Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Okkara Ol-telvarar og útlendskir tittul- haldarar fara í døg- unum 12.- 16. okto- ber at telva eina lukk- aða IM-kapping á Hotel Norð á Viðar- eiði. Ein sera góð upphiting hjá før- oysku telvararunum nú tað stundar móti Talvolympiaduni TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Leingi hevur tað ligið í luftini, men ikki fyrr enn viku síðani bleiv greitt at kappingin verður veruleiki. Talvsamband Føroyar við Rana Nolsøe á odda, hevur saman við dananum Mogens Nielsen arbeitt við hesari ætlan síðani mið- skeiðis í summar. Mogens hevur sum altjóða talvdóm- ari góðar kontaktir, og er altíð íðin at arbeiða fyri før- oyskari telving at frama. Tíverri liggur ikki fyri hjá OL-telvarunum IM John Rødgaard og Martin Poulsen at luttaka. Tí bleiv Ólavur Simonsen boðin við, samstundis sum annar IM´ari skuldi finnast. Hesin kemur úr Týsklandi. Tað eru serligar lógir galdandi fyri tílíkum lukk- aðum IM-kappingum. Eitt nú skulu eitt ávist tal av IM´arum luttaka, eins og fýra ymiskir nationalitetir eiga at verða umboðaðir. Eisini skal miðalratingin liggja á ávísum høgum støði. Kappingin á Viðar- eiði uppfyllur øll hesi krøv. Seks stig gevur IM- norm Kappingin er ein sokallað Kategori IV (miðalratingin er 2330) kapping, sum merkir at seks stig av teim- um níggju møguligum gev- ur IM-norm. Allir fimm føroysku telvararnir kenna seg hava ein møguleika til tess, og tað kunnu vit eitt nú takka John Arna Nilssen og Flóvin Tór Næs fyri, sum í summar prógvaðu at tað ber til at ogna sær normar. Tann mentali múr- urin sum leingi hevur forð- að okkum, er brotin. Torført verður tað ivaleyst hjá okk- ara monnum, men als ikki ógjørligt. Leygardagin 12. oktober verður fyrsta umfar leikt, og síðani verða tvey talv leikt um dagin næstu fýra dagarnar. Hetta letur seg gera við nýggju FIDE-tíð- ini, áljóðandi 1,5 tíma til alt talvið + 30 sekundir eyka fær ein fyri hvønn leik ein flytir. FIDE-tíðin verður somuleiðis nýtt í Talv- olympiaduni, 26.okt. – 10. nov. Meira verður at frætta um kappingina á www.faroechess.com. Undir kappingini verður heimasíðan regluliga dag- førd við tíðindum, talvum osv. EM fyri unglingar Sum einasti føroyingur lut- tekur Martin Poulsen í EM fyri unglingar, sum verður leikt í Spania. Martin telvar í bólkinum fyri dreingir 18 ár og yngri, og væl hevur gingist. Hann hevur hálvt- fjórða stig av sjey møgulig- um, har mótstøðan hevur ligið um 2370 – 2270. Níggju umfør verða telvað. Jákup Mikkelsen heldur, at tað hevði verið rætt at goymt umfør í landskapp- ingini inntil lands- dystirnir vóru spæld- ir, og fleiri venjarar eru av tí áskoðan, at tað hevði verið betri at spælt fótbólt um heystið enn um várið LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Í morgin fer fótbóltslands- liðið av landinum. Setning- urin er stórur. Leygardagin skulu teir spæla í Litavia, og mikudagin í komandi viku fara teir at standa andlit til andlit við týsku varaheimsmeistararnar. – Hetta er spennandi, men eg kvígi fyri, um vit vera so væl fyri, sum vit kundu havt verið. Tað er annar av málverj- unum, Jákup Mikkelsen, sum sigur hetta, og hann út- greinar sítt sjónarmið so- leiðis: – Mínar royndir eru, at spælararnir eru ikki so væl tunaðir inn á landsdystirn- ar, sum eru á skránni eftir kappingarlok í Føroyum, sum teir eru til dystirnar, ið eru á skránni, meðan lands- kappingin framvegis er á skránni. Tá vit vóru saman til dystin ímóti Skotlandi, vóru spælararnir heilt væl fyri. Tað noyddust teir at vera, tí avgerandi umfør í landskappingini stóðu fyri framman. Leygardagin var síðsta umfarið á skránni í landskappingini. Spælar- arnir eiga at vera væl fyri kropsliga, og eg ivist ikki í, at teir eru tað. Trupulleikin er, at teir sinniliga eru meiri ella minni úrkoblaðir. Spenningurin um gull og Europa Cup er útloystur, fleiri vóru í veitslu leygar- kvøldið, og eg veit ikki, um teir hava runnið mánadagin og týsdagin, áðrenn teir í morgin fara avstað við landsliðnum. Men ger hetta so nógv, tá teir hava vant síðani í januar? – Tað ger ikki so nógv, men tað skal so lítið til. Um vit ikki eru hundrað prosent á toppinum, so gongur tað útyvir heildina, og so fáa vit sovorðin úrslit, sum vit eitt nú fingu í Sveis, tá kappingin var liðug. Í Noregi spæla teir álmanakkakapping, akkurát sum tað verður gjørt í Før- oyum. Har eru tvey umfør eftir av hesum kappingar- árinum. Tey verða spæld, tá spælararnir koma aftur frá landsdystunum, sum eru á skránni leygardagin og annan mikudag. – Hetta ger, at teir eru hundrað prosent tunaðir inn á landsliðsuppgávurnar. Teir hava ikki sinniliga koblað úr, og tað sást aftur, heldur Jákup Mikkelsen. Eiga at umhugsa broytingar Í KÍ leikskránni undan heimadystinum ímóti GÍ segði royndasti føroyski venjarin, Johan Nielsen, at hann var av tí áskoðan, at føroyska fótbóltsárið átti at verið forskotið, soleiðis at tað varð farið undir fótbólt- in seinni enn nú, og at tað varð hildið fram longri út á heystið. Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ og hjálpar- venjari á landsliðnum síð- ani 1996 er samdur í hesum sjónarmiðnum: – Vit fara undir venjing- arnar í januar, og fyrsta um- farið í landskappingini er á skránni fyrst í mai. Tað er nóg mikið við fyrireiking- um í 6–8 vikur. Steypa- kappingin eigur at vera á skránni, men hon verður altíð órógvað av kava og illveðri. Hvat skal so gerast? – Tað hevði verið vert at umhugsað sjónarmiðið hjá Johan Nielsen. Kvígur tú fyri, at lands- liðsspælararnir ikki eru nóg væl fyri? – Tað eiga teir ikki at vera. Teir hava nógvar royndir og vita, hvat tað snýr seg um, tí longu tá teir fóru undir fyrireikingarnar til nýggja árið, vistu teir, nær fótbóltsárið fór at verða liðugt. Tá vistu landsliðsspælararnir, sum framvegis nógvir eru teir somu, a tteir skuldu spæla í Litavia og Týsklandi fyrst í oktober Men vandin fyri tí, sum Jákup Mikkelsen sig ur, er alla tíðina har. Hann er ikki vorðin minni eftir at alt fleiri spælarar á lands- liðnum eru úr føroysku kappingini og ikki úr útlendsku kappingunum, sum teir vóru tað fyri nøkrum heilt fáum árum síðani, sigur Jógvan Martin Olsen at enda. Vandi fyri at landsliðið koblar úr – Mínar royndir eru, at spælararnir eru ikki so væl tunaðir inn á landsdystirnar, sum eru á skránni eftir kappingarlok í Føroyum, sum teir eru til dystirnar, ið eru á skránni, meðan landskappingin framvegis er á skránni, sigur Jákup Mikkelsen millum annað undan komandi landsliðsferðini IM-kapping á Viðareiði Luttakarar IM Kim Pilgaard DEN 2432 IM Jörg Blauert GER 2418 IM Björn Ahlander SWE 2393 FM John Arni Nilssen FAI 2385 IM Ole Jakobsen DEN 2381 FM Jørn Sloth DEN 2340 FM Heini Olsen FAI 2248 Olavur Simonsen FAI 2239 Eyðun Nolsøe FAI 2236 Hans Kr.Simonsen FAI 2231 (FM tittulin stendur fyri FIDE-meistari, telvarar yvir 2300) Nr. 192 - 8. oktober 2002 21 Við sigrinum fingu gøtumenn vissu um, at teir næsta ár spæla við í InterToto Cup- kappingini, og við ósigrinum mugu sundalagsmenn bíða eftir tveimum dystum móti sandoyingum, áðrenn lagnan í 1. deild er avgjørd FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tað, sum í longri tíð hevur sæð út sum yvirlivilsi hjá EB/Streymi, fekk leygar- dagin eitt skot fyri bógvin, tí á evsta leikdegnum í hesum kappingarárinum duttu sundalagsmenn niður um strikuna á stigatalvuni. Av tí at Skála óvæntað vann sín dyst á Toftum móti B68, samstundis sum EB/ Streymur mátti lúta fyri GÍ, ið hevði sín europeiska kjans at spæla fyri, verður tað EB/Streymur, ið skal spæla upp- og niðurflyt- ingardyst móti B71, sum bleiv næstfremst í 2. deild. Uttan iva er hetta ein strika í rokningini hjá teim- um av sundalagsmonnum, ið høvdu trúð, at teir langt um leingi kundu fara í vetrarfrí frá øllum fótbólti. Samstundis sum dysturin á Eiðismøl leygardagin gjørdist eitt lítið afturstig fyri heimaliðið, fegnaðust gestirnir úr Gøtu sjálvandi stórliga um sigurin, ið gav GÍ vælumtókta fjórða- plássið. Sigurin tryggjaði GÍ pláss í InterToto Cup-kapp- ingini, og verður hetta níggjunda ferðin, at GÍ skal royna seg sum føroyskt umboð uttan fyri landodd- arnar í europeisku kapping- unum. Trýst á báðum pørtum Jú, sanniliga vóru fyritreyt- irnar ymsar undan dystin- um á Eiðismøl leygardagin, tá EB/Streymur í síðsta landskappingarumfarinum á hesum sinni tók móti GÍ. Heimaliðið, sum saknaði karantenurakta Sorin Anghel og skadda Ronnie Samuelsen, legði bragdliga fyri, tí umráðandi var at fáa stig í dystinum — og helst øll trý. Men somu treytir lógu á Europa-svongu gestunum, ið komu til Eiðis uttan Magna Jarnskor og Suna Olsen, ið báðir høvdu karantenu. Sum tað leið út á fyrra hálvleik, var tað GÍ, sum hevði bóltin meira. Trýstið gav eitt nú nøkur horna- spørk, uttan at kortini teir stóru málmøguleikarnir spurdust burtur úr yvir- vágini. Men tá 24 minuttir vóru farnir, fekk GÍ løn fyri stríðið. Í samanspæli við Krzystof Popczynski eydn- aðist Sámali Joensen at sleppa ígjøgnum og skora, og so var 1-0 til GÍ. Í seinni hálvleiki helt GÍ- trýstið fram, men mest við hálvum kjansum. Hesa løtuna var sterkasta vápnið hjá EB/Streymi at fara í mótálop, men heldur ikki við nóg stórum broddi. Hinvegin vóru sunda- lagsmenn ikki seinir at taka av, tá teir umsíður fingu sín møguleika at koma innaftur í dystin. Hetta var eitt gott korter fyri tíð, tá EB/ Streymur fekk fríspark beint uttan fyri brotsteigin hjá GÍ, eitt sindur úti í høgru síðu. Í staðin fyri at skjóta innfyri, setti Eyðfinn Joen- sen vinstra fót undir bóltin, fekk hann upp um verju- múrin hjá GÍ og niðuraftur heilt úti í handara málkróki, uttan at Hallur Hansen fekk vart fyri, og so var javn- leikur 1-1. GÍ kundi vunnið meira Síðstu løtuna royndi heima- liðið at fáa eitt mál aftrat, men tað eydnaðist ikki. Hinvegin fekk GÍ bæði eitt mál aftrat og gyltan møgu- leika at vinna sannførandi. Einir átta minuttir vóru eftir at spæla, tá verjan hjá EB/Streymi royndi at rudda bóltin burtur eftir eitt GÍ- álop. Men bólturin endaði hjá Súna Fríða Johannesen, sum royndi seg móti málinum og var so heppin at raka ein mótspælara á vegnum, so bólturin broytti kós og snýtti Gunnar á Steig í málinum hjá EB/ Streymi. So var 2-1 til GÍ. Tað kundi enntá blivið 3- 1 til GÍ, sum fekk brots- spark í síðstu løtuni, tá Krzystof Popczynski bleiv togaður niður. Sundalags- menn vildu vera við, at hann frammanundan hevði verið rangstaddur, og Gunnar á Steig læt seg heldur ikki snýta tvær ferðir, men bjargaði skotin- um frá Sámali Joensen, so dysturin endaði 2-1. Sum longu nevnt, merkti sigurin InterToto Cup- atgongumerki til GÍ næsta ár, meðan EB/Streymur noyðist at spæla tveir dystir móti B71, áðrenn greitt er, hvat av teimum báðum liðunum verður í 1. deild næsta ár. Ikki er endaliga avgjørt, nær hesir báðir upp- og niðurflytingardystirnir verða spældir. Kanska endar tað við, at báðir verða spældir mitt í viku heldur enn tveir leygar- dagar, nú fjallboð møguliga eru eftir fleiri av væl vandu spælarunum… Dysturin í tølum EB/Streymur-GÍ 1-2 (0-1) 0-1: Sámal Joensen, 24. 1-1: Eyðfinn Joensen, 72. 1-2: Súni Fríði Johannesen, 82. Dómari: Palli Augustinus- sen EB/Streymur: Gunnar á Steig — Hallur Jacobsen, Andrzej Pacek, Christian Carlsson, Eyðfinn Joensen — Teitur Joensen, Bárður Olsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen — Jón Sigurð Gleðisheygg GÍ: Hallur Hansen — Leivur Hansen, Bartal Eliasen, Høgni Madsen — Hans Pauli Petersen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik, Jóan Petur Olsen, Bárður á Lakjuni — Súni Fríði Jo- hannesen, Krzystof Pop czynski Sólbjørn Thomsen er nýggjur formað- ur í HB-stuðlum, og enn hevur tað so bara gingið sum eft- ir ánni hjá honum STUÐLAR Jákup Mørk Tað var vorin sum byrj- an, sum nýggi formað- urin í HB-stuðlum, Sól- bjørn Thomsen, fekk í nýggja sessinum. Fyrsta dystin undir hansara leiðslu kundu stuðlarnir fegnast um meistara- skapin, og sunnudagin skipaði hann so fyri fyrstu ferðini, tá HB skuldi til Tvøroyri eftir gullinum. Fellur lætt Umborð á bátinum fingu vit orðið á Sólbjørn, meðan hann gekk og savnaði inn pening frá teimum, sum høvdu teknað seg til ferð og døgurða, og tó at hann hevði úr at gera, so hevði hann eisini stundir til eitt stutt prát. Spurdur, um tað ikki kundi vera nóg so stríggið at vera formaður í einum slíkum áhuga- felag, segði hann, at tað helt hann ikki. Í øllum førum ikki ein slíkand dag. - Tá tað gongst somik- ið væl, so so fellur tað altíð lætt at gera tingini, so tað er als ikki nakað, sum eg hugsi um. Eg geri tað bara, helt hann fyri. Tað verður kanska nógv at takast við onkuntíð, men ein slíkan dag er tað so eingin trupulleiki. Sum navnið á felag- num sigur, so hava HB- stuðlarnir til endamáls at stuðla HB. Áhugabólk- urin er fullkomuliga óheftur av bóltfelagnum, men hinvegin royna teir so á ymsan hátt at stuðla bæði felagnum og leik- arum. - Tað er so nógv, sum vit stuðla við. Eitt nú plaga vit at lata nakað, tá yngru liðini fara av land- inum í fótbóltsørindum, men eisini í aðrar mátar royna vit at vera til hjálpar. Eitt nú hava vit stuðlað, tá ungir HB- leikarar eru farnir uttan- lands í útbúgvingarørind- um, og sjálvandi er hetta nakað, sum vit vóna fer at koma felagnum til góðar. Og at felagið hevur nógv tiltøk, til tess at fáa pengar til vega, tykist lítil ivi vera um. - Ja, vit royna at gera eitt sindur av hvørjum. Bingo og neytmykju- kapping hava verið fastir táttir seinnu árini, og í vetur fara vit ætlandi eisini at hava sjavs- kappingar, og í november fara vit so at hava størsta tiltakið, sum stuðlarnir nakran tíð hava havt, men akkurát hvat tað verður, farið eg ikki at siga her, sigur nýggi formaðurin at enda. Beinleiðis eftir gullinum EB/Streymur-GÍ 1-2 (0-1): Vissa og óvissa á Mølini Gøtumenn tryggjaðu sær sína 11. europeisku luttøku, tá teir vunnu á Mølini, og EB/Streymur skal brádliga fyrireika seg til at spæla um rættin til fótbólt í bestu deildini Tá tað gongst liðnum somikið lætt, er lætt at stuðla, og Sólbjørn Thomsen var eisini í góðum lag, meðan hann gekk og kravdi pengar inn á suðuroyarferðini hjá HB- stuðlunum Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 192 - 8. oktober 2002 C M Y K 20