Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. januar 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 7. januar 1984 Við samanløgdum hondum lovaði eg honum aftur og aftur, at eg aldri skuldi synda, ikki dansa, ikki drekka, ikki roykja, ikki banna sum Hildibrandur, ikki renna eftir synda- fullum gentum, ikki hugsa ljótt um Onnu Leonoru sum var hon ein onnur hesa vøkundått. Jesabel, ikki gera einum menniskja mein, men elska og gera væl ímóti ollum og altíð befala meg í Jesusar hendur, og eg bað og bønadi hann um at seta sitt innsigli á mítt enni og skriva meg upp í lívsins bók afturfyri. Kynslívið og tann gessur Hugin oftari og oftari kennur eru ikki so at køva, og sum bókin frálíður missur syndamed- vitið valdið á honum, og kvinnurnar fáa sterri og sterri týdning. Ta 32 ára gomlu blómandi Onnu Leonoru, sum gekk við eingilskmonnum, hevur hann mangan droymt um, men tá hann sjúkur av girnd er í nánd av henni, varnast hon hann nærum ikki, fyri hana er hann ov ungur at vera ein verulig kynsvera. Sum tað mangan gongur við kenslum í sam- bandi við girnd, so rekka tær grúiliga stutt út um letuna og verða ofta til van- virðing. Longu dagin eftir í dansinum hugsar Hugin soleiðis um Onnu Leonoru: Hevdi eg onkuntid droymt um hasa kvinnuna? Eigiliga, deigiliga. Var tað eg Tað var heilt óhugnaligt. Hvussu hevdi eg fingið meg til tað? Hvat var tað fyri máttur, ið hevði drivid meg Sama kveldið, sum hann einki fekk burtur úr Onnu Leonoru, kemur hann av tilvild fram á vinkonuna Durutu, sum er nakin, men nú er tað hann sum ikki tekur av: »Kom her teskadi hon hás og tung á málinum, men eg hoyrdi ikki tað, sum eg hoyrdi, vendi mær ímóti henni og bakkaði treystliga út móti hurð- ini...< Tað seinasta hann hvrir, tá hann er sloppin út um, er: >Tú er skýti býtt- ur“. Soleiðis kennir Hugin seg eisini og „kom her, kom her< syngur igjøgnum hann, og hann lovar sær sjálvum, at taka av eina aðru ferðina. Innbjóðingin hjá Durutu »kom her« knýtir samband aftur til fyrsta bind í skaldsegureðini, >Nú ert tú mansbarn á foldum«, og huldukonuna sum lokkar tann trý ára gamla við orðunum >Kom við!< Hetta er lívskraft sum hevur bíðað eftir honum, síðani hann var smådrong- ur, list og girnd, kærleiki og skapan eru samantvunnin. Men meðan smádrong- urin fór við huldukonuni og varð givin ein setleikakendan angist fyri at missa seg sjálvan, so torir tann fjúrtan ára gamli Hugin ikki at taka av. Uppliv- ingin við huldukonuni situr í honum, og hartil hevur uppalingin enn lutvís vald á girndini. Nakrar dagar seinni er hann í hag- anum við Durutu, somu steð sum við huldukonuni, og nú roynir hann at sleppa fram at hjá henni, men Duruta vísur hann frá sær, hann hevur ikki ansað sær legini: >Einaferð bað eg teg, men tú vildi ikki, segði hon«. sum heuði sagt soleiðis? ein trølskur Kærleiki Hugin skilir harðliga ímillum kroppslig- an kærleika og »rættan kærleika«, sum er andborin og ikki rættiliga av hesum heimi. Kærleika av hesum slag metir hann tvær ferðir, hetta árið bókin fevnir um. Fyrst er tað ein genta í grannabygd- ini, men hon vil ikki vita av honum og heldur saman við einum eðrum. Leiðin ímillum dýrd og trega er stutt: >Og hvussu inniliga hevði eg ikki glett meg til at hitta eina gentu, sum eg var skotin í. Nú hevði eg hitt hana, og aldri í mínum lívi hevði eg verið raktur av sterri ólukku-. Stevna er í bygdini, og fyrst nú meinar Hugin seg meta tí heilt rætta kærleikanum í fremmandagentuni Birtu, og hann hugsar um gentuna, sum tíðindablaðið knústi hansara hjartað: Eg heuði einaferð verið av ólukkulig- astu menniskjum fyri hennara skuld, hjartasorgin hevdi nærum forkomið mær. Eg skilti tað ikki. Hvat hevdi eg sæð í hasi gentuni? Eina sól? Eitt undur- verk? Hvar vóru tey farin? Aftur ímóti mini navnleysu var hon minni enn ein skuggi, sjålvt eyguni deyð og dølsk. Eg hevði sæð hana hugt forvitin at gentu míni og ivaðist ikki í at hon hevdi kent ein sting í hjarta av at síggja hana. Eitt fleyr av sigursgleði fór igjøgn- um meg. og eg hugsaði: Hatta hevur tú voru gott av. Sum eg ådur havi nevnt, so hevur Jens Pauli Heinesen eitt serstakt hegni at skriva um åstina og hennara skåkleidir og åvirkan. Hann dugir eisini stak væl at lysa skiftandi hugaløg, til dømis vil Hugin fyrst drukna seg ilikamligum kærleika, medan hann eftir at hava hitt nýggju gentuna vanvirðir ein tilikan. Lysingin av stevnudansinum er hug- takandi og kenslurnar hjå Hugini eru framúr raktar. Her kunnu flestøll onkursvegna kenna seg aftur. Í endanum á skaldseguni fer Hugin til Havnar í skrivstovulæru. Umframt at skriva veit hann ikki rættiliga, hvat hann hevur hug til, men burtur vil hann. Á leiðini til Havnar siglur ferðamanna- skipið fram við bjargalandinum, og Hugin hugsar um holurnar inn í bergið og um alduna, sum brýtur við sama lag, tá hann er komin væl á leið inn í sína framtíð: Satt at siga fór hon at halda ] fram aftan á tað, tí hon før at runa harinni í allar ævir. Tað var logið at hugsa sær og ikki so lítið 8 I beinleiðis skakandi harmiligt Her sannkennur hann, hvussu stutt lívið er i mun til fjall og hav, hvussu tú ikki kanst brúka menniskjans tíðarrokn ing til natúruna, og hvussu lítið tú í hesum samanhangi hevur at siga. Gleðin og spenningurin yvir at vera komin til ein nýggjan stað og ein nýggjan part av lívinum eru blandað við eina varliga sorg, sum Hugin ikki rætti- liga vil kennast við, tí hann skilur hana ikki. Tað er sorgin yvir at siga einum parti av lívinum farvæl, siga farvæl við tey menniskju, sum hava verið tín heim- ur, fyrst og fremst foreldrini. Tað, sum er farið, kemur aldrin aftur, og ein partur av sorgini botnar í kensluni av tí óendurkallandi. Hildibrandur og hini Nógv onnur og nógv annað enn Hugin fara eftir pallinum hjá Jens Paula Heine- sen. Her eru Giljanna, sum ógift verður við barn, og pápi hennara tann buldruti Pól Martin, sum ikki vil kennast við hana, men sum blotnar, tá hann sær barnið. Her er ein framúr lýst ódnarnátt við skipbroti og deyða og bjarging. Ein av teim bjargaðu er George, sum eltir trúlovaðu dóttir Pól Martins, Birgittu, og sum eftir stevnudansin sæst fara við henni niðan um garðarnar. Her er grindadráp, lýst so neyvt og livandi, at tað í sjálvum sær hevur siðseguligt virði. Í hesum sambandi letur hevundin Hugin vera líka altráan í drápinum sum allir hinir, men ein ivi ella seinni vunnin vitan lúrir undir yvirtromini. Jens Pauli Heinesen hevur seinni í blaðskriving víst andstygd fyri grindadrápinum, ið hann metur sum óneyðug, óhuman myrðing. Læraraskúlanæmingurin Hildi- brandur hevur sín fitta part í søgu- gongdini. Hann er ein nógv samansettur persónur, sum vanvirðir heimbygdina og vil at alt skal broytast: >Burtur við øllum gomlum ósiðum, burtur við øllum fordómum, á bláman við ellum hyklaríi og ellum farisearum<. Hann tekur so dyggiliga undir við ellum teim nýggju tankunum, hann metir og er so altráur at annáma teir, at vandi er fyri, at hann fer í tvíningar sum persónur og verður eitt mesn. Uppímillum rættar skíringar av bygdarsamfelagnum, koma bøllar sum hesir: »Toskur fæst vid tosk og ikki nakar rættur maður, segði Hildibrand- ur, bert plebeiarar og ignorantar kunnu fáast við tosk, vit intellektuellu halda okkum til aðrar og hægri materiur«, og um at tjøra tak: „slíkt arbeiði er bara fyri plebeiarar og ignorantar og ikki fyri rættar menn«. Hugin er bangin fyri Hildibrandi og tí ógudiliga, hann ber við sær, men sam- stundis hevur hann virðing fyri honum og heldur hann siga nógv sum er beint, nógv sum Hugin kennir við sær sjálv- um, men aldrin hevur torað at sagt við nakran. Blandingurin av ótta og virðing er spennandi, og hann er saman við Hildibrandi, tá hesin vitjar heimbygd- ina. Men ein ivi stingur seg spakuliga fram, er alt tað Hildibrandur sigur rætt uttanat, ein ramsa fyri at gera seg til? Tað stóra í tí smáa Tað finnast nógvar neyvar eygleiðingar í skaldseguni, sum t.d. tá Duruta og beiggin Bartal spæla klaver fyri einum remmandamanni, og >Fríða, sum sták- aðist í kekinum, kom inn at vita, um gesturin ikki helt tað vera ótrúligt, at sovorðið kundi henda herúti í avbygd um«. Í fáum orðum verður her lýst tað vanliga undanferandi reypið mótvegis fremmandafólki: >So stór hús hevdu tit ikki roknað við, at vit feroyingar búðu í ella: »So nógvar og flottar bilar høvdu tit ikki væntað at finna í miðjum Norð- uratlantshavinum?« Spurningurin verður settur fyri at dyrgja eftir rósi. fyri at fáa at vita hvussu dugnaligir og arbeiðssamir vit feroyingar eru; og Gud náði tann fremmandamann sum í einum sovorðnum feri ikki prísar tí føroyska samfelagnum. Føri at síggja „tað stóra í ti småa« og siga frá hesum kemur heins og í eðrum bókum hjá Jens Paula Heinesen til sjóndar her. Hann sigur frá láini og hennara sangi og boðskapinum, hon ber dronginum. Upprunaliga ætlaði hann ÞAt lívið skuldi livast uppi i hástigum: størst, vakrast, best“, men knappliga gevur hann sær fær um láina: gjøgnum artus- Tann langa vegin indini hevdi hon bidid fyri tetmum, ikki kvædi, men vid heimsins minsta sangi. Kanska hevdi hon einaferð í forðum yrkt kvæði sum tey, við einum drúgvum ið halda seg hava nógv upp á hjartað. men við tíðini var hon komin til ta sann kenning, at tú lýsti tínar livsroyndir best við at samanfata tær í henda lítla sorgar- dropa, id vissuliga var góðlíðin og við brekin, men samstundis vallaði í honum ein vattan um treysti og tru Sannkenningin hjá Hugini er samlík tí hjá Karsteni Hoydal í yrkingini »Merkisveitsla«, har hesin vísir tey stóru orðini frá sær, og ger sína niður- steðu í seinasta erindið: Til eru orð so blúgv og smá sum sáðkorn orð sum fáa fólk at gráta heit tár, sum inneftir seta og loysa gróður í sinninum Markleys breiðist nú fyri tær fold er « góð lýsing av tíðarskeiðnum, har hor undin vaks upp. men serliga í fyrstani er hon viðhvert eitt sindur flokjaslig, eins og teir fløktu tankarnir hjá dronginun kynsbuningaraldrinum verða fluttir Hartil er tað eins og x vvir í frásegnina høvundin vil hava so nógv av oynni vi sum til ber, so at tað næstan ikki er tant staður, sum ikki skal avmyndast við nekrum orðum. Hetta tarnar tó ógn skaldsegur liga lítið, og meginpartin av er tað sum eftir anni, og fleiri kapitlar tú sendandi igjøgnum við eini tilik ari ferð, at tú mást lesa um aftur fyri fáa alt við Eg veit ikki, nær Jens Pauli Heinest ætlar sær at sleppa Hugini og lata ! liva sítt lív uttan áskoðar má endiliga ikki steðga her og ger ætlandi heldur ikki. Ti, hvussu fer fram í Havn?, hvussu verður við Hugini og Birtu?, hvussu verður við George og Birgittu og dronginum hjá henni? Vit krevja at fáa meira at vita Jógvan Isaksen