týsdagur 8. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú iðra tær seg um
javnleikin ímóti Bul-
garia, men tær eru
longu farnar at gleða
seg til kappingina
næsta ár
U-19 KVINNUR
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið skuldi U–19
kvinnulandsliðið koma aftur
í Vágar. Tá høvdu tær ferðast
síðani klokkan hálvgum
tíggju sunnukvøldið. Fyrst
koyrdu tær í bussi í sjey
tímar
tvørtur
um
alt
Bulgaria, síðani fóru tær í
flogfari til München og so
aftur til Keypmannahavnar.
– Vit eru troytt, men vit
eru sera væl nøgd við
ferðina og avrikini.
Tað segði Álvur Hansen,
venjari, tá vit fyrrapartin í
gjár fangaðu hann á í
München.
Fríggjadagin vann før-
oyska liðið 2–0 á Litavia,
og sunnudagin taptu før-
oysku genturnar 5–1 ímóti
Onglandi.
– Ímóti Litavia spældu
vit sera væl. Vit vóru greitt
omaná, og vit høvdu møgu-
leikar at fáa uppaftur fleiri
mál. Málini, sum vit fingu,
vóru sera góð. Selma Dahl
Erol skoraði fyrra málið í
35. minutti. Ása á Neystabø
sendi á samankomingina,
ogso fingu hinar bóltin út
til innkast. Selma var í
vinstru, tá hon fekk bóltin
og smekkaði í handara
síðunetið úr stórari fjar-
støðu. Seinna málið kom, tá
55 minuttir vóru farnir.
Selma legði innfyri úr
vinstru, og Ása kom fram
um verjuna, og við nærra
stólpan stútaði hon upp í
nettakið. Sera gott mál.
Hóast Føroyar taptu 5–1
ímóti Onglandi, so er
venjarin væl nøgdur. Hann
vísir á, at tølini boða frá
góðari
framgongd.
Tá
Føroyar í 1998 og í 1999
spældu ímóti Onglandi var
talan um heilt stór tap, og
Ongland er ikki hvat sum
helst. Fyrr í ár vóru tær við
í HM endaspælinum í
USA. Tá rukku tær í fjórð-
ingsfinaluna og vóru har-
við millum átta tey bestu
liðini í heiminum.
– Í 1. hálvleiki vóru vit
hampuliga væl við, men
eftir steðgin vórðu okkara
kroystar heilt í botn. Men
tað var harmuligt, at tær
skuldu skora til 5–1 í
yvirtíðini, heldur venjarin,
sum greiðir soleiðis frá
føroyska málinum:
– Elin Katrina Haraldsen
smekkaði úr 30 metrum og
upp um málverjan, sum var
einar fimm metrar framman
fyri málstrikuna. Tað var eitt
fínt mál, og so var tað stuttligt
at síggja, at hon brúkti við
vinstra beinið, tí hon plagar
annars at sparka við høgra
beini. Burtursæð frá málinum
høvdu vit so at siga ongan
møguleika. Eina ferð í 1. hálv-
leiki var um reppið, at Mai-
britt Olsen megnaði at bróta
ígjøgnum, men hon varð
steðgað, áðrenn tað gjørdist
rættuliga vandamikið.
Spennandi framtíð
Flestu av gentunum á hin-
um liðunum eru føddar í
1984. Fleiri av føroysku
gentunum eru føddar í
1986. Tað vil siga, at tær
kunnu spæla í tvey ár
afturat, og tað leggur upp til
spennandi kappingar kom-
andi árini. Fýra gentur
verða ov gamlar komandi
ár. Tær eru Maibritt Olsen,
Rósmari Haraldsen, Elsa
Maria Simonsen og Petra
Sjóstein.
– Fleiri av teimum, sum
upprunaliga vóru á beink-
inum, komu inn og spældu
væl. Tað var neyðugt at
skifta út, tí fleiri vóru so
móðar. Eitt nú KÍ genturnar
Elsa Maria Simonsen og
Petra Sjóstein. Tær høvdu í
vikuni
frammanundan
spælt tveit harðar dystir fyri
KÍ i Europa Cup, so tær
fingu seg rættuliga royndar.
Føroyska liðið endaði á
øðrum plássi. Ongland
vann kappingina við fullum
stigatali, Føroyar fingu fýra
stig,
Litavia
trý
og
bulgarsku vertirnir fingu
bara stigið í 1–1 javnleik-
inum ímóti Føroyum:
– Nú aftaná iðra vit
okkum um, at vit spældu
ímóti Bulgaria í fyrsta
dystinum. Vit hava altíð
trupulleikar í fyrsta dyst-
inum, tí vit spæla ongar
týdningarmiklar venjingar-
dystir. Høvdu vit havt spælt
ímóti Bulgaria í næsta ella
triðja dystinum, so ivist eg
ikki í, at vit høvdu fingið
eitt uppaftur betri úrslit enn
1–1, sigur Álvur Hansen.
Útlitini eru góð fyri kom-
andi ár. Ynskið hjá føroyska
liðnum er, at tær verða eitt
sindur hepnari í lutakast-
inum, so tær ikki nýtast at
fara so langt eystur í
Europa at spæla.
Manningin
Ímóti Litavia sá føroyska
liðið soleiðis út: Randi
Wardum – Heidi Hansen,
Rósmari Haraldsen, Petra
Sjóstein – Elin Katrina
Haraldsen (Unn Kragesten,
83.), Asta Magnussen, lið-
formaður, Elsa Maria Sim-
onsen (Maria Mikkelsen,
90.),
Ása
Christiansen
(Kristina D. Simonsen,
68.), Selma Dahl Erol –
Maibritt Olsen, Ása á
Neystabø.
Petra Sjóstein fekk gula
kortið í 57. minutti.
Ímóti Onglandi sá liðið
soleiðis út: Randi Wardum
– Unn Kragesten, Asta
Magnussen, liðformaður,
Heidi Hansen – Selma Dahl
Erol (Mary–Ann Isaksen,
75.), Elin Katrina Harald-
sen, Kristina D. Simonsen,
Maria Mikkelsen (Elsa
Maria
Simonsen,
55.),
Petra
Sjóstein
(Linda
Weihe, 65.) – Maibritt
Olsen, Ása á Neystabø.
Kristina D. Simonsen
fekk gula kortið í 69.
minutti.
Ongland vann 5–0 á
Bulgaria og 4–0 á Litavia,
og Litavia vann 4–0 á
Bulgaria.
Nr. 192 • týsdagur • 8. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Genturnar endaðu næstovast
- Høvdu vit havt spælt ímóti
Bulgaria í næsta ella triðja
dystinum, so ivist eg ikki í, at
vit høvdu fingið eitt uppaftur
betri úrslit enn 1–1, sigur
Álvur Hansen eftir flotta
føroyska avrikið í Bulgaria
17
16
Nr. 192 - 8. oktober 2002
C
M
Y
K
16