mánadagur 9. januar 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 4 — 9. januar 1984
tíðindablaðið
Fyri fiskimannin var tað gott
at javnadarflokkurin skipaði
fyri i broytingarårini
Tey flestu menniskju vid
sosialum medviti og
áhuga fyri samfelagsvið-
urskiftum noyðast at við-
ganga, at tann politikkur,
sum javnaðarflokkurin —
teir = sosialdemokratisku
flokkarnir — hava rikið og
reka er hin frægasti fyri
stersta talið av borgarum.
Hetta ásannaði eg tid-
liga og havi tí altíð stuðlað
henda politikk og havi
virkað fyri teimum hugs-
anum, ið hann byggir á.
Ein politikkur skal inni-
halda loysnir á ellum stór-
um málum, men eisini í
teim einsteku liðunum,
sum heildin er samansett
av, hann má virka fyri, at
tey sum hava sítt pláss í
hverjum liði sær fáa bestu
umsteður.
Fyri meg sum fiski-
mann, ið næstan bara
hevur troytt fjarleiðir.
hevur tað verið heppið, at
tað er javnaðarflokkurin
sum hevur havt ávirkan á
útvilingin tey seinastu 35
árini, og serliga at tað var
hann sum hevði hevuðs-
ábyrgdina fyri at skipa
fyri hesi broytingarárini í
60-unum og 70-årini.
Tå vit merktu, at vit
blivu trongdir meira og
meira å teimum leidum,
vit fritt kundu royna fyrr,
vóru vit greiðir yvir, at
tað bleiv ikki lætt at varð-
veita nóg gott rásarúm
fyri okkara nútímans
flota, men vit fiskimenn
mugu ásanna, at politisku
umboð okkara í Javnaðar-
flokkinum komu bara heilt
væl frá tí hesi fyrstu tor-
foru árini. Vit kundu
framvegis virka og liva,
meðan vit tilpassaðu okk-
um nýggjar meguleikar.
Eg var tí ongantíð mill-
um teirra sum trúði uppá,
at teir menn sum vístu á
felagskvotur við danska
fiskimenn, sum einastu
loysn, fóru at kunna gera
tað betri enn okkara egnu
menn.
Og so var!
Síðan umskifti í 1981 er
tað blivið truplari og
truplari at veiða, vinna og
virka.
Meira og meira av
pappirsfiski blívur keyptur
í sáttmálunum og trygdin
fyri at sáttmálarnir halda
ta tíð teir skulu, hon
minkar í heilum.
T.d. hevur makrelurin
norðan fyri 629 higartil
verið pappirsfiskur á sama
hátts um lodnan í Eystur-
grønlandi og nú til síðst
makrelurin vestanfyri.
Myndugleikar okkara
gingu við til at gjalda ein
so dyran pris sum av-
marking av laksaveiduni,
hámark fyri rækjuveiðu
við Svalbard, smærri
meskar við Feroyar og
margt annað sum kundi
avlasta trýstið við Feroy-
ar. Tá so er, skuldi tað
sum vit fjarfiskimenn
skulu troyta aftur fyri
helst ikki verið pappirs-
fiskur, men givin virði,
sum kunnu veiðast tå tid-
in er uttan at avtalurnar
verða broyttar ella settar
úr gildi beint tá sesongin
stendur fyri. Vit nóta-
menn hava verið raktir av
hesum ferð eftir ferð.
Tey, sum hava upplivað
útviklingin frá tí at vend
kom í í 1958, mugu sanna,
at tá fingu vit sum tå
skuldu út í vinnulívið
tjansir sum fedrar okkara
hevdu longst eftir. Ti
bleiv ein rættuligur vinnu-
livspolitikkur stungin út,
Henrik Old
folkatingsvalevni
skrivar
umframt at fólki varð
veittur tryggleiki á flestu
økjum, lærumeguleikar og
seinni tjansur å skipa-
dekki ella á virkjum.
Nógv av okkara frægastu
framstigum høvdu íkki
verið gjørd, um ikki poli-
tikkurin, sum eitt nú Dan-
bjarg, Øregaard og Dam
talaðu fyri, ikki hevði
skapt allar hesar megu-
leikar.
At hetta alt bleiv og
blívur gjørt í samstarvi
við Danmark hevur verið
náttúrligt fyri okkum og
tað hevur eisini víst seg at
muna.
Vit javnaðarmenn halda
ti framvegis fast við teir
meguleikar, sum liggja í
samstarvinum við Dan-
mark.
M.a. tí stilla vit upp til
fólkatingsval. Fyri eisini á
hesum tingi at kunna
verja føroysk áhugamál
Tað er neyðugt at verja
tær ymsar vegir, bæði
har, sum vit og danir
draga eina línu og har sum
teirra og okkara áhugamál
ikki sampakka.
At hetta seinna ikki er
minni viktugt havi eg sum
aðrir fiskimenn mangan
ásannað. Ti so sanniliga
draga vit og danskir fiski-
menn ikki altíð somu línu.
Ti er tað neyðugt at hava
ávirkan allastaðni, har tað
er meguligt og javnaðar-
menn hava víst, at teir
duga at halda uppá fer-
oyskan rætt.
Mín áheitan á allar
oyggjafelagar og føroving-
ar sum heild skal ti verða:
Standið saman um javn-
aðarflokkin!
Henrik Old
Sambandsflokkurin
provokerar loysing
Í fyrru helvt av hesi øldini
leikaði hart stríð um
føroyskt mål og um
foroyska flaggið. Javn-
aðarflokkurin og sjálv-
stýrisflokkurin vóru fyri
at feroyskt mál skuldi fáa
fullar semdir og at okkara
flagg skuldi fáa viður-
kenning. Men sambands-
flokkurin andevdi ímóti.
Seinast í trýati árunum
og fyrst í fýrati árunum
kom hetta stríð í hæddina.
Nú kom eisini ein nýggjur
flokkur fram og var hetta
fólkaflokkurin, ið segði
seg at vera loysingarflokk,
og nýtti hesin viður-
skiftini millum Danmark
og Feroyar at rumbla við.
Og sjálvandi nýttu teir
eisini
spurningin um
føroyskt mål og flagg-
spurningin. Men sam-
bandsflokkurin andevdi
framvegis ímóti.
Krossmessudag 1943
var fólkatingsval. Við
valið tvífaldaði
fólkaflokkurin atkveðutal
sítt úr stívliga 2.000 at-
kveðum til stívliga 4.000
atkvødur og tók fólka-
tingsumboðið frá sam-
bandsflokkinum. Bartals-
messudag sama ár var løg-
tingsval og tá kom fólka-
flokkurin á ting við 12
monnum. Tað var heilt
týðuligt, at tað var steða
sambandsfloksins, = sum
hevði provokerað
føroysku veljarafjøldina.
Men sambandsflokkurin
andøvdi framvegis ímóti.
I hesi tíðini var Dan-
mark hersett og sam-
bandið millum bæði
londini var av hesi orsek
kvett. Ein annar
spurningur, ið tí tók seg
upp, var stýrisskipanin.
Her vildi fólkaflokkurin
fremja broytingar, ið
týddu loysing millum
Danmark og Føroyar,
medan javnadarflokkurin
hevdi eitt uppskot, sum
líktist rættuliga nógv
teirri heimastýrislóg, ið
seinni kom í gildi. Men
sambandsflokkurin at-
kveddi framvegis ímóti.
Soleiðis var tað sam-
bandsflokkurin, sum
framprovokeraði fólkaat-
kveðuna í 1946 og allan
tann ruðuleikan, ið av
henni stóðst.
Í dag er tað undir-
grundsmálið. Her er sam-
bandsflokkurin við at gera
sama brelaran um aftur.
Flokkurin tekur undir við
teirri donsku steðuni, sum
er, at vit feroyingar skulu
hava eina ráevnisskipan á
sama hátt sum Grenland.
Henda steða sambands-
floksins kann í longdini
provokera eitt sterri tal av
førovingum at atkveða
fyri loysing.
I 1948 var javnadar-
flokkurin vid til at finna
eina skilagóða loysn i
viðurskiftunum millum
Danmark og Feroyar.
Loysnin var heimastýris-
lógin. Men tað var neyð-
ugt hjá javnaðar-
flokkinum at draga sam-
bandsflokkin við til hesa
loysn. Í 1948 var sam-
bandsflokkurin sjálvandi
nakað moyrur aftaná val-
úrslitini í 1943 og fólkaat-
kveðuna í 1946. Men
skulu vit eisini hesa ferð
so langt fyri at fáa sam-
bandsflokkin at boyggja
seg?
Javnaðarflokkurin vil
finna eina skilagóða loysn
í undirgrundsmálinum —
eina loysn sum gongur
føroysku ynskinum á meti
uttan at tað fær avleið-
ingar fyri ríkisfelags-
skapin. Floksins
principiella steða er, at
målsøki Føroya undir-
grund verdur gjørt til
føroyskt sermål soleidis at
vit sjålvir umsita hetta
målsøki.
Vid valid i morgin eru
tveir flokkar sum kunnu
fremja loysingina. Annar
er tjóðveldisflokkurin ti
hann er loysingarflokkur.
Hin er sambandsflokkurin
ti hann vid altid at andøva
ímóti kann provokera eitt
sterri tal av føroyingum at
atkvøda fyri hinum loys-
ingarflokkinum. Hetta
Vilhelm Johannesen
fólkatingsvalevni
skrivar
gjørdi hann í fyrati
árunum. Men tá tók javn-
aðarflokkurin um endan
og var slóðbrótari fyri
heiamstýrislógini. Nú er
aftur vandi fyri at sam-
bandsflokkurin ger tað
sama.
Forða fyri hesum við at
greiða atkveðu fyri javn-
aðarflokkinum.
Vilhelm Johannesen
|
|
1
fólkatings- |
| valið 1984 |
Framhald av síðu 4
og fót til donsku social-
demokratarnar.
Men harfyri kann væl
vera, at tað hevði verið
lættari at latið vera at at-
kveða. Men ikki rættari.
Skulu vit samvinna og
soleingi vit viðurkenna
okkum hesa samvinnu, so
ber ikki til, ikki at standa
saman um tann veruliga
politikkin.
Tin atkvøda kann verða avgerandi - veljið Javnadarflokkin