamaðurin Herbert Tingsten ikki
minni enn tvær ferðir inn á nakað undr-
unarvert, sum hendi í tríatiárunum og
har um leið. Eyðsæð er, at honum er um
at gera at fáa tað sagt. Tað hendi hetta:
Fittir sviar, ið valdu fittar, borgarligar
flokkar, og fitt svensk blaðfólk, ið
skrivaðu í fitt, borgarlig bleð, fóru til
Nazitýskalands, Stalins Sovjet og
Mussolinis Italia at ferðat og komu
hugvakt heimaftur. Øl] tey ljótu tíðindi,
sum svensk bleð og svenskt útvarp
hevdu borið um hesi lond, vóru einki
uttan uppspuni og útsvertan. Tey
hevdu ikki sæð nakra mannajagstran,
onga forfylging og onga sýning. Tvørt-
urímóti hevdu tey sæð glad og vælnøgd
menniskju sum fóru smílandi og syngj-
andi til arbeiðis. Hver í Sveríki fór
syngjandi til arbeiðis? Tíansheldur smíl
andi?
Tann totaliteri staturin «
til at gjøgnumskoda. Næstan ikki til at
r næstan ikk
treingja igjøgnum og avduka
Í triatiårunum fóru eisini nógvir hex
ferðast til Stalins Sovjet
undar at
Franski kommunisturin André Gide
Hann gjøgnumskodadi po
sn teirra
stati g kon brotin he aft
Enski kommunis Orwell k«
( Gt i = VI
K »ø x 1
Kar Napole Hi 8
V ko ( 1 na
islendski KOmmunistur LAXNESS
hevði einki gjøgnumskodad á sín
hann kom hugtikin aftur, so hugtikin, at
hann skrivaði eina drúgva bók um tað
Hon eitur >Russiska ævintýrið< og kom
út í 1939. Í bókini hálovar hann hesum
herliga landi, hvers dygdir eru legio
Ikki fyrrenn fleiri ár seinni fekk hann
seg til at viðganga, at bókin var lygn øll
somul. Hann hevði gjøgnumskodad alt,
men var tå var teirri åskodan, at komm-
unismunar søk var so heilag, at hann
vildi ikki skaða hana við at opinbera
hennara syndir, sum hann roknaði við
vóru fyribils. Vit kunnu lesa um hetta í
bók hansara »En digters opgør«
Despoturin
André Gide skrivaði eisini tvær bekur
um sína ferð. Einastaðni soleiðis: >Eitt
eyðkenni fyri alla despotismu er, at hon
bert tolir undirbrotligsemi og ikki er for
fyri at viðurkenna eina óhefta sjálv-
stødu. Vei tí juristi, sum — hvussu
rættvís sak hanara er — reisir seg upp at
verja ein ákærdan, sum myndugleikar-
nir ynskja demdan. Stalin finnur seg
bert í rósi og hálovan, og tað varir ikki
leingi, so verður hann einans umgivin av
fólki, ið ikki duga annað enn at rósa, tí
tey ikki hava nakra sjálvsteðuga áskoð-
an. Bílæt av honum eru allastaðni at
síggja, navn hansara er á ellum varrum,
eingin almenn tala kann hugsast uttan
navn hansara verður heyjað til skýggja.
Kemur hetta av halgidyrkan, av kær-
leika — ella ræðslu?< Hetta var í 1936.
Danski kommunisturin og
søgufrødingurin Peter HP. Rohde,
koyrdur ur DKP i 1953 (mær vitandi
móti sínum vilja), hevur skrivað bókina
»Midt i en ismetid«. Har kemur hann
nógv inn á hesi viðurskifti, vit her royna
at nerta við, og hann er ikki mildur í
sínum dómi. Hann skrivaði í 1956 eina
grein í ritið »Vindrosen«. Hon eitur
»Hrusjtjovs vej til magten«. Har kemur
hann m.a. inn á júst hetta, vit hava
endurgivið av Gide, og endurprentar
brot úr talum, ið vísa, hvussu Stalins
medarbeiðarar sleiskaðust og sloktu fyri
honum. Hrusjtjov: >Livið floksins og
fólksins vísi ferari, innblásari og samski-
arin av ellum sigrum okkara, okkara
elskaði kammiråtur Stalin!«
Hetta var i 1952 å 19. floksrådstevn-
uni. »Så megen kærlighed!< skrivar
Rodhe. »Og dog, før hanen galede tredje
gang, havde de alle fornægted deres
herre.«
Søgufrødingar eru ikki å einum måli
um, hvussu nógv fólk vórðu týnd undir
Stalin, barnanna besta vini. Eg havi sæð
talið tjúgu miljónir, men gátan verður
ongantíð loyst, tað skulu Stalins arv-
ingar, sum nú sita við ræði, síggja til.
Teir vóru jú hansara bukkandi beðlar.
Bara í Ukraine vórðu fimm miljónir
bendur dripnir undir kollektiviseringini,
skrivar segufreðingurin og kommunist-
urin Peter P. Rohde. Hrusjtjov stóð fyri
slaktinum
„Tey tvey árini 1937-38, tá Stalin-
harðræðið var av ti
versta, voru
1.000.000 menniskju tikin av degum og
her eru ikki iroknad tey mongu, Sun
doyðu av mattroti og sjúkur teimur
veldugu kz-legunum inni Sibiria«
i" 3 Ha Andreass
agr r } Á í
+. ADT ;
- A
M ir) i þ
ro A K
TE
x
> á h lá 1
æt i S í K
” á
x
K
rjørdis ri
04 skrivaði Trotskii e profetiska
grein. (Ansið eftir árstalir Få hevå
eingin nsta grun um, a iKar var til
ið æt Stalin. Í greinini skrivar Trotskij
at einaræði fæloysinga fer at fera Lenin
til eitt einaræði fyri tæloysingarnar
Síðani fer flokssamskipanin at troka
burtur sjálvan flokkin. Síðani fer
centralkomitein at troka burtur floks
samskipanina, og at enda fer ein eina
ræðisharri at troka burtur centralkomi
teina. Hesin einaræðisharri fer at standa
sum inkarnatiónin av einum metafysisk
um sannleika og hildin fyri at vera lýta
leysur, og hann fer at vísa, at hann uttan
himpr kann offra hekatombir av manna-
lívum framman fyri hesum sannleikans
altari. Og mótpolurin til hesa treyta-
leysu trúgv á eina metafysiska hugsjør
fer at vísa seg at verða eitt líka so
treytaleyst misálit á øll livandi menn-
iskju.«
Hugsið tykkum: hetta er skrivað
1904
I 1918 skrivar kommunisturin Rosa
Luxembourg soleiðis: »Eitt frælsi, ið
bert verður veitt viðhaldsmonnum hjá
einari landsstjórn ella flokki, hevur einki
við frælsi at gera. Frælsi merkir altíð
frælsi fyri tann, ið hugsar eðrvísi, og
verður virðisleyst, tá ið tað gerst til eini
forrættindi. Uttan vanlig val, skrivi-
frælsi, fundarfrælsi og talifrælsi gongur
lívið á ellum almennum stovnum stirvn-
ari, verður ein keipumynd av sær sjálv-
um, og skrivstovukrakkavaldið lyftir
hevdið sum einasti avgerandi táttur- —
in... So doyr tað almenna lívið líðandi og
nakrir fáir politikarar við ótemandi
ágrýtni og markleysum hugsjónum fara
at stýra og ráða, smáar klikur taka seg
upp. og tær fara at enda við einum
einaræði, ikki fæloysinganna, men eina-
ræði hjá nekrum fáum politikarum, eitt
einaræði í jacobinskum tydningi.«
Lítið vardi hana, hvussu væl spádóm-
ur hennara fór at ganga út.
Í grein síni frá 1956 endar Peter P.
Rohde við hesum orðum: >Det er dog,
som allerede sagt, ikke af den grund
givet, at Hrusjtjovs tid vil blive Stalins
tid om igen, thi formerne ændrer sig, de
er funktioner af sikkerhedskurvens
udsving. Derimod er det givet, at
substansen må blive den samme, så-
længe man ikke har ført selvkritikken til
bunds og erkendt, at årsagerne til den
russiske kommunismes forkrøbling må
søges i selve udspringet. Og lige så givet —
er det — som en simpel følge heraf — at
selvom sikkerhedskurven nu tillader, at
formerne ændres, så de ikke kommer til
at minde om de stalinske terrortil-
stande, vil sådanne tilstande, når
sikkerhedskurven drejer den modsatte
vej, komme igen og igen og igen.«