týsdagur 3. januar 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
Fridarårid varð heilsað við 100 balónum:
Hundrað vistu
samhuga við
Greenham
Common-friðar-
kvinnunum
Nýggjársdag skipaðu friðarfólk fyri einum friðartiltaki í Havn — fyrsta
dagin í friðarárinum
fyri Greenham Common raketstødina í Onglandi.
Á Vaglinum helt Eydbjørg Dalsgaard, sum luttók á fridargonguni í USA
seinasta summar. eina roðu. Síðan varð farið út á Tinganes, har 100 balónir
fyri at vísa samhuga við friðar-kvinnuleguna uttan
vórðu sleptar upp. Aftaná varð ein kaffimuður at fáa í Mettustovu.
Eini 100 fólk vóru møtt upp á Vaglinum í tí vakra kavat eðrinum nýggjárs-
dag. Roðan, ið hildin varð á Vaglinum, er henda.
Góðu fundarfólk
Gott nýggjár ell somul
Vit eru komin saman her,
til tess at sýna okkara
samhug við teimum
kvinnum, sum nú í fleiri ár
hava framt ymisk mót-
mælistiltøk frammanfyri
hernaðarsteðini Green-
ham Common í Onglandi.
Bakgrundina fyri tí ið
hendir i Greenham
Common kenna tit
kanska. Men lat meg
kortini stutt greiða frá tí,
sum hendir har.
Sum kunnugt ætlar
USA at seta eitt ávíst tal
av miðalrakettum upp í
Vestureuropa í nekrum
Nato-londum.
Kvinnurnar í Greenham
Common eru sannferdar
um, at hesar rakettir eru
ein ómetaliga stór hóttan
móti okkum øllum sum
búgva í Europa.
Fyri tað fyrsta er enda-
málið við hesum rakettum
at bera tað so í bandi, at
ein komandi uppgerð
millum eystur og vestur
millum Sovjet og USA
skal fara fram í Europa —
at tryggja at eitt komandi
kjarnorkukríggj ikki
kemur at fara fram heima
hjá stórveldunum
sjálvum, men í Vestur-
europa. So statt er vandi
fyri at Europa 3. ferð í hesi
eld kemur at leggja
víðvell til. Við tí kunn-
leika, vit hava til kjarn-
orkukríggj, er tað ikki
torfert at ímynda sær, at
eitt tílíkt kriggj ger enda á
ollum Europa.
Onnur grundin til, at
hesar rakettir, Cruice og
Persing, sum tær verða
nevndar, meira eru ein
vandi enn ein trygd, er
hendan, at rakettirnar eru
álopsvápn heldur enn
verjuvápn.
Hesin eginleikin økir
murandi um vandan fyri
einum sokallaðum fyri-
brygjandi álopi eystan-
eftir.
Somuleiðis er stórur
vandi fyri at Vestur-
europa ímóti sínum vilja
verður brúkt av USA í
einum álopi á Sovjet ella
Eystureuropa.
Í báðum førum verður
úrslitið tað sama: at alt
livandi verður týnt. Út frá
hesum beiska veruleika
hava túsundtals kvinnur í
Onglandi tikið seg saman
og gjørt av at vorða miðal-
rakettunum i at koma
fram til hevuðssteðina
sum eitur Greenham
Common.
Í fleiri ár hava hesar
kvinnur skipað eina liv-
andi gyrðing uttan um
steðina og leingi eydnað-
ist tað teimum at forða
fyri at rakettirnar vórðu
førdar hagar.
Samstundis hava hesar
djørvu og åbyrgdarfullu
kvinnur við > tiltøkum
sínum fingið alt fleiri fólk
at skilja, at jú fleiri atom-
vápn vit savna saman í
Europa,
jú sterri er
vandin fyri, at vit ell verða
týnd av hesum vápnum,
áðrenn langt um líður.
Sum kunnugt hevur
statsvaldið farið illa við
hesum kvinnum, men vit
eiga øll at vera teimum
takksom fyri teirra tiltøk,
teirra dirvi, klókskap og
áhaldni.
Tiltøk av sama slag sum
í Onglandi eru sett í verk
av kvinnum í Seneca Falls
í USA, har Persing 2 og
Cruice rakettirnar verða
samlaðar og gjerdar
klárar til avskipingar til
Europa.
Í samband við norður-
lendsku friðargonguna í
USA í summar voru vit
nakrar, sum hevdu hevi at
vitja kvinnufridarleguna
við Seneca Falls og
luttaka í nokrum av teirra
tiltokum. Eitt av hevuðs-
endamálum teirra er at
forða fyri, at rakettirnar
verða fluttar til Europa.
So seint sum í gjár hava
vit havt samband við
hesar kvinnur. Tær hava
heit tá okkum um at skipa
fyri hesum tiltaki og tær
lata heilsa øllum í
Feroyum sum arbeiða fyri
friði.
Í dag byrjar altjóða frið-
arárið. Kvinnurnar Í
Greenham Common hava
avgjørt at halda henda
dag við at senda
túsumdtals ballónir upp í
luftina.
Hesar ballónir
vísa heiminum,
vald skal kunna forða
heimsins kvinnum í at
reisa seg og stríðast fyri
friði og frælsi.
Liknandi tiltøk fara
fram ymsastaðni í Vestur-
heiminum, og tað er
okkum Greenham Comon-
stuðlum ein gleði at kunna
savna fólk um eitt sam-
huga-tiltak sjálvan
nýggjársdag í Havn.
Vit nevndu í áðni, hvat
ballónirnar skuldu
skulu
at einki
Nr. 1 — 3. januar 1984
symbolisera. Lagt kann
vera afturat, at tær eisini
skulu imynda/symboli-
sera, at gyrðingin uttan
um Greenham Common
skal hverva eins og ball-
ónirnar hverva. Og at í
friðararbeiðinum eiga øll
mark millum menniskju
og lond at hverva.
Samstundis sum hesi
tiltok verða fyriskipað og
friðarárið byrjar, hava
friðarrerslurnar upplivad
eitt hitt stórsta bakkast
síðani tær byrjaðu. Vit
hugsa sjálvandi um, at
beint fyri jól vórðu tær
fyrstu Persingrakettirnar
settar upp í Vesturtýsk-
landi.
Hóast vit sostatt i
hesum degum eru komin
eitt stig nærri eggini, fara
fólk vónandi at halda fram
at virka fyri friði,
sosialum rættvísti go
frælsi, at virka fyri at allar
vápnamilliónirnar = verða
nýttar til arbeiði og mat.
Í hesum virksemi kunnu
kvinnurnar í Greenham
Common, við Seneca
Falls, á Comiso og eðrum
friðarlegum verða okkum
eitt fyridømi, og tí eiga vit
ikki bara í dag, at geva
teimum ans, men eftir
førimuni í framtíðini at
veita teimum moralskan
og ítekiligan stuðul.
(*
NI
Tit ringja
Sosialurin,
tlf, 11820
— vit skriva