hósdagur 8. desember 1983síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit halda fram við
greinargðini >Tann to-
taliteri staturin« eftir
Jens Paula Heinesen
Undirritaði vil fegin gera
vart við, at henda greina-
rød ikki eigur at verða
demd, fyrrenn hon er
lisin at enda
Persónsdyrkan
Vit vóru og ferðaðust í Bayern í Suður-
Týskalandi og komu saman við tveim-
um familjum. Hetta var ættarliðið frá
seinna heimsbardaga, av fittastu fólk-
um og blíðskapurin óferur. Champanja
kom á borðið og samreðan gjerdist
lívlig og opinskárað. Pínliga opin-
skárað. Vit fingu at vita, at tað var
betri at liva í Týskalandi undir Hitler,
enn tað var at liva í Týskalandi í dag.
At Hitler var ein góður maður og hevði
gjørt ómetaliga nógv gott fyri Týska-
land. Av 25 næmingum í teirra skúla-
flokki vóru tjúgu deyð av krigsåvum.
Okkara blíðu vertir vóru sannførdir um,
at teir ikki kundu hava liðið og offrað so
nógv fyri einki. Tað kundi ikki bera til,
at Hitler hevði verið eitt bølmenni. Tey
vóru eins og Jevgenija Ginsburg, sum
eftir at hava mist alt. fór í grevina í
teirri trúgv, at Stalin hevði verið eitt
gott fólk.
Despotar elska at stúgva fólk saman
hundrað túsunda tali. At standa
framman fyri hesum hópi og vísa seg í
teirra mekt og mæti. Hver man ikki
kenna myndir frá Kreml, har allir teir
álvarsomu, steinrunnu valdsharrarnir
standa á rað í svertum frakkum undir
svertum hatti og av og á lyfta eina
hond upp og náðiliga heilsa ti meiniga
manninum niðri á torginum, og sum
púrasta hava gloymt, hvat tað er at
smilast. Ella úr Niirnberg, har Hitler
stendur framman fyri einum fólkahópi
ótrúliga væl skipaður rað á rað?
Tað er meira erotikkur enn politikk-
ur í allari despotismu. Soleiðis brúkti
Hitler sítt fólk til sína privatu horu. Tá
ið Castro í Habana stendur og talar í
fimm tímar við einari mynd av sær
sjálvum aftan fyri seg í tíggju hæddum
og eini geylandi folkafjøld upp á fleiri
hundrað túsund framman fyri sær, so er
tað meira ein erotiskur leikur, ið fer
fram, enn ein politiskur. Chaplin roynir
at vísa okkum hetta i filminum »Dikta-
torin«. (Tað mátti verið mannminkandi
at latið seg brúkt til horu av tílíkum
slag, men eftir ellum at dema er tað
hópur av fólki, ið elskar tað).
Í grein síni frá 1956 skrivar Peter P.
Rohde: >Der er í gjeblikket iværksat en
kampagne imod »persondyrkelse« i
Sovjetunionen, det er en kampanje, der
har sin berettigelse, men tilsyneladende
også sin begrænsning. Den er et led i
bestræbelserne for at få Stalin nedvur-
deret, og for at få dette gjort så efter-
trykkeligt som muligt sætter man ham
i stadig modsætning til Lenin, og over-
for ham standser forbudet mod person-
dyrkelse, overfor ham er den stadigvæk
lov. Men så længe det er tilfældet, kan
man ikke komme ned til ondets rod;
man kan skære de sygelige gevækster
bort, men man kan ikke få fjernet de
sygdomsvoldende kim.«
Øll persónsdyrkan er pervers og hevur
ongantíð gjørt annað, ger ikki annað og
kemur ikki at gera annað enn føra til
perversitetir. Okkara fittu vertir í
Bayern og Jevgenija Ginsburg hevdu
liðið og offrað seg fyri eini lívslygn,
einari mytu, einum perversiteti. Soleiðis
er Iran í dag ein sugga av óhumsku
vegna teirri eru persónsdyrkan, har fer
fram — umframt sjálvsagt vegna teirra
religiøsu og politisku fanatismu, ið ikki
kann annað enn føra til ørskap.
, .
Persónsdyrkanin
, .
i Sovjet
Fáastaðni, um nakrastaðni, er og hevur
persónsdyrkanin verið so algoyst,
áhaldandi og pervers sum í Sovjet.
Undir Stalin rekk hon upp í sinnsjúkar
hæddir. Olukkudyrid Hrusjtjov royndi
seg eisini, men líktist nógv meira
Sancho Panza á asna sínum enn einum
strálandi gudi og hvarv skjótt inn í
gloymskunar ævigu nátt, hagar hann
sjálvur hevði roynt at stoytt Stalin.
Tann brúnasíði Bresjnjef (politikarans
lív er stutt. Eg havi longu gloymt,
hvussu hann stavaðist) vildi gud hjálpi
okkum eisini lumpa seg upp í gudanna
lið, men man úr deyðsríki sínum longu
hava sæð, at hann royndist líka so
fjaðursárur sum allir í raðnum undan
honum á sorgarvegnum Nemesis. Bert
ein tykist ódeyðiligur. Lenin!
Hvussu ber tað til? Er hann eitt
guds-surrogat? Tann bibilski Gud varð
alment avsagdur undir kollveltingini,
og sum tað frættist, eru tað bara
gamlir, skinklandi giktarunnar, ið
trúgva upp á hann í dag. Tann bíbilski
Gud er eftir øllum at dema deyður i
flestu hjørtum, men er tað veruliga so,
at menniskju mugu trúgva upp á
okkurt? Ein annan gud kanska? Sum til
demis Lenin?
Tað er líkt til. Soleiðis sum Gide
skrivaði um Stalin, soleiðis er navn
Lenins, myndir og standmyndir av hon-
um, allastaðni at síggja. Miljónir og
aftur miljónir standa í ke fyri at síggja
hansara neyðars jarðligu restir. At
dyrka eitt lík! At tilbiðja ein balsamer-
aðan kropp! Kann nakað hugsast meira
perverst. Hví kunnu tey ikki lata
mannin fáa frið í síni grev? Hann
verður aldri nakar gudur. So leingi tey
royna at gera hann til tað >kan man
aldri komme ned til ondets rod<, sum
kommunisturin Peter P. Rohde skriv-
aði. Og sum áður sagt, var tað jú ikki
hann, ið skapti tað Sovjet, vit kenna í
dag, »tann statskapitalistiska politi-
statin«.
|
Tann totaliteri staturin
J.P. Heinesen
Nr. 142 — 8. desember 1983
Despotar elska at stúgva fólk saman. At standa framman fyri hesum hópi og vísa seg
í teirra mekt og mæti, sigur Jens Pauli Heinesen m.a. í greinini
Barnanna
bestu vinir
Undirritaði hevur búð í einum politi-
stati í eitt ár. Í Spania, undir Franco,
manninum, ið hevði út við tvær
miljónir mannaliv á samvitskuni. Men
at síggja til var alt tað ljóta, ið sagt og
skrivað varð um hetta vakra land, upp-
spuni og utsvertan. Fólk vóru vælnøgd
og glad, nógv glaðari enn kelivættini í
Feroyum. Har var nakað nógv av uni-
formeraðum monnum við vápnum, alt
ov nógv, men teir vóru fittir og blíðir og
sótu stundum á barrunum saman við
presti og ti meiniga manninum — ljónið
hjá lambinum sum í paradis.
Men vit vistu betur, eitt nú gjøgnum
Amnesty international. Vit vistu, at
hópur av fólki av politiskum ávum sat í
fongslum og arbeiðslegum. At fólk dag-
liga vórðu fongslad og pind og ofta tikin
av degum. Men hetta sást ikki.
Gesturin sær ikki slíkt. Hetta gongur
fyri seg aftan fyri »potemkinkulissur-
nar<. Politistaturin arbeiðir í loynd, í
loyniligum skotum, klivum og bakgerð-
um og helst á nátt eins og rottan.
Vit fingu hevi til at samanbera
spanskar skúlabekur til barnaskúlan
við sovjetiskar á sama aldursstigi. Sum
ein reyður tráður gingu fýra ting aftur í
hesum skúlabókum í hesum báðum
samfeløgum:
1. Tú skalt elska og æra títt flagg og
títt fødiland.
2. — herin, ið verjur títt feðiland.
3. — feðilandsins politiska ásteði,
heimsins besta. ,
4. — feðilandsins ferara, barnanna
besta vin.
Í Sovjet var hesin vinur einaferð
Stalin. Einaferð Hrusjtjov. Og einaferð
Bresnjef. Og hverja ferð onkur av
hesum nýggju ikki kann brúkast meir,
verður tað aftur tað æviga tiltakið og
Ólukkudýrið Lenin.
Í Spania var tað tann gamli, ristandi
oldingin Franco. Um farast skuldi eftir
">
spanskari pressu, útvarpi og sjónvarpi
stóð 99,9% av fólkinum aftan fyri sín
elskaða El Caudillo. Hvussu nógvar
atkveður fekk so flokkurin hjá Franco í
fyrsta fría valinum eftir hansara deyð.
Hann fekk eitt procent.
Um at demonstrera
Í spanska býnum Ronda hittu vit ein
fittan, tungusnildan vegvísara. Honum
dámdi væl at siga frá, men hann var
varin og vildi ikki, at nakar hoyrdi seg,
tá ið hann lastaði landsins politisku
steðu. Fyri nekrum vikum síðani, segði
hann, høvdu nakrir bøndur har á
staðnum demonstrerað móti myndug
leikunum fyri at vinna sær betri kor,
seks av leiðarunum vórðu alt í einum
handtiknir og settir fastir, men hetta
kom ongantíð í sjónvarpið, útvarpið ella
bleðini
Vit eru ikki býtt her í Spania,
segði hann, vit vita væl, at pressan hjá
okkum lýgur fyri okkum og sigur
okkum ikki sannleikan. Vit síggja í
sjónvarpinum, hvussu tey demonstrera
í Washington, London, Berlin og Pragh
(hetta var júst undir uppreistrinum
har). Men ongantíð síggja vit nakað úr
Spania, tó at vit vita betur.
Í Sovjet er loyvt at demonstrera.
Bæði fyri og ímóti. Ímóti øllum heimi-
num uttan fyri Sovjet. Og fyri Sovjet.
Bara fyri. Ongantíð ímóti. At demon-
strera móti Sovjet í Sovjet er statsfígg-
indaligt og antisovjetiskt og verður
revsað. Tað ber ikki til, siga myndug-
leikarnir, hjá einum sovjetbúgva at
demonstrera móti Sovjet, tí at tað er
ikki bara at demonstrera móti sann-
leikanum, rættvísini og einum sam-
felag, ið ikki kann mistaka seg, tað er
eisini at demonstrera móti sær sjálvum.
Og eingin kann demonstrera móti sær
sjálvum uttan at vera sinri;s,úkur,
hann hoyrir sjálvsagt heima á einum
sinnissjúkahúsi. Ella hann kann verða
koyrdur av landinum til vesturheimin,
sum frammanundan einki annað er
PA ÁÁ