Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2002 27 Hóast kollfirðingar á nýggjum heimavølli gjørdu sítt besta, fingu teir ikki steðgað Neistanum, ið nú hevur fingið fult fyri sínar fyrstu tveir dystir og er á odda í manshondbóltinum HONDBÓLTUR-MENN Hilmar Jan Hansen So leingi kollfirðingar bíða eftir nýggju ítróttarhøllini í Kollafirði, hava teir heima- vøll í Hoyvíkshøllini, har teir sunnudagin í sínum fyrsta heimadysti tóku móti Neistanum. Tá avtornaði, vann Neist- in dystin við fýra málum. Í hálvleikinum vóru fimm mál á muni, men eitt skifti í seinna hálvleiki økti Neistin um munin heilt upp í níggju mál, so í veru- leikanum var sigurin ong- antíð hóttur. Verjuparturin hjá Neist- anum riggaði væl, og stóran part av dystinum lá illa fyri hjá KÍF-skjúttunum at sleppa framat. Men móti endanum ernaðust teir, og toppskjúttin Petur Martin Poulsen skoraði síðstu løt- una seks av teimum sjey málunum hjá kollfirðing- um. Í álopspartinum saknaði Neistin vanliga spælskip- aran Áka Mørk, ið ikki var við henda dystin, og eisini darvaði tað álopsspælinum hjá teimum bláu, at koll- firðingar í løtum mans- vardu Morgan Knezevic, ið bara fekk tvey av sínum seks málum av vinstra bakki. At munurin ikki gjørdist størri enn fýra mál, tá avtornaði, kunnu kollfirð- ingar takka hósvíkinginum í málinum fyri. Ta einu løtuna í seinna hálvleiki forðaði Óla Kristjan Djur- huus Neista-monnum í at skora upp á tríggjar 100 prosents kjansir, og í staðin fór KÍF í skjótt mótálop og skoraði. Í einar fimm minuttir var málið hjá KÍF hermetiskt afturlatið, og í hinum end- anum skoraðu kollfirðingar fimm ferðir á rað, so teir næstan komu innaftur í dystin. Hetta var kortini ikki nóg mikið, tí Neistin fótaði sær aftur og syrgdi fyri, at sigurin ongantíð av álvara kom í vanda. Men ein hvøkkur mundi tað kortini vera. Dysturin í tølum: KÍF-Neistin 23-27 (8-13) Málskjúttar: KÍF: Petur Martin Poulsen 11, Vagnur Johannesen 3 (2), Jákup Dam 2, Regin Petersen 2, Hallur Hansen 1, Eddie Joensen 1, Finn Heri Johannesen 1, Jón- álvur Johannesen 1, Krist- ian Madsen 1 Neistin: Morgan Knezevic 6 (4), Dia Midjord 6, Helgi K. Justinussen 5, Kári Mortensen 4, Helgi Mich- elsen 3, Birgir Kass 1, Jón Ludvig 1, Ragnar Stakk- sund 1 Brotskøst: KÍF 3, Neistin 4 Útvísingar: KÍF 3, Neistin 1 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Ragnar Simon- sen Kyndil sýndi sunnu- dagin, at tapið fyri Neistanum var ein kiksari, og avrikið móti StÍF sýndi, at teir grønu nú aftur eru um at finna rætta lagið HONDBÓLTUR-MENN Jákup Mørk Tað var vorðið sum byrjan, ið Kyndil fekk, tá teir fyri viku síðani taptu fyri grannunum úr Neistanum. Árið í ár skuldi ætlandi nýtast at vinna seg upp aftur á ovastu røkurnar í føroyskum manshondbólti, men tapið Neistanum gav í øllum førum eina dyggiliga áminning um, at tingini ikki koma av sær sjálvum. Mótstøðuliðið hesa ferð var StÍF, sum seinastu tvey árini hevur vunnið steypa- kappingina. Júst dystirnir millum StÍF og Kyndil hava ofta verið sera undirhald- andi, tí ofta síggja vit her tvey lið, sum leggja dentin á kvikan álopshondbólt. Løgdu nógv fyri Tað var skjótt greitt, at leik- ararnir hjá Kyndli í øllum førum høvdu lært av sein- asta dystinum. Frá fyrsta bríksli sást, at menn vóru veruliga tendraðir. Eingin bóltur varð givin burtur uttan víðari, og tó at strand- ingar eisini fylgdu væl við, so var tað sum um, at Kyndil spakuliga vann sær eina yvirvág. Tað gjørdi góðan mun, at Finnur Hansson nú eisini er við á grøna liðnum. Ikki minst tí skothóttanin frá honum í stóran mun av- lastar Jacob Jónsson, og á høgra bakki gav Hanus Jensen í løtum dømi um, hví hann fyri 10 árum síð- ani varð mettur sum eitt hitt størsta talentið í føroyskum hondbólti. Skaðar gjørdu sítt til, at hetta ongan tíð varð gagnnýtt til fulnar, men kann hann spakuliga byggja víðari á tað, sum hann sýndi sunnudagin, er einki at ivast í, at Kyndil her hevur funnið ein av gimsteinum sínum aftur. Jóhan steðgaði StÍF Sum sagt, so var tað skjótt soleiðis, at Kyndil vann sær eina lítla yvirvág, men strandingar sleptu ongan tíð takinum. Eitt stutt skifti í fyrra hálvleiki var munurin fýra mál, men hetta minkað skjótt, og mest sum alla tíðina vóru bara eini tvey mál á muni. Í løtunum eftir stegðin tóktist tað tó so, at strand- ingar høvdu hug at svara aftur. Eftir lítlari løtu høvdu teir vunnið seg fram um heimaliðið, og eina góða løtu fylgdust liðini, soleiðis at tað annað hvørt var eitt mál á muni ella javnleikur. Ferðin á spælinum hjá strandingum var øgilig hesa løtuna, og fleiri ferðir spældu teir seg púrasta leysar, men óluku tíð fyri teir hevur Kyndil í Johan Danielsen ein av bestu málverjunum í landinum, og hann sýndi sannan landsliðsklassa hesa løtuna, soleiðis at Kyndil ikki dragnaði afturúr. Seinastu tíggju minutt- irnar var tað tó Kyndil, sum sýndi, at stirðil er í leik- arunum á liðnum. Við fýra málum á rað løgdu teir sjógv niður til StÍF, og so var alt í roynd og veru avgjørt. Strandingar royndu í seinastu álopunum at gera skjótt av, men tað hjálpti lítið, og fagnaðurin á teim- um grønu var tí stórur, tá seinasta floytið ljóðaði úr hallarklokkuni. Eisini hóast teir beint áðrenn hetta høvdu fingið eitt óneyðugt reytt kort, tá Hanus Jensen í rennidyst við Arthur kom at traðka á skógvin hjá hes- um, soleiðis at báðir leik- ararnir fóru bóltandi eftir vøllinum. Spennandi lið Sigurin hjá Kyndli inniber sjálvandi fyrst og fremst, at teir nú eru við aftur í kapp- ingini. Kanska er enn ov stutt fráliðið til at siga, hvussu drúgvir kyndlarnir verða í ár, men í øllum førum vildi tað verið ein keðilig støða, um teir høvdu staðið við ongum stigi eftir tveir dystir. Liðið tykist í ár hava eina sera spennandi samanset- ing við fleiri profilum, sum kunnu taka ábyrgd á seg, og at breiddin eisini tykist vera góð, er sessurin hjá Høgna Klein á beinkinum í øllum førum eitt gott dømi um. Hóast tapið, so eigur eingin enn at avskriva strandingarnar í heiðurs- merkjastríðnum, og tað er helst heldur ikki nakar, sum hevur. Traditionelt er tað soleiðis hjá StÍF, at úrtøkan er betri í seinnu kapping- arhálvu, so í so máta er talan meira um upphiting nú í grundspælinum. Liði hjá teimum hevur aftur í ár tilgongd av nøkr- um spennandi ungum leik- arum, og saman við sterku stammuni, sum liðið hevur, fara teir heilt víst at geva hinum liðunum í deildini ein skarpan gang, og so er tað eisini tað, at strand- ingarnir altíð eru til reiðar, tá veruliga stóru uppgáv- urnar standa fyri framman, so hvør veit. Kanska verður talan um eitt steypa- hattrick í ár. Dysturin í tølum Kyndil-StÍF 31-27 (16-15) Málskjúttar: Kyndil: Jacob Jónsson 9, Finnur Hansson 9(2), Han- us Jensen 6, Hans Áki Dal- Christiansen 3, Rúni Mohr 1, Janus Einar Sørensen 1, Høgni Klein 1, Heini Bendtsen 1 StÍF: Costin Dumitrescu 10, Kristjan Petursson 3, Arthur Johansen 3(1), Sveinur Justinussen 3, Janus Trúgvason 3, Andre F. Danielsen 3, Jón Ras- mussen 2 Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 1 Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 4 Diskvalifikatión: Kyndil 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Kristian Johan- sen & Ingi Olsen. Tóktust til tíðir at hava ilt við at hava skil á spælinum KÍF-Neistin 23-27 (8-13) Neistin styrkir oddastøðuna Verjuparturin hjá Neistanum riggaði til tíðir sera væl, og sum tað sæst, so hevði venjarin ein sera aktivan leiklut í hesum Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-StÍF 31-27 (16-15): Nú var viljin við Artur Johansen og StÍF vóru partur av einum undirhaldandi dysti, men máttu at enda lúta fyri einum væl uppsettum Kyndils-liði Mynd: Álvur Haraldsen 27 26 Nr. 192 - 8. oktober 2002 Kyndilskvinnurnar smurdu StÍF av sunnudagin, og spælið bar boð um, at tær grønu hava lagt seinastu tvey árini langt aftur um bak HONDBÓLTUR- KVINNUR Jákup Mørk Kyndil hevur aftur eitt kvinnulið, sum tey í fe- lagnum kunnu vera errin av. Tað varð so dyggiliga stað- fest, tá tær hølvaðu StÍF av í næsta landskappingar- dystinum á árinum. Eftir tapið fyri Neistan- um í fyrsta dystinum, var tað av altavgerandi týdningi hjá Kyndli við einum sigri, soleiðis at krepputosið frá teimum báðum seinastu árunum kundi fáast burtur. StÍF hevði frí í fyrsta um- farinum, og tað var kanska ikki væntandi, at tær skuldu gera so øgiliga nógv við Kyndil, men hinvegin var kortini stórur spenningur um, hvussu liðið fór at standa seg, nú lokalu leik- ararnir høvdu eitt ára meira í royndum, umframt at fe- lagið eisini hevur fingið litaviska partin av Sóljuni, sum í fjør endaði niðast í deildini. Vengurnir avgjørdu Fyrstu løtuna av dystinum tóktist munurin millum liðini ikki at vera so øgiliga stórur. Kyndil royndi at halda breidd í sínum spæli, soleiðis at verjan hjá StÍF kundi opnast, og partvíst eydnaðist hetta eisini. Hin- vegin sýndi Asta Petrau- skiene, at tað ikki var av til- vild, at hon í fjør gjørdist besti málskjúttin, og fyrsta korterið helt hon mest sum einsamøll StÍF innni í dyst- inum. At enda gjørdist yvir- vágin hjá Kyndli tó eisini ov nógv fyri litaviska stór- skjúttan, og seinasta korter- ið undan steðginum stað- festu tær grønu so dyggi- liga, at tær so avgjørt ætl- aðu sær at vinna dystin. Áhaldandi tryggleikin í skotroyndunum av veing- ingum gjørdu sítt til, at StÍF verjan toygnaði nógv, og tá tær soleiðis royndu at halda sera væl uppløgdu Heidi Mariu Akselsen og Anniku Thomsen frá at skora, lat hetta upp fyri bakspæl- arunum hjá Kyndli. Og við nøvum sum Anniku Ljós- stein, Ann Hansen og Lotte Sørensen á mittastu pláss- unum, so er einki at siga til, at málini skolaðu inn aftan fyri hjálparsleysu Kristinu Griksaite. Í seinna hálvleiki var gongdin at kalla hin sama. Kyndil hevði mest sum einki mótspæl frá illa sperdu StÍF kvinnunum. Eisini verjupartin fingu tær grønu nú at rigga somikið væl, at hóttanin ofta varð avmarkað til skotroyndir útifrá, og í tær nógvu av hesum hevði Fríða Petersen fult tamarhald á. Eru uppi aftur Sum sagt, so bar dysturin sunnudagin helst boð um, at Kyndil nú veruliga er um at koma fyri seg, eftir tvey ár í niðaru hálvu av stiga- talvuni. Sum so er stamman í hópinum ikki so øgiliga nógv broytt, men tilgongd- in hjá liðnum í ár tykist hava tryggjað, at einstøku leikararnir ikki skulu taka ov stórt tak einsamallar, og ikki minst hevur tað týdn- ing, at bakspælararnir á lið- num nú eru fleiri í tali. Í so máta var tað tó ein dyggur smeitur, tá Annika Ljós- stein seint í dystinum traðk- aði somikið skeivt, at eitt festi í liðbandinum tók skaða, og noyðist Kyndil helst at vera hana fyriuttan komandi 5-6 vikurnar. Hjá StÍF so var dysturin um ikki annað ein styrkis- metan av, hvussu liðið er fyri, og í so máta kann helst staðfestast, at enn er nakað eftir upp á tindarnar. Tað er tó einki at ivast í, at liðið eins og í fjør hevur evni til at arga nøkur av teimum fremstu, men tá oddaliðini spæla somikið væl, sum Kyndil gjørdi sunnudagin, so er tó ikki so øgiliga nógv, sum hini kunnu gera. Dysturin í tølum Kyndil-StÍF 38-25 (18-12) Málskjúttar: Kyndil: Annika Thomsen 11, Lotte Sørensen 10(6), Heidi Maria Akselesen 6, Annika Ljósstein 4, Ileana Manolescu 3, Ann Hansen 2, Marjun Tróndarson 1, Jensia Petersen 1(1) StÍF: Asta Petrauskiene 11(4), Alina Olaru 7(2), Anna Maria Berthelsen 3, Ata Gregersen 2, Sunfríð B. Jacobsen 1, Anna B. Danielsen 1 Brostskøst: Kyndil 7, StÍF 6 Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 2 Dómarar úr Neistanum/ VÍF: Kristian Johansen & Ingi Olsen. Yvirhøvur var talan um ein rættiliga rein- an dyst, sum dómararnir bert skuldu fáa at glíða. Neistin megnaði ongantíð at leggja Stjørnuna ordiliga aftur um seg í dystin- um í Klaksvík, og móti endanum kom Stjørnan so væl við, at tað enntá eydnaðist at fara fram um Neistan, áðrenn javnleikurin varð tryggjaður í evstu løtu HONDBÓLTUR- KVINNUR Hilmar Jan Hansen Neistin, sum eina viku frammanundan hevði kopp- að sterku grannunum úr Kyndli, noyddist sunnu- dagin at taka til takkar við javnleiki á útivølli móti Stjørnuni í Klaksvík. Ein partur av orsøkini kann vera, at Neistin und- irmetti uppgávuna móti liðnum hjá klaksvíks- kvinnum, sum fyri ikki so langari tíð síðani ivaðust í, um tær yvirhøvur fóru at fáa manna lið til nakran dyst. Undirmeting var kortini ikki øll orsøkin, tí serliga í verjupartinum røktu tær hjá Stjørnuni sína uppgávu til lítar. Eitt nú fekk Simona Dziugyte bara tvey mál, sum ikki vóru brotskøst, og Súna Mørk var als ikki millum málskjúttarnar. Serstakliga miðverjan spældi væl saman við málverjanum Agne Ma- soniede, sum tók sær av tí mesta, ið kom inn um verjuna — eisini úr síðun- um. Helst hóskaði tað heldur ikki Neistanum serliga væl, at Stjørnan alla tíðina — sum oftast við góðum úr- sliti — royndi at fáa ferðina á spælinum niður. Neistin mundi eiga flestu skjót- álopini í dystinum, men tey góvu verri enn so altíð mál av sær. Longu eftir fyrra hálvleik hevði Stjørnan víst tenn, tí bara tvey mál vóru á muni. Og hóast Neistin í seinna hálvleiki fór bæði fýra og fimm mál framum, kom Stjørnan sterkt aftur móti endanum. Í næstan tíggju minuttir stóð fast hjá Neistanum, meðan Stjørnu-kvinnurnar fingu seks mál á rað og løgdu seg á odda. Neistin svaraði aftur, men fekk kortini ikki forðað Stjørn- uni í at javna í seinasta minuttinum, so liðini fingu eitt stig í part burturúr. Dysturin í tølum: Stjørnan-Neistin 15-15 (6-8) Málskjúttar: Stjørnan: Danijela Ercevic 6, Una Olsen 5, Natasja Stamenkovic 2 (1), Sú- sanna Hansen 1, Davina Sundskarð 1 Neistin: Mildrið Jacobsen 5, Simona Dziugyte 4 (2), Rakul Augustinussen 3 (2), Ata Høgnadóttir 2, Bjørg Patursson 1 Brotskøst: Stjørnan 1, Neistin 6 Útvísingar: Stjørnan 1, Neistin 3 Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Petur Skel Dahl Ein lítil hvøkkur miðskeiðis í seinna hálvleiki var einasta hóttanin, Tjaldur fekk givið VB, sum kom væl frá byrjan við spildurnýggjari manning. Bara ein av spælarunum frá í fjør er eftir á liðnum HONDBÓLTUR- KVINNUR Hilmar Jan Hansen Tær klassisku orsøkirnar gera eisini um seg í Vági, nú kvinnuhondbólturin bjóðar seg fram við spild- urnýggjari manning. Onk- rar eru í eydnusomum um- støðum, onkrar eru farnar av landinum og aðrar bara givnar. Einasti av spælarunum frá í fjør, sum er eftir, er Laila Jespersen, og so er Arnleyg Hjelm (fyrr Kross- lá, blðm.) byrjað aftur eftir steðg í eitt ár. Hinvegin hevur liðið fingið styrk úr Litava við málverja og tveimum bakkspælarum, men annars er restin fólk, ið hevur flestu royndirnar úr 2. deild. Hetta vísti seg kortini at røkka alt samalt, tá VB sunnudagin tók móti Tjaldri í høllini á Vágseiði, tí VB-kvinnurnar vunnu dystin sannførandi 24-18 og vóru eisini í steðginum seks mál frammanfyri. Styrkin hjá VB var allan dystin, at liðið spældi skjót- ari og flutti bóltin betur. Fleiri mál komu eisini upp á skjótálop, og á teirri kontuni lá einki fyri hjá Tjaldri. Ein annar munur var kanska eisini, at teir tríggir útlendingarnir á VB-lið- num — bakkspælararnir Reda Kurkauskiene og Daiva Toumaite og mál- verjin Daiva Ylaite — sum heild royndust munandi betur enn tær útlendsku hjá Tjaldri. Eitt nú kom spælandi venjarin hjá Tjaldri, Vesna Tomajek, bara á vøllin ta einu ferðina móti endanum fyri at taka eitt brotskast — og brendi_ Hóast alt hetta, kom stígur í hjá vágskvinnum í seinna hálvleiki, tá Tjaldur alla tíðina mansvardi tær báðar litavisku á bakkinum. Tá eitt korter var farið, var munurin komin niður á trý mál, men so fann VB stevið aftur og koyrdi sigurin heim. Dysturin í tølum VB-Tjaldur 24-18 (14-8) Málskjúttar: VB: Reda Kurkauskiene 9 (2), Daiva Toumaite 8 (1), Arnleyg Hjelm 2, Laila Jespersen 2, Eydis Kjærbo 1, Anja Magnussen 1, Guðrun Midjord 1 Tjaldur: Milica Ergic 8 (5), Beinta Joensen 4, Heidi Heinesen 2, Lenka Bibaric 2, Kristine Ellingsgaard 1, Oddvá Fossdalsá 1 Brotskøst: VB 3, Tjaldur 7 Útvísingar: VB 2, Tjaldur 5 Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen VB-Tjaldur 24-18 (14-8): Nýtt VB-lið góða byrjan Stjørnan-Neistin 15-15 (6-8): Stjørnan køvdi Neistan Kyndil-StÍF 38-25 (18-12): Kyndil bumbaði StÍF Móti einum væl uppløgdum Kyndil-liði fingu Alina og hinar úr StÍF ikki gjørt stórvegis Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 26