Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2002 29 Todi Jónsson var als ikki við, tá FCK sunnudagin vaskaði vónbrotið frá mitt í vikuni av sær og styrkti um oddastøð- una SUPERLIGAN Jóannes Hansen Todi Jónsson var als ikki á vøllinum, tá FCK sunnu- dagin styrkti um sína støðu sum topplið í superliguni. Tað gjørdu teir við at vinna 2–1 á Silkeborg, samstund- is sum bæði AaB og Brønd- by heilkiksaðu á heima- vølli. Hóast vónbrotið í Stok- hólmi ímóti Djurgården hóskvøldið, so møttu 15.497 áskoðarar í Parkini. Teir sóu heimaliðið vassa í málmøguleikum, men tey sóu ikki Toda Jónsson. Hann var als ikki á vøllin- um. Í FCK álopinum vóru Peter Møller og Jörgen Pettersson. Tann seinni varð útskiftur við Morten Bisgård. Tá fór Zuma úr høgru og í álopið. Peter Møller hevði fleiri eitt hundrað prosents mál- møguleikar, men hann megnaði ikki at skora mál. Tað er ikki heilt rætt, tí fram ímóti dystarenda stút- aði hann eftir horna í FCK málið! Tá varð støðan 2–1, men Silkeborg hevði ongan møguleika at javna, tí eingin tíð var eftir. FCK hevði nógv spæl og nógvar møguleikar, men tað var ikki fyrrenn seinna umfarið var hálvrunnið, at teir fingu hol á. Í sínum 66. dysti fyri FCK skoraði verjuspælarin Bo Svensson fyri fyrstu ferð. Eina løtu seinni økti Zuma sera hegnisliga til 2–0, og so fekk FCK ikki fleiri mál. Laudrup sperdur Eftir laka byrjan hevði Brøndby undanfarnu um- førini lætt sær á. Hós- kvøldið var tað vónbrot, at teir ikki megnaðu meiri enn 1–1 á heimavølli ímóti Sofia, og sunnudagin var talan um eyðmýking. Ein av lítlubeiggjunum í Keypmannahavnar økinum, Køge, vitjaði stórfelagið. Venjari hjá Køge er Henrik Jensen, sum bæði hevur spælt við og verið hjálpar- venjari hjá Brøndby. Og tað var fyrrverandi Brøndby maðurin, sum fór avstað við øllum stigunum. Køge vann 2–1. Sjálvandi hevði Brøndby bóltin nógv mesta partin av tíðini, og teir løgdu seg á odda, tá átta minuttir vóru farnir. Toppskjúttin frá í fjør, Peter Madsen, sum tað hevur gingið illa hjá higartil í ár, var málskjútti. Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Køge við flottum stútara. Brøndby trýsti, Carsten Holbek í Køge málinum stórspældi, og í yvirtíðini gekk tað, sum tað so ofta áður hevur gjørt í fótbólti. Liðið, sum støðugt hevði verið trýst í botn, skoraði sigursmálið, tá tríggir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina! Fyri Brøndby og serliga Michael Laudrup var talan um sanna eyðmýking. OB, sum hóskvøldið hevði vunnið 1–0 í UEFA Cup, vann sannførandi 3–0 á heimavølli ímóti Viborg, men tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at teir skoraðu málini. Lagið var gott í Odense, og tað var einki at siga til, tí OB hevði framm- anundan tapt tríggjar ferðir á rað í landskappingini. FCM hevur undanvind. Hóskvøldið spældu teir sum einasta danska liðið seg víðari í annað umfarið í UEFA Cup – lutur verður í dag drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í øðr- um umfari – og sunnudagin vunnu teir á heimavølli 1–0 ímóti Farum, sum hevur havt blíðan byr. Dysturin varð sagdur at vera sera vánaligur, og heimaliðið fekk ikki sigursmálið fyrr- enn í evstu løtu. Útisigrar Longu fríggjakvøldið var AGF í Aalborg, og teir úr Århus fóru til hús aftur við 2–1 sigri, eftir at tað í steðginum hevði verið javnt, 1–1. Málini komu í 18. og 20. minutti. Eftir at AGF hevði lagt seg framum í 2. hálvleiki, trýsti heima- liðið, men teir fingu einki burturúr. AaB plagar at roynast væl á heimavølli, men í higartil í hesum kappingarárinum hevur tað ikki hilnast nakað serligt, eitt nú taptu teir fyrr í heyst 3–1 ímóti Farum. Esbjerg fór úr Gladsaxe við 2–1 sigri, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2–0. Martin Johansen hjá AB er nýggjur í landsliðs- hópinum hjá Morten Olsen. Tá støðan sunnudagin var 2–0 fekk AB brotsspark, men nýggi landsliðsmað- urin misnýtti. Danska superligan v t d v- j - t mál mál +/- stig 1 FCK 11 7- 2 - 2 17 14 3 23 2 AaB 11 6- 1 - 4 16 14 2 19 3 Esbjerg 11 5- 3 - 3 25 22 3 18 4 Brøndby (M) 11 5- 2 - 4 22 14 8 17 5 OB (S) 11 5- 1 - 5 19 16 3 16 6 AGF 11 4- 3 - 4 16 18 -2 15 7 Farum 11 5- 0 - 6 15 17 -2 15 8 FCM 11 4- 3 - 4 15 17 -2 15 9 Viborg 11 3- 4 - 4 20 22 -2 13 10 Køge 11 4- 1 - 6 18 22 -4 13 11 AB 11 3- 3 - 5 13 16 -3 12 12 Silkeborg 11 2- 3 - 6 10 14 -4 9 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v- j - t mál mál +/- stig 1 Herfølge 11 8- 1 - 2 26 15 11 25 2 Randers F. 10 7- 1 - 2 26 15 11 22 3 Frem 11 6- 3 - 2 25 19 6 21 4 Vejle 11 6- 2 - 3 18 14 4 20 5 Ølstykke 11 5- 4 - 2 26 23 3 19 6 Brønshøj 11 4- 4 - 3 15 11 4 16 7 Fredericia 11 4- 4 - 3 16 13 3 16 8 B 1913 11 4- 3 - 4 18 19 -1 15 9 Skjold 10 4- 2 - 4 15 12 3 14 10 FC Aarhus 11 4- 1 - 6 18 18 0 13 11 B93 11 4- 1 - 6 17 20 -3 13 12 HFK Sønderj.10 3- 3 - 4 24 24 0 12 13 AC Horsens 11 2- 3 - 6 15 21 -6 9 14 B 1909 11 2- 3 - 6 17 24 -7 9 15 Hvidovre 11 2- 3 - 6 11 25 -14 9 16 HIK 10 2- 0 - 8 8 22 -14 6 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli Gregersen (Randers Freja), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Norska tippeligan v t d v- j - t mál mál +/- stig 1 Rosenborg (M) 24 16-4 - 4 51 28 23 52 2 Molde 24 15-4 - 5 43 19 24 49 3 Lyn 24 14-4 - 6 35 27 8 46 4 Viking 23 10-10-3 42 27 15 40 5 Odd. Grenl. 23 11-4 - 8 32 26 6 37 6 Stabæk 24 10-6 - 8 37 30 7 36 7 Lillestrøm 24 8- 6 -10 32 29 3 30 8 Våleranga 24 6-11- 7 32 29 3 29 9 Bryne 24 8- 5 -11 35 36 -1 29 10 Sogndal 24 8- 4 -12 32 46 -14 28 11 Brann 24 8- 3 -13 34 46 -12 27 12 Bodø/Glimt 24 7- 4 -13 33 41 -8 25 13 Moss 24 6- 6 -12 30 40 -10 24 14 Start 24 2- 5 -17 21 65 -44 11 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) Eftir tapið á útivølli ímóti Frem, eru Christian Høgni Jacobsen, sum aftur var vongverji, og liðfelagarnir dotnir niður á fjórða plássið DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Í Vejle eru teir bæði vón- ríkir og ikki so blíðir. Vónin kemst partvís av, at felagið í síðsta viku skrivaði sátt- mála við ein høvuðsstuðul. Partvís kemst vónin av, at John Sivebæk, sum í áttati árunum var fastur á lands- liðnum í høgru og eitt nú umboðaði Manchester Uni- ted, sigur seg vera til reiðar at standa á odda fyri átaki, ið skal hava sum mál, at felagið fær lokala fíggjar- liga innspræning, ið fer at hava við sær, at tað ikki verður neyðugt at leggja saman við nøkrum øðrum felag. At teir ikki eru so blíðir kemst av ferðini til Keyp- mannahavnar í vikuskift- inum. Vejle var í Valby, har heimaliðið, Frem, vann 4–2. Christian Høgni Ja- cobsen var allar 90 minutt- irnar á høgra vongverja. Jerry Brown skoraði málini hjá Vejle – bæði til 1–1 og 2–1. Í Vejle vóru teir alt annað enn blíðir. Støðan eftir fyrra umfarið var 2–2, og tá heimaliðið legði seg fram um 3–2, vóru teir í Vejle sannførdir um, at maðurin, sum skoraði var í minsta lagið ein hálvan metur rangstaddur, men tað helt linjudómarin ikki. Løtu seinni javnaði Peter Degn til 3–3 – hildu teir í Vejle og dómarin. Men linjuverjin veittraði og segði, at Vejle spælarin hevði skorað við hondini. Tí varð málið kolldømt, málskjúttin fekk gult kort, og tá hann frammanundan hevði eitt á kontoini, so sá hann reytt. Vejle spælarar- nir vóru í øðini, og tað høvdu teir alla orsøk til. Eftir dystin søgdu teir í Frem, at tað var ein av verjuspælarunum hjá teim- um, sum hevði stútað bóltin í egið mál! Fram ímóti dystarenda vóru nógvir ljótir nærdystir og eitt sindur av ruðuleika, og Fram misti ein mann, áðrenn teir øktu til 4–2. Úrslitið hevði við sær, at Frem lyfti seg upp á triðja plássið. Teir hava 21 stig og eru eitt stig frammanfyri Vejle. Randers Freja var við 22 stigum næstfremst í gjár, tá teir skuldu spæla á útivølli ímóti HFK Sønder- jylland. Herfølge er oddalið í næstbestu deildini. Teir vóru í Horsens, har teir vunnu 2–1. Ølstykke er á fimta plássinum, eftir at teir á útivølli vunnu 4–2 í grannauppgerðini ímóti HIK. Hvidovre er undir niður- flytingarstrikuni. Hesa ferð løgdu teir í Århus rygg til 4–0 tap ímóti FC. B93 tapti 5–1 í Fredericia, Skjold vann 3–1 á heimavølli ímóti B1909, og B1913 og Brønshøj spældu 1–1. Bæði vón og øði í Vejle FCK svam í møguleikum FCK styrkti um støðuna í oddinum, tá teir vunnu heimadystin móti Silkeborg, men hesa ferð var Todi als ikki á vøllinum 29 28 Nr. 192 - 8. oktober 2002 H71 hevur fult stiga- tal eftir teir báðar fyrstu dystirnar, og eru teir tí í heldur óvanda leiklutinum sum oddalið HONDBÓLTUR-MENN Jákup Mørk Hoyvíkingar hava nú tvær ferðir havt heimavøll í nýggju høllini, og higartil hevur úrtøkan verið full hvørja ferð. Sunnudagin vitjaði Tjaldur í dystinum, sum varð útsettur frá leyg- ardegnum, og tó at tað ikki var talan um so øgiliga sannførandi spæl frá hovyíkingunum, so megn- aðu teir aftur at vinna sær tvey stig. Tað vóru fyri tað mesta teir heimaliðnum, sum vóru á odda. Tjaldur spruttaði eitt sindur fyrstu løtuna, men eftir hetta hevði heimaliðið tamarhald á, soleiðis at munurin niður til Tjaldur alla tíðina var eini 3-4 mál. Sum skilst á lagnum, so var talan ikki um nakran serliga væl spældan dyst. Talan var ofta um sera rokut spæl, og hetta hóvaði ikki gestunum, sum ikki høvdu serliga nógv fólk at taka av, og sum tí møddust skjótari enn hoyvíkingarnir. So er spurningurin, hvørt støðan hjá Tjaldri verður betri, nú fótbólturin er farin aftur um bak, ella um liðið aftur í ár skal vera botn- proppur í deildini, eftir at teir annars søgdu farvæl við hendan leiklutin í fjør. 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 2 1 - 1 - 0 40 36 4 3 2 VÍF 1 1 - 0 - 0 30 18 12 2 3 Kyndil 2 1 - 0 - 1 59 50 9 2 4 VB 1 1 - 0 - 0 24 18 6 2 5 Stjørnan 1 0 - 1 - 0 15 15 0 1 6 StÍF 1 0 - 0 - 1 25 38 -13 0 7 Tjaldur 2 0 - 0 - 2 36 54 -18 0 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 H71 2 2 - 0 - 0 49 40 9 4 2 Neistin 2 2 - 0 - 0 53 44 9 4 3 VÍF 1 1 - 0 - 0 0 0 0 2 4 Kyndil 2 1 - 0 - 1 52 53 -1 2 5 StÍF 1 0 - 0 - 1 27 31 -4 0 6 Tjaldur 2 0 - 0 - 2 26 31 -5 0 7 KÍF 2 0 - 0 - 2 37 45 -8 0 Hóast hann ikki er stórur, so er enn møguleiki fyri, at føroyska felagið í norskum fótbólti skal vinna meistaraskapin NOREG Jóannes Hansen Nú tað resta tvey umfør av norsku tippuliguni, er endaspurturin ein spurn- ingur millum Rosenborg og Molde. Liðið úr Trónd- heimi er trý stig framman fyri Molde, og tað skal vilja illa til, um Rosenborg ikki megnar at vinna 11. meistaraheitið á rað. Men gamli meistaravenjarin í Tróndheimi, Nils Arne Eggen, sum leggur frá sær, tá hetta kappingarárið verður liðugt, dylur ikki, at hann ikki er heilt álvuligur við støðuna, og at tað væl kann vera, at Molde fer at taka hansara lið. Rosenborg skal spæla ímóti Sogndal á útivølli og Brann úr Bergen á heima- vølli, og Molde skal spæla ímoti Stabæk á útivølli og Sogndal á heimavølli. Gunde Bengtsson, venj- arin hjá Molde, ásannar, at hansara lið ikki sjálvt er ført fyri at vinna NM. Teir mugu sjálvir frá fult í báðum teimum seinastu dystunum, og so mugu teir vóna, at Rosenborg fer at kiksa. Eftir dystin sunnudagin í Molde, helt venjarin hjá Bodø/Glimt, at tað væl er hugsandi, at tað verður Molde, sum fer at standa við gullinum, tá síðsta um- farið verður liðugt spælt 27. oktober. Næsta viku- skifti fer landskappingin í Noregi at hava frí, sum allar aðrar landskappingar í Europa fara at hava tað, tí tá verður umfar í EM undankappingini á skránni. Sunnudagin vann Molde 3–0 á heimavølli ímóti Bodø/Glimt. Teir komu á odda, tá ein hálvur tími var farin, og teir øktu í 46. og í 66. minutti. Heimaliðið var ongantíð hótt. Teir hava eina framúr góða verju, og Eddie Gustafsson í málin- um varð so at siga ikki settur undir trýst. Rosenborg átti heimavøll ímóti Stabæk. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri við einum máli, og í 67. minutti øktu teir beinleiðis upp á fríspark til 2–0. Tá tað restaðu tólv minuttir minkaðu gestirnir um munin, og so var tað rættu- liga spennandi. Men ís- lendski landsliðsmálverjin, Arni Gautur Arason, var sera sannførandi. Í Rosen- borg vóru teir væl nøgdir, tí fleiri av føstu monnunum vóru ikki førir fyri at spæla. Nógvu dystirnir í euro- peisku meistarakappingini bera skaðar við sær. Lyn kiksaði Lyn hevði heimavøll í Oslo ímóti Brann úr Bergen. Høvuðsstaðarfelagið hevur kappast við Molde um næstfremsta plássið, meðan liðið úr Bergen, sum hevur íslendska Teitur Þórdarson á beinkinum, alt kapping- arárið hevur stríðst fyri at sleppa undan øllum hóttan- um um niðurflyting. Einki bendi eftir fyrra umfarið á, at Lyn skuldi missa nakað, men tá tíðin var farin, var tað Brann, sum hevði vunnið 3–2. Í steðginum var 2–0 til heimaliðið. Brann skoraði síni mál í 62., 73. og 86. minutti. Íslendski venjarin var ovurfegin og segði seg rokna við, at nú vóru teir leysir av øllum niðurflyt- ingarspurningum. Brann skal í síðstu umførunum spæla ímóti Lillestrøm á heimavølli og Rosenborg á útivølli. Lyn tapið hevur ivaleyst við sær, at teir ikki røkka meiri enn bronsukrónun- um. Lillestrøm hevur verið í stórum trupulleikum alt kappingarárið. Sunnudagin vunnu teir 3–0 á heima- vøllinum, Åråsen, ímóti Sogndal. Teir á heimalið- num rokna nú við, at teir hava tryggjað sær nýtt atgongumerki til bestu deildina, teir vístu besta avrikið í ár, og teir siga seg gleða seg til komandi ár. Sogndal dyrgdi eftir javn- leiki, men tað eydnaðist ikki. Hóast stigaposin er tyngri, enn hann fleiri ferðir áður hevur verið hjá teimum í bestu deildini, so verður sagt í Sogndal, at teir als ikki kenna seg vísar í, at teir sleppa undan enda- spælið. Botnliðið Start hevði í Kristiansand vitjan av Bryne, sum vann 2–0. Moss er í torførari støðu, og teir vóru heilt rísnir eftir 1–1 á heimavølli ímóti Vålerenga, sum fyri 11. ferð í hesum árinum fór av vøllinum við javnleiki. Moss legði seg framum eftir 26 minuttir, og tað var brotssparkið, sum níggju minuttir seinni hevði útjavnandi málið við sær, ið fekk øði at spinna í teir á heimaliðnum. Dómarin, sum stóð tveir metrar frá ástaðnum, segði seg einki síggja, men hann dømdi, eftir at linjuverjin hevði gjørt hann varugan við, at ein at heimamonnunum hevði spælt bóltin við hondini. Tvætl, søgdu teir á heimaliðnum. Tað var bólt- urin, sum rakti í hondina, og tí átti tað ikki at havt verið dømt fyri brotsspark- inum, sum bar mál við sær, og harvið kanska verður orsøkin til beinleiðis niður- flyting. Molde heilt tætt at silvurkrónunum H71-Tjaldur 31-26: Hoyvíkingar á odda Hoyvíkingar høvdu fyri tað mesta takið á Tjaldri, tá runavíkingar vitjaðu sunnduagin, og eftir tvey umfør er H71 nú oddalið í bestu mansdeildini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 28