Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 192 - 8. oktober 2002 Nr. 192 - 8. oktober 2002 13 Vinnudagurin er eitt frálíkt tiltak, har herðaklapp verða latin vinnu og einstaklingum, og er hetta gott. Í ár fekk ein tónleikaúrmælingur, Teitur Lassen, herðaklappið fyri ársins átak, og Vónin, ein fyri- mynd í føroyskari vinnu, fekk heiðurin av at gerast ársins virki. Vit ynskja Teiti Lassen go Vónini tillukku við avrikunum. Vinnudagurin er vónandi komin fyri at vera, men einki er so gott, at tað ikki kann gerast betur. Tað kann altíð diskuterast, hvussu heppið tað er at leggja Vinnudagin, sama vikuskiftið, sum 10 ára dagin fyri Sjóvinnubankakrakkið 6. oktobur 1992. Hepnari blívir tað ikki, tá man so hoyrir eitt orðaval, ið til forveksling ljóðar sum ein ársfrágreiðing úr gamla Sjóvinnubankanum. Studningur verður altíð útróptur til at verða av tí illa av Vinnuhúsinum, og tað er hann eisini í mongum førum. Hví letur Vinnuhúsið so sær lynda, at man hevur ein stuðul uppá 8% til skipasmíð í Føroyum. Er hetta ikki dupultmoralur av ringasta slag, tá man letst verða ímóti studningi, men so framvegis tekur ímóti? Onkur sigur, at um ikki studningur verður latin til skipasmíð í Føroyum, so endar alt skipasmíð aðrastaðni, eitt nú í Asia. Er tað ikki soleiðis fríi marknaðurin riggar? Um koreanarar duga best at byggja skip og gera tað bíligast, so má tað verða har, man byggir skip sambært liberalistunum, og hetta er júst tað, sum Vinnuhúsið letst standa fyri. Hetta ger Vinnuhúsið, meðan man í allari stillheit tekur undir við stuðuli til skipasmíð, flutningsstuðuli og øðrum. Hetta er ikki rætt. Tað vildi verið eitt risaframstig, um man fekk Vinnuhúsið at viðganga, at tað ikki er líka mikið, um skip verða bygd í Korea ella í Føroyum. Eisini hevði verið snilt, um Vinnuhúsið á næsta vinnudegi legði fram øll slag av studningi, ið verður latin til limirnar í Vinnuhúsinum, tí sum støðan er í dag, eru nógv, ið halda, at føroyska vinnan er studningsfrí. Hetta er eitt ideal, ið ivaleyst hevði verið frálíkt, men soleiðis er støðan nú einaferð ikki, hví so ikki viðganga tað alment – eitt nú á vinnudegnum ella í frálíka prentlutinum “Vinnusjónarmið”. At prenta Vinnusjónarmið hvørt ár er eisini eitt frálíkt tiltak, men vónandi er endamálið við hesum prentluti, at elva til kjak, heldur enn at diktera nakað. Tað sker í eygað á nógvum, at Vinnuhúsið hevur so stórt álit á umsitingini í Tinganesi, at man vil geva henni monopol at tilmæla nevndarlimir. Vandin fyri organisatoriskum innavli er stórur, og missir landstýrismaðurin so at siga alt vald. Vinnuhúsið kundi heldur rátt limum sínum til at valt politikarar, ið teir hava álit á og flokkar, ið ikki seta landstýrimenn, ið ikki duga at hava vald. Tað vildi verið ein vanlukka, um umsitingin slapp at fáa einkarætt at tilnevna nevndarlimir, bert tí at summi í hesum samfelagnum valdu Miðflokkin og Fólka- flokkin til seinasta og næstseinasta val. DAGSINS MEINING Sosialurin Vinnudagurin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ólavur í Beiti rithøvundur Sá nú í bløðunum, at løg- tingsmaðurin Kristina Há- foss er farin at skuldseta fiskimálarádharran fyri bæði eitt og annað og setir f iskimálarádharranum nakrar juridiskar spurn- ingar eisini og roynir við hesum at skaða hansara trúvirði. Fari í hesum sambandi at ráða løgtingsmanninum, Kristinu Háfoss, til heldur at spyrja hjúnarfelagan, sum dagliga starvast sum juridiskur ráðgevi hjá fiskimálarádharranum, um hetta mál! – Tað verður sagt, at vald korrumperar. At Tjóð- veldisflokkurin skuldi lata seg so dyggiliga korrumpera aftan á bert einari setu í Tinganesi er at undrast á. Tað ber ikki boð um sterkan rygg, og skammarbletturin verður ringur at tváa av aftur, skrivar A. Guttormur Djurhuus í hvassari við- merking til Tjóðveldis- flokkin A. Guttormur Djurhuus Tá ið samráðingarnar til skipan av landsstýris- samgongu vóru aftan á valið, gjørdu Fólkaflokk- urin og Sjálvstýrisflokkurin avtalu um ikki at fara í samgongu, uttan so at hin flokkurin eisini slapp upp í part. Mín postulering er, at Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin hava gjørt ein líknandi handil. Bert við tí muni at hann varð gjørdur í loyndum. Annars verður ringt at skilja tað, sum fyri- fórst. Hvussu er og ikki, so skerst ikki burtur, at Tjóð- veldisflokkurin hevur ábyrgdina av, at ein átrún- aðarligur, fundamentalist- iskur flokkur í dag situr á ovastu rók í føroyskum politikki. Og helst er tað so, at Høgni Hoydal, við síniu sterku støðu í flokkinum, sjálvur hevur ábyrgdina av, at so er. Tað hevur verið sagt av tjóðveldismonnum, at valið var millum pest og kolera. Valið var í veruleikanum ikki millum pest og kolera, men millum pest og bein- krím. Og tá er valið lætt. Bæði Javnaðarflokkurin og Sambansflokkurin eru, hóast sambandskir, liberalir flokkar. Eisini har eru minni dámligir einstakling- ar, men teir eru allastaðni at finna. Eisini í Tjóð- veldisflokkinum. Hvørki tað at fara í samgongu við Javnaðarflokkin ella Sam- bandsflokkin hevði verið at mett sum verri enn bein- krím. Og at fara í andstøðu var eisini ein møguleiki! Ikki kenni eg nakað dømi, har tú er sloppin snikkaleysur burtur úr eini alliansu við sjálvan Mefi- stofeles. Tjóðveldisflokk- urin vildi verði eindømi, um hann ger tað. Hvør er so tann flokkur, sum Tjóðveldisflokkurin hevur sett á ovastu rók í føroyskum politikki? Enn hevur hann kanska ikki gjørt so ógvuliga nógv um seg, men tó nóg mikið til, at sigast kann, at hann roynir at inna í verki tað, hann hevur sagt í orðum. Hann vil lata føroyingar í eina anda- liga spennitroyggju, um hann sleppur tað. Í etiska ráðnum, sum skal meta um, hvat, ið rangt og rætt er, hevur hann skift meirilutan av nevndini út og sett í staðin sínu egnu, trongskygdu viðhaldsfólk. Hetta slapp flokkurin at gera, uttan at nakar kleiv í tvey. Jú, Annita á Fríðriks- mørk einsamøll í tinginum. Og uttan fyri tinggátt Eyðun Andeassen, uttan at hugsa um, at tað kanska kann kosta. Bæði tvey hava stóran heiður uppibornan. Sami flokkur ætlar fyrsta dagin at seta á stovn inkvisitiónsrætt av funda- mentalistiskum prestum, vit hava fingið nóg nógvar av teimum nú til at manna ein rætt, at døma um kvinna, sum ynskir tað, skal fáa fostrið tikið ella ikki. Kvinna, sum er komin illa fyri, verður kallað inn, forhoyr verður hildið, og síðani verður dømt. Tann hjálp og stuðul eini slíkari kvinnu tørvar, verður ikki veittur av andaligum neyð- ardýrum. At kvinna í slíkari støðu ofta hevur hjálp fyri neyðini, er einki at ivast í og átti tí eitt ráð samansett av sosialráðgeva, psykologi og lækna at verið sett á stovn. Limirnir í ráðnum skuldu verið átrúnaðarliga indifferentir. Tá kundi ráðið ráðgivið kvinnuni og stuðl- að henni í hennara avgerð, um hon so var kristin, av aðrari trúgv ella vantrúgv- andi. Og samrøðan skal sjálvandi bert vera, um kvinnan sjálv ynskir tað. Um hon, sum komin er illa fyri, kennir trongd til at tosa við ein prest ella misjónsmann, ger hon vælsagtans tað. Ikki hugsi eg, at nakar »sálarhirði« ber seg undan eini slíkari samrøðu við eitt av sínum fárum. Fosturtøkan skal niður á null. Eisini har tað stendur um lív skal fosturtøka verða bannað. Gud skal einsamallur ráða fyri, hvør ið skal liva ella doyggja. Og hesin flokkur situr við hægstu leiðslu av okkara heilsuverki! Eisini her var tað Annita á Fríðriksmørk, sum einsamøll gjørdi vart við seg. Hvar eru flokks- felagarnir? Og kvinnufylk- ingarnar? Frægari man vera at liva í ríkisfelagsskapi við ands- frælsi enn í fullveldisstati undir átrúnaðarligari kúg- an. Tað størsta frælsi, sum er, er andsfrælsi. At hugsa rætt er stórt, men at hugsa frælst er størri. Tá eg vaks upp kundi verða sagt um onkran, altíð var tað um onkran, sum skaraði framúr, at hann var fríteinkjari. Tað varð sagt við virðing og eitt sindur av bangilsi. Og tað av røttum. At hugsa rætt vilja vit øll, men at hugsa frítt tora tey fægstu av okkum. Tað verður sagt, at vald korrumperar. At Tjóðveld- isflokkurin skuldi lata seg so dyggiliga korrumpera aftan á bert einari setu í Tinganesi er at undrast á. Tað ber ikki boð um sterk- an rygg, og skammar- bletturin verður ringur at tváa av aftur. Ein skammarblettur Næraberg og Háfoss Hans Andrias M. Joensen Áhugaverda kjakið, sum verið hevur í bløðum og útvarpi seinastu tíðina, hevur snúð seg um mong ymisk evni: Um Løgtingið skal samtykkja eina lóg um skrásett parlag fyri sam- kynd, um lóggávuvaldið skal verða stýrt av einum ódefineraðum trúarvaldi, um samkynd hava skuldina av AIDS, um barnakonur høvdu skuldina fyri náta- sjúkuni á sinni, um danska grundlógin er galdandi fyri Føroyar og mangt annað. Eg fari at royna at geva mítt íkast til tað, sum snýr seg um at seta eina løg- tinglóg í gildi um at lógarfesta rættin hjá tveim- um samkyndum at verða skrásettir/ar sum par, so at samogn, arvarættur og annað líknandi kemur í betri legu, enn tað er í dag. – Lógaruppskot um hetta verður neyvan lagt fyri Løgtingið fyrrenn samráð- ingarnar eru lidnar um at sivilrættarlógarmál verða yvirtikin frá Fólkatinginum til Føroya Løgting. So tað er gott, at almenna orða- skifti kemur longu nú. Argumentini ímóti Høvuðsargumentið, eftir hvat eg havi sæð, ímóti slíkari lóg um skrásett parlag, hevur verið, at tað sigst at vera synd ífylgi Bíbliuni, at tvær kvinnur ella tveir menn liggja saman í song. Hugtakið »synd« kann lýsast við orðunum : »alt tað sum er skeivt at gera«. Vit, sum rokna okkum at vera kristin, eru samd um, at Tey tíggju boðini eiga vit at halda. Eisini eru vit, sum eru limir í Fólkakirkjuni, samd um Trúarjáttanina. Næstakærleiksboðið, eru øll kristin eisini samd um, men ymiskt er, hvussu fólk meina, at tað skal prakti- serast. Tá tað kemur til Móse- lógina og allar tær nógvu reglur, sum har standa, so eru jú, ymsu trúarbólkarnir ikki heilt samdir: Skulu vit halda okkum frá at eta blóðpylsu? Skulu vit halda okkum frá at eta svínakjøt? Er tað synd at ganga nakin í hitarúminum í svimjihylinum og lata seg úr svimjibuksunum, tá ið vit fara undir brúsuna har? Er tað synd at eta súlu? Og soleðis kundu vit hildið áfram Eg haldi ikki, tað er vert, at Løgtingsformaðurin fer at lesa upp allar Móse- bøkurnar og brøvini, sum Paulus ápostul sendi til ymisku bygdaløgini í Lítla- asiu, Róm o.s.fr. fyri at leggja upp til orðaskifti á Tingi um, hvørjar løgtings- lógir skulu smíðast fyri at Føroyar skal kunna kallast eitt kristiligt land. Tað verður ov drúgført her at koma inn á hvørjar umstøðurnar og orsøkirnar vóru til, at Paulus skrivaði, tað hann gjørdi. Málsetningur Føroya Løgtings Løgtingslimir eru valdir inn á Ting fyri at smíða og samtykkja løgtingslógir, tí við lóg skal land byggjast. Endamálið við lógarsmíði er at skapa karmar um eitt gott samfelag, har menn- iskju kunnu trívast og liva uttan at skaða hvørt annað. Eg taki undir við niður- støðuni hjá Hera Joensen, har hann í blaðnum fríggja- dagin 4. oktober skrivar, at »Føroyskir lóggevarar og landstýrismenn hava SKYLDU til at verja rætt- indi hjá minnilutum …« og at »Føroyskir lóggevarar hava RÆTT til at lóggeva eftir síni sannføring…« Lóg um skrásett parlag Ein lóg um skrásett parlag skal viðgera rættin hjá samkyndum pørum til ogn, arv o.s.fr.sum líkist tí, sum er siðvenja fyri tey pør, sum ganga undir heitinum hjún (ella hinkynd pør). Lógin skal neyvan seta reglur fyri, um teir báðir menninir, sum ganga saman í parlag, skulu hava hvør sítt kamar í teirra býli, heldur ikki um teir kunnu liggja í dupultsong ella um teir hava loyvi til at nema við hvønn annan ella ikki. Nei, lógin eigur bara, so einfalt sum gjørligt, tryggja rættindi so sum arva og ognarrætt hjá tveimum, sum búgva og liva saman og ikki blanda sovorðið sum ættleiðing uppí, heldur ikki nakað um vígslu í kirkju. Hvønn skaðar tað at tveir menn sleppa at ganga saman í skrásett paralag? Eg dugi ikki at síggja, at tað kann skaða nakran føroying, at ein lóg um skrásett paralag verður samtykt av Føroya Løg- tingi. Hinvegin kann tað skapa gleði og sálarfrið hjá okkum samkyndu, at ting- menn og -kvinnur vísa eitt vet av virðing fyri okkum sum minniluta. Vit við- ganga, at vit ikki eru sum fólk flest og vita, at tað at vera samkyndur er viðføtt. Tað er í holdið borið. Vit halda okkum eisini hava rætt at fáa rímiligar um- støður í rættarsamfelagnum Føroyar. Minnilutar Á okkara døgum verður eitt demokratiskt rættarsam- felag mett eftir, hvussu kor, umstøður og rættindi hjá minnilutum eru; og hvussu minnilutar verða virdir og viðfarnir. VIÐMERKINGAR Hergeir Nielsen Uttanlandsnevndin fekk um dagarnar umsókn um at framleingja loyvið til amerikonsk stríðsflogfør at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í føroyskum øki. Talan er um flúgving í NATO samanhangi, um at aktivera art. 5 í Washing- ton-traktatini í stríðnum móti altjóða yvirgangi, og um flúgving við vanda- miklum góðsi. Løgmaður gav loyvið til hesa flúging fyri einum ári síðan, og nú árið er farið, fáa vit aftur umsókn um at framleingja hetta loyvið. Løgmaður sigur í stutt- um, at hann ætlar sær at geva loyvið, og vil smb. § 54 í stýrsskipanarlógini ráðføra seg við uttanlands- nevndina, áðrenn endalig avgerð verður tikin. Eftir avtaluni skulu við- komandi myndugleikar kunnast í hvørjum ein- støkum føri, áðrenn før- oyska loftrúmið verður nýtt til hesi endamál, men løg- maður sigur einki um í hvussu stóran mun føroyskt loftrúm er nýtt, ella um tað í heila tikið er nýtt farna árið. Helst veit løgmaður einki um, hvat fyrifarist er, og neyvan fær hann nakað at vita framyvir heldur. Nærlesa vit málið, síggja vit, at løgmaður fer at geva loyvi, men sjálvandi spyr hann uttanlandsnevndina fyrst, tí tað sigur stýrisskip- anarlógin. Síðani síggja vit, at danska uttanríkismálaráðið fer at geva loyvi til at flúgva í føroyskum loft- rúmi, men biðjur ríkisum- boðið spyrja føroyska Landstýrið fyrst. Uttanlandsnevndin og løgmaður eru í somu trongu skóm. Og tað er danska uttanríkisráðið eisini. Í øllum uttanríkis- politisku fyrivarnum sínum ferðast Danmark við barna- billett, ma. í verjusaman- hangi, og hevur tí lítið og einki at siga í størri av- gerðum av hesum slagi. Hóast talan sostatt bert er um reinar formalitetir, so hava vit frá danskari síðu fingið lyfti um kunning og ávirkan á føroysk viður- skifti á uttanríkis- og verjupolitiska økinum, og í samgonguskjalinum hava vit avtalað: • “Samgongan hevur sum mál at vinna Føroyum veruliga uttanríkispolit- iska ávirkan og at fyri- reika egnan uttanríkis- politikk. • Føroyskir myndugleikar skulu eftir greiðum regl- um tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolit- isk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar.” Ikki spurdist nógv burturúr greiðum reglum, fullum innliti og avgerðarrætti í øllum hugsandi málum í hesum umfari. Hugsandi er, at spenta støðan millum Irak og USA liggur aftanfyri. Her er stór ósemja í ST og millum NATO-londini, men óhugs- andi var, at føroyingar sluppa at taka støðu til nakað sum helst. Tá eitt mál er so illa lýst sum frammanfyri nevnda, við virðing fyri løgtings- inssamtyktunum um uttan- veltaðu støðu Føroya og fyri ætlanum samgong- unnar, var mín tilráðing til løgmann tí: • “Soleiðis sum málið er lýst, fáa vit føroyingar einki innlit í tey átøk, ið ætlast at fara fram í føroyskum loftrúmi. • Upplýst verður, at talan verður um flúgving við vandamiklum góðsi, og í hesum sambandi er eingin tilbúgvingarskip- an tøk, um nakar vandi skuldi tikið seg upp. • Vísandi til løgtingssam- tyktirnar um uttanveltaðu støðu Føroya og til al- mennu ætlan Føroya um at tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolit- isk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Før- oyar og føroyingar heldur minnilutin, at málið ikki er búgvið at taka støðu til. • Minnilutin mælir løg- manni til sum skjótast at tryggja okkum fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolit- isk mál eftir greiðum reglum og harafturat at taka almennu støðu Før- oya sum partur av vestur- heiminum og sum partur av NATO upp til við- gerðar beinanvegin.” Hetta málið er bara eitt av mongum, sum vísir, hvussu heimleysir vit føroyingar eru bæði burturi og heima. Her síggja vit tað í utt- anríkis- og verjupolitiskum samanhangi, hvar allur heimurin stendur á gáttini til eitt ragnarok, og nýliga sóu vit tað í ST saman- hangi, tá Danmark millum øll heimsins lond fyri stutt- um valdi at umboða ES og frávaldi Føroyar og Grøn- land. Hvussu gjølla samlaða landsstýrið hevur viðgjørt politiska tómrúmi í før- oyska loftrúminum, vita vit ikki, og tað fingu vit heldur einki at vita um, tí tað var nú hagar uttanríkismála- ráðið sendi fyrispurning sín. Tað vildi verið rættiliga viðkomandi, um vit - nú høvi beyðst - leitaðu upp andsvar til tey lyfti, ið nýliga eru givin um uttan- ríkispoltiska avgerðar- myndugleika okkara, har hesin viðvíkur reint før- oyskum viðurskiftum. Í hesum førinum varð føroyskur avgerðarrættur undirskrivaður “med på- holden pen,” - og tað var nú ikki júst tann trongan, vit ætlaðu okkum at leita inn í frameftir. Løgtingslógir og synd Tómrúm og loftrúm Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at elskaði maður mín, pápi, abbi, sonur og versonur okkara Lasse Holm, Kvívík ættaður úr Keypmannahavn andaðist í heiminum sunnudagin, 51 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju mikudagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Súsanna, Randi, Rannvá, Rógvi, Rasmus og lítli Heini. Tey, ið vilja minnast Lassa við blómum, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Føroya Felag móti Krabbameini. C M Y K 13 12