Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Útgevart; p/f sosialurin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Einki ivamál HINVEGIN fær tann flokkur, sum er fúsur til eitt virkið og sakligt arbeiði á fólkatingi ávirkan. Og tað er Javnað- arflokkurin. Úrslitini síggjast eisini. Tí eigur tað ikki at vera nakað ivamål hjá fólki, hvønn flokk tey eiga at Í DAG er fólkatingsval. Av luttøku- tølunum fyri seinastu valini síggja vit, at áhugin fyri fólkatingsvalum sum heild er lítil. Bert stívliga heivtin av teimum, ið valrætt hava, meta van- liga við valborðið á einum fólkatings- vali. Sambært okkara stýrisskipan — velja. heimastýrislógini — hava vit rætt til at velja tvey fólkatingsumboð. TANKAN tingi tykjast at gera. í heimastýrislógini eigur Javnadarflokkurm. Javnadarflokkur- in hevur tí við fullum huga tíkið lut í fólkatingsvalunum, ið hildin eru síð- an henda stýrisskipan er komin í gildi. Javnaðarflokkinum tørvar ikki umbering fyri at stilla upp til fólka- tingsval, eins og hinir flokkarnir í løg- Postsmoga 76, 3500 Argir, telefon 11820 JAVNADARFLOKKURIN hevur alla tíðina hildið og heldur framvegis, at tað er týdningarmikið at taka lut í all- ari viðgerð av føroyskum áhugamál- um á fólkatingi. Flokkurin heldur, at tað er týdningarmikið, at danir fáa eina sanna og fjøltåttada mynd av viðurskiftum føroyinga. Og tað er týdningarmikið, at ein flokkur, ið fult og heilt viðurkennir sáttmálan mill- um Føroyar og Danmark, kann greiða frá hesum viðurskiftum. FLOKKARNIR hava ymisk :áverp í valstríðnum. Ein flokkur heitir á fólk um at velja ta »føroysku røddina« á danating. Men, sum fólkatingsmaður Javnaðarfloksins vísti á í Sosialinum í gjár, so er hon ikki føroyskari enn aðrar raddir. Henda røddin er skerd, tá hon frammanundan hevur avgjørt, at hon fer ikki inn í eitt sakligt samar- beiði, kann hon ikki fáa ávirkan. Fólksins rødd Veljið Javnaðarflokkin virkin og sakligur á fólkatingi STÓRMÁL eru framman stavn. Tí er týdningarmiklari enn nakrantíð, at fólkatingsumboðanin er í hondum javnaðarmanna. FØROYA FÓLK — farið tí á val og set- ið kross við Føroya Javnadarflokk! Tveir javnaðarmenn Nú er so fólkatingsval fyri durum, og vit skulu velja Fólkatingsmenn niður á Danating, eg havi roynt at fylt við bæði í blødunum og lurtað eftir valsendingunum, sum hava veirð í Utvarp Føroya, og eg havi roynt eftir førimuni at tikið eina politiska steðu, og út frá hesum, eri eg ikki í iva, eg og mítt húsfólk vit fara á val og seta rætta kross fyri Javnaðarflokkin. Ég vil tí heita á ell Feroya fólk, sum kunnu fara á val, farið fjølment og veljið ein sterkan javnaðarflokk, so vit kunnu aftaná Fólka- tingsvalið senda tveir javnaðarmenn niður á Danating. Eitt kann eg tveir siga tykkum, tit sum ætla tykkum á val, at bæði Fólkaflokkurin — Tjóð- veldisflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin hava sagt fyri opnari mikrofon til Føroya fólk, at eitt Fólka- tingsval í Danmark við- kemur ikki teimum, men teir stilla upp til Fólka- tingsvalið av eiti. Hin fatanin er so tann, hví so at seta ein kross fyri hesum flokkum, sum stilla upp til Fólkatingsvalið av eiti, nei tveitið ikki tykkara stemmur burtur til hesar flokkar, set heldur ein kross fyri ein virknan javnaðarflokk, tað kemur tær til gagns. Til Sambandsflokkin er tað at siga, at tit Sam- bandsfólk, tit mugu ikki trúgva um tit seta ein kross fyri Paula Ellefsen, at hann leggur sín Løg- manssess frá sær, og fer niður danating, nei so langt frá, verði vissur í tí, spillið ikki tykkara stemmu upp á ein so stóran flugufangara sum hann. Til seinast vil eg her við heita bæði á gomul og ung, og ikki minst til tit ungu sum skula far a val fyri fyrstu ferð, standið saman og veljið ein sterkan javnaðarflokk, tað kemur tykkum til frama Heilsan frá einum, sum hevur fylt við valsendingunum =. Nr. 5— 10. januar 1984 2 'Eginkærleiki mótvegis felagsskapi og samhuga Hvat er tað sum hendir í Danmark, nú hegraflóðin skolar inn yvir hetta fitta og dámliga land? Rakt av kreppu, sum eingin stjórn hevur kunnað forðað, al tann tíð, hon er komin uttanífrá, av arbeiðsloysi og alskyns trupulleikum, liggur hetta land opið og so at siga verjuleyst fyri stersta hegraálopi síðan triati- árini Hvat er tað sum hendir? Jú, tað hendir tað sama, sum altíð hendir hverja ferð eitt demokrati kemur ut í figgjarligar trupul- leikar: borgaraskapid sær sin tjans til at bréta nidur alt tað góða, sum er bygt upp, máa steðið undan tí vælferðarsamfelag, sum borgaraskapið og borgar- ligheitin hatar av fullum huga. Tá er tað, tað verður appellerað til egoismuna, eginkærleikan, og alt ilt í menniskjanum. Tá hevur eitt vælgett borgaraskap, stústappað við skatta- fidusum og fyrimunum teirra vælbjargaðu aftur sín tjans til at sleppa av við alt tað sum pínir og erkymlar: | almannaveit- ingar, stuðul til tey ungu, tey arbeiðsleysu, stuðul til mentan og list, útbúgving og umhvervi. Tað er í slíkum tíðum,at borgarligir flokkar vísa sítt sanna andlit: Og hvat avdúkar so hetta andlit? Hetta andlit umboðar ein politikk, har ell menn- iskjanslig fyrilit og allar menniskjansligar kenslur verða traðkaðar niður í skarnið. Tey gomlu verða offrað, tey ungu slept upp á fjall, veik og brekað tveitt fyri hund og heyk! Konservatisman er rein- dyrkað mentunnarloysi. Henda hugsjón, um hon hevur uppiborið hetta heitið, setir einstaklinga- áhugamál fram um heild- ina, setir junglulógina fram um civiliserað og mannsemilig livikor fólks- ins. Tí blómar henda egoismunnar hugsjón altíð í krepputíðum. Tá er hevið at forka samfelagið til høgru, so tað forslær. Ambodini og våpnini i hesum virksemi eru ikki serliga nosslig: lygnir, hóttanir og hysterisk anti- sosialisma. Sum dømi um lygnir konservatismunnar kunnu vit enda við tí mesni, sum Schliiter-styrid og tess fylgisneytar í Feroyum hava borðreitt við í eitt ár: „Búskapurin er batn- aður, takkað verið konser- vativu stjørnini«, siga teir. Hetta er ikki rætt. Gjaldsjavnin er nakað batnaður og tað av einari grund: oljuprísirnir eru lækkaðir og tí nógv skip eru seld av landinum. Øll onnur búskaparlig framstig stava frá ti vinnustimbrandi politikki, sum stjórnin hjá Anker Jergensen ferdi, áðrenn Schlúter kom til. Eitt annað lítið demi kundi verið nevnt, um hvussu óheiðurlig agitatión teirra konserva- tivu er, er alt reypið um, hvussu nógv teir hava spart á fíggjarlógini. Men hvussu hava teir spart? Fyri taðf yrsta við at koppa ein stóran part av statsuppgávunum yvir á kommunurnar, so tað, sum er spart á stats- figgjarlågini, kemur upp- aftur å figgjarætlanunum hjá teimum stóru komm- ununum. Og víðari hava teir, sum longu nevnt, spart við at offra tey veik- stu, tey sum eitt langt lívið hava slitið seg upp fyri tað vælgedda og sigursæla borgarskap, sum nú sparkar tey út í kuldan. Soleiðis er konserva- tisman í Danmark og soleiðis verður hon her, um hon av álvara fær hevdið fyri seg! J.D. Latið ábyrgdarmenn IRF's gjalda milliónirnar Í hesum døgum skal IRF- interkommunali renova- tiónsfelasskapurin — halda aðalfund. Hesin aðalfundur er ikki tann fyrsti — men kanska tann seinasti. Um onkur ikki veit tað, so skuldi hesin felags- skapur sanka alt brenn- andi í landinum úr Fugloy til Sumbiar saman í eitt rimmarbál við Toftavatn. Hetta bleiv lukkutíð ikki veruleiki á hesum sinni, tí ell loyvi til bálið ikki vórðu givin. Hóast tað hevur hesin felagsskapur tveitt millión eftir millión i bál- fyrireikingarnar. Nú er spurningurin: Sleppa ábyrgdarmenninir snikkaleysir úr flokjuni? Skulu hesir menn, sum annars við lóg í hond krevja skyldur av borg- arum, sleppa við at senda milliónrokningarnar hagar ongin ábyrgd fyri kiskuni kann leggjast? Er ikki best fyri okkara demokratisku skipan uppá longri sikt, at teir sjálvir gjalda rokn- ingarnar? Skattgjaldari Fyri einum ári síðani Ja, tíðin fer. Nú man vera heilt ár liðið síðani tað frættist her í Vági, at tá fólk ein morgun komu til arbeiðis á býráðsskriv- stovuni slapst ikki inn, tí hurðarnar kundu ikki læs- ast upp. Greitt var, at mannahond hevði verið á lásunum. Tey vóru stutt og greitt saboterað varð tikið til. Hetta er í sjálvum sær betiligur skaði, men tað, eg siti og giti um, í letuni, er, hvat man bila fólki, sum ómaka sær á náttar- tíð at gera seg inn á deyð ting og hverjir eru hesir per sónar? Gitt og skemtað hevur verið bæði í blødum og á samkomum, at hesir voru skúlastjórin (og embætis- maðurin) Jákup Olsen og anhangari hansara Ingvard Thorsteinsson, men hetta er kanska bert giting og skemt. Men eftir stendur so hjá einum at spyrja seg sjálv- an um við hverjum enda- máli hesir báðir »noblu« persónar fleiri ferðir eru sæddir luskandi kring skrivstovuhúsini vetrar- kveld og -nætur. Vágbingur Javnaðarfólk - brúkið tykkara rætt - farið á val!