týsdagur 3. januar 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TS AE AG tini?
r. 1 — 3. januar 1984
-
tidindabladid
Alt setir sini sjonsku spor — og gongdin
setir krøv til orku
Millum jól og nýggjár
vidgjørdi yvirfridingar-
nevndin frågreidingina
um årinskanningina, id
VKI, Vandkvalitets-
instituttet, gjørdi sein-
asta summar í tveimum
umferum.
Fríggjadagin kl. 16
kunngjerdi yvirfriðing-
arnevndin úrskurðin í
dómhúsinum. Nógv
fólk var samankomið —
umhvervisfólk, umboð
fyri SEV og fjølmidl-
arnar — tá formaðurin
í yvirfriðingarnevndini,
Jógvan Andreassen,
læs niðursteðuna hjá
nevndini upp. Og yvir-
friðingarnevndin gav
loyvi til nógv umreddu
vatnorkubyggingina
við Eiðisvatn. Annars
noktaði fridingarnevnd-
in fyri Eysturoyar
sýslu SEV at gera vatn-
orkuverk við Eiðisvatn.
Í niðursteðu síni við-
ger yvirfridingarnevnd-
in årin og avleiding-
arnar av vatnorkuút-
byggingini við Eiðis-
vatn og setir nakrar
treytir, ið SEV skal
treyta sær at halda.
Niðurstaðan hjá yvir-
friðingarnevndini er
henda:
Friðingarnevndin fyri
Eysturoyar sýslu hevur
vidgjørt málið í síni heild
umfatandi ell 4 byggistig,
men vegna tess at Feroya
Landsstýri bert hevur
givið loyvi til at fara undir
1. og 3. byggistig verður
umsóknin av yvirfriðing-
arnevndini bert vidgjørd
samsvarandi.
Vit liva í einum sam-
felagi, har stórar útbygg-
ingar eru farnar fram og
framvegis fara fram.
Nýggj virki verða sett á
stovn, sethús og onnur
hús verða bygd. Alt hetta
saman við vega- og
havnagerð og grótbrotum
setir síni sjónsku spor á
nátúru og umhvervi. Har-
afturat setir henda gongd
stór krev til orkutervin í
samfelagnum, herundir
tervin á el-megi. Eisini
framleiðslan av hesi orku
setir spor á nátúru og um-
hvervi, og tað uttan mun
til hvussu framleiðslan av
orkuni fer fram.
Onnur verk
størri ávirkan
Tað er metingin hjá yvir-
friðingarnevndini, at t.d.
bygging av kola- og/ella
dieselverkum í stóran stíl
kemur at fáa álvarsligari
ávirkan á nátúru og um-
hvervi enn ein skilagóð út-
bygging av vatnorku. Við
skilagóðari útbygging
verður ikki bert hugsað
um, hvar ein útbygging
fer fram, men eisini á
hvenn hátt, soleiðis at
ikki bert verður hugsað
um at fáa mest meguliga
orku úr einum ávísum eki,
men útbyggingin eigur at
fara fram á ein slíkan hátt,
at hon skaðar nátúru og
umhvervi sum minst.
Olja má koma
skipaflotanum
til góðar
Tað er fert fram í tí kjaki,
hetta mál hevur elvt til, at
útbyggingin av vatnork-
uni bert loysir ein part av
okkara orkutervi, og tað
sjálvt um vatnorkan varð
útbygd í so stóran mun, at
øll el-megin her á landi
varð framleidd úr vatn-
orku. Rætt er hetta, men
B má í hesum sambandi
rast í huga, at skuldi
oljt pa t.d. tikid
St, uppaftur, er tað um-
ráðandi, at tann oljan,
sum fæst, kemur skipa-
flotanum til góðar, og at
orkutervurin á landi verð-
ur nøktadur á annan hátt.
Vakurt og stór-
bært landslag
Landslagið í norðara parti
av Eysturoynni er vakurt,
stórbært og sermerkt. Yv-
irfriðingarnevndin er tí
samd við fridingarnevnd-
ina um, at tað er umfatað
av grein 4, stk. 2, í nátúr-
friðingarlógini, og at um-
reddu arbeiði ikki kunnu
setast í verk uttan loyvi
frá friðingarmyndugleiku-
num.
Havast má í huga, at
landslagið gjøgnum tidir-
nar er stórliga åvirkad av
mannahond — kråir, ból
og torvskuråur. Tad er i
sjálvum sær tí einki
ónátúrligt, at landslagið,
har vit liva og virka í dag,
eisini verður ávirkað av
okkum. Men fyrr sum nú
má galda, at væl verður
farið um, og tey tiltek,
sum verða gjerd, eru
neyðug fyri samfelagið
sum heild.
Broytir ikki nátúr-
una nógv — javna
vatnstødu
Hvat ti ætladu utbygging-
ini av Eidisvatni vidvikur,
so heldur yvirfriðingar-
nevndin ikki, at árinið á
nátúruna á staðnum sum
heild verður so stórt og
broytir hana í so stóran
mun, at umsóknin eigur at
verða noktað. Kortini
kemur útbyggingin at fáa
so munandi árin á vatnið
og lívið í tí, at tað eigur at
verða álagt SEV at miðja
ímóti at halda eina so
javna vatnsteðu sum gjer-
ligt, javnber viðmerking-
arnar hjá VKI um avleið-
ingarnar fyri botngróður-
in, um vatnsteðan verður
broytt við meira enn 3—4
m. Eftir hvat er upplýst
undir viðgerðini av máli-
num er tað eisni av týdn-
ingi fyri SEV at halda
vatnstøduna so høga og
javna sum gjørligt.
Skulu skapa gyt-
ingarmøguleikar
— og gjalda
rannsóknir
Harumframt eigur tað at
verða álagt SEV at skipa
soleiðis fyri, at nýggir
gýtingarmeguleikar verða
skaptir fyri vatnasílini í
staðin fyri teir, sum fara
fyri skeyti. Útreiðslurnar
av hesum eigur SEV at
bera, tí yvirfriðingar-
nevndin er av teirri áskoð-
an, at tað eigur at vera ein
meginregla, at tann, sum
ger broytingar í nátúruni,
ber kostnaðin av tiltøkum
til at bota um avleiðingar-
nar av hesum broyting-
um.
Eisini eigur tað at verða
álagt SEV at bera kostn-
aðin av fornfreðiligum
rannsóknum við Argisá,
og eigur hetta lendi ikki at
verða sett undir vatn, fyrr
enn hesar rannsóknir eru
gjørdar.
Ikki avleiðingar
fyri nátúruna
Hvat áunum viðvíkur
metir yvirfriðingarnevnd-
in, at avkvettingin av
teimum av 1. byggistigi
umfataðu fær ikki stórar
avleiðingar á nátúrunggi
Sundalagnum. Lendið }r
soleiðis háttað, at tað bert
er í áarferi, at stórvegis
sæst til áirnar, og tá fara
tær helst framvegis at
síggjast væl kortini. Burt-
ursæð frá einum petti
beint niðan fyri byrging-
arnar fer avkvettingin
heldur ikki at fáa stór-
vegis avleiðingar fyri
plantu- og djóralívið í áu-
num, javnber álitið hjá
VKI. Sambært álitið er
tað bert Trogará, sum sjó-
sil møguliga leita niðan í
fyri at gýta. Um hetta er
so, eigur tað at verða á-
lagt SEV at bera kostnað-
in av tiltøkum at beta um
avleiðingarnar av útbygg-
ingini hesum viðvíkjandi.
Munandi avleið-
ingar fyri Stórá
Hvat teimum av 3. byggi-
stigi umfataðu áunum við-
víkur metir yvirfriðingar-
nevndin, at útbyggingin
bert fær munandi avleið-
ingar fyri Stórá í Funn-
ingi. Hetta er sambært
VKI serstakliga galdandi
fyri sjósílini. Harafturat
kemur, at Stórá rennur
mitt gjøgnum Funnings
bygd, og er hetta einasta å
av tydningi i bygdini. Yv-
irfriðingarnevndin heldur
tað vera skeivt at taka so
at siga alt vatnið úr Stórá,
og tað eigur tí at verða á-
lagt SEV at syrgja fyri, at
áin altíð hevur eina hósk-
andi vatnfering.
Ikki avleiðingar
fyri Skålafjørdin
Yvirfriðingarnevndin met-
ir ikki, at 3. byggistig av
ætlaðu útbyggingini fær
nakrar avleiðingar fyri
Skálafjorðin og neyvan
munandi avleiðingar fyri
Funningsfjerð heldur,
javnber VKI. Viðvíkjandi
Funningsfjorði eiga tó,
sum skotið upp av VKI,
framhaldandi at verða
gjørdar kanningar av
teimum lívfreðiligu viður-
skiftunum í fjørdinum, og
eigur SEV at bera kostn-
aðin av hesum kanning-
um.
Yvirfridingarnevndin
metir ikki at utbyggingin
kemur at fåa munandi årin
å vidurskiftini i Sundalag-
num, javnber VKI og um-
mælið frå Fiskirannsókn-
arstovuni.
Niðursteðan hjá yvir-
friðingarnevndini er so
statt, at loyvi eigur at
vera givið til 1. og 3.
byggistig av ætlaðu vatn-
orkuútbyggingini undir
niðan fyri nevndu treyt-
um.
Treytirnar
Tað verður ásett:
Loyvi verður givið el-
felagnum SEV at fara
undir gerð av vatnorku-
steð sunnan fyri Brimnes,
gerð av tveimum byrging-
um við Eiðisvatn, gerð av
bergholi norður til Djúpa-
dal og suður til Stórá
norðan fyri Norðskála (1.
byggistig), gerð av berg-
holi eystanfyri frá umleið
Eysturoyartunnellini og
hadani til Storå, berghol-
veitir frå Storå til Fremru
og Uttaru Dalså, berghol
frå Storå til Eidisvatn (3.
byggistig) og berghol frå
teimum ymisku åunum
niður í hevuðsbergholini
alt sambært skitsuprojekt
dagfest 5.2.1979 frá Høj-
gaard á Schultz og >Revi-
deret Redegørelse« dag-
fest 20.7.1981 frá sama
felag undir hesum treyt-
um:
1. Bygningar, byrgingar,
vegir og annað, sum sæst,
eiga at verða gjørd á ein
hátt, sum fellur so væl inn
í landslagið sum gjerligt.
2. SEV átekur sær at
bera so í bandi, at vatn-
steðan í Eiðisvatni aftaná
útbyggingina broytist
minst meguligt.
3. Lendið við Argisá verð-
ur ikki sett undir vatn fyrr
enn fornfreðiligar rann-
sóknir eru gjerdar. SEV
ber kostnaðin av hesum
rannsóknum.
4. Álagt verður SEV at
skapa nýggjar gýtingar-
meguleikar fyri vatnasil-
ini í Eiðisvatni í samráð
við Fiskirannsóknarstov -
una og Feroya Sílaveiðu-
felag. Møguligar ósemjur
verða at avgera av friðing-
arnevndini fyri Eysturoy-
ar sýslu við kærurætti til
yvirfriðingarnevndina, ið
hevur endaligu avgerðina.
5. Álagt verður SEV, um
tað vísir seg, at gytingar-
møguleikar hjá sjósílum í
Trogará fara fyri skeyti,
at gera tiltek til at beta
um hetta í samráð við
Fiskirannsóknarstovuna
og Feroya Sílaveiðufelag.
Meguligar ósemjur verða
at avgera av friðingar-
nevndini fyri Eysturoyar
sýslu við kærurætti til yv-
irfriðingarnevndina, ið
hevur endaligu avgerðina.
6. Álagt verður SEV at
syrgja fyri at Stórá í
Funningi framyvir fær
eina hóskandi vatnfering
sambært reglum, sum
verða ásettar av friðingar-
myndugleikunum.
7. Um kortini gytingar-
meguleikarnir hjá sjósíl-
um í Stórá % Funningi
fara fyri skeyti er sama
galdandi sum fyri Trogar-
á.
8. Álagt verður SEV at
bera kostnaðin av fram-
haldandi lívfreðiligum
kanningum av Funnings-
firði.
J. Andreassen
Janus Kamban
Jóannes Rasmussen
Arne Thorsteinsson
Rólant Lenvig