Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2002 25 Skálamenn vístu leygardagin, at teir kunnu klára seg í 1. deild. Seinastu dyst- irnir í kappingini er Skála bara blivið betri, og á Toftum vunnu teir fult uppi- borið á einum B68- liði, sum týðiliga onki hevði at spæla fyri FÓTBÓLTUR Bjartur Nolsøe Fyritreytirnar hjá báðum liðunum á Toftum leygar- dagin vóru ymiskar. B68 hevði sum so onki at spæla fyri, og tað kom eisini at merkja avrikið hjá teimum. Skála hevði plássið í deildini at stríðast fyri, og tað var eisini Skála sum myndaði stóran part av dystinum. Spælið gekk væl, og ágrýtnir vóru skála- menn sum sjáldan sæð. Skála stríddist Fyrstu løtuna kom Skála fram til fleiri hornaspørk, og ein stóran møguleika bleiv tað eisini til, tá mál- maðurin hjá B68 bjargaði royndini frá Hanus Thor- leifsson. B68 hevði lítið og onki at bjóðað, og tí var tað onki løgið at Skála kom á odda tá fyrri hálvleikur var hálv- runnin. Eftir enn eitt horna- spark, kom bólturin út til Sandru sum skeyt, mál- maðurin hjá B68 bjargaði, men bólturin stakk út til ein skálamann sum spældi Paula Hansen frían og so var 1-0. Eftir tað góðu byrjanina, var tað líka sum at Skála slakaði eitt sindur. Tað við- førdi so at B68 kom longur fram á vøllin, og longu 10 minuttir eftir málið hjá Skála javnaði Anders Ny- gaard, tá hann við einum góðum skoti plaseraði bólt- in við síðuna av málmann- inum. Hetta málið setti ferð á B68, og restina av hálvleik- inum stóðu toftamenn fyri tí sum hendi. Øssur Jacobsen sum kom inn fyri Øssur Hansen, mundi lagt B68 á odda beint eftir útjavnandi málið. Beint sum ein hevði var- hugan av, at B68 var við at seta seg á dystin fór Skála í mótálop. Hetta endaði við at Hanus Thorleifsson bleiv feldur og dómarin dømdi brotsspark. Ronnie Hansen setti hetta trygt í málið og so var Skála aftur á sigurs- kós. Og tað skuldi blíva enn betri. Sum í fyrra hálvleiki, løgdu skálamenn betri út í seinna hálvleiki og longu í 10 minutti høvdu teir bóltin í málinum. Hetta bleiv tó ikki viðurkent, tí ein skála- leikari hevði verið rang- staddur. Fáar minuttir seinni eydnaðist at skora. Hesuferð bleiv Gigi sendur avstað í høgru síðu, hann trekti við bóltinum inn í brotsteigin, spældi lands- mannin Sandru frían og hann skoraði til 3-1. Hildu fast Skála hevði nú eina tvey- málsleiðslu, og tí var um- ráðandi at halda fast. Skála trekti seg aftur á vøllin og stríddist manniliga, so at B68 ikki kom til málmøgu- leikar. Og hetta eydnaðist eisini eina góða løtu. Men tá hálvur tími var farin av seinna hálvleiki, var verjan hjá Skála ikki nóg nærløgd. John Heri Dam sendi ein góðan bólt innfyri, og har kundi Anders Nygaard seta høvdið á bóltin so hesin fór í mál til 2-3. Nú var bert eitt korter eftir og nú kundi Skála veruliga leggja dent á verjupartin. Vart bleiv eis- ini av øllum alvi, og B68 fekk samstundis nakað av sínum góða spælið fram. Og tað leikaði eisini hart á frammanfyri skálamálin- um, men inn fór bólturin ikki. Í hinum endanum fekk Skála nøkur mótálop, sum teir áttu at fingið meira burturúr. Men mál komu ikki fleiri, og tískil endaði dysturin við sigri til Skála uppá 3-2. Tá so EB/Streymur sam- stundis tapti, kom sigurin serliga væl við og tað verð- ur nú EB/Streymur og ikki Skála, sum skal spæla um seinasta plássið í 1. deild. Dysturin í tølum: B68-Skála 2-3(1-2) 0-1: Pauli Hansen 1-1: Anders Nygaard 1-2: Ronnie Hansen br 1-3: Alexandru Gabor 2-3: Anders Nygaard B68: Michal Kokoszanek - Jann Ingi Petersen, »Marlon« Jorge, John Heri Dam, Øssur Hansen, Anders Nygaard, Fróði Benjaminsen, Arnold Joensen, Bogi Petersen, Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen Skála: Eugen Voda - Pauli Poulsen, Bent Djurhuus, Kári Nielsen, Hanus Thor- leifsson, Jonhard Frederiksberg, Gheorghe Callo, Áki Petersen, Pauli Hansen, Ronni Hansen, Alexandru Gabor. Týski landsliðs- venjarin, Rudi Völler, hevur boðað frá, hvørjar 22 leikarar hann hevur boðsent til venjingardystin móti Bosnia Herse- govina og til EM- undakappingardystin móti Føroyum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað eru ikki eiti á leikarar, sum Rudi Völler hevur sent boð eftir, nú Týskland skal spæla fyrsta heimadystin eftir HM-silvurið í summar. Uttan at taka munnin ov fullan ber helst til at stað- festa, at talan verður um dyggastu mótstøðuna í før- oysku fótbóltssøguni, har vit annars hava leikt móti so sterkum liðum sum eitt nú Jugoslavia, Spania og Rumenia. Flestu av leikarunum úr dagsins týska landsliði koma úr stórfeløgunum Dortmund, Bayern Münc- hen og Leverkusen, og er talan soleiðis um leikarar, sum fyri ein stóran part hava verið við til at mynda oddin í europeiskum fót- bólti seinnu árini. Kanska eingin teirra meira enn málverjin, Oliver Kahn, sum av mongum verður sum heimsins besti, men Ballack. Hamann, Jeremies og Jancker eru so avgjørt eisini leikarar, sum før- oysku leikararnir hava allar góðar grundir at ansa eftir. Hópurin hjá Týsklandi sær soleiðis út: Málverjar Oliver Kahn, Bayern München, 53 dystir /0 mál Jens Lehmann, Borussia Dortmund,15/0 Verjuleikarar Arne Friedrich, Hertha Berlin, 1/0 Ingo Hertzsch, Hamburger SV, 2/0 Sebastian Kehl, Borussia Dortmund, 11/2 Christopher Metzelder, Borussia Dortmund, 15/0 Carsten Ramelow, Bayer 04 Leverkusen, 32/0 Marko Rehmer, Hertha Berlin, 28/4 Christian Wörns, Borussia Dortmund, 39/0 Miðvallarleikarar Michael Ballack, Bayern München, 30/11 Tim Borowski, Werder Bremen, 1/0 Fabian Ernst, Werder Bremen, 2/0 Torsten Frings, Borussia Dortmund, 16/2 Dietmar Hamann, Liverpool, 47/4 Jens Jeremies, Bayern München, 42/1 Bernd Schneider, Bayer 04 Leverkusen, 18/1 Álopsleikarar Gerald Asamoah, Schalke 04, 15/2 Paul Freier, Vfl Bochum, 2/0 Carsten Jancker, Udinese, 31/9 Miroslav Klose, Kaiserslautern, 21/3 Oliever Neuvillle, Bayer 04 Leverkusen, 37/4 Alexander Zickler, Bayern München, 11/2 B68-Skála 2-3 (1-2): Skála verður verandi í 1. deild Neyðugt varð við umdysti, tá B68 og NSÍ spældu seinna dystin um rættin at spæla í aðru deild komandi kappingarár UPP- /NIÐURFLYTING Jákup Mørk Tað var spenningur til tað seinasta, tá næst- bestu liðini hjá B68 og NSÍ leygardagin gjørdu av, hvør teirra skal spæla í ávíkavist aðru og triðju deild komandi kapping- arár. NSÍ vann fyrra dystin millum liðini 3-2, og tøl- ini vóru júst tey somu – tó hesaferð til B68 – tá 90 minuttir vóru leiktir á Toftum. Tí gjørdist tað neyð- ugt við umdysti, og her var B68 stinnara liðið. Kanska eisini tí NSÍ í vanligu leiktíðini hevði fingið mann riknan av vølli fyri hevndaratgerð, og sum um hetta ikki var nóg mikið, so fekk NSÍ enn ein mann riknan av vølli í longdu leiktíðini, soleiðis at teir bert vóru níggju mans á vøllinum seinastu minuttirnar. Við sigrinum hevur B68 soleiðis tryggjað sær rætt at spæla í aðru deild komandi kapping- arár, meðan NSÍ hinveg- in noyðist tungu gongd- ina í triðju deild. Dysturin í tølum: B68-NSÍ (1-0) 1-0: Ronnie Svalbard 2-0: Jón Dávur Højgaard 2-1: Jústines Hansen 2-2: Bjarki Danielsen 3-2: Alex 4-2: Jadar B68 í aðru deild Týski hópurin Sum vera man, so var frøin ófør á Skála-leikarunum, tá tað fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna 25 24 Nr. 192 - 8. oktober 2002 Føroyameistarar 2002. HB var stinnasta liðið í ár, og á Tvøroyri fingu teir eisini prógvið fyri hetta, tá teir vórðu krýndir meistarar Á høgra bakki hevur Hans á Lag havt sítt kanska besta kapp- ingarár nakran tíð, men sjálvur er hann mest fyri at geva lið- inum æruna fyri hetta MEISTARAR Jákup Mørk Í nógv ár hevur hann verið mettur sum ein harður og kontantur forstoppari, sum ikki tekur so nógv lut í framrættaða spælinum, men í ár hevur Hans á Lag lagt á annan bógv í so máta. Undan kappingini varð hann umskúlaður til bakk- plássið, og tó at mong hveptust við fyrstu tíðina, so hevur árið so dyggiliga prógvað, at Hans væl og virðiliga er førur fyri at spæla bakkur. Enntá ein rættiliga álopssinnaður av slagnum, og við sínum sjey málum gjørdist hann trið mest skorandi leikarin hjá HB í ár. Sjálvsálitið Sjálvur heldur Hans tó ikki, at nakar loynidómur liggur aftan fyri hetta. - Tað er nokk meira tað, at tá tað gongur væl hjá liðnum, so gongur eisini væl hjá einstøku leikarun- um. Í vár høvdu vit rætti- liga fitt av servenjing, har Ion royndi at skúla meg til bakk, og sum heild má eg bara siga, at eg havi trivist væl í hesum leiklutinum. - Og málini, ja tey koma bara. Tað er bara so, at tú fyrst hevur fingið hol á, so trýrt tú brádliga meira upp á tað heila. Í dag var tað kanska meira hepni, at eg stóð júst har, sum bólturin kom, men fyri at slíkt skal henda, so mást tú altso koma framvið, so hatta hevur alt nakað við sjálvsálitið at gera. Nocko Jokovic hevur drúgvar royndir sum yrkisleikari, men undan sunnudegnum hevði hann ongan tíð roynt at veri meistari MEISTARI Jákup Mørk Hóast hann hevur verið partur av danska oddastríð- num nakrar ferðir, so hevði Nocko Jokovic ongan tíð vunnið eitt meistaraheitið, tá hann tíðliga í heyst kom til Føroya. Tí var tað skilligt, at danski álopsmaðurin var fegin, nú meistaraheitið var komið til høldar. Eisini hóast hetta »bara« var í føroyskum fótbólti. - Tað sigur seg sjálvt, at eg eri fegin um hetta. Eitt meistaraheitið er jú tekin um, at tú hevur verið bestur í árinum, og tað skalt tú vera fegin um. Um egna leiklut sín vildi Nocko Jokovic ikki siga so øgiliga nógv. Heldur ikki hóast tað kanska fyrst og fremst vóru tey bæði málini hjá honum í Runavík, sum sló- ðaðu fyri meistaraheitinum. - Tað er nú ikki tað per- sónliga, sum tað snýr seg um. Tað er alt liðið, sum hevur gjørt eitt rimmar arbeiði, og sum áleypari kemur tað sjálvandi mær til góðar. Tað eru jú eisini aðrir, sum hava skorað mál, og tey eri eins fegin um sum míni egnu. Óviss framtíð At enda spurdui vit sjálv- andi Nocko Jokovic, hvørt hann hevur gjørt av, hvar fótbóltsframtíðin liggur, men hesum dugdi hann ikki at svara. - Tað vildi eg ótrúliga gjarna sagt tær, men trupul- leikin er bara, at eg veit tað ikki. Tað kann væl vera, at eg haldi fram her, men tú verður so ikki ríkur av at spæla fótbólt í Føroyum, so um eitt gott tilboð kemur aðra staðni frá, so má eg jú taka støðu til tað. Sum sagt, so veit eg als ikki í løtuni, hvar leiðin gongur, segði danski málslúkurin hjá HB at enda. Liðið hevur æruna Frá at vera typiskur miðverjuleikari, er Hans á Lag í ár umskúlaður til álopssinnaðan høgra bakk Mynd: Álvur Haraldsen Fyrsta gullið Tað er sjáldan, at Ingi Rasmussen hevur rópt eftir stóru yvirskriftunum, men í HB man eingin vera í iva um týdningin, sum hann hevur havt fyri felagið MEISTARI Jákup Mørk Tað eru annars tvey ár síð- ani, at Ingi Rasmussen boðaði frá, at nú gavst hann við fótbóltinum í fremstu føroysku røðini, men kortini hevur hann nakrar ferðirnar verið á vøllinum síðani hetta. Fyrst var tað í vánaliga árinum í fjør, at boð vóru eftir honum, soleiðis at hann aftur var í fremstu røð, og tó at talan ikki hevur verið um so nógvar dystir í ár, so hevur hann aftur verið har, tá tað hevur verið neyðugt, og á Tvør- oyri fekk hann eisini sein- asta hálva tíman á vøllin- um, soleiðis at hann kundi siga at rættiliga farvæl til viðhaldsfólkini, ella var tað eisini eitt farvæl? - Tað vil eg vóna. Sum tú sigur, so ætlaði eg at gev- ast fyri tveimum árum síðani, men tá tað so kortini hava verið boð eftir mær, so havi eg játtað. Nú skalt tú ongan tíð siga nakað heilt endaligt, men eg rokni við 99% vissu, at eg ikki spæli á fyrstu deild næsta ár, men hinvegin. Hava teir brúk fyri hjálp frá einum 34-35 ára goml- um manni, so kann tað vera, at eg kortini veri við. Ongar yvirskriftir At enda spurdu vit Inga, um tað ikki onkursvegna hevur kenst sum eitt lív í skugganum, nú hann í so nógv ár hevur leikt á besta liðnum hjá HB. Aloftast hevur tað í øllum førum verið so, at tað hava verið viðleikararir, sum hava fingið yvirskriftirnar, men hetta tykist á ongan hátt at nerva leikaran sjálvan. - Nei. Tað havi eg ongan tíð hugsað um. Viðleikarar og venjarar hava alla tíðina verið nøgdur um mítt avrik, og tað er tað, sum telur fyri mítt viðkomandi, sigur Ingi Rasmussen at enda. Striðsmaðurin, sum loksins tykist hava leikt sín seinasta dyst á besta HB- liðnum. Soldaturin Hava teir brúk fyri hjálp frá einum 34-35 ára gomlum manni, so kann tað vera, at eg kortini veri við, sigur Ingi, tá vit spyrja, um hetta var seinasti dystur hansara Mynd: Álvur Haraldsen - Tað sigur seg sjálvt, at eg eri fegin um hetta. Eitt meistara- heitið er jú tekin um, at tú hevur verið bestur í árinum, og tað skalt tú vera fegin um C M Y K 24