Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 192 - 8. oktober 2002 Nr. 192 - 8. oktober 2002 11 FK stendur seg í kappingi - Vit síggja javnan nýggj viðskiftafólk inni á gólvinum og hava fleiri avgreiðslur nú enn nakrantíð áður. Tað bendir á, at vit standa okkum í hørðu kappingini, sum er um viðskifta- fólkini, sigur Finn Nielsen, leiðari í Før- oya Keypssamtøku. FK FIMMTI ÁR Vilmund Jacobsen Í dag, 8. oktober, eru 50 ár liðin, síðan fyrsti handilin hjá Havnar Keypssamtøku læt upp. Fyrsta krambúðin var í húsunum hjá Niclasi Ludvig í Bringsnagøtu 10 í Havn. Í Sosialinum leygardagin hevði Jóannes Dalsgaard eina gjølliga frágreiðing um fyrireikingarnar, søg- una aftanfyri og sjálva stovnanina av Havnar Keypssamtøku, sum fór fram í Losjuni í Havn, 3. apríl 1952. Jóannes greiðir eisini frá gondini upp ígjøgnum árini og fram til dagin í dag. Í tíðini, tá ið keypssam- tøkan varð stovnað, var keypiorkan í Føroyum lítil, og prísirnir á neyðsynjar- vørum høvdu verið javnt hækkandi síðan 1945. Havnar Keypssamtøka fekk stóran týdning fyri prísirnar á matvørum. Ein kanning, sum varð gjørd eftir, at handilin í Bringsna- gøtu, læt upp, vísti, at prís- irnir í keypsamtøkuni vóru í miðal 20-22% lægri enn prísirnir hjá privatu handl- unum í Havn um hetta mundið. Nú merkisdagurin er í dag, hevur Sosialurin skift orð við Finn Nielsen, sum er leiðari í Føroya Keyps- samtøku. Sjey handlar og 100 fólk Áðrenn vit venda okkum til Finn, kunnu vit upplýsa, at tað var 1. apríl í 1965, at handlarnir í Havn, Klaks- vík og í Fuglafirði gingu saman og stovnaðu Føroya Keypssamtøku. Finn Nielsen sigur, at FK í dag hevur sjey handlar. Hesir eru í Klaksvík, Fuglafirði, Saltangará, Hoyvík, Tórshavn, Miðvági og í Trongisvági. - Av hesum er handilin í Hoyvík nógv størstur; síðan kemur handilin í Havn, Miðvági og í Trongisvági. Hinir tríggir, ið eftir eru, eru nøkulunda líka stórir. Hann vísir á, at útboðið er nøkulunda tað sama í øll- um handlunum, og tilboð- ini eru tey somu. - Men sjálvsagt eru fleiri vørur í teimum stóru handl- unum. Finn sigur, at Føroya Keypssamtøka hevur stív- liga 100 fólk í starvi, men hetta eru ikki øll fulltíðar- størv. Umroknað til full- tíðarstørv, liggur talið um sjeyti. - Hetta tal hevur verið støðugt í fleiri ár, men í kreppuárunum fyri 10 árum síðan, arbeiddu nógv við niðursettari tíð. Alternativ- ið var arbeiðsloysi, sigur hann. Leiðarin sigur, at hann er væl nøgdur við tey fólk, sum starvast hjá fyritøkuni. - Hesi gera eitt gott og ábyrgdarfult arbeiði, og fleiri hava verið drúgv í tænastu hjá keypssamtøk- uni. Gongdin nøktandi Nú kappingin um at selja matvørurnar er so stór og vøruúrvalið er hareftir, spurdu vit Finn, um føroy- ingar eisini kunnu rokna við at eiga eina keypssam- tøku í framtíðini. - Vit eru nøgdir við gongdina, og sum út sær, bendir einki á, at vit ikki eisini verða til fyri okkara viðskiftafólk í framtíðini. Hann vísir á, at síðan kreppuna hevur sølan verið javnt veksandi, og FK hev- ur fleiri viðskiftafólk í dag enn nakrantíð áður. - Vit síggja javnan nýggj fólk inni á gólvinum, og vit hava fleiri avgreiðslur í dag enn fyri kreppuna, sigur Finn. Hann heldur ikki, at FK missir í hørðu kappingini sum er um viðskiftafólkini. Coop Norden Finn sigur, at stórur partur av vørunum, sum FK selir, Finn Nielsen, leiðari í Føroya Keypssamtøku: - Nú vit fylla fimmti, kunnu vit sjálvsagt ikki bjóða okkara viðskiftafólkum 50% avsláttur, sigur Finn læandi, men hann leggur dent á, at tað loysir altíð at vitja FK-handlarnar - og ikki minst hesa vikuna. ni um viðskiftafólkini kemur frá FDB ella núver- andi Coop Danmark. - Coop Danmark gjørdi fyrst í hesum árinum avtalu við keypssamtøkur í Noregi og Svøríki um felagsinnkeyp og samstarva londini nú um Coop Nor- den. Hann sigur, at Coop Nor- den er eitt stórt samtak við felagsinnkeypi, og hann iv- ast ikki í, at eitt slíkt sam- starv í longdini eisini fer at tæna viðskiftafólkunum hjá FK í Føroyum við bíligari vørum. - Eisini í hinum norðan- londunum er kappingin um viðskiftafólkini vorðin al- samt størri, og tí sóu danir, norðmenn og sviar seg noyddar at ganga nýggjar leiðir og samstarva um inn- keyp. Finn sigur, at hetta sam- starv longu nú er farið at vísa seg á innkeypinum. - Alt nýtt skal innarbeið- ast, men vit hava góðar vónir um, at Coop Norden fer at viðvirka til, at vørur- nar, vit keypa haðani, verða bíligari, sigur hann. Nógv aðrastaðni Føroya Keypssamtøka keypir eisini nógvar vørur aðrastaðni enn úr Danmark. Finn sigur, at lambskjøtið verður keypt frá framleið- arum í Íslandi, meðan ein stórur partur av oksa-og svínakjøtinum kemur úr eitt nú Danmark og Týsklandi. - Vit keypa eisini nógvar vørur, sum føroysku heil- sølurnar keypa úr Ong- landi, og her er serliga talan um keks og søtmetisvørur. Spurdur, um keypssam- tøkan keypir føroyskar kjøtvørur, eitt nú frá MBM- Kjøti í Hósvík, heldur Finn, at FK man teljast millum størstu keyparar av før- oyskum kjøtvørum. - Tað, sum slaktarin ger burtur úr føroyskum kjøti, keypa vit beinleiðis frá MBM-Kjøti. Samstundis keypa vit detailpakkaðar kjøtvørur úr Hósvík um heilsøluna hjá Poul Michel- sen. Finn sigur, at føroysku kjøtvørurnar liggja væl merktar fyri seg í diskun- um, og viðskiftafólkini vita, hvar tær eru. - Føroyar eru als ikki sjálvforsýnandi við kjøti, og tí keypa vit ein hóp av kjøtvørum uttanlands, legg- ur hann aftrat. Ballónir og sodavatn Nú merkisdagurin hjá FK er í dag, hava teir sjey handlarnir kring landið nógv góð tilboð, sum lýst verður við hesa vikuna. - Nú vit fylla fimmti, kunnu vit sjálvsagt ikki bjóða okkara viðskiftafólk- um 50% avsláttur, sigur Finn læandi, men hann leggur dent á, at tað loysir altíð at vitja FK-handlarnar - og ikki minst hesa vikuna. Í samband við føðingar- dagin, fáa øll børn, sum støkka inn á gólvið eftir kl. 15 í dag, ballónir og soda- vatn í øllum FK-handlum kring landið. Fríggjadagin kemur so dagurin til tey vaksnu, sum frá kl. 15 fáa lagkøku og kaffi. Veitsla verður eingin í kvøld, men FK plagar at skipað fyri veitslu fyri starvsfólk annaðhvørt ár. - Henda veitslan verður í apríl komandi ár, og tað er einki at ivast í, at hon verð- ur merkt av, at tað nú eru fimmti ár, síðan fyrsti handilin læt upp í Brigsna- gøtu í Havn, sigur Finn Nielsen, leiðari, at enda. Framtíðin Um framtíðina hjá Føroya Keypssamtøku, sigur Jóannes Dalsgaard í sínari frásøgn leygardagin: "Samanumtikið ber til at staðfesta, at keypsamtøku- rørslan í Føroyum hevur nátt teimum málum, sum stovnararnir settu sær í 1952. Sølan hevur verið javnt vaksandi, soleiðis at Føroya Keypssamtøka nú er millum størstu handils- fyritøkur í landinum". Í greinini ásannar Jóann- es eisini, at keypssamtøkan hevur havt stóran týdning fyri prísleguna í landinum. "Eingin í dag man ivast í, at prísirnir á brúkaravørum høvdu verið hægri, um keypssamtøkur ikki vóru kring landið". Og Jóannes Dalsgaard endar sína frásøgn við hes- um føgru orðum: "Spurningurin, hvussu framtíðin kemur at laga seg, er ongantíð lættur at svara. Tó er einki at ivast í, at keypssamtøkan kemur at liva og blóma til gagns fyri limir og samfelag". FK í Saltangará er ein av teimum 5 handlunum, sum FK hevur uttanfyri Havnina. Hinir eru í Klaksvík, Fuglafirði, Miðvági og Trongisvági. Eingin ivi er um, at FK- handlarnir hava havt stóran týdning fyri prísleguna á matvørum í Føroyum. C M Y K 11 10