hósdagur 5. januar 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Javnaðar-
flokkurin
tørvar ikki
umbering
Javnaðarflokkinum
tørvar ikki, sum flestu
øðrum flokkum, um-
bering fyri at stilla
upp til fólkatingsval.
Hinir hava ilt við at
greiða frá, hví teir
stilla upp til eitt ting,
har teir halda seg
hava lítið at útinna.
Ja, sjálvt sambands-
menn umbera
uppstilling sína.
Ikki legið, tí eingin
teirra gekk heitur inn
fyri heimastýris-
skipanini, sum heim-
ilar ta umboðan, vit
nú hava.
Ongin annar flokk-
ur virðir hesa um-
boðan nóg mikið til,
at flokkurin heldur, at
valdur: maður hevur
skyldu at útinna
mannsverk har.
Allir aðrir flokkar
hava mett virkið á
fólkatingi sum framí-
hjáarbeiði. Tí hevur
meginparturin av tí
gerandisarbeiði, eitt
føroyskt fólkatings-
umboð skal útinna,
hvílt á herðum javn-
aðarmannsins.
Hann hevur fegin
átikið sær hetta ar-
beiðið; tí hann metir
tað týdningarmikið at
taka lut í allari við-
gerð av føroyskum
áhugamálum. Hann
metir tað týdningar-
mikið, at danir fáa
eina sanna og fjøltått-
aða mynd av treytum
okkara føroyinga, og
hann metir tað týdn-
ingarmikið, at hendan
mynd verður fram-
borin av einum flokki,
sum fult og heilt
viðurkennir såttmål-
an Danmark og Før-
oyar hava sinåmillum.
Viðurkennir hann
vid øllum rættindum
og skyldum hansara.
Rættindi at loysa
verandi og komandi
spurningar í felag og
skyldu til sjálvi at fyri-
skipa egin viðurskifti
innan heimastýris-
karmin, har hetta
tænir báðum pørtum
best.
2 — 5. januar 1984
tíðindablaðið
Ein lænt fjøður
Í grein nevnd: >Danir fara til val
uppá figgjarspurningin«, fremur
Pauli Ellefsen nakrar samanber-
ingar ímillum tað, hann kallar
steðuna í Danmark, og nekur
leikapetti burtur úr fíggjar-
mynstrinum í Feroyum.
Niðursteðan skal vera, at vit
eru á rættari leið í Feroyum,
takkað verið sparsemi frá Sam-
bandsflokksins síðu og avvísan
av útreiðslukrevum.
Nevnda grein sýnir enn eina-
ferð, hvussu samvitskuleyst
Pauli Ellefsen loyvir sær at
fremja útleggingar, sum einki
samband hava við verunleikan,
og hvussu skamleyst teir rósa
sær av framstigum, hann hverki
eigur lodd ella deil í.
»Borgarliga stjórnin í Dan-
mark er errin av, at hallið á
donsku fíggjarlógini er minkad«.
Alt gott um tað, men hvussu
nógv er útskrivað meira í skatti
til somu fíggjarlóg, Pauli Ellef-
sen?
Í Feroyum var hallið á fíggjar-
lógunum 79/80 og 80/81 upp á
umleið 40 millj. krónur vent til
eitt yvirskot í 1981/82 og 82/83
upp á einar 60 millj. krónur.
Hvat er hetta at reypa av?
Hallið uppá 20 mill. kr. í
1979/80 var sera nátúrligt, tá ein
hevur í huga, at í 1979 og 1980
var ein noyddur at hækka hin so-
nevnda stuðulin til fiskivinnuna
til áleið 200 milj. kr. ella útvið
30% av samlaðu fíggjarlógini!
Hallið í 1980/81 upp á aðrar 20
milj. kr. svarar júst til yvirfor-
brúkið hjá landsverkfreðings-
stovninum í sama ári.
Tá ein veit, at 1. februar sama
ár, t.v.s. ein mánaða eftir at Pauli
Ellefsen hevði tikið við, átti sami
Atli P. Dam
floksformaður
skrivar
stovnur 12 milljónir krónur eftir
at brúka, men greiddi at brúka 32
miljónur krónur í februar og
mars, so má ein fyrst sláa fast, at
henda samgongan als ikki fór
undir at fremja nakra stýring ella
afturhald, og harnæst at hetta
hall uppá 20 milj. kr. mugu teir
taka ábyrgd av.
Er so annars saldoin á eftir-
fylgjandi fíggjarlóg tekin um
sparsemi ella afturhald?
Nei!
Fíggjarlógin tvífaldað
Fíggjaruppskotið 1981/82, sum
var framlagt 15. desember 1980
var uppá góðar 700 milj. krónur,
meðan fíggjarlógaruppskotið
1984/85, sum var framlagt 15.
desember 1983 er slakar 1300
milj. krónur ella ein vekstur uppá
600 miljónur krónur eftir trimum
árum — nærum tvífaldan.
Hetta er hent við eini eykatoll-
ing útum alt mark, og við falskari
grundgeving — nevniliga at upp-
vegað hallið í 1980/81 — har-
afturat við eini brandskatting,
sum hækkaði meðalskattatrýstið
úr 30% í 1980 til 35% í 1983.
Um sambandssparing er slík,
hverjaferð landskassin skal nýta
20 milj. kr., so noyðist hann at
uppkrevja 200 milj. kr. eyka, so
náði okkum fyri sparing.
Henda risavekstur í byrðum til
løntakaran — tí tað er stórt sæð
hann, sum rindar — hevur lentak-
arin verið noyddur at rinda við
eini reallen, sum er áleið 25%
minni enn hon var í 1980.
Afturat hevur henda >spari-
samgonga« lænt fleiri hundrað
miljónur uttanlands, sum lentak-
Bil til val-
staðið?
Javnaðarveljarar í Havn sum ynskja
bil til valstaðið, kunnu ringja til
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
telefon 17620
månakvøldid aftaná klokkan átta ella
frá týsmorgninum kl. 9.
ararnir koma at rinda einaferð í
framtíðini.
Temir grunnar og hækk-
ar tænastugjeld
Síðan reypar Pauli Ellefsen av, at
aftrat hesum 1300 milj. kr.
kemur eingin lánteka í 1984/85.
Hann skuldi ikki komt sær, tí
ímeðan nýta teir eykagrunnin hjá
ráfiskagrunninum — áleið 70
milj. kr., ekja hallið í grunninum
til endurnýggjan av fiskiskipaflot-
anum við einum 50 millj. kr. og
leggja aðrar 20—30 milj. krónur
yvir á landsstovnar sum telefon-
verk, postverk, útvarp og strand-
ferðslu, soleiðis at henda lánteka
— tí annað enn lánteka er hetta
ikki — verður einar 100-150 milj-
ónir kr. ella útvið tríggjar ferðir
tað, låntøkan á fíggjarlógini van-
liga hevur verið!
Jú, víst er tað veruleiki, at
Pauli Ellefsen so skamleyst
loyvir sær at greiða fullkomuliga
rangvert frá. Samstundis hoyra
vit um tey bregd, hendan sam-
gonga hevur framt fyri at útvega
arbeiðspláss í Sandoynni. Hesi, ið
øll hava tilknýti til flakavirkini,
eigur hendan samgongan litlan
lut i.
Samgongan tarnadi
sandingum
Havnagerdin å Sandi er framd
sambært havnaætlanina frá
1978, og útbyggjanin av útróðr-
ar- og saltingarsteðini til eitt
flakavirki var langt síðan farin í
gerð áðrenn hendan samgonga
tók við. Okkurt hissini veðhald
hava teir kanska játtað, men
samstundis tarnaðu teir bygging-
kring landið.
dagin!
fólkatings-
valið 1984
ini leingi við óvanligum eginpen-
ingskrevum.
Fleiri av skipunum, komin eru í
oynna, hevdu m enn vunnið sær
pening til leingi — m.a. í rækju-
vinnu við grenlendskum bátum.
Lutur samgongurnar var her, at
hon segði kortanei fyri at nútím-
ansskip blivu keypt til oynna,
hetta skuldi vera brúkt skip —
har ofta lá ein spekulatiónsvinn-
ingur aftanfyri til vinir og kenn-
ingar hjá Paula Ellefsen.
Hóast legmaður legði
fótonglar eydnaðist at
fáa gongd á
At sandoyggjamenn kortini hava
fingið nýtulig skip, er tí fyrst og
fremst danska Fiskaríbankanum,
føroyskum peningastovnum og
teim sjålvum fyri at takka. Ein
kann sostatt siga, at hóast fót-
onglar, útlagdir av Paula Ellef-
sen, so er eydnast at fáa gongd á í
hesi oyggj.
At Skopunar kommuna, ímóti
løgtingssamtyktini frå 1978, er
komin at luttaka vid fullum parti
i ti syndri av havnautbygging,
sum framd er, istadin fyri at
partur skuldi fíggjast av
Legtinginum sum samferðsluút-
reiðsla, og at eingin bygging kom
í gongd í Skálavík, verður bert
nevnt fyri at gera myndina lidna.
Reypið um útbygging í Sand-
oynni er sostatt bert ein lænt
fjøður.
Skal ell útbygging í Feroyum
darvast so av »Sambands-
studuli«, so nådi Føroyar fyri
studul.
Atli P. Dam
Brævatkvødur
Seinasta freist at lata brævatkvødu
inn til fólkatingsvalið 10. januar er
leygardagin 7. januar.
Hetta letur seg gera vid at venda sær
til Fólkayvirlitið i Havn og Klaksvík
og annars til by- ella bygdarådini i
kommununum.
Er vidkomandi, sum ætlar at læta
inn brævatkvødu, sjúkur, skal hann
ella hon venda sær til Fútaskrivstov-
una i Havn ella til syslumennirnar
Sum sagt, seinasta freist er leygar-