týsdagur 8. oktober 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2002
23
Eisini hóast Lars við arma-
geipan royndi at greiða frá,
at bólturin altso hevði rakt
seg á høvdið.
Eftirfylgjandi frísparkið
smekkaði Nocko Jokovic
móti málinum, og millum
vinir og fíggindar eydnaðist
Hans á Lag at seta innaru
síðuna á, so javnleikur var
støðan, tá farið varð til
hálvleiks.
Í seinna hálvleiki var
gongdin á leið hin sama. Í
øllum førum var ilt at
síggja, at meistaraliðið
vóru ein í yvirtali, men
innan tveir minuttir fingu
teir so avgjørt alt. Fyrst
kom Jón Rói at standa væl
fyri, tá bólturin varð sendur
inn, og minuttin eftir sýndi
Jokovic gott máltev, tá hann
við ryggingum móti mál-
inum bankaði bóltin upp
undir tværtræið.
Við trimum málum hevði
HB tryggjað sær sigurin, og
at Óli Johannesen nakað
seinni minkaði um munin,
munaði lítið í so máta. HB
leikararnir at kalla bara
bíðaðu eftir seinasta bríksl-
inum, og tá hetta var farið,
tustu viðhaldsfólkini inn á
vøllin, har steyp og heið-
urskrónur skuldu handast
meistarunum, meðan TB í
sínum seinasta dysti í bestu
deildini á hesum sinni bara
mátti ásanna, at teir vóru ov
stuttir í ár.
Men tað var nú ikki tað,
sum sunnudagurin snúi seg
um. Hetta var dagurin
hja´HB, og sum myndirnar
sýna, so skuldi dagurin
eisini haldast.
Dysturin í tølum
TB-HB 2-3 (1-1):
1-0: Alexander Rodosav-
ljevic, 6
1-1: Hans á Lag, 45
1-2: Jón Rói Jacobsen, 58
1-3: Nocko Jokovic, 59
2-3: Óli Johannesen, 71
Dómari: Birgir Sondum.
TB: Lars Müller – Milan
Cimburovic, Óli Johanne-
sen, Vladimir Matisevic –
Bárður Dimon, Dan Mort-
ensen, Olivur Abrahamsen,
Einar Petersen, Mortan
Enni
–
Alexander
Radosavljevic, Kaj Roest
HB: Pól Næs Joensen –
Jóhannis Joensen Jón Rói
Jacobsen, Jan C. Dam,
Hans á Lag – Tór Ingar
Akselsen, Hallur Daniel-
sen, Rúni Nolsøe, Rógvi
Jacobsen – Nocko Jokovic,
Andrew av Fløtum
HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe hevur verið ein sjálvsagdur týðandi liður á HB liðnum í ár, og tað
var sjálvsagt, at hann skuldi taka ímóti steypinum
Fótbóltsbossurin, Dánjal Andreasen, var komin suður at handa steyp og heiðursmerki. Her er
tað Eyðun Samuelsen, sum fær sítt gullmerki
Á Vaglinum í Havn varð skipað fyri móttøku, og hóast Jan Christiansen hevðí ilt við at frambera rætta navnið á HB-
toppskjúttanum, so mundu teir reyð/svørtu vera fegnir um heiðurin, sum býráðið soleiðis sýndi teimum
Veðrið var av tí allar besta allan dagin, og tí vóru tað hópur av fólki, sum var farin við Smyri,
tá meistaraskapurin skuldi staðfestast, og sum vera man, so var lagið av tí besta, tá
strandfaraskipið legði at við molan
23
22
Nr. 192 - 8. oktober 2002
HB sýndi einki meist-
araspæl, tá teir í sein-
asta dystinum vitjaðu
TB, men tað mundu
teir leggja vertin á.
Teir vóru komnir
suður eftir gullinum,
og hetta fingu teir
eisini, tá dysturin var
blástur av
MEISTARAR
orð: Jákup Mørk
myndir: Álvur Haraldsen
Gaggurnar høvdu fingið
traditionellu gull-lakering-
ina, og hárið á ymsu leik-
arunum var litað bæði reytt
og svart. Sjálvt brøkurnar
vóru eisini skiftar, tá HB
vitjaði á Sevmýru á sein-
asta leikdegi.
Gyltu litirnir boðaðu
sjálvandi frá, at her kom
meistaraliðið, men tá alt
kom til alt, so var tað so
sum so við meistaraspælin-
um. Stutt sagt, so megnaði
HB ongan tíð at vísa,
akkurát hví teir gjørdust
meistarar, men tað mundu
hvørki leikarar ella mongu
viðhaldsfólkini
leggja
nakað sum helst í. HB vóru
meistarar, longu áðrenn teir
komu, og teir fóru eisini
avstað sum meistarar.
Einkisigandi dystur
Um dystin sjálvan kann í
stuttum sigast, at hann
gjørdist akkurát so tamur,
sum vandi er fyri, tá talan
um dyst, har einki av
liðunum hevur nakað at
spæla fyri.
Longu frá fyrsta bríksli
sást, at TB væl kundi spæla
við í uppgerðini, og tað
vórðu eisini teir, sum løgdu
seg á odda, tá Alexander
Radosavljevic við einum
branskotið av brotsteigar-
markinum høgdi bóltin upp
í hornið.
Ein skuldi kanska hildið,
at hetta var tað, sum skuldi
til, fyri at HB skuldi rakna
við, men soleiðis var tó
ongantíð.
Heldur gjørdust fyrstu trý
korterini ein long oyði-
markargongd. Fleiri ferðir
kom HB væl framvið, men
neyvleikin í seinastu send-
ingini restaði mest sum
hvørja ferð, og skuldi eitt
dómaramistak til, áðrenn
HB loksins fekk javnað.
Jan Dam dró niðan móti
miðjuni, áðrenn hann stakk
bóltin inn um til Jón Róa
Jacobsen, sum hevði runnið
seg leysan. Lars Müller
kom út ímóti, og tað
eydnaðist honum eisini at
blokera skotroyndini. Dóm-
arin metti tó, at Lars hevði
nýtt hondina at verja við,
og so var bara ein vegur.
TB-HB 2-3 (1-1):
Komu eftir gullinum
Skuldi nakar verið í iva, so
var talan um HB-dag á
Tvøroyri, og millum annað
hevði Janus M. Joensen nýtt
høvið til at fáa sær eina
heldur sjáldsama liting í
hárið
Gløsini vórðu funnin fram, og sjampanjan fleyt, tá dysturin var av, og so kundi HB av álvara feirað meistaraskapin
C
M
Y
K
22