Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 192 - 8. oktober 2002 Borgarstjóri og fram- standandi vinnulívs- maður fegnast um silvurið hjá NSÍ og siga við ein munn, at nú er slóð ruddað til fyrsta føroyameist- araheitið hjá felag- num – næsta kapp- ingar FM-KAPPING Jan Müller Neyvan nakrantíð í nýggj- ari føroyskari fótbóltssøgu hevur eitt lið verið so fegið um eitt nr. 2 pláss og so inniliga fortjent tað, sum tá NSÍ vann á KÍ seinasta sunnudag í Klaksvík. Liðið, sum eitt skifti lá á odda í 1. deild og hevði beina kós móti sínum fyrsta FM-heiti síðani stovnanina fyri 45 árum síðani, hevði ikki neyðugu heiðurs- merkjarutinuna til hesaferð at vinna gullið. Men tað er greitt, at við fleiri av landsins mest evnaríku spælarum á liðnum verður NSÍ eitt av teimum tungu liðunum til FM-kappingina 2003 og eitt av boðunum uppá FM-heitið. Fegin vinnulívsmaður -Hetta úrslitið hevur ómetaliga nógv at siga fyri alt plássið og samanhaldið her. Vit hava arbeitt við hesum og trúð uppá tað í nógv ár. Hevði roknað við at vit rukku langt í ár men ikki so langt sum til nr. tvey. Sigur ein av royndu vinnulívsmonnunum og fyrrverandi fótbóltsspæl- arunum í Runavík, Jón- svein Knudsen, sum var millum mongu fegnu NSÍ- áskoðararnar í Klaksvík sunnudagin – og millum fyrstu viðhaldsfólkini, sum tustu út á vøllin, tá dóm- arin hevði bríkslað dystin av. - Sjálvandi hevði eg vónað, at vit vunnu gullið eisini. Men vit kundu næst- an ikki koma nærri enn at vinna bæði steypakapping og silvur. Eg havi sjálvur spælt í NSÍ og veit, at ítrótturin gevur plássinum nakað. Eg eri góður við hetta plássið og vil at NSÍ einaferð skal gerast Før- oyameistari. Jónsvein Knudsen fylti 45 ár sunnudagin, tá spælt var móti KÍ. Í ár hevur NSÍ eisini 45 ára stovningardag, og Jónsvein Knudsen hevði tískil vónað, at gullið eisini fór at verða í hús. Tað hevði verið besta føðing- ardagsgávan til bæði hann sjálvan og til Runavíkina. Men kortini – hetta var so tann næstbesta føðingar- dagsgávan. Borgarstjórin í fremstu røð - Gongur væl við ítrótt- inum, so gongur eisini væl við øllum øðrum. Tað gevur ringvirkningar. Bjartskygni í Runavík er stórt, og har eru nógv skapandi fólk. So gongur væl hjá okkara fót- bóltsliði, er tað við til at lyfta alt upp her á pláss- inum. Hetta sigur ein ovurfegin borgarstjóri í Runavík, Rodmundur Niel- sen, sum sat í fremstu røð á áskoðarabonkinum í Klaks- vík sunnudagin. Hann heldur NSÍ hevði uppiborið henda sigurin, hóast hann var tepur. Men hann ætlar sær so ikki at geva uppat. Nú er málið 1. pláss og gull. Bæði borgarstjóri og vinnulívsmaðurin Sosial- urin hitti á vøllinum eftir dystin eru samdir um, at NSÍ nú fer at fyrireika seg til at vinna FM heitið næstu ferð. Og við verandi mann- ing skuldi góður møguleiki verið fyri tí. Sosialurin ynskir NSÍ tillukku við silvurinum. Eftir fyrsta stóra hálva tíman var B36 á odda 5–0, og so tókt- ist tað, sum um allir pakkaðu saman í Gundadali FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tá ið síðsti landskapping- ardysturin í Gundadali var 35 minuttir gamal, var B36 á odda 5–0 ímóti VB. Vágbingar tóku seg ongan- tíð saman, og tað er væl skiljandi, at B36 gav uppat, tá teir væl og virðiliga høvdu gjørt sín part. So bíðaðu teir eftir, um EB/Streymur nú fór at gera nakað við GÍ. Tað gjørdu teir ikki. Á VB liðnum var verju- álitið Eyðun Jacobsen burt- ur. Tað hevði stórar trupulleikar við sær fyrsta hálva tíman. Serliga var tað í vinstru, at tað var heilt galið. B36 menninir dusaðu sær, og Heini í Skorini og Niels Joensen komu ferð eftir ferð í støður, har teir høvdu tíð og pláss at leggja innfyri. Tá B36 hevði skorað fýra ferðir, varð Mortan úr Hørg fluttur út í vinstra verjuborð hjá VB at tippa. Tað varð væl frægari, men sjálvandi var einki hjá VB at gera. Teir vóru aftanfyri við fimm málum, og so ráddi í 2. hálvleiki um at avmarka avhølvingina. Tað høvdu B36 menninir einki ímóti, og so varð tað ein av teim- um friðarligu 2. hálvleik- unum. Málini Jákup á Borg gav sær sjál- vum sjálvsálit undan landsliðsferðini. Hann skoraði í 6. og í 21. minutti. Í tí fyrra førinum stútaði hann úr fýra metrum, eftir at Heini í Skorini hevði lagt innfyri, og í seinna førinum var hann púra blankur, eftir at Arnbjørn Danielsen hevði stungið fram ímill- um. Jens Kristian Hansen, sum hesa ferð var mið- vallari, meðan Klæmint Matras var í miðverjuni, stútaði til 3–0 í 26. minutti. Eitt bleytt fríspark varð lagt úr høgru, bólturin næstan datt á høvdið á veteranin- um, og tað var akkurát so- leiðis, at hann – altso bólturin! – vann inn um strikuna. Magni á Lakjuni skoraði til 4–0 á hálva tímanum, og aftur var talan um innlegg úr høgru. Tað var tað eisini, tá aftasti maður, Egil Zachariassen, eftir horna- spark og út frá aftur umsetti innlegg frá Jákupi á Borg. B36 setti punktum, tá ein tími var farin. Innleggið kom úr høgru, og Heini í Skorini stútaði umvegis tvørtræið og í kassan. So var 6–0, og allir uttan landsliðsmenninir fóru í vetrarfrí – um teir ikki høvdu pakkað saman und- an og undir síðsta dystin- um! Dysturin í tølum B36-VB 6-0 (5-0) 1-0: Jákup á Borg 6 2-0: Jákup á Borg 21 3-0: Jens Kristian Hansen 26 4-0: Magni á Lakjuni 30 5-0: Egil Zachariassen 35 6-0: Heini í Skorini 56 Dómari: Lassin Isaksen B36: Rene Tórgarð - Arn- bjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Klæmint Matras – Niels Joensen, Kenneth Jacobsen, Jens Kristian Hansen, Iulian Florescu – Heini í Skorini, Jákup á Borg, Magni á Lakjuni VB: Bjarni Johansen – Michael í Lágabø, Predrag Zivkovic, Magni Jacobsen – Dan Djurhuus, Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Mortan úr Hørg, Nenad Zivanovic – Robert Cieslewicz Jón Pauli Olsen B36–VB 6-0 (5-0): B36 gjørdi av við VB í vetrarfrí Jákup á Borg styrkti sær um sjálvsálitið undan landsliðsferðini við teimum báðum fyrstu B36 málunum Tann næstbesta føðingardagsgávan -Gongur væl við ítróttinum, so gongur eisini væl við øllum øðrum, helt Rodmund Nielsen, sum sjálvandi fegnaðist, nú kommunan tykist hava bitið seg fasta í fótbóltsoddinum. Mynd: Jan Müller Vit hava arbeitt við hesum og trúð uppá tað í nógv ár. Hevði roknað við at vit rukku langt í ár men ikki so langt sum til nr. tvey, segði Jónsvein Knudsen eftir dystin móti KÍ Mynd: Jan Müller C M Y K 34 Nr. 192 - 8. oktober 2002 35 35