hósdagur 5. januar 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Politisk Vrangvilje — Løg-
madur og veidiflotin
Dimmalætting 29.
des. 1983 hevur oddagrein
kallað »Politisk Vrang-
vilje« ella rættari »Vrang-
stilning«.
Tað er nógv fyri at
hoyra lús hosta og loppu
goyggja, verður oftani
tikið til, og tað passar væl
í hesum feri.
Tí er tað nakar flokkur
sum líður av hesi sjúku so
er tað Sambandsflokk-
urin.
tá má greinin í Dimma-
lætting afturvísast.
Tað er tíbetur ikki
Dimmalætting ella Sam-
bandsflokkurin, sum
hvørki prinsipielt ella
veruliga skal avgera, hver
skal umboða Feroyar á
Danatingi, tíbetur.
Tað er tann feroyska
veljarafjøld og hon er so
mikið at sær komin, at hon
ikki longur letur seg vill-
leiða av orðafloymi '
ara.
Mín persónliga støva og
tað er eisini floks míns
steða er greið. Samvinnan
við Danmark skal styrkj-
ast, til frama fyri tað
foroyska samfelagið.
Veruleikin ídag er at
tann stersti flokkur á
legtingi hevur gloymt, at
tað er nakað sum eitur
Feroyar.
Tað vísur seg sjónliga
ídag, nú leiðari landsins,
Føroya Legmaður, —
Pauli Ellefsen, hann sum á
sinni segði >Tað er ein
háan ímóti løgmansstarv-
inum at legmaður stillar
upp til fólkatingsval.
Men ídag stillar sjálvur
sambandshevdingi ver-
andi legmaður upp til
fólkatingsval.
Og samstundis letur
hann sum landsins hægsti
maður ikki við seg koma
nú landi alt er komið í tað
mest álvarsligu steðu,
nakað land kann koma í:
Vinnutólini eru steðgað.
Hin jánkasliga steða, ið
leiðari landsins hevur, við
einki at gera við ta
kreppu, sum hevur
stungið seg upp, ein
kreppa, sum einki hevur
við merkjur at gera, ein
kreppa, sum einki hevur
við »Politisk Vrangvilje«
at gera, men ein kreppa
sum hevur lagt alt samfel-
agið lamið.
Teir føroysku arbeiðs-
gevarar, eigararnir av tí
foroyska fiskiflota, hava
lagt skipini, vinnutólini,
sum er ryggurin í foroyska
samfelagnum er bortin.
Og við góðum grundum
streikar felagið Trolskip
ímóti tí liberala borgarliga
landsstýrinum, við sam-
bandsflokkinum á odda.
Meðan hetta hendir, so
ferðast leiðari sambands-
floksins og Feroya leg-
maður, hann vil runt
landið til veljarafundar,
tað skuldi verið annað at
gjørt í hesum døgum.
Men løgmadur og leiðari
sambandsfloksins skrivar
á síðu 3 í Dimmalætting
29/12 1983 grein um
„Tann politiska steðan i
Føroyum« og sjálvandi
roknar ein við at her
verður vidgjørd kreppan
sum er, ein roknar við, at
leiðarin av landsstýrinum
viðger og kemur við upp-
skotum til loysn av tí ál-
varsligu steðu, landið er
komið í, nú veiðiflotin er
lagdur.
Nú eigararnir av skipun-
um siga, at tað loysir seg
betur at hava skipini liggj-
andi, streika teir ímóti
stjórn Paula Ellefsens.
Men legmaður hevur ikki
tíð at viðgera álvarsmál.
Legmaður droymir og í
dreymunum sær hann
trell í foroyskum politikki.
Trøllini er stuðul hansara,
Fólkaflokkurin, og við
kaldan dreym vaknar løg-
maður, og sannar, at
Fólkaflokkurin er ómegu-
ligur at samarbeiða við.
Niðursteðan legmans er
tann, at, at Sambands-
flokkurin er tann einasti,
ið kann borga fyri einum
frílyntum samfelag.
— Einum samfelag við
ongum vinnutólum, við
ongum arbeiði — tað er
tað frílynta borgarliga
alternativið!!!
Min vón er tí, at
løgmadur vaknar við, og
vónandi sær hann tá ikki
trell á aljósum degi — í
Fólkaflokka-líki, — og tá
hann er vaknaður er at
vóna, at legmaður sannar
veruleikan.
Og tað er, at verandi
samgonga við Sambands-
flokkinum á odda hevur
ført føroysku skútuna út á
bládýpið — og har er
eingin botnur!
Við teimum fyrstu fiski-
vinnusamráðingunum, leg-
maður ferdi, segði hann tá
hann kom aftur: fiskiveiði-
niðurskurðurin er
steðgaður — eg havi fert
ein annan samráðingar-
Ætlar tú tær
upp i henda
bolkin?
Sverre Midjord
fólkatingsvalevni
skrivar
taktikk.
Aftaná seinastu fiski-
veiðisamráðingarnar = er
tegn — drepandi tegn.
Hesaferð er tað ikki ein
løgmadur sum við báðum
hondum yvir hevd sigur
frá! Hví, spyr tann fer-
oyska útróðrarmannin.
Tann foroyski fiski-
maðurin stendur spyrj-
andi.
— Hví verður einki sagt
— hví henda kvirran?
Sannleikin er tann, at
verandi samgonga hevur
selt út av okkara fiski-
stovnum. EEC-skip fáa
loyvi at fiska við smærri
meskum enn tey feroysku
og harvið verður yngulin
oyddur.
Best er at goyma hesa
avgerð til aftaná fólka-
tingsvalið. Her er best at
tiga!!!
Nei, hetta eru álvars-
mál, sum mugu viðgerast í
samband við fólkatings-
valið!
Álvarsliga kreppan sum
stakk seg upp um merkir
ella ikki merkir á flaka-
virkjunum var Feroya
Landsstýri ikki ført at
loysa. Sannleikin er nokk
tann, at landsstýrið vildi
ikki loysa hetta mál, tí her
fær tað eina ósemju
millum arbeiðsfólk og hon
skaðar arbeiðararersluna
— og tað gagnar hesum
borgarliga alternativ-
inum. At ósemjan so er til
skaða fyri fólkið alt, ja,
tað sakar einki slíkum
harrum.
Men — NEMESIS — nú
streikar Felagið Trolskip.
Tað hevur lagt trolara-
flotan og Feroya Lands-
stýrið og leiðarar tess lata
sum einki er hent.
Soleiðis roynast álitis-
menn.
Krav Javnaðarfloksins
skal ikki vera, at legtingið
skal koma saman eftir
fólkatingsvalið.
beinanvegin!
Men
& i
Eg, sum eitt valevni til
hetta valid, må hava rætt
til, um ikki at krevja, so
heita ålvrsliga á Jógvan
Sundstein, løgtingsfor-
mann, um at kalla løgting-
ið saman beinanvegin at
viðgera og avgreiða hetta
fyri Feroya fólk so álvars-
liga mál, tí tað er meira
átroðkandi enn veljara-
fundir kring landið.
Lat so leiðara Sam-
bandsfloksins dreyma um
fólkatingið — heldur enn
sum legmaður at kalla
logtingið inn at viðgera
álvarsmál.
Á Feroya Legtingið vil
samgongan fáa hjálp frá
andsteðuni at loysa hesa
álvarsomu kreppu.
Í slíkum álvarsmáli er
tað einki sum eitur and-
støda, men eitt samlað
løgting.
Hetta må vera álvar-
samasta letan, Feroyar
nakrantíð hava upplivað
— fiskiflotin liggur, flaka-
virkini eru rstongd. Og
EEC-skip fiska ótarnað at
klettinum.
Og Feroya legmaður
ætlar sær at ferðast runt
landið til veljarafundir til
danska fólkatingið!!!
Hvar merkja Feroya
fólk ein »Vrangstilning«
— ella hver er tað sum
verjir eitt frílynt sam-
felag.
Tað fáa vit prógv fyri
10. januar 1984!
Um einki hendir við
royndunum at fáa vinnu-
hjólini aftur at mala — at
fáa flakavirkini at virka
og trolaraflotan út — er
frílynta samfelagið, sum
Sambandsflokkurin sigur
seg verja, ikki til longur.
Tað er knasað av virkis-
loysi landsstýrisins og
virkisloysi verandi sam-
gonguflokka.
Hetta má veljarin eisini
taka steðu til á valinum
10. januar!
SJ
Eg? Kortanei! Eg ætli ikki at lata sofa-
veljararnar vinna valið — tað vóru teir
líka við seinast
Topp 10
Hesi tiggju valevnini fingu flestar persónligar at-
kvødur á fólkatingsvalinum 8.12.1981.
Tølini i klombrum eru atkvødurnar frá fólka-
tingsvalinum tann 23. oktober 1979.
1. Pauli Ellefsen 1843 (3681— 1838)
2. Jákup Lindenskov 1554 (12554 299)
3. Jógvan Sundstein 1171 (1663— 492)
4. Erlendur Patursson 1075 (1386— 311)
5. Johs. M. Olsen 760 ( 4654 295)
6. Vilhelm Johannesen 706 ( 762— 56)
7. Sverre Midjord 482 ( 607— 125)
8. Hilmar Bech 427 ( 634— 206)
9. Hilmar Kass 425 ( 296+ 129)
10. Hergeir Nielsen 380 ( 315+ 65)
Javnaðarflokkurin
størstur í trimum
valdømum
Við seinasta fólkatingsval var Javnaðarflokkurin
størstur í trimum valdømum: Norðoyar,
Sandoyar og Suðuroyar. Í Vága valdemi var hann
næststerstur, í Suðurstreymoyar triðsterstur, í
Eysturoyar og Norðstreymoyar valdemi fjórð-
sterstur.
Í Norðoyggjum fekk Javnaðarflokkurin 584 at-
kveður, meðan Tjóðveldisflokkurin fekk 528 og
Fólkaflokkurin fekk 522.
I Sandoynni fekk Javnaðarflokkurin 200 at-
kveður. Tjóðveldisflokkurin fekk 175 og Fólka-
flokkurin 170 atkveður.
Í Suðuroynni fekk Javnaðarflokkurin 1238 at-
kveður, meðan Sambandsflokkurin fekk 596 og
Tjóðveldisflokkurin fekk 454 atkveður.
I Suðurstreymoy fekk Sambandsflokkurin
1252 atkveður, meðan Tjóðveldisflokkurin fekk
1170 og Javnaðarflokkurin fekk 1139 atkveður
Men verri gongst Javnaðarflokkinum í Norð-
streymoy og Eysturoy. Í Eysturoynni fekk Sam-
bandsflokkurin 1111 atkveður. Tjóðveldis-
flokkurin 624, Fólkaflokkurin 567, meðan Javn
aðarflokkurin fekk 480 atkvødur.
I Norðstreymoy fekk Sambandsflokkurin 456
atkvødur, Tjóðveldisflokkurin 330, Fólkaflokk-
urin 248 og Javnaðarflokkurin 196 atkveður.
jo-mo
Verjið
vunnin
rættindi
Veljið
solidaritet
fram um
egoismu