Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2002 15 VIÐMERKINGAR Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin Løgmaður fer skeivur tá hann sigur, at danski for- sætismálaráðarrin, And- ers Fogh Rasmussen, sigur tað sama nú sum í januar viðvíkjandi uttan- ríkismálum, og hann fer somuleiðis skeivur tá hann í samband við ríkis- fundin herfyri segði, at ongi tabuevnir eru mill- um Føroyar og Danmark. Fogh í januar: Føroyar ov smáar til uttanríkispolitikk Í sambandi við almennu vitjanina hjá danska for- sætismálaráðharranum - Anders Fogh Rasmussen - í januar í ár gjørdi Fogh føroyingum greitt, at hann metti, at Føroyar vóru ”ov smáar at reka uttanríkis- politikk - og at tað nærum var ógjørligt fyri so lítla tjóð sum Føroyar at reka egnan uttanríkispolitikk”. Hetta er sjálvsagt ikki rætt - men varð so niður- støðan hjá Fogh. Fogh nú: Føroyar reka uttanríkispolitikk vegna ríkið Í samband við setanina av danska Fólkatinginum í vikuni vóru nýggir tónar. Nú gjørdi Fogh greitt, at hann varð til reiðar at lata føroyingum myndugleikan at reka uttanríkispolitikk vegna ríkið í málum, ið bert viðkoma Føroyum. Munur, men… Løgmaður vildi í Dimma- lætting í vikuni verða við, at Fogh heldur orð og sigur tað sama nú sum í januar, men hetta er ikki rætt og má sigast at verða stórur munur á almennu stað- festingunum hjá Fogh í januar og nú. Tó kann løgmaður í praksis fáa rætt í staðfestingum sínum um ongin verulig broyting fer at henda á uttanríkis- økinum, hóast seinastu útsagnirnar hjá Fogh. Broyta nýggju tónarnir nakað ? Staðfestast kann at Fogh roynir at vísa vilja til at geva Føroyum og Grøn- landi meira sjálvstýri, og er hetta at gleðast um, men áhugavert verður at síggja, hvussu hetta verður framt í verki. Tí tá Fogh sigur, at Føroyar kunnu reka uttan- ríkispolitikk vegna ríkið, í málum sum bert viðvíkja Føroyum, so kann hetta tulkast á ymiskan hátt. Hvørji mál viðkoma Før- oyum burturav ? Hava millumlandasátt- málar, hvalaveiðimál v.m. ikki eisini ávirkan á donsk áhugamál ? Kunnu Føroyar samskifta við eitt nú ST um mál, ið viðvíkja Føroyum - ella er ávirkar hetta eisini donsk áhugamál ? Kunnu Føroyar seta seg í samband við NATO tá umræður útbyggingar av NATO-støðum í Føroyum og flúgving í føroyskum loftrúmi - ella ávirkar hetta donsk áhugamál ? Hvussu við føroyskum limaskapi í altjóða felags- skapum ? Ja, spennandi verður at síggja hvørjar heimildir og hvørji rættindi føroyskir myndugleika fara at fáa á uttanríkisøkinum - vænti tíverri ikki, at vit skulu gera okkum stórar vónir. Ongi tabuevnir ? Kann annars leggja afturat, at tá Løgmaður í samband við ríkisfundin herfyri kundi taka undir við, at ”Ríkisfelagsskapurin blóm- aði”og segði, at ”ongi tabuevnir eru millum Før- oyar og Danmark”, loypti hetta veruliga hvøkk. Tí undanfarnu árini hava víst, at ríkisfelagsskapurin er við at ”følna”. Tíðin er komin til at ganga nýggjar leiðir ríkisrættarliga. Somuleiðis eru hópurin av tabuevnum partanna millum. Fyri bert at nevna nøkur, so viðurkennir Danmark ikki at føroyingar eru tjóð, viðurkennir ikki at føroyska málið er tjóðarmál føroyinga, viðurkennir ikki sjálvsavgerðarrætt føroy- inga, viðurkennir ikki javnbjóðis og virðiligar samráðingar, viðurkennir ikki rættin hjá føroyskum myndugleikum at venda sær til altjóða felagsskapir - eitt nú ST og NATO. Tí fer løgmaður sanniliga skeivur tá hann sigur, at ongi tabuevnir eru millum Føroyar og Danmark. Bert fullveldi gevur fult frælsi uttanríkispolitiskt Vil annars vóna at føroyskir myndugleikar nú veruliga fara at fáa størri frælsi á uttanríkisøkinum, tí hetta kann geva okkum møgu- leika at koma enn nærri málinum, sum er føroyskt fullveldi. Vit hava møguleika at fáa allan myndugleikan og fult frælsi á uttanríkisøkinum, men hetta gerst bert við føroyskum fullveldi. Til fullveldið gerst veruleiki eru tað í flestu førum danskir myndugleikar, ið avgera nær, hvar og hvussu føroyska tjóðin verður umboðað í altjóða høpi. Hví henda støða verður vald framum fult frælsi á øllum økjum - ja, tað kann undra. Løgmaður fer skeivur Manbjørn í Grund At Bergur á Havsbrún ynskir deyða yvir kapp- ingarneyta, so at meira verður til hann sjálvs og virki hansara er kanska ikki so nógv at siga um. Tað sama er helst gald- andi fyri Atla Hansen, reiðara á Jupiter, (leiðarin í Dimmalætting til 4.oktobur) eisini hann kann hava ávísar grundir til at ynskja Næraberg fallit - moralurin er hin sami, »fá Næraberg burtur, so at eg kann fáa meira«. Og aftan fyri hann situr …….. og løðir. Men hvør er grundin til, at Kristina Háfoss mótarbeiðir Nærabergi? Hon átti at verið óheft. Ynskir Kristina Háfoss veruliga, at tær 20 genturnar umborð skulu í land? Einasta fiskiskip við stórum tali av konufólki umborð. 80 fólk fáa í senn sína inntøku umborð. Tað sum eftir var av svartkjaftakvotuni var lív ella deyð fyri ein bát, Næraberg. Ynskir tú, Kristina, veruliga deyða yvir einasta togara, sum fyri egna rokning, roynir at góðska svartkjaft til matna? Vónandi hava flest allir av hinum politikarunum ein annan hugburð, enn tann, sum ein av kvinnuligu politikarum okkara hevur lagt fram í ljósið. Vilja politikarar veruliga hava Næraberg lagdan? Tá Burger King letur upp í SMS mikudag- in, verður tað matar- stað nummar 11.456 hjá Burger King, sum nú kann reypa av at hava matstøð í fleiri enn 60 londum SMS Tíðindaskriv Mikudagin kl. 11.00 verður umfatandi umbyggingin í SMS endaliga liðug, tí tá letur Jan Christiansen, bý- ráðsformaður, upp nýggja matarstaðið í SMS. Nú vita flest øll tað. Og nógv teirra gleða seg til, at Burger King letur upp í SMS. Vit kunnu reypa av at verða Burger King matar- staðið nummar 11.456 í heiminum, og Burger King kann reypa av, at nú hava teir matarstøð í fleiri enn 60 londum. Men tað er ikki bara Burger King, ið verður í SMS. Á nýggja matar- staðnum verða umframt Burger King tvær aðrar matstovur, har viðskiftafólk kunnu hugna sær við einum bita afturvið: Sunset Boule- vard og Perlan. Hildið var, at Perlan hevði eina endurnýggjan fyri neyðini. Tí varð farið at kanna, hvat annars kundi verða eitt gott matarstað í SMS. Perlan hevði nógv ymiskt at bjóða, og ynski- ligt var, at nýggja matar- staðið skuldi hava eins stórt úrval. Skundverðar er serliga tað, ið Burger King kann bjóða. Harumframt verður eisini Drive-through gluggi. Við hendan glugga ber til at keypa sær okkur til matna, uttan so mikið sum at noyðast úr bilinum. Gluggin verður opin gerandisdagar frá klokkan 18.00-23.00, fríggjadag tó frá kl. 19.30-01.00, leygar- dagar frá klokkan 14.30- 01.00 og sunnudagar frá klokkan 14.00-23.00. Sunset Boulevard, ið er partur av danskari matstov- uketu, bjóðar mat við lítið av fiti í. Serliga er matar- staðið kent fyri sítt spenn- andi úrval av langabreyði. Perlan verður sum ein lítil partur av tí hon var. Perlan var serliga kend fyri dagsins døgverða. Hvønn dag vóru nógv, ið leitaðu sær oman í SMS um miðdagsleitið at eta. Fyrstu vikuna, opið er aftur, verð- ur eingin døgverði at fáa, men longu næstu viku verða teir aftur á matar- lepanum. Harumframt vóru tað eisini pitsurnar og steak- verðarnir, ið viðskiftafólki dámdi sera væl. Hetta verður eisini at fáa í nýggju Perluni. Og heldur ikki fólk, ið settust at njóta eitt rundstykki ella okkurt omaná við einum kaffi- munni afturvið, verða vón- svikin. Allar matstovurnar verða í sama høli, so saman- umtikið verður umhvørvið størri, betri og ljósari enn gamla Perlan. Burger King nr. 11.456 er í SMS Skundverðar er serliga tað, ið Burger King kann bjóða. Har- umframt verður eisini Drive-through gluggi, og har ber til at keypa sær okkur til matna, uttan so mikið sum at noyðast úr bilinum! 15 14 Nr. 192 - 8. oktober 2002 UTTAN ÚR HEIMI Bretska blaðið The Ob- server vil vera við, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden er framvegis á lívi, og at hann javnan tosar við andaliga leið- aran hjá gamla Taliban- stýrinum, mullah Omar. Blaðið grundar grein- ina á upplýsingar úr USA, sum siga, at ein amerikanskur njósnara- fyrisveinur hevur av- dúkað telefonsamrøður millum bin Laden og Omar. Í teirri seinastu samrøðuni, sum var fyri einum mánað síðani, hoyrist týðiliga røddin á mullah Omar, ið tosar við ein av sínum næstu medarbeiðarum. Tað hoyrist eisini, at mullah Omar tosar við ein mann, sum er hjá honum, og kanningar hava avdúkað, at hesin er Osama bin Laden, skrivar The Ob- server. Afghanski forsetin, Hamid Karzai, segði við amerikanska sjónvarpið CNN um vikuskiftið, at mullah Omar er fram- vegis á lívi. Sambært for- setanum hava myndug- leikarnir ilt við at finna hann, tí tað eru bara nøk- ur fá, sum vita, hvussu mullah Omar sær út Báðir á lívi enn Gamal bankastjóri vann Nýggj Tíð vann leygar- dagin tjóðartingsvalið í Letlandi. Flokkurin fekk 23,9 prosent av atkvøð- unum og 26 av teimum 100 tinglimunum. For- maður í flokkinum er fyrrverandi tjóðbanka- stjórin Einars Repse, men valsigurin var ikki nóg stórur, til at hann og flokkur hansara sleppa at stýra einsamallir. Næststørsti flokkur er nú Letlendski Manna- rættindaflokkurin, sum fekk 18,9 prosent av at- kvøðunum og 24 ting- limir, og triðstørstur er tann konservativi Fólka- flokkurin við 16,7 pro- sentum og 21 umboðum í tinginum. Valið leygardagin var ein rættiligur frammaná hjá fráfarandi forsætis- ráðharranum, Andris Bersin. Flokkur hansara, Vegur Letlands, rakk ikki upp um minstamarkið og kom sostatt als ikki í tjóðartingið. Fyrrverandi vápnaeftir- litsmaðurin hjá ST, Scott Ritter, vil vera við, at USA misnýtti eftirlits- menninar, sum vóru í Irak, til at útvega ameri- kansku fregnartænastuni CIA irakskar njósnarar. Við blaðið Newsweek sigur Scott Ritter, at tað vóru nú ikki bara ameri- kanarar, sum misnýttu eftirlitsmenninar, men at bretar gjørdu tað sama. - Tað var týðiligt, at amerikanarar og bretar høvdu størri áhuga í Saddam Hussein enn teimum iraksku hópoyð- ingarvápnunum, sigur Scott Ritter. Hetta er ikki fyrstu ferð, at tað ljóðar, at USA royndi at fáa eftirlitsmenninar at út- vega CIA njósnarar í Irak. Tað skrivaðu amerikansk bløð longu í 1998. Misnýttu eftirlitsmenn Claus prinsur, maður niðurlendsku drotningina Beatrix, doyði um viku- skiftið 76 ára gamal. Claus prinsur hevur verið sjúkur leingi. Í mai í fjør varð annað nýrað tikið, og longu fyri ellivu árum síðani varð stað- fest, at hann hevði Park- inson. Hann hevði eisini fingið skurðviðgerð fyri krabbamein og trupul- leikar við hjartanum. Claus prinsur var týskur diplomatur, til hann giftist Beatrix í 1966, men niðurlend- ingar høvdu ilt við at góðtaka hann og hjúna- lagið, tí sum ungur hevði prinsurin gjørt tænastu í týska herinum undir seinna heimsbardaga. Eftir kríggið sæt hann eitt tíðarskeið í bretskum og italskum fangalegum. Seinni eydnaðist tað kortini Claus prinsi at vinna sær størri undir- tøku millum niðurlend- ingar. Prinsurin deyður Nigeria skal skipa fyri kappingini Miss World í desember, og ætlanin er at nýta pengar hjá einum barnahjálpargrunni til at fíggja kapping- ina við NIGERIA Árni Joensen Tað er forsetafrúan í Ni- geria, sum avdúkar, at hon ætlar at taka pengarnar úr einum barnahjálpargrunni, sum hevur fingið pengar frá ST. Forsetafrúan, Stella Obasanjo, hevur sjálv stovnað barnahjálpargrunn- in, sum hevur fingið pengar frá teimum báðum ST- grunnunum UNICEF og UNESCO. Avgerðin hjá forseta- frúuni hevur vakt stóran ans víða um heimin, og tað bøtir ikki um umdømi hennara, at tað samstundis er komið fram, at hon er í ferð við at byggja grunni sínum ein skrivstovu- bygning fyri 385 milliónir krónur. Bygningurin verður bygdur í nigeriska høvuðs- staðnum Abuja. Ein tals- kvinna hjá UNICEF sigur tað vera harmiligt, at peng- ar, sum eru ætlaðir neyð- støddum børnum, skulu verða misnýttir til onnur óviðkomandi endamál. Tær nýggju avdúkingar- nar fara heldur ikki at økja áhugan fyri vakurleika- kappingini í desember, sum longu frammanundan er rakt av fleiri avboðum. Higartil hava umboðini úr Spania, Fraklandi, Belgia, Sveits og Danmark boðað frá, at tær fara ikki at taka lut í kappingini fyri at mótmæla deyðadóminum ímóti teirri 31 ára gomlu Aminu Lawal. Hon er dømd at verða steinað til deyða, tí hon fekk eitt barn uttan fyri hjúnalag. Misnýtir barnahjálpargrunn til at fíggja vakurleikakapping Sum væntað vann Lula da Silva fyrra umfar av brasilska forsetavalinum VAL Í BRASIL Árni Joensen Alt bendir á, at fyrrverandi skópussarin, jarnsmiðurin og fakfelagsformaðurin Lula da Silva verður næsti forsetin í Brasil. Á forsetavalinum sunnu- dagin fekk hann 47 prosent av atkvøðunum, meðan val- evnið hjá stjórnini, Jose Serra, fekk 24 prosent. Tvey onnur valevni býttu hinar atkvøðurnar sínamill- um. Hevði Lula da Silva fingið trý prosent afturat, hevði hann longu havt vunnið valið, men nú skal hann kappast ímóti sosial- demokratinum Jose Serra í seinna valumfarinum, sum verður tann 27. oktober. Ikki tí, starvið sum bra- silskur forseti verður ikki nakar dansur á rósum, sama hvør vinnur. Landið er í álvarssamari búskapar- kreppu, uttanlandsskuldin er 1150 milliardir krónur, og higartil í ár er landsins gjaldoyra niðurskrivað heili 40 prosent. Enn er ikki greitt, um spreingingin umborð á franska tangaskip- inum "Limburg" var eitt óhapp ella ein yvirgangsatsókn SPREINGING Árni Joensen Franska reiðaríið og fronsku myndugleikarnir tykjast rættiliga sannførdir um, at tað var ein yvir- gangsatsókn, sum var or- søkin til ta ógvusligu spreingingina umborð á franska tangaskipinum "Limburg" úti fyri strondini í Jemen leygarmorgunin. Báðir partar halda seg til frágreiðingina hjá skipar- anum, Hubert Ardillion. Hann hevur greitt frá, at hann sá eitt lítið fiskifar koma ímóti tangaskipinum stutt undan spreingingini. Tá fiskifarið bar við tanga- skipið, var ein ógvuliga sterk spreinging, og skipar- in sigur seg vera sannførd- an um, at tað var spreingi- evni umborð á fiskifar- inum, sum var orsøkin til spreingingina. Spreingingin var so sterk, at fleiri plátur á tangaskip- inum skrædnaðu. Eldur kom í alt fyri eitt, og royk- urin var nógvur. Gjára- morgunin varð sagt, at nógvur sjógvur var komin í skipið. "Limburg", sum er tvey ára gamalt, hevur dupultan skrokk, og skipið hevur 397.000 tunnur av ráolju í tangunum. Amerikansku myndug- leikarnir siga, at teir ávaraðu um vandan fyri at- sóknum ímóti oljutanga- skipum fyri einum mánað síðani, og at vandin var ser- liga stórur úti fyri strondini í Jemen. Amerikanarar hava leingi lagt Jemen undir at hýsa víðgongdum islamskum yvirgangs- monnum, og tað hevur havt við sær, at umleið hundrað limir í felagsskapinum al- Qaeda eru tiknir har í sein- astuni. Eygleiðarar siga, at var spreingingin umborð á "Limburg" veruliga ein yvirgangsatsókn, kann til- burðurin fáa álvarssamar avleiðingar fyri Jemen, tí tað fer uttan iva at fáa út- lendskar íleggjarar til at taka seg úr landinum. Jarnsmiðurin vann fyrra valumfarið USA ávaraði um yvirgang ímóti oljutangaskipum C M Y K 14 v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1996. 89.000 Nissan Maxima QX 3,0 V6 Aut. gráur, 4 hurðar, árg. 2001, 18.000 km. 300.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Primera 1,6 A/C reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 70.000 km. 125.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 95.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 306 Diesel gráur, 5 hurðar, árg. 1996, 134.000 km. 78.000 Peugeot 106 Diesel bláur, 3 hurðar, árg. 1997, 71.000 km. 65.000 Peugeot 406 ST 1,9 DT grønur, 4 hurðar, árg. 1998, 77.000 km. 145.000 Opel Astra 1,7 DT brúnur, 4 hurðar, árg. 1998, 91.000 km. 95.000 Opel Astra 1,7 DT bláur, 5 hurðar, árg. 1998, 82.000 km. 78.000 Opel Astra 1,7 DT Van reyður, 5 hurðar, árg. 1998, 127.000 km. 78.000 Opel Astra 1,6 16V bláur, 4 hurðar, árg. 1999, 30.000 km. 125.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 60.000 km. 67.000 Opel Astra 1,7 DT brúnur, 4 hurðar, árg. 1996. 75.000 Opel Astra 1,7 DT vínreyður, 5 hurðar, árg. 1997, 101.000 km. 89.000 Opel Astra 1,6 Club Station Car reyður, 5 hurðar, árg. 1996, 98.000 km. 70.000 Opel Astra 1,6 St. Car bláur, 5 hurðar, árg. 1993, 116.000 km. 55.000 Opel Astra 1,6 beige, 4 hurðar, árg. 1997. 78.000