týsdagur 10. januar 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Framtíðar Føroyar —
runudiki og oydimørk
Politiskir flokkar eru
valdir at umsita samfela-
gsvirði. Hesi virði eru ikki
bert tað materiella, ið
kann mátast í krónum og
oyrum, men umfata eisini
onnur virði, sum vit hava
skyldu at ansa eftir til
okkara eftirkomarar.
SEV-útbyggingin, sum
nú sær út til at skula fara í
gongd, grípur inn í tey
náttúruvirði, sum vit eiga
og sum vit eisini skulu
handfara á ein rímuligan
hátt til frama fyri okkara
eftirkomarar.
Henda ætlan, sum nú er
løgd, gongur í stuttum út
uppá at drena stór eki í
Føroyum fyri vatn, og
gjøgnum tunnellir at leiða
alt vatnið saman á trimum
plettum í landinum. Her
er talan um Eiðisvatn,
ekið oman fyri Vestmanna
og Fjallavatn. Tað vil
siga, at tey eki, har vatnið
skal samlast í, koma at
liggja sum stór runudíki
um summarið, tá minni
vatn er, og samstundis
koma tey eki, sum upp-
samlað verður frá, at
liggja sum oyðimerkur.
SEV-ætlanin er eitt so
stórt inngrep í náttúruna í
Feroyum, at tað má verða
greitt, at SEV-stýrið, ið er
samansett av kommunal-
politikkarum frá ymsum
kommunum í landinum,
avgjert ikki eigur at hava
kompetansu at útbyggja á
tann hátt, teimum lystir.
Tað finnast aðrir mátar at
útbyggja SEV uppá —
eisini vatnorkuna — sum
fer nógv lagaligari við
teimum náttúruvirðum,
enn tann ætlan ið nú fyri-
liggur.
Tann ætlan, ið nú fyri-
liggur, eigur greitt at
koma fyri løgtingid, tí tað
er har, politikkararnir, ið
skulu taka landsavgerðir,
sita.
SEV-ætlanin er ein
landsumfatandi avgerð,
og um vanlig fólk høvdu
sett seg inn i, hvat hon
verunliga umfatar, so
hevdu tey øtast.
Thomas Arabo
fólkatingsvalevni
skrivar i
T.d. i Sørvågi hvørva
allar åir lika hjå Kirkju-
ånni ut til Gåsadals-
brekku. Eg veit ikki, um
sørvingar hava givid for-
manninum i SEV, id er
miðvingur, nakra sum
helst heimild til hetta.
SEV-ætlanin sum hon
nú fyriliggur, eigur at fara
Nr. 5 —
10. januar 1984
/
i tingid. SEV-styrid eigur
at fáa at vita, at tað ikki
sleppur at skalta og vatla
við Feroyalandi sum teir
vilja.
Nær fáa vit hóskandi
ferju til siglingina
um Vestmannasund
Alt síðan núverandi ferja
byrjaði at rekja siglingina
vestmannasund, er
stødan vorðin meira og
meira ótolandi, orsakað av
um
at ferjan frá byrjan av var
vv lítil,
veksturin av ferðafólki og
bilum hevur
samstundis sum
verið ógvu-
1
liga Storur
Sjålvt um manningin
hevur verið og er sera
positiv, og hevur gjørt
tað, hon hevur kunna, fyri
at givið ferðafólkunum tað
service, tey nú einaferð
hava krav uppá, hevur
manningin manga skoluna
fingið, orsakað av, at
ferjan ikki hevur nektað
tervin á hesi rutu.
Strandferðslan = hevur
sjálvandi verið greið yvir,
hvussi steðan hevur verið.
Tað hevur ímillum annað
verið frammi um at
byggja nýggja sterri
ferju, samstundis sum
arbeitt hevur verið fram
ímóti at nýggj ferjulega
skuldi gerast Inni á Fjerð
í Vestmanna. Steðan
hevur ikki verið minni
ótolandi fyri íbúgvarnar í
Vestmanna, við tað at øll
ferðslan frá núverandi
ferjulegu er farin igjøgn-
um bygdina.
Tí vóru tað góð tíðindi,
ikki minst fyri tey ferð-
andi, heilselur, v.m., tá tað
herfyri frættist, at Strand-
ferðslan hevði í umbúna at
keypa hóskandi ferju úr
Týskalandið, ið kundi
nekta tervin á rutuni um
Vestmannasund.
So hendi tað marghátt-
liga, at legtingsmenninir
fyri Fólkaflokkin í Norður-
streymoy og Váganar fara
Dagblaðið við umredda
málið, og gera tað til eitt
klandursmál
Vágatingmaðurin metir,
at siglingartíðin
Fjerð í Vestmanna kemur
at leingja óneyðuga nógv
um túrin Vágar-Tórshavn-
Vágar. Rætta loysnin
mátti verða at byggja
nýggja ferjulegu á
Streymoyarlandinum i
Vestmannasundi, hervið
vóru nógvir minuttir
spardir við at sleppa frá at
sigla inn á Fjerð í Vest-
manna.
Sjálvandi skal Vág-
oyggin koma so nær
meginlandinum sum gjer-
ligt, ongantíð betur, um
fast samband var um
Sundið
Í hesum ferinum dugi eg
ikki við mín besta vilja at
síggja, at tey ferðandi
koma skjótari til og frá
Vágum, uttan ein óneyð-
ugan meirkostnað fyri
mn á
. tann føroyska skattgjald-
aran.
Siglingartíðin verður
styttri, tað er rætt, men
manningin hevur ongan
sum helst meguleika at
klára at krevja gjaldið fyri
flutningin av 40 bilum og
200-300 ferðandi, uttan so
at hon verður munandi
ekt, ella at lagt verður
stilt á Sundinum.
Ein meguleiki er at gera
eina avgreiðslu við hverja
ferjulegu, til at avgreiða
ferðafólk og bilar áðrenn
farið verður umborð á ferj-
una. Men roknast má við,
at tað kemur at geva
rutuni ein meirkostnað
uppá eina millión krónur
leysliga mett. Fyri tann, ið
sjáldan ferðast, ella tey í
verða flutt ókeypis hava
avleiðingarnar av hesum
meirkostnaði ikki so nógv
at siga. Men taka vit stød-
una hjá vágafólki ídag, nú
rutan um Vestmannasund
gevur yvirskot, so eru tey
noydd at gjalda 60 krónur
hvenn vegin í ferjugjaldið.
fyri ein vanligan persón-
bil. Um vit nú taka bensin-
nýtsluna við, fer tað at
tátta upp ímóti 200
krónum fyri at koma til
Tórshavn og aftur.
Gjaldið við rutuni Tórs-
havn-Vágar-Tórshavn er
160 krónur.
Við hesum í huga kann
ein ikki koma til annað
úrslit, enn at teir, ið ráða
fyri borgum í letuni, mega
halda vágafólk hava alt ov
nógvan pening um hendi
Vágafólk er eitt sera
tolið fólk. men eitt er heilt
vist, skal siglingin um
Vestmannasund gerast
ein politisk kastibleka, ið
hevur tað við sær, at út-
byggingin gerst óneyðuga
dýr og harav verður kravt
eitt okursgjald fyri at
koma um Sundið, fara
Vágafólk ikki at lata sær
hetta lynda.
Øll vita vit, at tað er
einki land í heiminum, ið
hevur lagt so nógva fíggj-
arorku pr. íbúgva í sam-
ferðsluna sum Feroyar,
tað veri seg bæði á sjógvi
og landið, til ómetaligt
gagn fyri samfelagið.
Í hesum førinum má ein
tó spyrja seg sjálvan, um
tað er rætt, at gera eina
ílegu uppá hundraðar
milliónir krónur fyri at
spara nakrar minuttir, ið
als ikki verða spardar tá ið
kannað verður nærri eftir.
Afturat tí kemur tað, at
vágafólk nú í nógv ár hava
bíðað eftir at fáa eina
hóskandi ferju. Tí má tað
verða eitt krav frá
Vágafólki eins og ellum
foroyingum, at siglingin
um Vestmannasund
verður loyst nú
Annars meti eg, at tað
hevði hóska seg betur fyri
Fólkaflokk-
inum Norður-
streymoy og Vágarnar, at
tóku seg
gjerdu nakað við kjarnina
í sambandinum Vágar-
Tórshavn. Her hugsi eg
sjálvandi um Oyggjar-
umboðini hjá
fyri
teir saman og
vegin.
Í tey umleið 17 árini, ið
koyrt hevur verið eftir
Oyggjarvegnum, hevur
Feroya fólk verið vitni til
eina ótrúliga politiska
líkasælu.
Mær er fortalt, at
Oyggjarvegurin í viðlíka-
haldi, kavarudding o.a.
kostar líka nógv sum
raksturin av Smyrli.
Fyri nógvum árum
síðani var talan um at
gera tunnil, soleiðis at ikki
var neyðugt at koyra eftir
Oyggjarvegnum, hetta
kom sjálvandi av, at menn
vóru greiðir yvir, at
Oyggjarvegurin frá
byrjan av vísti seg at
verða sera vandamikil at
koyra á. Men hóast tað
verður framvegis koyrt
eftir Oyggjarvegnum.
Tað verða oystar milli-
ónir oman á milliónir til at
rudda og viðlíkahalda
hesa »deydsfellu«. Dag og
dagliga ein um
ferðsluóhapp á Oyggjar
vegnum. Tað er ikki bara í
hálku, at nógvu
óhappini henda, tí nógvir
eru teir bilarnir, ið eru
slopnir útav vegnum av
vindi, og mong eru tey
óhappini, ið eru hend
vegna ringt sýni, tá ið
mjerkin liggur tættur.
Tá ið óhappini henda, er
tað í flestu førinum ung-
fólk, ið koma til skaða,
eisini viðvíkjandi óhapp-
um við deyðanum til fylgi.
So saman umtikið haldi
eg, at vágafólk, hevdu sæð
stórt uppá teir »spardu
minuttirnar< um Sundið.
Fegnari hevdu tey verið
um at sloppið frá at farið á
Oyggjarvegin.
Til seinast vil eg siga, at
hoyrir
tey
Javnaðarveljarar
í Klaksvík
kunnu fáa bil til og frá valholunum
við at ringja telefon 56500 ella 56501
við javnaðarkvoðu
Norðoya javnaðarfelag
Virkin rødd - saklig rødd - fólksins rødd - Javnadarrødd
i og vid at einki verður
gjørt hesum viðvíkjandi
frá politiskari síðu, vera
politikkarir okkara at taka
sína stóru ábyrgd av
teimum meiningsleysu
óhappum í dag og dagliga
henda á Oyggjarvegnum.
Ein sannroynd er tað
tíanverri, at fyri at nakað
skal verða gjerd fyri at
beta um tey vandamiklu
steðini á veganetinum,
skal helst okkurt álvars-
ligt óhapp henda. Í tí fer-
inum mega vit ásanna, at
tað hevur Oyggjarvegurin
havt í ríkiligt mát, bæði
materielt og menniskja
liga.
frank Davidsen
tjak og
meiningar
Vit gera tesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.