Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-10, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Nr. 5 * tysdagur 10. januar 1984 57. årg. % kr. 5,- Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin gingnir saman: Formaðurin í mentamala- nevndini skal koppast Annar tjóðveldislimurin í Tórshavnar býráði, Finn- ur Johansen, hevur nú kasta seg yvir í fólkaflokk- in og sambandsflokkin. Saman við hesum báðum flokkunum er nú ætlanin at velja nýggjan formann og næstformann í mentamálanevndini hjá býráðnum, hevur Sosialur- in fingið upplýst. Hetta skal fara fram á einum fundi hósdagin í hesi vikuni. Um talan er u at koppa formann og næstformann í eðrum nevndum, har hesin megu- leikin er til staðar, er enn ikki komið alment fram. Heðin Mortensen, for- maður í mentanevndini, váttar, at á dagsskránni fyri ein fund hósdagin er val av formanni og næst- formanni í mentamála- nevndini. Hann upplýsir, at tá hann saman við skriv- aranum hjá mentamála- nevndini fríggjadagin var við at leggja skránna fyri vanliga mentamálafundin, ið skuldi verið sum vanligt ígjár, fekk hann at vita, at eitt skriv var á veg út til mentamåladeildina. Í skrivinum varð ynski sett fram um at útseta fasta mentamálanevndar- fundin til hósdagin. Somu- leiðis ynsktu tríggir bý- ráðslimir, Essa Arge, Peter F. Christiansen og Finnur Johansen, eitt nýtt mál á dagsskrá: Val av formanni og næst- formanni. — Sjálvur veit eg ikki, hvat liggur aftanfyri. Men tað fer tíðin helst at vísa. Líkt er til, at fólkaflokk- urin og sambandsflokk- urin ætla at velja nýggjan formann, og afturat sær hava teir fingið Finn Johansen, sigur Heðin Mortensen. Tað ljóðar, at umboð fyri somu flokkar hava í umbúna at skifta formans- skapin út í byggi- og býar- skipanarnevndini og í SAM BANDSSKADDAN ” . . HANN NADI TIl OKKUM NU FLYGUR HANN AFTUR... ond teknisku nevndini, men hetta er ikki våttad. Hedin Mortensen sigur seg ikki kenna nakað til hesar ætlanirnar. Finnur Johansen hevur hesa seinastu tíðina nærk- ast fólkaflokkinum og sambandsflokkinum aft- ur. Finnur Johansen og hin tjóðveldislimurin, Zaka- rias Wang, vóru báðir við at skipa ta nýggju sam- gonguna í fjør. Men tå NATO-målid var fyri í býráðnum, og sam- gongan atkveddi fyri, kvittaðu teir við sam- gonguna og síðan hava verið tríggir minnilutar í býráðnum. Líkt er nú til, at annar tjóðveldismaðurin aftur er farin í part við teir gomlu samgongumenninar, ið annars vóru teir heitastu fyri at geva byggiloyvi til NATO. Sosialurin hevur fingið | upplýst, at hin tjóðveldis- maðurin i býráðnum einki hevur hoyrt um, at Finnur Johansen hevur skipa seg saman við fólka- og sam- bandsflokkinum um at velja nýggjan formans- skap í mentamålanevnd býráðsins. Bil til valstaðið Javnaðarveljarar í Havn sum ynskja bil til og frá valhølinum kunnu ringja Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Telefon 176 20 Útróðrarflotin — útróðrarmenn Vit hava tvey sløg av fiskarum, vanligar fiskarar — hesum liva vit av. Krossfiskarar — hesir liva av okkum. Tað at útróðrarmenn ráða yvir 2.000 (organiseraðir útróðrarmenn) saman við teirra 6.000 avvarandi, og ivaleyst eisini ellum eðrum fiskarum, ger, at útróðr- armenn saman við fiskimonnum ráða yvir samanlagt 8.000 krossum, ið kunnu seta 2 krossfiskarar á dana- ting. Um hetta nú vóru krossfiskarar, ið eru gjørdir var- ir við skriftina á vegginum, og annars við viti og skili og vilja, so kunnu hesir fáast til útróðrarmanna vegna at krevja endurnýggingar og destruktiónsætl- anirnar viðvíkjandi útróðrarflotanum drignar inn aftur á fólkating. Spurningurin er so, hverjir hesir 2 — ið vilja gera hetta — eru? : Tad at fiska er umframt vit og skil eisini ein spurn- ingur um at taka tjansir. Í hesum førum megu hetta vera krossfiskarar, ið kenna mun á einari dangu og einum tíðarhóskandi fiskifari. Vit hava brúk fyri tveimum serkønum ! Ein, ið hev- ur sýnt avbera gott hegni, tá tað snýr seg um skip og skiparakstur - útróðrarproblematikkin og sum hevur fyrstahondsvitan um Thomas Arabo , Ein, id er serkenur innan sosiala sektorin, og við nógvum árum á baki í sínum arbeiði á hesum eki, ið ivaleyst tervur verður á, nú ið lívsformurin útróður er hóttur — Jákup Lindenskov. Krossfiskarar kunnu stýrast við krossum. Hvat við at tikið tjansin, og roynt at nýtt hesar krossarnar til stýring til frama fyri útróðrarflotan menn — útróðrar- John Smith |