Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2002 33 KÍ–NSÍ 2-3 (1-1): Undirhaldið var á hásætinum Taktisku bindingar- nar vóru ikki tær, sum tær plaga at vera, royndirnar ímóti málunum vóru nógv- ar, og tí var tað rættu- liga undirhaldandi, tá NSÍ vann fyrstu silvurkrónurnar nakrantíð FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað sást longu undir upp- hitingini, at spælararnir ætlaðu at standa fyri undir- haldi. KÍ kom á odda bein- anvegin, og teir vunnu silvurmerkini, um tað end- aði javnt. Men hóast tað tí- skil mesta partin av tíðini var so at siga talan um mót- brekku hjá NSÍ, so vóru tað kortini teir, sum at enda stóðu við silvurkrónunum, meðan KÍ fekk bronsu- merkini. NSÍ fekk sigursmálið, tá fýra av teimum fimm min- uttunum, sum vóru lagdir afturat, vóru farnir. Støðan, sum hevði málið við sær, boðaði frá, at KÍ spældi fyri at vinna dystin og harvið ikki bara vildi halda tørn um javnleikin, sum hevði havt við sær, at teir høvdu fingið silvurmerkini. Í skjótum NSÍ álopi í vinstru, har Eddie Mikkel- sen og Sjúrður Jacobsen eisini vóru uppií, smekkaði Helgi L. Petersen flatt í brotsteigin. Innskifti Óli Hansen var um reppið at fáa fótin á, men bólturin streyk til handara stólpan, har Gert Langgaard var púra leysur og tískil hevði tíð at temja, áðrenn hann smekkaði í kassan. So var 3–2 til NSÍ, og tey flestu mundu unna teimum silvurmerkini. Sigursmálið kom eftir at NSÍ í góða løtu hevði spent álopsbogan. Um tað endaði 2–2, ella um teir taptu 3–2 var líka mikið hjá teimum. Tí var Gert Langgaard meiri vongur enn miðspæl- ari í høgru. Hann hevði slept verjuskyldunum, men tað tóktist vinstra verjuborð hjá KÍ ikki at taka sær av. Tá sigursmálið varð skorað, var vinstri vongverjin uttanfyri brotsteigin! Borðini væl við Heðin á Lakjuni, sum var støðug hóttan við góðum langskotum, setti hol á beinanvegin. Sjúrður Jacobsen og Jens Martin Knudsen áttu sín stóra lut í málinum. Sjúrður sendi í besta Jesper Olsen stíli frí- spark tvørturum til Heðin, sum setti ferð á og smekk- aði til. Jens Martin hevði verið uttarlaga í brotsteigi- num, hann var ikki heilt í verjujavnvág, og tá hann í staðin fyri bara at seta fótin fyri royndi at verja við hondini, fór bólturin inn um strikuna. Málið lyfti KÍ upp, og næsta korterið spældu teir sera væl og hugflogsríkt, men fremsti broddurin rest- aði, tí KÍ enn eina ferð hevði norska mannin, sum ongantíð síðani hann kom til Klaksvíkar hevur víst 1. deildarstøði, á toppinum. Eftir fyrsta korterið fót- aði NSÍ sær, og fram ímóti steðginum spældu teir so hugflogsríkt og væl, sum teir ikki hava gjørt síðani summarsteðgin. Ian Høj- gaard var sera væl upplagd- ur á framrættaða miðvallar- plássinum, Djóni N. Joen- sen var skilagóður á meiri verjukenda miðvallar- plássinum, Brynjolvur Nielsen og Sjúrður Jacob- sen komu væl við í spælið, og bæði Gert Langgaard og Jónstein Pertersen fingu størri dýpd, enn teir hava havt eitt nú ímóti HB og B68. Sammett við ímóti tofta- monnum so megnaði NSÍ hesa ferð nógv betri at koma ígjøgnum í borðun- um og harvið at skapa vandamiklar støður eftir innlegg. NSÍ miðvøllurin var betri upplagdur enn næstsíðsta sunnudag. Men mótstøðan var ikki av sama kalibri. Síðuspælararnir hjá KÍ vóru ikki so nærlagdir, sum teir hjá B68 vóru ímóti NSÍ, sjálvt um teirra lið var undirmannað. Fleiri persónlig mistøk Miðskeiðis í 1. hálvleiki tók NSÍ fyrsta stigið ímóti silvurmerkjunum. Eftir álop í høgru sendi Brynj- olvur Nielsen innfyri, Helgi L. Petersen tamdi dygst uttanfyri brotsteigin, og í knappari vend smekkaði hann til, áðrenn mótstøðu- maðurin fekk tikið seg saman at takla, og so var 1–1. NSÍ hevði møguleikar at leggja seg framum í 1. hálvleiki, men teir komu ikki nærri, enn tá Ian Høj- gaard sendi í tvørtræið og uppum. Beinanvegin í 2. hálvleiki legði Sonni L. Petersen NSÍ framum. Bólturin ferðaðist aftur og fram í brotsteigi- num, verjan drálaði, og so fekk Helgi L. Petersen lyft til lítlabeiggjan, sum takk- aði fyri. Tíggju minuttir seinni javnaði Hjalgrím Elttør. Støðan líktist nógv tí, tá Sonni L. Petersen skoraði, og hon líktist eisini nógv støðuni, tá HB skoraði fyrra málið í Runavík. Langt og høgt fríspark var lyft fram eftir miðásinum og í brotsteigin og eftir tvær kontra var Hjalgrím fyrstur á. Seinna umfarið var ikki so væl spælt, sum fyrri um- gangurin var tað. Ferðin var ivaleyst í so høg, tí fleiri mistøk vórðu gjørd. Eftir útskiftingina í steðginum fekk KÍ betri tak á bæði á miðvøllinum og í álopi- num. Harley Bertholdsen og Erling Fles komu á vøll- in, tá KÍ spenti álopsbogan, men hesa ferð kendist tað ikki sannførandi, at Allan Mørkøre varð tikin út. Hann tóktist væl upplagdur og sterkur. At Allan Joen- sen varð skiftur út, var ein smeitur, men tað var væl skiljandi, tí við gulum korti helti hann ímóti uppaftur sterkari liti. Dysturin í tølum KÍ-NSÍ 2-3 (1-1) 1-0: Heðin á Lakjuni 3 1-1: Helgi L. Petersen 26 1-2: Sonni L. Petersen 47 2-2: Hjalgrím Elttør 58 2-3: Gert Langgaard 90 Dómari: Niklas á Líðar- enda KÍ: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Ove Ny- sted, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør – Allan Mørk- øre, Allan Joensen, Hjal- grím Elttør, Jan Joensen – Bjarte Vettelstad, Heðin á Lakjuni NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Pól Thorsteinsson, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacob- sen – Gert Langgaard, Djóni N. Joensen, Ian Høj- gaard, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen Hjá báðum pørtum eydnaðist væl at fáa glið á spælið í borðunum, og í fleiri førum viðførdi hetta spenat støður framman fyri málinum Mynd: SáH Eftir dystin var so tíðin komin hjá NSÍ at fáa fyrstu heiðursmerkini í bestu deildini nakrantíð, og sum vera man, so var fagnaðurin um hetta stórur Mynd: Jan Müller Ein glaður babba og ein errin sonur. Ian Højgaard fegnast um silvurið saman við soninum, Emil Mynd: Jan Müller 33 32 Nr. 192 - 8. oktober 2002 Kramnik vann móti sterkasta talvforritinum Vladimir Kramnik er farin í herferð móti sterkasta talvforritinum í heiminum, Deep Fritz. Dysturin verður leiktur í Bahrain. Um Deep Fritz forritið kann nevnast at tað sær 3. mió. møguleikar um sekundið! Men tó eru vit menniskju hørð at knógva. Fríggjadagin fekk Deep Fritz einki burturúr hvíta fólkinum. Kramnik leiktu sokallaðu Berlin-verjuna í sponsku byrjanini, sum hann brúkti móti Kasparov í HM dystinum í 2000. Kramnik fekk heldur lættliga javnleik, sjálvt um søgur ganga um at Deep Fritz eitt skifti møguliga hevði avgerandi fyrimun. Sunnudagin hevði Kramnik hvíta fólkið. Hann legði varliga út, býtti frúnnar av - sum er taktiskt skilagott móti talvteldum - og fekk ein vanligan lítlan hvítan fyrimun eftir byrjanarspælið. Hesin fyrimunur vaks tá Kramnik á ein merkisverdan hátt fekk forvirrað Fritz somikið, at hesin leikti óneyvt. Kramnik vann sær finnu, og vann eitt drúgvt men trygt talv. Tað er í roynd og veru ófatiligt at tað ber til hjá Kramnik at basa tílíkum mótspælara, sum bókstaviliga hevur yvir 1000 eygu. 1,5 — 0,5 til menniskjað. Seks talv eru eftir at leika. Vónandi heldur Kramnik fram við góða spælinum, og ognar menniskjum sigurin framum tøknina Kramnik,V (2807) - DEEP FRITZ Brains in Bahrain, Bahrain UAE (2), 06.10.2002 1.d4 d5 2.c4 dxc4 3.Rif3 Rif6 4.e3 e6 5.Bxc4 c5 6.0-0 a6 7.dxc5 Fxd1 8.Rxd1 Bxc5 9.Kf1 (hesin leikur hevur allarhelst forvirrað Deep fritz) 9...b5 10.Be2 Bb7 11.Ribd2 Ribd7 12.Rib3 Bf8? (hetta er ein klassiskur telduleikur, ein leikur sum nærum einki menniskja hevði leikt. Vanligt er Be7) 13.a4 b4 14.Rifd2 Bd5 15.f3 Bd6 16.g3 e5 17.e4 Be6 18.Ric4 Bc7 19.Be3 a5 20.Nc5! (svartur sleppur nú ikki so væl í borg) 20...Rixc5 21.Bxc5 Rid7 22.Rid6+ Kf8 23.Bf2 Bxd6 24.Rxd6 Ke7 25.Rad1 Rhc8 26.Bb5 Ric5 27.Bc6 Bc4+ 28.Ke1 Rid3+ (Kramnik finnur nú vakra kombinatión sum gevur honum avgerandi fyrimun) 29.R1xd3! Bxd3 30.Bc5! Bc4! (ein leikur Kramnik ikki hevði sæð, men hann helt høvdið kalt og fann bestu leikirnir) 31.Rd4+! Kf6 32.Rxc4 Rxc6 33.Be7+ Kxe7 34.Rxc6 Kd7 35.Rc5 f6 36.Kd2 Kd6 37.Rd5+ Kc6 38.Kd3 g6 39.Kc4 g5 40.h3 h6 41.h4 gxh4 42.gxh4 Ra7 43.h5 Ra8 44.Rc5+ Kb6 45.Rb5+ Kc6 46.Rd5 Kc7 47.Kb5 svartur hevur her ongan góðan leik 47...b3 48.Rd3 Ra7 49.Rxb3 Rb7+ 50.Kc4 Ra7 51.Rb5 Ra8 52.Kd5 Ra6 53.Rc5+ Kd7 54.b3 Rd6+ 55.Kc4 Rd4+ 56.Kc3 Rd1 57.Rd5+ møguliga kundi svartur hildið fram nakrar leikir, men liðið aftanfyri Deep Fritz valdi at gevast 1-0 Í sambandi við at flogfelagið í næstum skipar fyri fótbólts- ferð til Manchester, hevur Gunnar Reyns- lág hugleitt um søg- una hjá kanska størsta fótbóltsheim- inum í heiminum. Ein søga, sum í mangar mátar er syrgilig, men sum kortini tykist fáa ein lukkuligan enda FÓTBÓLTSSØGA Gunnar Reynslág “I have a dream!” ljóðaði í sekstiárunum, hundrað ár eftir, at Abraham Lincoln royndi at gera dreymin hjá hesum manni og hansara ættarfólki til veruleika. Tó vóru hann og nógv av hans- ara noydd framvegis at droyma um eina betri og rættvísari tilveru nøkur ár aftrat. Í sekstiárunum, í dreingja- og unglingaárun- um vóru nógvir pallar. Nógv royndu seg. Nógv bylgdist í alheimssamfelag- num. Beatlarnir trinu fram á pall í Onglandi og fóru síðani runt heimin og trinu fram á ymsum pallum. Flower power, studenta- byltingar o. s. fr. Nógv varð koyrt um koll, bæði í huga og heimi, men framgongd var, ein uppgongutíð. Í sekstiárunum — í hugaheiminum langt av landi skotin, sum í einum dreymi. Tá var tað einans eitt lurtitól — einki sjón- varp, so hugflogið fekk góðan byr, ja rættiliga luft undir veingirnar, og fór við somu ferð og líka langt upp frá samsvarandi algoystu røddini hjá BBC útvarps- manninum, hvørja ferð Bobby Charlton og George Best, ið leiktu við Man- chester United, vístu síni allarbestu fótbóltskynstur og togaðu verjurnar hjá mótstøðuliðunum sundur. Heimavøllur teirra tá eins og framvegis — Old Traf- ford, eisini nevndur “the Theatre of Dreams”. Tað var sannur dreymafótbólt- ur, ið George Best, hesin síðhærdi, karismatiski ung- lingin, ið gjørdist líka nógv ímyndin av sekstiárunum, sum Beatlarnir o. o., sýndi, tá rætta og góða lagið var á honum. — Í 1968 hendi nógv. Nógvar hendingar á heims- pallinum. Blómubørn, stu- dentauppreistur o. s. fr. Men á fótbóltspallinum krýndu Best og Charlton í 1968 verkið við at vinna 4- 1 á Benfica og vunnu har- við europeiska meistar- aheitið fyri lið. Skiftandi myndir á palli Tað eru í ár liðin 100 ár síðani felagið fekk navnið Manchester United — dag- liga nevnt Man United. Felagið varð stovnað í 1878 og verður komandi ár 125 ár. Tey fyrstu 24 árini var navnið Newton Heath ella The Heathens. Tann, ið kannar fótbóltssøgu, finnur skjótt út av, at í flestu býum koma tvey fótbóltsfeløg at gera seg galdandi. Annað er felagið hjá teimum ríku, hitt felagið er stovnað av arbeiðarafjøldini. Taka vit býirnar Liver- pool og Manchester, er talan um ávikavist feløgini Everton og Liverpool og Manchester City og Man United.- Tað vóru arbeiðsmenn- inir við jarnbreytina á stað- num, sum stovnaðu New- ton Heath. - Ivaleyst hevði táverandi fakfelagsleiðarin, Charles Roberts, hildið seg rættiliga droyma, upplivdi hann Old Trafford í dag. Men tað sum ikki er tørvur á í dag — 100 ár seinni — peningi, tørvaði í ólukkumát í 1902. Basarur varð hildin at savna saman pening. Ja, eisini St. Bernhardshundurin hjá Harry Stafford, liðskipara fekk eina bússu bundna um hálsin og gekk runt millum fólkið fyri at savna saman pening. Fyri at gera stutt av. Peningur varð fingin til vega, byrjað varð við nýggjari leiðslu — og felagið fekk nýggja navnið, vit kenna í dag. Tragediur verða eisini framførdar á palli Tað verða tær, og fólk og heimurin sum heild upp- livir tær mangan. Felagið hevði upplivað mótburð fyrst í 20. øld, har teir næstan kollsigldu. Tann stormin riðu teir av. Men uppaftur størri tragediu skuldu áskoðararnir á ”Theatre of Dreams” koma at uppliva. Komandi stívliga fjøruti árini gekk aftur og fram hjá Man United. Men í 1945 — sama ár sum heimstra- gedian helt uppat — kemur nýtt navn uppí leikin. Maðurin, sum fram til 1971 kom at leikstjórna á Theatre of Dreams — Matt Busby. Spakuliga bygdi hann liðið upp og vunnu teir síðani enska meistara- heitið fleiri ferðir í fimti árunum. Og steig liðið so seinast í fimti árunum inn á europeiska leikpallin. Vunnu samanlagt móti Reyðu Stjørnu. Komnir í hálvfinaluna. Løgdu leiðina heimaftur úr Beo- grad. Millumlendu í Munchen. Ringt veður forðaði ferðini víðari fleiri ferðir. Hin 6. februar 1958 hendi so tragedian. Flog- farið kom ongantíð rætti- liga uppfrá og datt niður. 23 menniskjur doyðu, harav 8 leikarar. Størsti bólt- snillingurin á liðnum tá — Duncan Edwards, doyði 15 dagar seinni á sjúkhúsinum í Munchen 21 ára gamalur. Bert 3 mánaðir framman undan var hann av euro- peisku tíðindamonnunum kosin triði besti leikarin í Europu aftaná Alfredo di Stefano og Billy Wright. Fuglurin fønix Alt tóktist nú at liggja í sori. Men treiskni hjá Matt Busby var m. a. við til at reisa skútuna aftur. Ein leikari, ið yvirlivdi van- lukkuna í Munchen, var áðurnevndi Bobby Charl- ton. Hesin kom at hava av- gerandi týdning fyri liðið og eisini fyri enska lands- liðið. Fyri 56 árum síðani var tað restandi peningur, ið var um at gera av við felagið. Ta ferðina varð vunnið á trupulleikunum. Men hesuferð var tað sjálvt leikaratilfarið og skelkurin, sorgin og saknurin, sum vóru um at køva alt. Tó sum áður nevnt — vit upplivdu í sekstiárunum eina framgongd á nógvum økjum. Tað bar eisini framá aftur hjá Manchester Uni- ted og teir rukku tindinum í 1968. Dreymurin hjá Matt Busby var gingin út. 10 ár frammanundan vóru teir so nær. Tá køvdi av. Tað sum hesuferð í byrjanini av sekstiárunum tóktist so vónleyst. Men hesuferð eydnaðist. Skiftandi dygd Tað sum hendi á Old Trafford leikpallinum í sjeytiárunum og fyrru helvt av áttatiárunum var sum mangt annað á palli — stór útskifting av leikarum, fleiri skiftingar av venjara og úrslitið: skiftandi dygd á leikpallinum. Onkrar steypafinalur vórðu vunnar. Miðskeiðis í áttatiárunum vóru øll ensk lið útihýst frá øllum europeiskum kapp- ingum aftaná Heysel van- lukkuna. Hetta gav m.a. Man United ongan møgu- leika at royna seg móti teimum bestu og lyfta støð- ið upp, har okkum øllum dámar best at síggja okkara lið. Aftur á ovastu rók Í 1986 kemur tann nú so kendi Alec Ferguson til Man United. Hann sat for- restin í Gundadali í 1980 saman við liði sínum tá — Aberdeen, sum leikti ein dyst mót HB. Arbeiðið hansara við unglingunum er øllum fótbóltsáhugaðum í dag kunnugt. Øll vita í dag, hvat Beckham, Schol- es — hesin fótbóltsheilin, Neville-brøðurnir, Butt o. s.fr. kunnu. Pílurin vísti næstan beint uppeftir aftaná fá ár. Longu í fyrstu royndini, tá ensk lið í 1990 aftur sluppu út í Europu, fór Man United alla leiðina uppá steypavinnaratindin tá teir í finaluni vunnu á Barcelona í 1991. Tað var um reppið, at enska meist- araheitið varð vunnið í 1992 — var tað ikki fyri ein ávísan Eric Cantona, sum tá spældi Í Leeds, men so í 1993 og 1994, 1996 og 1997, 1999, 2000, 2001 og ikki at gloyma Champions- league vinnarar í 1999. Tað árið var tað The Treble — eisini steypakappingin heima í Onglandi varð vunnin. The show will go on Seinasta árið gjørdist nógv lakari. Einki steyp av nøkrum slagi. Hetta kapp- ingarárið byrjaði trilvandi men er í løtuni enn eina- ferð við at koma á rættkjøl. Bæði í heimligu kappingini og í Europu. So nógvar ferðir lættari 40 ár seinni. Sjónvarp og harvið replay. Bæði av tí ótrúliga flotta spæli, men eisini av tí døkku síðuni. Framvegis hugtekur hetta spælið og hetta liðið, sum hevur eina so ótrúliga søgu, bæði við bakkøstum, men ikki minst við framstigum. So langt sum nakað fót- bóltslið kann røkka. Hesin leikpallur — ivaleyst eitt fótbólts-Mekka fyri flestu fótbóltsáhugað — er fram- vegis eitt “Theatre of dreams” hjá flestu fótbólts- leikarum, antin teir hava leikt fyri heimaliðið ella útiliðið. Framvegis í dag,antin tú skrúvar lurtitólið frá, ella setir teg frammanfyri sjón- varpsskíggjan, kennist hetta sum “Theatre of dreams”, tá søguligu mynd- irnar rulla fram í huganum meðan myndirnar av nú- verandi leikarunum fara eftir skíggjanum. Theatre of dreams C M Y K 32