týsdagur 8. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 192 - 8. oktober 2002
Nr. 192 - 8. oktober 2002
7
Í sambandi við 45 ára
stovningardagin hjá
Tórshavnar Frosk-
mannafelag, skipaðu
tey fyri morgunmati
millum klokkan 10 og
12 leygarmorgunin á
flesini við Hoyvíks-
hólm
STOVNINGARDAGUR
Orð: Solby A. Eliasen
Myndir: Jens Kr. Vang
Heri Andreassen, formaður
í Froskmannafelagnum sig-
ur, at tey møttust í Hoyvík
klokkan tíggju og vórðu
síðani førd út á flesina í
nýggja bátinum hjá fel-
agnum.
– Tað vóru heilt nógv
fólk – eina løtu mundu tað
vera eini 25 ella meira í
senn á flesini, sigur Heri.
Morgunmaturin var sum
sagt frá 10 til 12, og tá tað
var liðugt, lupu tey, sum
eftir vóru á bláman. Bæði
menn sum kvinnur. Tey
ruku síðani eitt fitt petti,
áðrenn tey vórðu tikin upp
og førd inn á land.
Orsøkin til at Frosk-
mannafelagið valdi henda
øðrvísi háttin at gera vart
við teirra stovningardag, er,
at tey ynskja at gera felagið
meiri sjónligt.
Heri Andreassen sigur, at
sum í øllum áhugafeløgum,
so hevur eisini Frosk-
mannafelagið sínar upp og
niðurtúrar.
– Vit vilja hava meiri lív í
felagið, og tað hevur víst
seg, at tað gongur væl fyri
tíðina, so tað er sera huga-
ligt.
Seinni um kvøldið varð
skipað fyri veitslu.
Tað sum var so serligt við
veitsluni, var, at tveir limir,
sum vóru við til at stovna
felagið av fyrstan tíð, vóru
við. Teir eru Heri Mørkøre
og Karl Johan Fossá. Hesir
báðir og Knúd Bjørk vórðu
gjørdir til heiðurslimir. Á
veitsluni fingu teir so hand-
að hvør sína klokku úr før-
oyskum gróti við búmerk-
inum hjá felagnum í.
Hesa heiðursgávuna vóru
teir sum vera man sera
fegnir um, og kanska var
tað serliga stuttligt hjá Hera
Mørkøre, tí hann hevur
teknað búmerki hjá Tórs-
havnar Froskmannafelag.
Knúd Bjørk er framvegis
virkin í felagnum eftir 40 ár
sum limur.
Tað mundu vera um fimti
fólk til veitsluna, sum var
hildin í felagshølunum í
Tórsgøtu. Heri sigur, at tá
hugsað verður um, at felag-
ið hevur 140 skrásettar lim-
ir, so kann tað metast ikki
at vera nógv, men tað var
eisini so nógv annað á
skránni leygarkvøldið, so
tað kann hava verið orsøkin
til tað.
Á eykaaðalfundi hjá
Føroya Arbeiðara-
felag leygardagin
bleiv einmælt sam-
tykt at stovnseta ein
nýggjan eftirlønar-
grunn
EFTIRLØN
Solby A. Eliasen
Allir limir, sum vóru á
eykaaðalfundi leygardagin
tóku undir við at seta ein
nýggjan eftirlønargrunn á
stovn. Samtykt varð at seta
25 milliónir sum stovnsfæ.
Ingeborg Winther, formað-
ur í Føroya Arbeiðarafelag
sigur, at tað bert manglar
Tryggingareftirlitinum at
góðkenna tað.
Tað, at ein nýggjur eftir-
lønargrunnur er stovnsettur,
merkir, at allir limir felags-
ins hava rætt til eftirløn úr
grunninum, tá tey eru farin
upp um 60 ára aldur.
Men Ingeborg vísir á, at
tað tekur langa tíð at byggja
ein tílíkan grunn upp.
– Tað tekur eitt heilt ætt-
arlið at byggja ein eftirløn-
argrunn upp, so tað sigur
seg sjálvt, at tað verður ikki
nógv til limirnar, sum í dag
eru millum 40 og 50 ára
aldur og uppeftir. Men hetta
er so altíð ein byrjan, og tað
kemur at verða betur fyri
limirnar í framtíðini, sigur
Ingeborg Winther.
Hon sigur eisini, at hetta
merkir ikki, at fólkapensj-
ónin skal avtakast, tí tað
kemur ikki at verða nóg
mikið til limirnar bert við
nýggja eftirlønargrunnin-
um.
Tað kemur at verða mun-
ur á, hvat hvør limur fær
kortini. Tað vil siga, at teir
limir, sum hava eina inn-
tøku á 200.000 til 250.000
og uppeftir fara at fáa væl
meiri í eftirløn enn tey
lægri løntu. Ingeborg sigur,
at soleiðis vil tað altíð
verða.
– Sjálvandi er tað harmi-
ligt, men tað er so, og við
hesum nýggja grunninum
royna vit at geva okkara
limum betri sømdir, tá tey
eru farin um eftirlønar-
aldur, sigur Ingeborg, sum
heldur at tað einasta rætta
er eitt nú Samhaldsfasti
eftirlønargrunnurin.
– Um hann var fyri øll,
ja, so var ongin munur,
sigur formaðurin í Føroya
Arbeiðarafelag.
Hesin eftirlønargrunnur-
in varð stovnsettur, tí limir
felagsins síggja ongan ann-
an útveg.
– Um vit ikki gera okkurt
tílíkt sjálvi, so fáa vit bara
okkurt smoygt niður um
høvdið av politikarunum.
Og tað vilja vit ikki hava,
sigur Ingeborg Winther at
enda.
Morgunmatur á flesini
Eykaaðalfundur hjá Føroya Arbeiðarafelag:
Nýggjur eftirlønargrunnur stovnsettur
Nýggjur eftirlønargrunnur varð stovnsettur á eykaaðalfundi
hjá Føroya Arbeiðarafelag leygardagin
Mynd: Jens Kr. Vang
Tá tað vóru mest fólk í senn
á flesini, mundu tey vera um
eini 25
Fólkini vórðu førd út á flesina við Hoyvíkshólmin í nýggja
bátinum hjá Tórshavnar Froskmannafelag
Leiklistarligt topavrik
í Ginu søgum á
Meiarínum
UMMÆLI
Heri á Rógvi
Kusa,
Vagina,
klovin,
kunta, sprellið eru bert
nøkur av teimum nøvnum,
sum stóra miðpunktið í
sjónleikinum Ginu søgur
hevur. Sigur tú tey nóg ofta,
hevur tú eisini fingið tað
mesta av leikinum við, men
langt frá alt. Vagina mono-
logues skuldi annars verið
rættiliga greitt. Hetta var
leikurin,
sum
fram-
provekerandi hevur fingið
miðlar og onnur at hugsa
um og taka upp eitt av teim-
um sokallaðu tabuunum.
Marknaðarføringin var í
øllum
ógvuliga
greið.
Ógvusligt, men við einum
ávísum broddi, varð gjørt
greitt, at nú skuldi tabuið
fellast á Meiarínum. Stór
orð, sum krevja at okkurt
býr aftanfyri.
Kvinnuliga
kynsgøgni
verður ikki nógv umtala.
Ikki sum mannligi starvs-
felagin. Òteljandi filmar,
leikir, skemtisøgur og ikki
minst sangir plasera mann-
liga gøgni á fremsta røð í
teirri vesturlendsku men-
tanini, har alt meira ella
minni er loyvt. Við fleiri
sjónvarpsrásum kanst tú
lættliga sita eitt heilt kvøld
og ikki hoyra um annað enn
mest viðurkenda libidoina.
Ein hálvfems minuttir leik-
ur við honum sum evni
hevði neyvan verið nakað
tabuhóttandi.
Satt at siga kenni eg ikki
ein einasta sang um ginuna,
ongar sjónvarpslýsingar við
paralellum. Tað er ikki tað,
ið tú hoyrir mest til. Spurn-
ingurin er so: Er saknar á
tí?
Ringt at siga, hví eg end-
aði sum áskoðari, men nú
eg eri við fatið, so lat meg
bara hyggja at.
Ein og hvør góður leikur
skal eg geva tær ein lær-
dóm. Einki betri er enn at
læra nakað um seg sjálvan.
Leikurin er í sínari stóru
heild sera einfaldur. Tríggir
kvinnuligir leikarar sita á
pallinum – meira ella minni
eggjandi klæddar – og siga
frá søgum. Søgur sagdar av
kvinnum fyri kvinnur. Tón-
leikur, pallur og annað
spæla aðru violin til frá-
søgnina og vaginuna.
Frásøgnirnar eru fyri tað
nógva skemtiligar, og bert
fyri hesa orsøkina kann
leikurin vera verdur at
síggja. Við
skemtinum
verður latið upp fyri, at
áskoðarin kann mótttaka
tey mongu boðini frá
kvinnuligu frásagnunum.
Farið heldur at lurta eftir
teimum heldur enn at lesa
um tær her, tí tað er nógv
betri fortalt.
Kristina Hansen vísti
framúr gott spæl sum tann
meiri vitandi, og virkar
óvanliga væl uppløgd í
leikinum. Birita Mohr og
Gunnvá Zachariasen eru
saman við Kristinu ein væl-
smurd spælimaskina. Við
einum eygnakasti, ið ikki at
fara skeivur av, eru tær
skemtiligar, fúlar, álvars-
samar, stønnandi og inni-
ligar í hálvfems minuttir.
Leiklistarligt
topavrik.
Dimensiónirnar eru kortini
eitt sindur ov kendar. Birita
Mohr er tann eldra, Gunnvá
Zachariasen tann unga.
Næstu ferð kunnu teir
kanska bróta heilt ígjøgn-
um á pallinum.
Hesin amerikanski mor-
alurin um tann æviga vak-
urleikan er forkastiligur.
Tey lítlu moraliserandi pett-
ini vísa týðuliga hvørjum
landi leikurin er úr. Hóast
evnið og kanska eru land-
mám í frælsisgerðingini, er
poetisku niðurløgini ikki at
duga at steðga, meðan leik-
urin enn er góður.
Leikaraavrikini eru fram-
úr. Tær tríggir vinda burtur-
úr leikinum og ivalyest eis-
ini sær sjálvari. Pallseting-
in, umseting, leikstjórn
v.m. alt í betra endanum.
Frásøgnin er berandi elem-
entið, og vit mugu takka
fyri teirra dirvi.
Fer tú til leikin, lat so for-
dómarnar vera eftir við hús,
og tak tín trúgvasta felaga
við. Hetta er ikki fyri øll,
men fyri nógv kann hetta
vera alt. Hvør hevur sína
søgu.
Tabu?
Salurin leygarkvøldið var
væl fyltur. Hóast tey flestu
mestur
vóru
innboðin,
segði hetta eitt sindur um
tann áhuga, evnið og leik-
urin njóta gott av.
Har sótu vit so øll somul.
Láturin var so hjartaligur í
løtum og samhugurin líka
so, tá tað var neyðugt. Vit
sótu øll og lýddu á – her var
einki undarligt. Leikurin er
stuttligur, øðrvísi og dám-
ligur hjá nógvum.
Í leikskránni stendur at
lesa um tabu. Hetta er nak-
að forboðið nakað, sum vit
seinni hava latið í ein enn
sterkari ham. Fult hús á
Meiarínum. Er tað so tabu?
Endaliga styrkismetingin
má liggur hjá hvørjum ein-
stakum, tí tað er ymiskt,
hvat søgurnar siga.
Fúlarheitir
Saman vóru tær tríggjar ein
ógvuliga væl smurd
spælimaskina. Hóast
premierunervarnir sótu
uttan á klæðunum
var spælið lætt og inniligt.
Dirvið eiga tær so sanniliga.
Mynd: Álvur Haraldsen
Kristina Hansen
Mynd: Álvur Haraldsen
Gunnvá Zachariasen
Mynd: Álvur Haraldsen
Birita Mohr
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6