Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 1983síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 8. desember 1983 i uttan ein sinnissjukagaråur Sum eg $1ti Og skrivi hett: fái eg má aðarr tið er fyr; aprii og m ty Internnat a gevur ui Har € lur hesil lit} ð ndastubbin SUSSR-bólkurin sigur fr at H Mc SKVa er riðarrerslum og manna- sinkibólkurin aktivir mir rættindarerslu: Ippioy verða revsaðir við fleiri árum í fangalegum og mannarættinda forkemparin Andrei Sacharov er í vanda fyn at dovyggji Sovjet og Amnesty International Amnesty International (AI) er ein al heimsfelagsskapur undir ST. Virkið hansara er avmarkað til at politiskum samvitskufangum. ið ikki hava framt harðskap ella hava eggjað til harðskap. AI hjálpir ikki brots monnum ella politiskum fangum, ið hava framt ella eggjað til harðskap AI er forboðið í Sovjet og sleppur ikki at virka har, tey, ið kortini royna verða revsað. Kunnleikin um AI í Sov- jet er lítil og eingin. Veit sovjetbúgvin yvirhevur nakað um AI, so er tað ein vitan, ið er heilt forbronglað, tí at tað hevur einki hepi verið í teimum fáu upplýsingum, sum sovjetiska pressan hevur givið borgarum sínum um felags skapin. Hon kallar hann fyri »tænastu- gentu hjá CIA« og annað mangt av sama slagi Nú er bók komin út Sovjet um Amnesty International. Hon er skrivað av S. Zivs og eitur á donskum »Løg nens anatomi«. Eitt ummæli av henni stendur prentað í Amnesty Nyt í mars mánaða. Boris Weil hevur skrivað tað Er ummælið eftirfarandi, er bókin burtur av allari leið. Tað er púrt einki hepi í henni. S. Zivs byrjar bókina við at siga, hví hann hevur kallað hana »Lygnunar anatomi«. Leiðararnir í AI hava serstakliga vakt hansara áhuga, ti at teir — fyri at vekja ans um seg sjålv- ar — hava gjørt alt fyri at syna seg fram. I stadin fyri objektivitet og sann- leiksvilja hava teir av fullum huga og miðvíst breitt út fordómar og misålit. Á gerandismáli eitur hetta »lygn« Og síðani koma teir ótrúligastu upp- lýsingarnir slag í slag. Í bókini stendur ikki eitt orð um, at AI virkar um allan heim. Lesarin fær ta fatan, at AI er sprottið av lygnum, livir av lygnum og er sett á stovn við tí í hyggju at gera seg inn á Sovjet. Zivs heldur, at tann sovjetbúgvi, sum er í andsteðu móti statinum, annaðhvert er eitt brots- menni ella sinnisjúkur og av rettum hoyrir heima í einari fangalegu ella ein- um sinnissjúkagarði. S. Zivs er professari og doktari í juridiskari vísind. Hann er varðafor- maður í felagnum fyri sovjetiskar juristar. Hann hevur skrivað 130 vis- indalig og populervísindalig verk. Ein sápubleðra Tann stóri violinisturin og humanist- urin Yehudi Menuhin skrivar í ævisegu síni »Min ufuldtendte rejse« um allar sínar konsertferðir til ell heimsins lond. Hann var einaferð í Fystur-Tyskalandi, men skrivar óvanlige stutt um hesa ferð, bert nakrar reglur og endar so- leiðis: Hagar fari eg ongantíð aftur. Hann sigur ikki hví. Men hvat hevði hann sæð? Hvat hevði hann gjøgnum- skoðað? Meg lysti at vita. Stóri hevundurin Doris Lessing, sosialistur og fyrrverandi kommunistur, hevur skrivað drúgva skaldsegu, ið eitur »Den gyldne tog«. Í hesi skald- segu skrivar hon millum annað um, hvussu sárt tað er líðandi at missa Undir Stalin rekk persónsdyrkanin upp í sinnsjúkar hæddir trúnna upp á nakað, sum einaferð var tær dyrabart, og síðani við sorg og pínu at noyðast at viðganga at tað, sum tú hevði trúð uppá og bygt títt lív á, var einki uttan ein sápubleðra, ein lívslygn, ein myta. Men hon skrivar eisini um, hvussu stórur lætti tað er at vera sloppin av við hesa lívslygnina. Orð við gandamátti Í summum orðum er sannur ganda- máttur. Í orðum sum til demis >pro- gressivur« ella »reaktionerur«. Tey flestu av okkum vilja vera progressiv. Tað er vermandi ljós yvir hesum orði. Tað breiðir hita um seg. Næstan eingin vil vera reaktionerur, vit trívast ikki í kuldanum frá hesum orði. Heldur tú teg sjálvan hoyra heima í tí progressiva skara, og onkur ákærur teg fyri at vera reaktionerur, er tað, sum rakar hann teg við gleðandi jørnum. Tað er býttligt og oftast órættvíst at seta fólk í bás, at senda tey til hegru og vinstru, inn í ljósið ella út í myrkrið, sum vart tú ein alvísur gud. Tey flestu av okkum munnu hava part av Káin eins væl og Ábal í okkum. Men hin- vegin haldi eg, at tað eigur at verða sagt, at tann, ið hevur samhuga við politistatinum, tí totalitera statinum, kann ikki vera annað enn reaktionerur. Heimurin ein dreymur? Stundum fái eg upp í hondina drúgvar greinar frá persónum, ið búgva ella ferðast í einum slíkum stati. Síggi eg, at tær eru skrivaðar av einum viðhalds- fólki, av einum ideologiskt >trúgvandi og frelstum<, havi eg lítlan hug at lesa hesar greinar, ti eg veit, at tær eru lítið eftirfarandi. Tær eru skrivaðar í bengalskum lýsi og litaðar av einum hugaheimi, einum jerðildi og einari verð, ið lítið hevur við hesa okkara verð at gera. Veruleikin verður til falsan, til pynt upp á mytuna. Lesur tú til dømis eina slíka grein úr Sovjet, so kann tað bera á, at nevn sum Marx og Lenin ganga aftur í heilum, meðan eitt glógvar við síni fráveru. Navnið á manninum, ið skapti Sovjet og ráddi fyri borgum í ein heilan mans- aldur, navnið Stalin, tann stálsetti, barnanna besti vinur, sum við kunngerð í Pravda tann 1. mars 1935 læt lýsa í lóg deyðadóm yvir bern niður í 12 ára aldur. Slíkt kann ikki vera gjørt við vilja, tað ber ikki til. Eingin, ið fæst við at skriva segu, kann fáa seg til at falsa hana so nógv. Ella er kanska talan um so ágangandi ynskidreymar, at heims- segan og heimurin allur verða til ein dreym um ein heim, har Stalin ongantíð hevur livað og virkað? Tá er talan um eina sjúku, tey rópa skizofreni. Armar sálir Tað er einki hepi í at tala um at for- fylgja og ikki forfylgja í einum 'politi- stati. Í einum politistati verða ell for- fylgd. Fert tú til demis til ein prest í einum slíkum stati og spyr hann, um tey kristnu verða forfylgd, so gerst hann álvarsamur og fer at tevja seg fram til, hver tú ert. Skilir hann, at tú ert ein av teimum politiskt »frelstu«, so sigur hann; nei, her verður eingin krist- in forfylgdur, og tú fært akkurát tað svarið, sum tú droymir um. At svara Úr filminum »Diktatorin«. Charlie Chaplin í leiklutinum sum Adolf Hitler, despoturin ið vildi leggja allan heimin undir seg einum »frelstum« eðrvísi hevði verið alt vv váðiligt Men ert tú ein »vantnigvin«, og hesin sami prestur hevði fingið fult álit á tær, so kundi borið á, at tú hoyrdi hesi statsfíggindaligu orð frá einum ólukkuligum hjarta: Í hesum stati verða øll forfylgd. At tey allarflestu kortini liva í frið og náðum kemur av, at tey lata sær lynda. Men eg sigi tær, góði vinur, gud náði tær ermu sálir, ið ikki vilja lata sær lynda. Og tær finnast og hava tað ómetaliga ringt. Tað er ímóti hesum ermu sálum eygu og hugur okkara eiga at vera vend. Tær vælnegdu hava neyvan okkara sam- huga fyri neyðini. Men tær forfylgdu. Tær, sum í hesi letu runt um í heimi- num sita og rotna upp í fongslum, arbeiðslegum og sinnissjúkrahúsum fyri eina áskoðan, ið er eðrvísi enn valds- harranna. >Frælsi merkir altíð frælsi fyri tann, ið hugsar ødrvisi«, skrivaði Rosa Luxembourg. Latið okkum, fyri at gera hesa ólukkuligu steðu uppaftur týðuligari fyri okkum, gera eina hugsunarroynd. Latið okkum hugsa okkum, at William í bestu manndómsárum varð vístur av landinum fyri lívið fyri at hava gjert okkum til »trøll«. Ella at Steinbjern fekk fimm ára fongsulsrevsing fyri at hava sverta USA út í ferðafrásegn síni. Ella at undirritaði varð stongdur inni á statshospitalinum í líka so nógv ár fyri at hava skrivað antiferiskar og lands- figgindaligar bøkur — og kom útaftur erur í hevdinum av innileguni. Ja, vit kunnu flenna át hesum og halda tað vera stuttligt at hugsa okkum tað. Men fyri fólk i hópatali, ið nógv sterri tali enn vit gruna, er hetta eingin stuttleiki uttan beiskar sannroyndir til. VAN