týsdagur 10. januar 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 — 10. januar 1984
-
Ongin avgerð at kæra.
Ti kann Yvirheilsunevndin
onki gera
— Kanningar hjå heilsu-
nevndini hava vist, at ongin
vandi er
Málið um ruskplássið á
Fossdalsbakka er ein tor-
førur knútur at loysa.
Í hvussu so er soleiðis,
sum hesin knútur var
knýttur í gjár.
Tí Nes kommuna hevur
boðað Renovatiónsfelags-
skapinum fyri Suður-
eysturoy frá, at ruskpláss-
ið verður stongt til hon
hevur fingið trygd frá
Yvirheilsunevndini fyri,
at tað ikki er til skaða fyri
fólkið í kommununi.
Tað vil siga, at tað ikki
dálkar eitt nú drekkivatn-
ið.
Men Yvirheilsunevndin
fær onki gjørt við málið.
Tí hon er kærustovnur.
Tí má fyrst vera ein av-
gerð frá heilsunevndini í
Nes kommunu. Annars er
onki at kæra.
Og slík avgerð er ongin.
Sverri Lamhauge,
formaður í heilsunevndini
í Nes kommunu, sigur,
at nevndin onga klagu
hevur fingið um rusk-
plássið og tí ikki hevur
nakað at viðgera.
Hann sigur, at heilsu-
nevndin ansar eftir, at
drekkivatnið er í lagi.
Royndir verða tiknar av
og á.
— Ongin kanning, vit
hava gjert, vísir, at vandi
er á ferð, sigur Sverri
Lamhauge.
Arne Juul Arnskov,
sum er formadur i Yvir-
heilsunevndini medan
ríkisumboðsmaðurin er
tíðindablaðið
burturstaddur, sigur, at
nevndin síðst í desember
fekk bræv frá Nes
kommunu, har boðað
verður frá avgerðini at
stongja ruskplássið á
Fossdalsbakka.
Avgerð í gjár-
kveldið
— Plássið er stongt. Nes
kommuna hevur sett lás á,
segði formaðurin í
Renovatiónsfelagsskapin-
um, Jafet Rasmussen, í
gjár.
Hann segði, at felags-
skapurin skuldi hava fund
í gjárkveldið og tá skuldi
avgerast, hvat nú skal
gerast.
Fundurin við bygda-
ráðið, sum felagsskapurin
bað um í síðstu viku, bleiv
av ongum.
Bygdaráðið svaraði
fundarboðunum við at
plássið verður
Yvirheilsu-
siga, at
stongt, til
nevndin hevur veitt trygd
fyri, at tað ikki er til
heilsuskaða fyri fólkið í
kommununi.
Jafet Rasmussen vildi í
gjár ikki siga nakað um,
hverji stig, felagsskapurin
meguliga fer at taka.
Ruskbilarnir koyrdu
ikki í gjár og arbeitt varð
ikki á ruskplássinum.
Mánadag plaga teir at
taka ruskposar á eystur-
síðuni á Skålafjørdinum.
Teir brendu 2.500 posar
um vikuna á Fossdals-
bakka.
IRF slapp ikki
Líkt er til, at avgerðin hjá
bygdaráðnum er ein
provokatión í sambandi
við, at IRF ikki slapp at
byggja á Saltnesi. Yvir-
heilsunevndin vildi ikki
geva loyvi.
Bygdaráðið ivast ikki í,
at eitt opið bál dálkar
drekkivatnið meira enn
ein brennisteð. Tí heldur
tað, at Yvirheilsunevndin
eisini eigur at taka stoðu
til ruskplássið á Fossdals-
bakka.
Heilsunevndin í Nes
kommunu segði á sinni,
tað var í lagi, IRF bygdi á
Saltnesi.
Men avgerðin bleiv
kærd til Yvirheilsunevnd-
ina.
Stongt
Rusksteðin hjá Tórs-
havnar kommunu í Havn-
ardali er nú stongd. Hon
hevði loyvi at brenna til 1.
januar. Tá vit spurdu Ar-
beiðseftirlitið, hvussu tað
kundi bera til, at steðin
kortini var opin 2. januar,
lovaði Arbeiðseftirlitið at
kanna hetta.
Tað fekk at vita, at teir
hendan dagin brendu
ymisk skjel frá Gjaldstov-
uni, sum týðandi var at
fyribeina.
hd
Oljan í 1983:
Biligari at
kynda.
Men tungoljan
dyrari
Tad gjørdist biligari at
kynda i 1983.
Oljuprisurin var 22 oyru
lægri vid årslok enn hann
var vid årsbyrjan.
Tann 1. januar 1983
kostadi liturin av gassolju
285 kr. Tann 31.
desember kostaði hann
2,66 kr. Tá var hann beint
áðrenn, ella 23. desember,
farin upp við 7 oyrum.
Dieseloljan var eisini 22
oyru biligari við árslok.
Hon kostaði úr pumpu
3,22 nýggjársdag og 3,00
kr. nyggjårsaftan í fjør.
Bensinið hækkaði eisini
23. desember. Við
tveimum oyrum. So hann
bleiv eitt oyra hægri, tá
árið endaði enn tá, tað
byrjaði.
bensini kostar 5,34 kr.
Sjálvandi eru prísirnir
farnir upp og niður gjøgn-
um árið.
Og ikki altíð bleiv hann
lægri ella tann sami við
árslok.
Tunga oljan hækkaði, -
helst tí fleiri og fleiri nú-
brúka hana.
Til demis kostaði tann
bíligasta, 3500 sek., 1.900
kr. fyri tonsið 1. januar og
2.098 kr. 31. desember.
Og 1500 sek. byrjaði á
2.038 kr. og endaði á 2.194
kr.
Teir lækkaðu prísirnir
síggjast eisini aftur í inn-
flutningstelunum.
Bólkurin brennievni
undan hækkaði munandi á
hverjum ári, lækkaði í
1983, hóast negdin vaks
nakað.
Frá oktober 1982 til
september 1983 keyptu
vit brennievni fyri
392.085,00 kr.
Árið fyri
392.527.000 kr.
Negdin vaks við slokum
3.000 tonsum.
Tel hjá Hagdeildini
vísa, at hesin innflutn-
ingur í 1977 kostaði 100
mill. kr.
Fimm ár seinni, í 1982,
var talið uppi á 400 mill.
kr.
var talið
hd
Oljan til húsarhaldini var 22 oyru bíligari, tá árið endaði
Prisurin niðri kanska
Ein litur av v.m., sum árini framman- hálvt ár afturat
— Utlitini fyri, at råoljuprisurin ikki fer upp, eru rætti-
liga góð, sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri á Shell.
Hann heldur, at vit kunna vænta sama grundprís, t.e.
ráoljuprís, næsta hálva árið.
Hetta vil siga tað sama súm, at vit brúkarar kunna
vænta nekunlunda somu prísir sum nú í hvussu so er
fram móti sumri.
Eitt men er tó: tann spenta steðan í Miðeystri. Ger
t.d. Iran álvara av at stongja Hormossundið, fer olju-
prísurin uttan iva upp. Vandin fyri hesum er tó ikki
stórur í letuni.
Annars halda summir fíggjarfreðingar, at júst spenta
steðan har suðuri trýstir dollaran upp eftir.
Og tað merkir eisini, at oljan fer upp.
hd
Ávaringin
stendur
við
Avaringin frá 12.
november 1977 móti
at eta grindatvest
oftari enn eina ferð
um vikuna og at eta
grindalivur yvirhøv-
ur stendur við.
Avaringin varð
send út tá, tí kann-
ingar vístu, at vandi
var fyri ov nógvum
kviksilvuri í tvest-
inum og livrini av
grindahvali.
Heilsufreðiliga
starvsstova gjørdi
ongar kanningar av
hesum i 1982/83, eftir
hvat skilst á ársfrá-
greiðingini frá stovn-
inum, tí stundir ikki
vóru til tær.
Tá Heilsufrødiliga
starvsstova tí ikki
veit, um kviksilvurs-
negdin í grind er
vaksin ella minkað,
heldur hon rættast
vera at binda um
heilan fingur og lata
ávaringina vera gald-
andi.
Neyðugur
bókalisti
»Tå ið eg i tænastu-
erindum eri komin út
á skúlarnar, eri eg
mangan spurdur,
hvat tilfar er til taks
í hesum og hasum
føri. Hetta hevur sagt
mær, at ein bókalisti
er neyðugur hjá skúl-
unum at hava til leið-
beiningar«.
Sigur Johs. Andr.
Næs i formælinum til
bókalistan »Skula-
bøkur og bøkur til
skúlabrúks á fer-
oyskum II«.
Fyrsti listin kom
longu í 1976 og hesin
fevnir um árini 1976-
83.
Yvirlitið fyri 1983
er tó ikki fullfíggjað,
verður sagt í formæl-
inum.
Umframt skúlabek-
urnar hevur Johs.
Andr. Næs tikið við
barna- og fagrar bók-
mentir og flokkað tær
undir skúlaár.
Bókalistin
24 kr.
kostar