Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 192 - 8. oktober 2002 Nr. 192 - 8. oktober 2002 9 - Hetta er fyrst og fremst eitt herða- klapp til starvsfólkið hjá Vónini, sigur Hjalmar Petersen, stjóri á P/F Vónin, sum fríggjadagin gjørdist Ársins Virki 2002. Við sínum 80 starvsfólkum, fram- leiðslu bæði í Fugla- firði, Havn og Grønlandi, og einum eginpeningi upp á 43 milliónir krónur telist Vónin millum sterkastu, privatu fyritøkurnar í land- inum ÁRSINS VIRKI Jón Brian Hvidtfeldt Fríggjadagin varð P/F Vón- in, sum hevur høvuðsdeild í Fuglafirði, kosið Ársins Virki 2002. Árligi Vinnu- dagurin, har Vinnuhúsið velur ársins virki, hevur nú trý ár á baki, og ikki sørt av spenningi er, serliga mill- um vinnulívsfólk, um hvat virki fær henda heiður. - Eg má siga, at eg hevði ikki væntað, at vit fóru at fáa henda heiður í ár, ser- liga tá havt verður í huga, at nógvar aðrar fyritøkur eru sterkar og hava gott úrslit at vísa á, sigur Hjalmar Peter- sen, sum hevur verið stjóri á Vónini síðan 1.august í fjør. Hann er í dag stjóri saman við John Poulsen, sum hevur verið stjóri á virkinum seinastu mongu árini. Hjalmar Petersen tekur fyrst og fremst heiðurin Ársins Virki 2002 sum eitt herðaklapp til Vónina og tey umleið 80 starvsfólkini á virkinum. - Starvsfólkið er okkara størsta aktiv. Vit eru í eini vinnu, har neyðugt er við stórum fleksibiliteti, mill- um annað tí at skip koma inn við skrøddum troli ella nót, og skulu hava tað umvælt so skjótt sum gjørligt, ella at nýggir ordrar skulu leverast beinan vegin. Tað merkir ofta nógv yvirarbeiði og skeivar ar- beiðstíðir, og her hava vit verið sera hepnir við okk- ara starvsfólki, sum hava verið lagalig móti virkin- um, sigur Hjalmar Peter- sen. Hørð kapping Virksemið hjá P/F Vónini byrjaði í 1969, tá felagið keypti ein trolara av sama navni. Tvey ár seinni, í 1971, fóru teir undir at umvæla og framleiða trol, og seks ár seinni bygdi Vónin sín fyrsta virkis- bygning í Fuglafirði. Síðan er virksemið hjá fyritøkuni vaksið nógv, og Vónin hevur í dag deildir í Fugla- firði, í Havn og í Grøn- landi, umframt goymslur í Miðvági og í New Found- landi. Høvuðsdeildin í Fuglafirði framleiðir flestu trol, nótir og alinótir, með- an deildin í Havn í høvuðsheitum tekur sær av rækju- og botntrolunum. Eisini fevnir stórur partur av virkseminum hjá Vónini um umvælingararbeiði av troli, nótum og alinótum. Í januar í ár keypti Vónin trolvirkið Qalut í Nuuk, og teir átta menninir á virkinum í Grønlandi fram- leiða fyri tað mesta rækju- trol til grønlendsk skip. Harumframt hevur Vónin í fleiri ár havt goymslu í Miðvági og í Bay Roberts í New Foundlandi. Hjalmar Petersen sigur, at kappingin er so hørð, at Vónin noyðist at økja sítt virksemi fyri at standa seg í kappingini. Vónin kappast í dag serliga við virki í Íslandi, Norra og Danmark, og kappingin fer fram, bæði innanfyri og uttanfyri landoddarnar. - Kappingin er sera hørð, ikki bara á útlendska marknaðinum, men eisini á »Virkið hevur frá fyrstu tíð lagt seg eftir at veita fjøl- broytta føroyska trolaraflotanum sínar tænastur, men í sambandi við kreppuna hevur virkið við prosfessio- nalismu og góðum hepni lagt seg meira eftir útlendska marknaðinum, har virkið nú selir fimtingin av sínari framleiðslu.« Úr grundgevingini hjá dómsnevndini at velja Vónina til ársins virki 2002 »Áhugin fyri nærumhvørvinum, har fyritøkan hevur sínar virkisbygningar, hevur verið eitt eyðkenni fyri Vónina, men virkið hevur hinvegin eisini verið eitt av ítarstu virkjum at seta Føroyar á heimskortið við dygdargóðari framleiðslu.« Úr grundgevingini hjá dómsnevndini at velja Vónina til ársins virki 2002 Vónin ársins virki 2002 Vónin økir støðugt um sítt virksemi. Fyri fáum árum síðan tók fyritøkan í nýtslu eitt nýtt nótavirki í Fuglafirði, og í løtuni letur Vónin byggja eitt nýtt trolvirki í Havn. Nýggi bygningurin, sum er 60x25 metrar og er í tveimum hæddum, verður klárur at taka í nýtslu í november. Mynd: Álvur Haraldsen Báðir stjórarnir í P/F Vónini, sum fríggjadagin gjørdist Ársins Virki 2002. Høgru megin er tað John Poulsen, og undir liðini á honum stendur Hjalmar Petersen, sum eisini hevur verið stjóri í fyritøkuni síðan 1.august í fjør. Mynd: Finnur Justinussen Framhald á næstu síðu heimamarknaðinum. Harða kappingin ger, at neyðugt er at virkið er sterkt fíggjar- liga, sigur Hjalmar Peter- sen og nevnir sum dømi, at Vónin hevur nógvar peng- ar, millum 18 og 22 milliónir krónur, bundnar í goymsluni hjá fyritøkuni. - Skulu vit standa okkum í kappingini, so noyðast vit at kunna veita tað, sum skipini vilja hava, til eina og hvørja tíð. Tí noyðast vit at hava nógv tilfar á goymslu, vísir Hjalmar Petersen á. Stjórin á Vónini metir tó avgjørt, at Vónin hevur ein fyrimun í kappingini, og vísir á, at fyritøkan hevur eitt væl útbygt virki í Fuglafirði, millum annað eitt nýtt nótavirki. Higartil hava karmarnir ikki verið teir bestu á virkinum hjá Vónini í Havn, men fyri- tøkan letur í løtuni eitt spildurnýtt trolvirki byggja í høvuðsstaðnum. Nýggi bygningurin, sum er 60x25 metrar og er í tveimum hæddum, verður klárur at taka í nýtslu í næsta mánað, og tað verður eitt stórt framstig hjá Vónini, sigur Hjalmar Petersen. Hjalmar Petersen vísir á, at ein annar fyrimunur hjá Vónini er góða og tætta sambandið, sum fyritøkan altíð hevur havt við fiski- flotan. Tætta sambandið og samspælið merkir, at fyri- tøkan fær nógvar aftur- meldingar frá skipunum um trolini, hvat virkar væl og hvat virkar minni væl, og hvat møguliga kann broytast. Á handa hátt hevur Vónin í yvir 30 ár roynt at menna og tillaga sína framleiðslu, so hon er í tráð við tað, sum skipini vilja hava. Harumframt hevur Vónin ein stóran royndarbrunn á virkinum í Fuglafirði, har til ber at síggja, hvussu ymisku trolini ganga í sjónum. Og eisini hevur fyritøkan útvegað sær eitt framkomið trol-simulator- forrit til telduna, sum ein verkfrøðingur á Vónini burturav nýtir sum amboð til at menna trolini enn meira. Framleiðslan til ali- vinnuna er seinastu árini blivið ein týðandi partur av virkseminum hjá Vónini, og eisini á hesum øki henda stórar broytingar. Í løtuni er fyritøkan m.a. við í eini verkætlan, saman við Fiskirannsóknarstovuni, fyri at finna út av, hvussu til ber at leggja aliringar longur út á streymasjógv. Og síðan Føroyar so smátt komu við í oljuvinnuna, hevur Vónin eisini lagt seg eftir at veita tilfar til hesa vinnu. Gott úrslit í fjør P/F Vónin hevði í fjør 11,2 milliónir krónur í yvirskoti, áðrenn skatt, og níggju milliónir stóðu eftir, tá skatturin varð goldin. Egin- peningurin í fyritøkuni vaks í fjør úr 35,5 milli- ónum upp í 42,5 milliónir krónur, meðan skuldin minkaði niður í 20,6 milliónir. Fyritøkan hevur síðstu árini gjørt stórar íløgur, m.a. í eitt nýtt nótavirki í Fuglafirði, og í eitt nýtt trolvirki í Havn, sum verður tikið í nýtslu í november. Harumframt keypti Vónin í januar mánað 75 prosent av partapeninginum í trol- virkinum Qalut í Nuuk í Grønlandi. Fimm mans stovnaðu fyri yvir 30 árum síðan P/F Vónina, og hesir eiga allir enn í virkinum og eru fram- vegis virknir í fyritøkuni, uttan Jákup Oluf á Lakjuni, sáli. Vónin er enn eitt privat partafelag, og tey, sum eiga partapeningin eru Olaf Olsen, Otto Dam, Janus av Reyni, Sámal G. Jacobsen, Maria á Lakjuni (kona Jákup Oluf), Rúni M. Hansen og Philip K. Muinde. ∆ »Óstøðug viðurskifti í føroyskari vinnu, serliga í fiskivinnuni, gera, at fleiri virki eru í Føroyum, sum geva stak gott úrslit einstøk ár, men færri kunnu liva fult upp til ta styrki og tann støðuga vøkstur, ið dómsnevndin hevur lagt dent á. Millum hesi er P/F Vónin í Fuglafirði, sum ár um ár hevur víst gott fíggjar- ligt úrslit og vaksandi eginpening«. Úr grundgevingini hjá dómsnevndini at velja Vónina til ársins virki 2002 Framhald av síðu 8 C M Y K 9 8 Íløgurnar verða skerdar, so bara tað mest átrokandi stendur eftir, meðan alt annað verður skumpað út í fram- tíðina. Og heldur ikki verður lagt upp fyri teimum risa íløgum, sum liggja fyri framman komandi árini. Tað er støðan hjá Interkommunala Renovatiónsfelagskap inum IRF, sum loksins hevur fingið sína fíggjarætlan fyri næsta ár samtykta IRF Jón Brian Hvidtfeldt Interkommunali Reno- vatiónsfelagsskapurin IRF hevur tungan róður. Fríggjadagin eydnaðist tað loksins nevndini í felagnum at fáa fíggjarætlanina fyri næsta ár samtykta, á triðja eykaaðalfundi. Úrslitið er, at tær 11,6 milliónirnar, sum IRF metir seg hava tørv á til vanligar íløgur næsta ár, eru tøðnaðar niður í 6 milliónir krónur. Skerjingin á íløgusíðuni er neyðug, um sleppast skal undan reyðum tølum í rokn- skapinum hjá IRF fyri næsta ár. Fíggjarætlanin hjá IRF fyri 2003 vísir eitt yvirskot uppá 200.000 krónur. Inntøkurnar eru mettar til 59 milliónir, meðan útreiðslurnar av rakstrinum verða 41,4 milliónir. Harumframt skal IRF gjalda tilsamans 11,4 milliónir í rentum og avdráttum. Eftir eru 6,2 milliónir, harav tær 6 milliónirnar skulu nýtast til mest átrokandi íløgurnar hjá felagsskapinum. Mest átrokandi íløgurnar eru m.a. at skifta nakrar av elstu og vánaligastu bingj- unum út, at halda bingjuplássini við líka, og eisini skal onkur av elstu ruskbilunum hjá IRF skift- ast út. Men aðrar íløgur mugu fyribils bíða. Hilmar Danielsen, nevndarformaður í IRF, sigur, at fíggjarætlanin fyri næsta ár er skorin inn á bein. Hann vísir á, at á fyrsta aðalfundi, sum varð hildin í vár, bleiv roynt at leggja upp fyri teimum stóru íløgunum, sum IRF skal gera næstu árini. Tá varð eisini miðað ímóti at gjalda verandi skuld niður skjótari enn ætlað, fyri á tann hátt at styrkjað fíggj- arligu støðuna hjá felags- skapinum. Men eftir triðja eykaaðalfund kann hann nú bara staðfesta, at ikki hevur eydnast at røkka hesum málum. – Vit mugu staðfesta, at fíggjarætlanin fyri næsta ár røkkur bara eitt ár fram í tíðina, meðan allar langtíð- arætlanir eru burtur. Skuld- in verður goldin niður, men bara tað, sum vit hava fing- ið álagt. Fleiri rakstraríløg- ur eru útsettar, og einki verður lagt upp fyri stóru íløgunum, sum skulu gerast komandi árini, sigur Hilmar Danielsen. Og íløgurnar, sum IRF skal gera næstu árini, eru stórar. Í seinasta lagi í 2005 skal ein nýggj, fullfíggjað roykreinsingarskipan vera komin at virka á brenni- støðini á Hagaleiti í Leir- vík. Henda skipan, sum er eitt umhvørviskrav til støð- ina, fer at kosta IRF umleið 35 milliónir krónur. Sjálvur ovnurin, sum brennir rusk- ið hjá IRF, er gamal, og skal skiftast í seinasta lagi um átta ár. Íløgan at skifta ovnin á brennistøðini í Leirvík, er mett til millum 90 og 110 milliónir krónur. Hesar íløgur, sum tá avtornar lættliga kunnu koma at kosta IRF 150 milliónir næstu átta árini, skulu gerast afturat teimum vanligu íløgunum, sum IRF noyðist at gera á hvørjum ári fyri at røkja sína uppgávu. Hilmar Danielsen vísir á, at umhvørv- iskrøvini gerast strangari alla tíðina, og við teimum eisini fíggjarligu krøvini til IRF. – Næsta ár noyðast vit at koyra við lágum blussi, og fleiri íløgur, sum av røttum áttu at verið gjørdar næsta ár, mugu tískil bíða. Hetta ber til eitt ár, men í longdini er henda gongd als ikki nøktandi, tí íløgutørvurin og harvið trupulleikin gerst bara størri fyri hvørt ár, sum gongur, vísir Hilmar Dani- elsen á. Hann leggur afturat, at hendir ikki okkurt í seinasta lagi næsta ár, so kemur IRF í álvar- samar trupulleikar, tá stóru íløgurnar í brennistøðina í Leirvík skulu gerast. Nevndarformaðurin vísir á, at samlaða skuldin í IRF er í dag umleið 90 milliónir krónur, og tað er tyngjandi fyri roknskapin hjá felags- skapinum. Sum fíggjarliga støðan hjá IRF er í løtuni, megnar felagsskapurin bara so dánt at gjalda niður skuldina eftir verandi av- talu. Húsarhaldini sleppa undan sparingum Nevndarformaðurin í IRF sigur, at skerda fíggjarætl- anin hjá Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin- um næsta ár fer ikki at merkjast hjá vanliga húsar- haldinum. – Vit meta, at fremsta uppgávan hjá IRF er at heinta ruskið frá húsar- haldum, og tí verða ongar sparingar framdar á hesum øki, sigur Hilmar Daniel- sen. Umframt at fleiri íløgur eru útsettar, so verða tað serliga virkini, umframt tey sum nýta bingjuplássini, sum fara at merkja sparing- arnar. Eitt nú verður tað truplari hjá virkjum og fyri- tøkum at sleppa av við sítt burturkast, tí minni orka verður hjá IRF at veita hesa tænastu. Eisini kann vænt- ast, at longri tíð fer at ganga í millum, at bingju- plássini kring landið verða tømd. IRF heldur ondini Stórar íløgur skulu gerast í brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík komandi árini. Í seinasta lagi í 2005 skal ein nýggj roykreinsingarskipan vera komin at virka á brennistøðini og um í mesta lagi átta ár skal sjálvur ovnurin á brennistøðini skiftast. Kostnaðurin av hesum báðum íløgum er mettur til útvið 150 milliónir krónur