Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða8 --2* : . tíðindablaðið Johan Nielsen, fyrrverandi prestur og politikari! Neyðugt við einum sterkum javnaðarflokki í foroyskum politikki — fyri at standa móti áhaldandi høgraråkin- um Orð og myndir: Jan Miiller Fann føroyingurin, sum kanska er best kendur uttanfyri okkara heimligu land- oddar. man vera fyrrverandi presturin og politikarin Johan Nielsen. Hann hevur kanska meira enn nakar annar prestur í Danmark megnað at savna fólk í kirkju sunnudagar. Fólk, ið við stórum áhuga, hava lurtað, meðan Johan hevur prædik- að Guds orð. Og í danska fólkatinginum, har Johan hevur sitið í tilsamans 17 ár, hava politik- arar og onnur lurtað við stórum áhuga eftir hesum sjáldsama feroyingi — uttan mun til um tey so hava verið samd við honum ella ikki. Í dag hevur hesin sjáldsami presturin og politikarin, ið ikki helt tað vera skeivt at sameina hesi árarnar inn. leingi bilað. bæði Heilsan hevur nevniliga stervini, lagt Ti hann tó ongantíð helt kundi gerast veruleiki, er tó hent. Hann er komin heim- aftur til sína kæru heimbygd, Sandvík. Her býr hann nú saman við konuni Birthe. Tíðindablaðið Sosialurin var nakað fyri jól á vitjan í Sandvík, har vit hittu Johan. Hann sigur: Eg eri nú komin heim- alla. Eg havi altíð ætlað at koma heim- aftur. Tey seinastu árini havi eg tó ikki roknað við, at eg kom heimaftur á lívi, men so lá tað so væl fyri, at systur-min sá eina lýs- aftur med ing í blødunum, har eini hús í Sandvík vóru lýst til selu. Hon segði tað við konuna Birthe, og hon hevði alt fyri eitt hug at keypa tey Tá hon vildi koma heim til Feroya at búgva, so kundi eg ikki annað enn at vera fegin. Hon er jú dani men er kortini fallin sera væl til her Johan Nielsen flutti sum 14-15 ára gamal drongur úr Sandvík, í 1933-34. Hann hevur ikki verið fast búsitandi i Sandvík í meira enn 50 ár. Prestur í Danmark og i Føroyum Vit lata Johan greida frå: sjålvan — Tå eg fiskadi, budi eg her i Sandvik um veturin, og tå eg gekk á skúla í Havn, vitjaði eg sjálvandi heimbygdina í frítíðini. Síðani fór eg til Dan- markar at lesa til prest Eg rekti prestaembæti í Danmark í eini trý til fýra ár, tá so embætið í Klaks- vík varð lýst leyst. Fólk bóðu meg sekja tað. men mær dámdi so væl í Danmark, at eg fyrst bar meg undan. Nú havi eg altíð verið so heppin, at har eg havi verið prestur, hevur nógv fólk gingið í kirkju. Ti dámdi mær eisini í Danmark. Tá ringdi ein av grann- um mínum og segði, at eg var noyddur at fara heim til Feroya at rekja presta- embætið í Klaksvík. Ég segði honum, at tað hevði eg ikki ætlað mær. Men hann segði, at eg noyddist at fara tí teir saknaðu meg í Feroyum. So sekti eg til Klaksvíkar og fekk presta- embætið har. Johan Nielsen prestur saman við donskum kirkjugangarum Fólkatingið Har var eg so í umleið 9 ár, tá so menn bóðu meg stilla meg upp til danska fólka- tingið. Fyrst bar eg meg undan. Men tá menn komu at práta við meg, bað eg teir tosa við kon- una, tí um hon vildi tað, so var tað í lagi. Tað var Ville Serensen, sáli, sum tá tosaði við Birthe. Hon hevði tå spurt hann um nakar meguleiki var fyri, at eg varð valdur. Eingin ivi, hevði hann svarað. Johan Nielsen varð valdur, men ikki bert tað. Hann fekk tær flestu persónligu atkvødurnar, sum nakar feroyingur hevur fingið til eitt tílíkt val. Hetta var í 1960. Johan gjerdist seinni sjúkur og var í longri tíð á Refsnes. Legna uppliving Johan hevði annars eina løgna uppliving, meðan hann var å Refsnes. Hann sigur soleidis frå: — Eg havi ongantíð bidid fyri minum egna livi. Eg havi ikki hildið, at tað hevur verið so mikið vert. Men eg vildi so fegin koma heimaftur til Fer- oya, tí Birthe var jú eina- mell við bernunum, og pensiónin var ikki tann nógva. Eg var so sjúkur, at eg lá í óviti í longri tíð. So ein dagin, eg helt meg vera vaknan, sá eg meg sjálvan sveima uppi undir loft- inum og í seingini. Knapp- liga var eg uppi á fjall- inum her nærhendis Sand- vík Hetta var ein summardag. Ég gekk oman í bygdina. Ég minnist so týðuliga, at eg kundi lukta, at tey bakaðu pannukekur, í summum húsum gjørdu tey døg- urða. Eg kundi lukta, hver brendi kol og hver torv. So fór eg niðan í túnið í teimum gomlu húsunum. Pápi mín sat í hjallinum og pinnaði brenni. Mamma kom út gjøgnum køksdyrnar. Hon tekur fyriklædi og strikur sær um eyguni, soleiðis sum hon plagdi at gera, tå hon græt. So komu bædi tvey til min og siga: »Johan, tu skal ikki vera bangin, ti vakran vit hava tosað vid Jesus, og tú sleppur heimaftur til Birthe. „Ég visti, at tey vóru deyð bæði tvey, eg hevði jarðað tey sjálvur. Ég visti, at eg lá niðri á Refsnes, meðan eg upplivdi alt hetta, sum er nakað tað legnasta eg havi upplivað í mínum lívi. Og so knappliga lá eg aftur í seingini á Refsnes. Eg vaknaði. Eg var so svangur. Eg ringdi, og so kom ein genta. Eg segði henni, at eg var so svang- ur. Um hon so hevði sæð eitt spekilsi, so hevði hon ikki kunnað verið skjótari á dyr. Síðani kom deildar- sjúkrasystirin. Hon bað meg steðga. Hon fór so eftir yvirlæknanum. So kom yvirlæknin. Hann kannaði meg og tosaði við meg. So segði hann, at eg skuldi hava tað at eta, eg ynskti, um so hann skuldi senda ein bil til Kalund- borg eftir tí. — Og hvat vildi tú hava? — Eg valdi kókaða reyð- sprøku, og tað fekk eg. Nr. 4 — 9. januar 1984 Í Várharra ella! Hesin sigur Johan víðari frá, at Meyer. yvirlækni, Hann hevði fleiri ferðir vitjað i Føroyum, tí hann var serfreðingur í eini mjadnasjúku, sum er sera vanlig i Føroyum. Hann budi å Hotel Hafnia. Har hevði hann so hitt son min Ola, sum segði frå, at hann æt Oli Nielsen. Meyer hevði tå sagt, at hann kendi bert ein foroy- ing at navni Nielsen, Johan Nielsen. Ja tað er pápi mín, svaraði Oli. Meyer hevði tá greitt honum frá um tíðina tá eg lá á Refsnes uttan vit. Hann hevði tá gjørt av, at hann skuldi geva mær eina dupulta portión av streptomysini, sum vanliga vildi drepa eitt menniskjað, men um væl vildi við, so kundi tað vera, at eg kom til lívs aftur. Tað vakti meg til lívs aftur. So hevði Óli greitt honum frá tí eg hevði sagt, at eg trúði tað var Vårharra, sum var komin eftir mær.