hósdagur 5. januar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari; p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus. Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
DAGBLAÐIÐ og blaðstjóri tess hava
fingið rættuliga búkilsku av sonevnda
merkja-málinum. Mikudagin spýr
nann bæði gor og gall yvir javnaðar-
menn, fakfeløg og fakfelagsformenn.
Greinin er andstyggilig og vanvirð-
andi. Hon átti tí at farið aftur vid borð-
inum. Men við tað at hon ber ósann-
ind — sum Dagblaðnum vant — er
neyðugt at seta tingini upp á pláss.
Hon avdúkar einki um javnaðarmenn,
javnaðarflokk ella javnadarpolitikk,
men einaferð afturat mannahatsku
muruna í blaðstjóra Dagblaðsins.
EINAFERÐ enn ber Dagblaðið ta lygu-
søgu, at ein ávísur javnaðartingmaður
lokkaði FA-formannin út í merkja-
málið, og at hesin var arkitekturin
aftan fyri ta yvirlýsing, ið Javnaðar-
flokkurin sendi út undir åsemjuni.
Men hetta er reingjan av veru-
leikanum. Floksstjórn Javnaðarfloks-
ins. ið er hægsti myndugleiki floksins
milium landsfundirnar, gjørdi yvirlýs-
ingine Og leggjast kann aftur at, at
tað va; full semja um hana.
OG TAÐ VAR íkki annað enn natúr-
ligt. Frá ti at merkjamálið tók seg upp.
tók Javnaðarflokkurin undir við
Føroya Arbeiðarafelag í stríðnum at
slev på av við skráseting av einstøkum
pers: num. Umboð fyri Javnaðar-
flok...n hava ferð eftir ferð — m.a. á
løs ugi — sett spurnartekin vid, um
tað . heila tikið er lågligt at skráseta
før: ið edv-tólum, so leingi eingin
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Í fullari semju
edv-eftirlitslóggáva er. Og hon finst
sum kunnugt ikki, tí borgarliga lands-
stýrissamgongan súltar lógar-
uppskotið, til allar edv-ætlaninar eru
framdar. M.a. í samband við ætlaða
samtíðarskattin.
HINVEGIN er Javnaðarflokkurin eisini
samdur vid Føroya Arbeiðarafelag í, at
eitt góðskueftirlit eigur at vera. Tad
kann einaferð afturat slåast fast, at FA
alla tíðina hevur verið sinnað fyri at
samráðast um eftirlit í samband við
góðskuna, men hetta eftirlit skal ikki
gerast á ein slíkan hátt, at tað leggur
ómenniskjaligt trýst á einstøku flaka-
kvinnuna. Men hesi ynskini hjá FA
hava arbeiðsgevararnir sópað av
borðinum!
TAÐ VAR ikki Føroya Arbeidarafelag,
sum legði virkini still. Harafturímóti
sýtti felagið hjá flakavirkjunum — Rá-
fiskakeyparafelagið og seinri Arbeiðs-
gevarafelagið — limum sínum at
keypa fisk. Eisini á teimum flakavirkj-
unum, sum arbeiðararnir sjålvir í stórri
og minni mun sjálvir eiga!
HETTA fordømdi eisini ein samd
floksstjórn, har allir tinglimirnir og
umboð fyri øll javnadarfeløgini hava
sæti. Í Javnaðarflokkinum er tað ikki
so, at ein, tveir ella tríggir persónar
taka støðu floksins vegna. Men hetta
kann ein maður sum Óli Breckmann
við einaræðislyndi og kærleika til
einaræðisharrar sjálvsagt ikki fata.
Eingin duraverður í
Føroya Javnaðarflokki
Rættleiðing til Jóannes Dalsgaard, logtingsmann o.a.
Aðindabaðð S0Sjalurin
'Skil kom ikki á samfelag-
Í aftursvari í okkara blaði,
29/12-83, málber Jóannes
seg sum hann hevur
heimild til at avgera, hver
limur eigur at verða í
flokki okkara, ella um
pláss er fyri Hera
Mortensen í Javnaðar-
flokkinum?
Onkur annar hevur í
blaðnum áður sagt seg til
reiðar at strika Dánjal av
Rana sum lim í Javnaðar-
hoxkinum?
Eg ætli ikki at blanda
meg í tjak tykkara í bý-
ráðrum á Tvøroyri ela
mm Ráfiskakeypara-
… 0 og FA, men bert
ger= vart við, at eingin
einstakur persónur ella
lim>r i Føroya Javnaðar-
fokki hevur vald til at
strika nakran lím í flokk-
inum ella avgera, hver
hoyrir heima í Feroya
Javnaðarflokki!
Slík avgerð kann eftir
míni hugsan bert takast
av landsfundi Javnaðar-
floksins. Eg vil ávara
tykkum, sum halda, at tit
eiga Javnaðarflokkin;
valla nakar landsfundur
Javnaðarfloksins fer at
taka undir við nekrum
slíkum.
Eg vil tí heita á javn-
aðarfólk um at tjakast á
eðrum grundarlagi, sum
tit hava heimild at tjakast
á!
Vit javnaðarfólk eru
sjálvhugsandi individ,
men við ávísum felags
grundsjónarmiðum sam-
felagsliga. Vit skulu sjálv-
andi verja okkara felags
grundsjónarmið, men í
Javnaðarflokkinum er
høgt til loft og vítt til
veggja. Vit hava loyvi at
vera ósamd, og vit hava
eisini loyvi at gera mistøk,
(hann ið ongantíð mistek-
ur seg, ger ikki nógv).
Vit hava ein breiðan og
frían flokk við dygdar-
góðum grundsjónar-
miðum, og javnaðarfólk
virka á ellum stigum í fer-
oyska samfelagnum ídag,
tí verða summir limir
okkara meira útsettir í
verki teirra enn aðrir, og
sera varin skal ein vera,
áðrenn nekur avgerð skal
verða tikin um at seta
nakran uttanfyri. Og
hartil hevur — tí betur —
eingin einstaklingur vald
— heldur ikki Jóannes ella
nakar stakur kommunu-
politikari á Tveroyri.
Vegna nakrar limir í
Javnaðarflokkinum.
Vinarliga
Birgir Mohr
Nr. 2 — 5. januar 1984
id fyrrenn arbeidararørsl-
an fekk høvdid fyri seg
Åsannast må, at
einki skil kom å
i samfeløgunum
kring okkum, fyrr
enn arbeidararørsl-
an fekk fótin fyri
seg, og her er held-
ur einki undantak i
okkara samfelag.
Eisini må sigast,
at einki skil er å,
har ikki er loyvt at
skipa fri fakfeløg.
Ti megu hesi rætt-
indi virdast, og
verjast.
Í væl útbygdum samfelag
koma at vera nógvir
arbeiðistættir. Sam-
stundis kemur fjøld av
fólki at starvast í almenn-
ari vinnu, eins og privata
vinnan kemur at hava væl
av fólki, ið gerst mánaðar-
lent. Mong fáa sær út-
búgving fyri at fáa ein al-
mennan sess tí hesin
tykist mangan tryggur,
og hartil flógvur — eingin
ringur deymur, og ein
verður ikki vátur og sár-
hentur.
Vit, sum búgva í hesum
samfelag, fáa mangan at
vita, at allir stættir verða
óbeinleiðis lentir av tí
sama framleiðslugrundar-
lagi, sum er fiskurin.
Harfyri er ikki sagt at
ikki vit hava brúk fyri
ollum stættum, og gott
var, um vinnulívið var
meiri fjølbroytt, tað er
eyðsæð.
Við ti í huga, at øll fólk i
hesum samfelag verða
óbeinleiðis lent av fiski-
vinnuni, má ásannast, at
býtið er ójavnt. Tey, ið
strevast næst framleiðsl-
uni, fáa so avgjert ikki
stersta bitan.
Av og á kann ein fáa
fatan av, at fólk hava hug
at finnast at arbeiðara-
rersluni. Eisini onkur í tí
trygga og flógva sess-
inum.
Vert er at minna á, at
tað eru nær um allir stætt-
ir, ið eru m unandi betri
fyri enn tey, ið skulu
vinna sítt dagliga breyð
við timaløn.
Verður hugsað um
trygdina, so er tað soleiðis
at tímalenta fólkið hevur
lítla, ella nær við onga
trygd. Meðan hini í fasta
starvinum hava nógvar
fyrimunir.
Nógv av vinnulívi
okkara er knítt at fiski-
veiðini. Hetta ger, at
arbeiðið kemur at vera
heldur ósteðugt. Stundum
verður arbeiðsfólkið noytt
at arbeiða ovurhonds
langar dagar fyri at bjarga
ráveruni, so henda ikki fer
fyri skeytið. Aðrar tíðir
verður fólkið sent heim, tí
einki er fyri hendurnar,
eingin fiskur.
Hetta má so vera, verð-
ur sagt, og rætt er tað,
hetta má so vera. Men tað
er soleiðis, at einans tey, ið
beinleiðis eru knýtt at
fiskivinnuni líða undir
hesum? Aðrir stættir
verða ongantíð órógvaðir,
um tað eru langar uppi-
løgur, ella fiskaloyvi. Har-
afturat er vert at nevna, at
hjá flestu fólkum í festum
starvi hækkar lønin eftir
áratalinum. Hesir megu-
leikar eru ógvuliga fjarir
hjá arbeiðsfólki!
Tímalenta fólkið kann
sendast heim frá degi til
annan, meðan hini hava
upp til hálvt ár uppsagn-
artíð. So ásannast má, at
munurin er rættuliga gref-
ligur.
Haldast má, at arbeiðs-
fólkið í Feroyum ikki
hevur verið óheviskt í
politisk
viðmerk-
ing
sínum krevum í mun til
aðrar stættir, og hvenn
skulu hesi javnbera seg
við annars?
Dagligu kunngerðirnar í
útvarpinum, um nær hesi
ymisku skulu meta til ar-
beiðis, minna um, at her er
talan um serlig viður-
skifti, sum sýna eina stóra
lagaligheit, sum má virð-
ast av øllum.
Ásannast má eisini, at
aðrir stættir hava gingið
undan, við at fingið um-
steðurnar hjá sær sjalvum
upp á eitt munandi hægri
steði, enn hjá vanliga
tímalenta fólkinum.
At so arbeiðsfólkið
roynir at hála seg upp
ímóti hesum, er væl einki
legi í, tí ell hava sama
tervin.
Um so er, at onkur metir
arbeiðararersluna at vera
fígginda av samfelagnum,
so megu hesi sigast at
vera á skeivari leið. Og um
tað eydnast at fáa niður-
brotið, ella spjatt arbeið-
ararersluna, soleiðis at
hon missir sína ávirkan.
Ja, so gongur neyvan
drúgv tíð, til okkurt, sum
verri er, fær fótin fyri seg.
Tí, okkurt meiri vítt-
gangandi kemur náttúr-
liga aftur í staðin. Spurn-
ingurin verður, hver ið tá
fær verið lagaligur, ella
viðskipiligur.
Arbeiðararerslan er hon,
sum skapar tryggastu við-
urskifti í samfelagnum.
Tað vil siga so leingi sum
demokratiið ræður.
Jergen Thomsen
Samankalla Tingið
áðrenn fólkatingsvalið !
Feroya Framburðs- og
Fiskivinnuflokkur skal við
hesum boða frá, at flokk-
urin tekur undir við krav-
inum um at kalla tingið
saman, at viðgera tað
álvarsomu kreppu, okkara
fiskivinna og harvið alt
okkara samfelag er komið
í, nú fiskaprísirnir eru
vorðnir so lágir, at tað ikki
longur lenar seg at loysa
fiskiskipini frá landi.
Flokkurin hevur tað álit
á tingformanninum, at
hann prioriterar okkara
fiskiskipaflota hægri enn
fólkatingsvalið, soleiðis at
skilja, at hann saman-
kallar tingið at viðgera
støduna og finna eina
loysn, áðrenn farið verður
at reika landið runt at
agitera til eitt fólkatings-
val í úrtíð.
Men er tað so, at ting-
formaðurin setir fólka-
tingsvalið hægri enn fer-
oyska fiskiskipaflotan,
fiskimenn og arbeiðsfólk,
og tí fer at reika landið
runt at agitera heldur enn
at loysa átroðkandi før-
oyskar trupulleikar, so fer
Feroya Framburðs- og
Fiskivinnuflokkur við
hesum at krevja tingið
samankalla helst íkki
seinni enn týsdagin 3.
januar at finna eina loysn.
Tingformaðurin verður
mintur á, at í og við at
hver dagur skipini ikki
hava ráð at loysa, kostar
einar 4 milliónir krónir, er
tað, at bíða við at innkalla
tingið til eftir fólkatings-
valið ikki bara dýrt fyri
samfelagið, men eisini ein
vanvirðing av ellum
teimum sum eru rakt av
veiðusteðginum.
Tórshavn, 1. januar 1984
Feroya Framburðs-
og Fiskivinnuflokk