fríggjadagur 23. desember 1983síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nei til ferjulegu í Kirkjubo!
Endurreisid Múrin
í Kirkjubø — til
fornminnissavn!
Verdur ætlada ferjulegan gjørd i Kirkju-
bø, er vandi fyri Múrinum
Boð frá myndugleikunum úr Havn til
Sandoynna, Skúoy og Suðuroynna hava
frá elstu tíðum ligið um Kirkjube. Og
onki legið í tí, tá tað er stytsta leið
suðureftir. Men hetta var, áðrenn peirar,
motorurin, dekksfør og ferjur vóru til.
Í dag er alt somikið broytt, at spurn-
ingurin um stytstu leið, eins væl kann
avgerast við sterri skipum og fleiri
hestakreftum sum við eini ferjulegu. Tí
liggur annað aftanfyri, tá Landsstýrið
so altrátt vil hava ferjuleguna í
Kirkjube. Tað er partapolitikkur áv
ússaligasta slag. Tað er ein spurningur
um at slætta sær veg fyri atkvødum.
Hin gloymda oyggin
Tað er rætt at sandoyingar altíð hava
verið við sviðið sod, tá ílegur hava verið
framdar. Meðan aðrir partar av
landinum hava fingið vegasamband,
havnaleg og góðar ferjur, hava sandoy-
ingar verið noyddir at taka til takkar við
vallyftum. Og av teimum fitnar bara
politikarin. Men hesir menn og flokkar
kenna tervin hjá Sandoynni. Teir vita at
regluligt samband úr tryggum havna-
legum er fortreytin fyri framburði í
okkara landi. Havnaleg har fraktbátar
kunna uppskipa tær neyðugu verur
uttanlendis frá. Ið tryggja einum reglu-
ligum flutningi av mjólk, nú sandoy-
ingar onki virki hava sjálvir. Og tá teir
ikki stuðla uppundir arbeiðsplássum í
sjálvari oynni, so at tryggja fólki flutn-
ing norður um fjerð til arbeiðis.
Hitt góða hjartalagið
Sítt góða hjartalag móti sandoyingum
hava teir haft hevi at víst áður. Lat meg
nevna eitt demi. Í 1890'unum byrjaði
Jóannes bóndi Landbúnaðarskúla í
Kirkjube. Men skúlin fall niðurfyri, og
har hevur hann ligið síðani. Seinasta
Landsstýrissamgonga tók so avgerð um
at endurreisa henda skúla. Natúrligt
hevði tá verið at lagt hann á Sandoynna.
Men Fólkaflokkurin, sum hevði málið
um hendi, bardist sum harðast ímóti.
Eitt annað demi er Handverks-Listar-
skúlin heima á Sandi. Ætlanin var at
endurreisa gamalt handverk, eggja fólki
til at framleiða tað vit sjálvi áttu ráveru
til, og sum fráleið kundi skúlin menst til
eitt feroyskt listarsetur, ið rúmaði
málningalist, myndahegging og aðrar
greinar innan ekið.
I báðum førunum høvdu myndugleik-
arnir møguleika at vísa sitt stóra hjarta.
Men ístaðin góvu teir tiltøkunum blóð-
propp. Tá hesir nú eru sárir um sjó-
verkið sandoyingarnir fáa um Kirkju-
benes, er tað onki annað enn lótir av
ósemiligasta slag. Tí teinurin til Havnar
við eini stórari ferju, men verða lítið
stytri enn ferðin til Kirkjubear, tá ein
hugsar um teir 15 kilometrarnar við
bussi til Havnar.
Ørindasveinur fyri Kirkjubø
Tær reddir, hava verið ímóti bygging-
ini av ferjuleguni í Kirkjube, hava verið
skírdar at ganga erindi fyri Kirkjubø
bóndan, fyri at verða varðhundar fyri
vakstrarhúsið og at fjálga um Trónda
Patursson, so hann ikki órógvast av
nýmótans ljóðum í sínum listarliga
arbeiði.
Til hetta er fyrst at siga. Óansæð um
nøkur ferjulega verður løgd í Kirkjubø,
skulu sandoyingar hava havnaleg, ið
tryggja framburð fyri oynna. Og tað vil
siga eitt nýtt og sterri skip ístaðin fyri
tann dellin teir hava í dag. Men, verður
ferjulegan løgd i Kirkjube, sum nú er av-
gjørt, merkir tann avgerðin, at okkara
einasta prýðiliga seguverk, hitt gamla
bispasetrið, er rokið.
Skaðin, ið stendst av tí, kunnu vit illa
ímynda okkum. Tann tjóð, sum eigur
sjálvsvirðing, hevur hesa virðing, tí hon
eigur nakað at verja. Ikki bara síni børn
og arbeiðspláss, men alla ta reð av til-
burðum, ið samanlagt hava skapað land-
ið og fólkið, ið býr har. Kenna vit tann
samanhangin,eru vit sum tjóð ikki lett
at taka á bóli, verða sum heiðafuglurin,
altíð á varðhaldi skuldi skaði borist á
ungarnar.
Katólska tíðin
Múrurin ber boð frá tíðini, tá katólska
kirkjan sat í hásæti. Her í Norðurat-
lantshavinum og inni á ellum megin-
landinum. Tá høvdu feroyingar lærdan
skúla í Kirkjube, har prestarnir blivu
útbúnir og prædikaðu á føroyskum. Og
á sama hátt sum íslendingar hevdu síni
bæði egnu bispadømi, høvdu førovingar
sitt egna. Ognarrætturin til jørdina lå
eisini i Føroyum. I ti skeidinum bleiv
byrjað uppá Múrin i Kirkjubø. Men
foroyingar orkaðu ikki at fullfiggja
hetta verk. Vóru ov fámentir at bera út-
reiðslunum. Tað kom til uppreistur,
borgarakríggj, og arbeiði uppá múrin
steðgaði. Síðani bleiv ikki farið undir
slíkt stórverk aftur í Feroyum. Og á
ongum sinni hava feroyingar verið
somikið at sær komnir aftur, at teir
gjørdu uppreisturn móti hægstu
myndugleikum. Tí tað eru ikki krúpandi
verur, ið gera uppreistur, men eitt stolt
fólk. Men so kom svartideyðin, og henda
sóttin sigst oyddi um helmingin av
landsins íbúgvum.
Men framvegis standa rovini av hesi
hábærsligu dómkrikju. Bæði sum ein
ímynd av katólskari kúgan, men eisini
sum eitt minni um stórbart handvei i,
frá eini tíð, tá lærdir menn gingu í
Kirkjubear túni. Skulu vit samanbera
tíðina áðrenn og aftaná siðaskiftið,
stendur = katólska tíðin glæsilig
afturímóti teimum protestantisku bel-
mennunum, ið oyddu alt, sum her var at
oyða. Málið bleiv ríkið úr kirkjuni.
I
Jóannes Nielsen, arbeiðs-
maður og rithevundi skrivar
hugleiðingar um Múrin í
Kirkjubø.
Hann heldur, at hetta
okkara elsta og dýrmætasta
fornminni okkara eigur at
varðveitast til eftirtíðina
Múrurin eigur at endur-
| reisast og at verða brúktur til
fornminnissavn.
| Hann ber ótta fyri, at ætlaða
| ferjulegan í Kirkjube fer at
| skaða Múrin. Hann sipar her
| til ta stóru útspreinging, sum
skal gerast nærhendis Múr-
inum, tí grótið higani skal
nýtast til grótkast í samband
við ferjuleguna.
Jerðin fór undir kong. Tilvildarligir
norskir, danskir og týskir keypmenn
hevdu Feroyar sum fitilendi.
Legtings samtyktin 1863
Tað komu at ganga gott 500 ár, áðrenn
bett bleiv um Múrin aftur. Í 1847 gav
kongligi handilskassin 150 dálar til
umvælingina. Men um tað mundið var
sóknarkirkjan í Kirkjube somikið illa
farin, at hon stóð at falla. Spurningurin
gjørdist so, um tað ikki eins væl hevði
latið seg gjert at endurreist sjálvan
Múrin.
Í 1852 blei ; Lógtingið endurreist, og
29. august 1863 samtykti hetta Ting at
gera Múrin til kirkju. Kostnaðarætlan
var mett til 12.000 dálar. Bæði í Feroy-
um og Danmark varð peningur svan-
aður.
Myndin niðanfyri vísir, hvaðani teir
komu:
Dálar
Lógtingið givið ..................5000
Kirkjubearbóndin (Petur og Poul) . 1000
Kirkjubøar sóknarfólk ...... + DO
Torshavnarfolk ...................293
Nes Prestagarður ..................40
Úr Vágum ss ccrsssssosss au. D
Úr Sandoy ..........................ø
Hjá >Fædrelandet<eru......... . 1100
hjá »Berlingske« eru ..............200
Fráríkiskassanum - .............3000
Samanlagt 11.190 dálar
Nr. 148 — 23. desember 1983
Í 1919 var eg ein dagin við konu mini
inni á Nationalmuseet og vísti henni
stólarnar. Eg setti meg tá í bispastólin
og segði við hana, at her plagdi eg at sita
sum smádrongur í fanginum á mommu.
Nú kemur ein stórbærur vaktarmaður,
og tá ið hann sær meg sita har, rópti
hann hvassliga: „Der má De ikke sidde,
har De ikke set opslaget, hvor det stár,
at genstandene má ikke berøres«. „Jo,
her skal jeg sidde«, svaraði eg honum
aftur, >for her har jeg fer siddet som
barn pá min moders fang, og denne stol
og disse genstande er tagne ud fra min
egen hjemlige kirke«. Hann hvakk við
og hvarv, og eg sá ikki aftur í halaferð-
ina á honum.
(Ur bókini »Tættir úr Kirkjubøar
søgu« eftir Jóannes Patursson).
Men metingin vísti seg at hava verið ov
bjartskygt. Tað var brúk fyri 4000
dálum aftrat, men hetta vóru donsku
myndugleikarnir ikki sinnaðir at lata
hóast danska blaðið »Fædrelandet« visti
á, at feroyingar aftaná dansk/týska
kríggið 1864, savnaðu 1560 dálar til
Danmarkar. Lógtingið heitti á donsku
myndugleikarnar at læna hesar 4000
dálarnar, men teir sýttu. Soleiðis strand-
Nógv grót skal brúkast til grótkast til ætlaðu ferjuleguna. Tað skal spreingjast út
niðanfyri kirkjuna. Slíkt spreingiarbeiði kann skaða Múrin heldur Jóannes Nielsen