mánadagur 9. januar 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 4 — 9. januar 1984
„Ein amerikanari lá á Refsnes,
meðan eg var har. Hann hevði
brúkt meira enn 400.000 dollars
fyri at gerast frískur í USA. Einki
hjálpti. Hann varð sendur til ein
serfrøding í Danmark. Tá hann
varð vorðin frískur spurdi hann,
hvat
svaraði
einki.
honum,
tað kostaði.
Yvirlæknin
at tað kostaði
Amerikanarin segði við meg: —
Hvat sakl eg siga við tey heima í
USA. Eingin fer at trúgva mær, tá
eg sigi teimum, at tað finst eitt
land, har øll fáa somu sjúkravið-
gerð uttan at gjalda nakad«.
Johan
„Ja, ja, svaraði Meyer,
— hver verður salur í síni
trúgv.
>Tað fór nú at ganga
framá, og Johan Nielsen
kom heimaftur.
Johan Nielsen var fólka-
tingsmaður í eini 17 ár
samstundis sum hann
rekti starvið sum prestur.
Heilsan!
Nú er Johan Nielsen so
komin heimaftur. Hann
heldur fyri, at konan
hevur verið honum ein
sera góður stuðul ell árini.
Hon hevur m.a. hjálpt
honum við at fera kirkju-
bekurnar, at hava viðtalu
oma.
Nú bagir heilsuni so
mikið, at hann er ikki
forur fyri at rekja eitt
prestaembæti meira.
— Eg nytti púrt einki
meira, eg orki rætt og
slætt ikki, sigur Johan og
leggur aftrat, nú tað
stundar móti fólkatings-
valið.
— Jákup skal ikki vera
bangin, tí eg stilli ikki
uppaftur. Ég sigi sum
Tórur segði við Sigmund á
sinni: >Tú svim til lands
og bjarga tær, eg eri farin,
legg einki í meg«.
Johan hevur altíð ynskt
at koma aftur til Feroya.
Her er nógv broytt heldur
Nielsen, í Sandvík á vetri 1983
hann. Tey flestu,
hann kendi, eru farin.
Nú gongur hann so tvær
reisir um dagin oman í
handilin hjá beiggjanum,
har høvi er at tosa við fólk.
Annars gongur tíðin við at
sova og eta og annars at
fylgja við í útvarpi og
blødum, hvat fyriferst.
- Eg havi annars ikki
gjørt peningsverk, síðani
eg kom. Fleiri bókaforlog
hava biðið meg skriva
endurminningar mínar,
men eg havi ikki litið mær
tað til.
Stersta ynski Johan
hevur, er at sleppa á flot
aftur. — Tað var tað besta
eg visti, men enn havi eg
so ikki orkað. Kanska eg
tó eisini fái tikið meg
saman at skriva okkurt,
leggur hann aftrat.
sum
Politikari og
prestur
— Nú hevur tú bæði verið
politikari og prestur.
Hvussu hevur gingist at
sameina tey bæði størv-
ini?
— Tað hava verið
trupulleikar. Tað kunnu
hava verið samvitsku-
spurningar upp í millum.
— Men tú metir tað ikki
vera skeivt, at ein prestur
arbeiðir aktivt í politikki.
— Nei, tað haldi eg ikki.
tíðindablaðið
Birthe og Johan saman við Jákup Lindenskov í Sandvík
— Tað verður nógv
tosað um, hvenn tydning
eitt feroyskt fólkatings-
umboð hevur!
— Kg minnist, at eg
tosaði um handa spurn-
ingin við Holger Eriksen
fyrstu ferð eg fór til Dan-
markar og hann segði: —
Eg vil ikki vera við til at
lóggeva fyri Feroyar, um
eingir feroyingar eru í
fólkatinginum.
Sjálvandi kundi ein
geva feroyingum eitt
blokktilskot og so lata
foroyingar sjálvar um,
hvussu teir brúktu tað.
Men tað dámdi Dam ikki.
Hann var bangin fyri, at
tað fór at ganga út yvir
tað sosiala.
Privatisering
Og nú øll henda talan er
um privatisering, so kann
tað lætt koma at ganga út
yvir tað sosiala.
Tað eru tey eisini farin
at tosa um her heima. Tað
hava tey lært av Schlúter.
Tað løgna er, at privati-
seringin er einki nytt fyri-
brigdi. Hon hevur eisini
verid i Førovum t.d. i sam-
band vid Strandfarasigl-
ingina. Tær góðu rut-
urnar, sum góvu pengar
av sær, høvdu privatmenn,
tað, sum gav undirskot,
hevði tað almenna.
Í okkara samfelag er tað
vorðið soleiðis, at ein
unnar ikki, at ell skulu
hava tað gott. Sigurs-
ferðin hjá Schlúter stavar
frá tí, at ein unnar ikki, at
onnur skulu hava tað so
gott sum ein sjálvur.
Nú er tað soleiðis, at
soleingi sum Glistrup og
aðrir eru, so er tað eingin
vandi fyri, at tað verður
nekur borgarlig meiriluta-
stjórn. Til nyttu fyri
Anker. Eg plagdi at siga
skemtiliga við Anker: >tú
skal biðja Jesus pápa
varðveita Glistrup, so fáa
hinir ikki gjert tær
ónáðir<.
Johan Nielsen hevur
kvittað við politikk, men
hann hevur kortini sínar
metingar um feroyskan
politik.
Hann sigur: — Eg hevði
ikki trúð, at henda privati-
seringin skuldi koma til
Foroya, tí vit eru hóast alt
eitt annað samfelag enn
tað danska.
Gjalda fyri viðgerð
Johan nevnir í hesum
sambandi eina hending,
sum fór fram, meðan hann
»Tå einkjupensiónin var fyri segði
ein oddamaður sambandsfloksins:
— Lat málið falla, einkjurnar hava
altíð klárað seg í Foroyum.
Men eg visti betur, ti tær høvdu
altíð klárað seg illa«
Johan Nielsen, í Sandvík á vetri 1983
»Og ein av oddamonnum fólkafloks-
ins segði við meg: — Vit eru fyri
teimum sosialu princippunum, men
vit vilja fyrst byggja landið upp
fíggjarliga.
Eg spurdi, nær er landið bygt so
væl upp fíggjarliga, at ein kann taka
sær av teimum, sum treingja!<
Johan Nielsen, í Sandvík á vetri 1983