Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 — 10. januar 1984 - Ólag á blaðútberingini: Postverkið tíðindablaðið ikki atvoldin Hvussu ber tað til, at leyg- ardagsbleðini kunnu fást til keyps umborð á Smyrli fríggjakveld, tá vit ikki fáa leygardagspostin og bleðini fyrr enn mánadag? — Hetta spyr ein sera ónegdur lesari úr Vági Sosialin. Hann sigur eis- ini, at tað nærum er ógjer- ligt at fáa bleð og post rættstundis. Eitt nú týs- dagsblaðið kemur ikki fyrr enn mikudag og leygar- dagsblaðið mánadag. — Hetta er ein ótolandi støda hjá okkum suðuroy- ingum. Ber tað ikki til at fáa hetta óskilið í rættlag, spyr lesarin? Á Postverkinum verður sagt, at tað ikki er teirra skyld, um bleðini ikki koma rættstundis fram. Mortan Rasmussen, deildarleiðari á Posthús- inum í Havn: — Tá leygardagsbleðini — Dimmalætting og Sosi- alurin eru liðug at prenta fríggjakveld, verða tey koyrd í serligar postsekkir við spjaldri, sum Post- verkið hevur latið prent- smiðjunum, so av- greiðslan kann fara fram so stundisliga sum gjer- ligt. Síðan verða hesir sekkir latnir til stýrimann- in umborð á Smyrli, sum útleverar sekkinir saman við eðrum posti til post- húsini í Suðuroy. Um bleðini ikki koma rættstundis fram fríggja- kveld, kunnu tey sjálv- sagt ikki berast út leygar- dag, og noyðast tí at bíða til mánadag. Hví leygardagsbleðini kunnu keypast umborð á Smyrli fríggjakveld, dugi eg ikki at svara fyri, sigur Mortan Rasmussen, tí hetta syrgja prentsmiðj- urnar sjálvar fyri. Grundin til, at júst Suðuroyggin er so illa fyri við blaðútbering er helst tann, at Smyril siglir kl. 18 á kveldi. Hevði ferðaætlanin verið soleiðis, at Smyril sigldi á morgni, so høvdu prentsmiðjurnar havt størri skotbrå, at lata blødini frå sær rætt- stundis. Tórfinn blaðstjóri Smith, á Sosialinum sigur, at tað serliga í desember mánaða hevur verið torfert at fáa Sosi- alin prentaðan rætt- stundis, og at tað er orsek til, at blaðið ikki verður útborið til haldarar og kioskirnar í Suðuroy rætt- stundis. Mannagongdin er tann, at vit á prentsmiðjuni pakka bleðini til Suðuroy fyrst, síðan verður blaðið koyrt út í kioskirnar og Strandferðsluskipini. Síð- an verður blaðið pakka til hinar bygdirnar. Tað vil siga, um alt gongur eftir ætlan, so skal Sosialurin verða rættstundis í ellum plåssum í Føroyum. — I desember månada hava vit verid 6vanliga nógv tarnad i at henda mannagongd hevur verið fylgd. Eitt nú sjúka hjá starvsfólkum, tekniskt brek í prentsmiðjuni, streymurin hevur verið ójavnur ella burtur o.a., sum hevur fert við sær, at vit ikki hava verið so mikið tíðliga lidnir at prenta, at vit hava nátt Suðuroynna. — Hetta eru vit sjálv- sagt ógvuliga harmir um, tí júst Suðuroyggin hevur lutfallsliga stóra leysaselu og haldaratal, og tað gevur okkum sjálvsagt skyldur, at blaðið ikki verður seinkað í tíð og ótíð. At enda sigur Tórfinn Smith, at nú er fingið tam- arhald á hesum trupul- leikum, og at blaðið fram- eftir kann væntast at koma rættstundis, — eisini í Suðuroy. Dag. Eldsbruni i Før- oyingahavnini Eingin mansskaði hendi, tá barakkin hjá Nordafar í Feroyinga- havnini brendi í grund leygarnáttina. Tað er óvist um bygt verður aftur á staðnum, sigur Heine á Treðni, stjóri í Gren- landsfelagnum Tað var um 11 tíðina leyg- arkveldið, at eldur kom í eina íbúð í sonevndu politibarakkini í Føroy- ingahavnini. Heini å Trødni sigur vid Sosialin, at bert tveir mans eru å vetrarvakt hjå Nordafar i Feroyinga- havnini, umframt konur teirra. Hesi fýra fólkini búðu í eini íbúð í barakkini. Av tí at eldur kom í aðra íbúð, sum stóð tóm, var trupult at sleppa til eldin, sum stóðst av streymslit. Boð varð sent eftir slekkiliðnum í Godtháb, sum kom á staðið, men av tí at tað vardi tveir tímar at flúgva til Feroyinga- havnina við eini tyrlu, var einki at gera. Barakkin, sum var um 150 m? til steddar = við kjallara, brendi í grund. Í Feroyingahavnini er brandpostur og slekkiút- gerð, men av tí at bert tveir mans hjá Nordafar, umframt ein norðmaður á Norske Velfærdshuset vóru í Feroyingahavnini, var ikki stórvegis teir kundu gera. Feroyingarnir mistu alt tey áttu. — Fyribils hava tey fingið innivist í Norske Velfærdshuset, men óvist er um tað verður bygt aftur á staðnum, har barakkin stóð, tí viður- skiftini hjá Nordafar eru so óviss í letuni, at einki við vissu kann sigast um framtíðarvónirnar, sigur Heine á Treðni at enda. Dag. Barakkin ið brendi í grund, stóð aftanfyri flakavirkið, sum sæst fremst á myndini. Bert fýra feroyingar búðu har tá eldur kom í, men umleið 50 feroyingar arbeiddu á Nordafar í fjør. Óvist er, um bygt verður aftur á staðn- um, tí viðurskiftini hjá Nordafar eru óviss í letuni