Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sofaveljararnir mundu vunnið Sofaveljararnir mundu komið í meiriluta seinast. Tað vil siga tað sama sum, at bert stívliga helvtin av veljarunum brúktu atkveðurætt sín á seinasta fólkatingsvali. Tá seinasta fólkatingsval var í oktober 1981 høvdu 30.097 feroyingar valrætt. Á vali vóru 16.617 fólk, ella 55,2 prosent av veljarunum. Hetta var umleið 10 prosent minni enn við fólkatingsvalið i 1979. Tá var luttøkan óvæntað stór, 65,5 prosent. Men tá varð frá táverandi and- steðu, serliga Sambandsflokkinum, lagt upp til eina »styrkiroynd« millum samgonguna og and- steðuna. Við fólkatingsvalið 1. mars í 1977 var luttøkan nakað minni. Tá atkveddu 62,9 prosent. Men hvussu nógv fara á val næsta týsdag. Tað er ikki lætt at siga. Valstríðið er spakt — enn — eingin broddur, so neyvan verður luttøkan so stór sum seinast ella næstseinast. jo-mo Samgongan fekk góða helvt Nú hevur eitt fólkatingsval lítið við heimliga poli- tikkin — á legtingi ella í landsstýri — at gera. Men úrslitið kann geva eina hóming av, hverja undirteku tann rikni samgongupolitikkurin hóvar fólki. Og hyggja vit at valreðum og -greinum, so snúgva tær seg í stóran mun um politisk viður- skifti i Føroyum. Tá verandi legmaður sat i andsteðu gjørdi hann eisini sítt til at heita á fólk um at vísa teirra mis- negd við tásitandi samgongu millum Javnaðar- flokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Tað eydnaðist eisini í ein ávísan mun. Við valið í 1977 og aftur í 1979 fekk Sambandsflokkurin stóra framgongd. Frá at hava fingið 3213 atkveður í 1975 reyk Sambandsflokkurin upp 5173 atkveður í 1977 og upp á 5690 í 1979. Men í 1981 vendi, og Sam- bandsflokkurin misti umleið 1300 atkveður og fekk 4392 atkveður. Til sammetingar: í 1975 var Javnaðarflokkurin sterstur við 4104 atkveðum. Men í 77 mátti hann lúta fyri Sambandsflokkinum. Javnaðarflokkurin fekk 3680 atkveður. Í 1979 gekk betur og flokk- urin hevði eina hampiliga framgongd og fekk 4433 atkveður. Í 81 fekk Javnaðarflokkurin 4067 atkveður. Við seinasta fólkatingsval fekk sitandi sam- gonga akkurát helvtina av atkveðunum — 50,1 pst. Andsteðuflokkarnir fingu 59,9 pst. Við valið í 1979 fingu samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin 11.328 atkveður (9.513 í 1977), meðan andsteðuflokkarnir, Sambandsflokkurin, Framburðs- og fiskivinnuflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin, fingu 7361 atkveður (5.931 í 1977). Men til tað skal sigast, at tá vóru tríggir av teimum sterru flokkunum í samgongu, meðan bert tveir stórir eru í dag og ein av teimum smærru flokkunum. jo-mo tíðindablaðið 2 — 5. januar 1984 Javnaðarflokkurin kennir sína ábyrgd at verja vælferð- arsamfelagið Í hesum samfeløgunum hevur einstaki borgarin veruliga kent, hvat tað hevur at týða at standa saman um at bøta korini hjá fjøldini Tað tóktist heilt tyduligt, at hetta fólkatingsvalið mátti koma ongantíð ov skjótt. Tí tað bar ikki til hjá borgarligu stjórnini at halda fram við skerjingar- politikki sínum við so ótryggum grrundarlagi, sum stjórnin hevði skapt sær. Tí ótrygt mátti grundar- lagið vera, tá teir borgar- ligu flokkarnir púrasta kveistraðu Javnaðarfloks- ins ávirkan til viks — og bert ætlaðu at brúka Javnaðarflokkin sum eitt sikkurheitsnet, tá Glistrupflokkurin ikki vildi makka rætt. heimskreppan hevur eisini rinið við danska samfelagið — so fast, at danska samfelagið, sum var aldeilis bundið av at fáa sína ráveru uttanífrá og sína orku innflutta, eftir fáum árum var komið i ta stødu, at tað gjørdist meira og meira hættisligt at kunna konkurrera å heimsmarknadinum. Tad førdi so til ovurstórar hækkingar, øktum rentu- og prísútviklingi, ið so hvert máaði grundarlagið undan samfelagnum. Hesum gjørdi danski Javnaðarflokkurin = vart við ferð eftir ferð, men hevði so ilt við at fáa undirteku frá einum meiri- luta í fólkatinginum, at neyðugt gjerdist at gera upp steðuna og melda pass, tí uttan meiriluta í tinginum kann ein minni- lutastjórn einki gera. Men so títt og knapt stjórnarskiftið varð framt, sóu vit í sól og mána, at borgarliga stjønin fyri ein stóran part nú vildi fremja mangar av teimum loysn- um, sum javnaðarstjórnin ikki hevði kunnað fingið meiriluta fyri. Vit minnast, hvussu okkara borgarligu flokkar gartaðu í um rentuskatta- politikkin hjá javnaðar- stjórnini. Hesa rentu- skatting gjøgnumførdi borgarliga stjórnin bein- anvegin, tí hetta var neyðugt um endi skuldi fáast á rentuhækkingini og fall fáast í statsundir- skotinum. Og nú hevur stjórnin sagt, at statsundirskotið verður minnið í 1984 enn í 1983. Kensgerningurin er, at tað sum hevur munað fyri at bet aum statsfin- ansirnar er komið frá rentufallinum og tí real- rentuskatting, sum sosial- demokratarnir í stjórnar- tíð síni vildu fremja og sum flokkurin síðani hevur kunnað atkvett fyri saman við tí borgarligu stjórnini. Ja, so skjótt vendist í holuni. Haldur Hansen fólkatingsvalevni skrivar Tað hevur nógv verið talað um av núverandi statsministara, at tað fór at vera lættari at vera danskari, men kensgern- ingurin er, at arbeiðs- loysið nú við ársenda varð komið upp í 325.000. Hjá hesum man gerandisdag- urin ikki verða blivin lætt- ari. Og hjá ellum teimum, sum hava kent skerjing- arnar, sum stjórnin hevur framt, er gerandisdagurin heldur daprari. Javnaðarflokkurin vil loysa samfelagstrupul- leikarnar á ein slíkan hátt, soleiðis at tey veikaru ikki skulu kenna seg svíktan. Javnaðarflokkurin hev- ur kent sum ábyrgd sína, at verja vælferðarsamfel- agið — hesi samfeløg, sum hava roynst væl og veru- liga hava útviklað seg til samfeløg, har tann ein- staki borgarin veruliga hevur kent, hvat tað hevur at týða at standa saman í royndunum at beta um korini hjá fjeldini so hvert. Tað verður tí ongantíð óneyðugt við einum javn- aðarflokki, og tað koma vit skjótt at sanna, at av- gerandi fyri eini broyting, har dentur verður lagdur á at fara skynsamliga fram við samfelagsvirðunum, eisini ber í sær, at væl- ferðin hjá fjøldini verður havd í huga. Tí er tað tvingandi neyð- ugt við einum sterkum javnaðarflokki. Og tað er tí sjálvsagt at vit fara á val týsdagin 10. januar og seta krossin við Javnaðar- flokkin. Vit mugu gera av við skeiva fíggjarliga býtið og Vak- politikkin Fólkatingsvalið fyri framman — enn einaferð í ótíð — er úrslit av kland- ursemi donsku borgarligu flokkanna. Var bert eitt vet av samtaksanda sýnd- ur núverandi donsku and- steðuni, so var hetta val óneyðugt. Var aðalmálið hjá stjórnarflokkunum at virka fyri rætti og fram- burði fyri ellum fólki ríkis- ins, og var bert eitt sindur av vilja at avmarka óhugnaligu árinini — sam- felagsligu sum mennisk- jansligu — av trælkandi politikki teirra, — so hevði ivaleyst verið meguleiki fyri framhaldandi stjórnargongd til næsta regluliga val, um so hetta einans var við semju frá máli til mál. Danmark hevur, sum heimurin allur annars, verið rakt av fíggjar- kreppu, men seinastu 6-8 árini hevur danska kapp- ingarferi, hóast umtalaðu kreppu verið í hæddini, — serstakliga samanborið við onnur europeisk lond. Danski útflutningurin hevur haft rúmar ræsur, Gisleyg Dahl Bonde fólkatingsvalevni skrivar hetta undir leiðslu javn- aðarmanna. Danski solidariteturin við sáttmálabundin lond og ikki minst við so- kallaða triðja heimin, var 19585455 óreingiligur. Men eftir seinasta fólkatingsval tykist hetta polittiska álit landanna millum at vera Framhald á síðu 10 ASS S5ÁSASRGRSRAS SES SGLEGLALAG ALLES EL EL EELE ES ELL Ld“.