Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sða2 tíðindablaðið FF mælir landsstýrinum at finna eina loysn: Fiskimenn góðtaka ikki bert rakstrarstudning til skipini — Manningarpart- urin er ikki órímu- liga stórur. Hann er ikki bert fyri van- liga arbeiðsdag. Men er eisini gjald fyri yvirtíð, sunnu- dagsarbeiði o.a. Og inntøkurnar fara at lækka og koma å 1982-stødid, sigur Føroya Fiski- mannafelag m.a. i einum skrivi til Føroya Landsstyri Í samband við at trolara- flotin liggur enn fara vit at heita á landsstýrið um at fáa eina loysn á hesum máli sum skjótast. Tað eru jú ikki bert fiskimenn sum onga innteku fáa, meðan skipini liggja. Sam- felagið sum slíkt er jú tann stóri taparin, og tað eru jú ikki smávegis inntøkur sum fara fyri skjeyti í hesi stødu. Tað hava verið nevndir fleiri meguleikar fyri eini loysn, og nevnt hevur verið, at bert skipini skuldu fáa endurgjald fyri príslækkingina, sum hevur verið, við einum hækkaðum rakstrarstudn- ingi. Vit skulu siga frá beinanvegin, at hetta er ein loysn, sum vit undir ongum umsteðum kunnu góðtaka. Lægri prísir raka eisini fiskimenn Fiskimenn svíða jú eins nógv fyri teimum lægru prísunum sum skip, og vitkunnu onga orsek finna fyri, at bert skipini skulu fáa endurgjald. Vit vita væl, at tað sjónarmið hevur verið frammi, eisini í landsstýrinum, at »tad almenna skal ikki vera við til at gjalda tær ovstóru inntekurnar á trolaraflot- anum<. Og nevnd hava verið tel, sum lítið og einki hava við verunleikan at gera. Vit hava eitt fyribils yvirlit yvir inntekurnar hjá ísfiskatrolarum í 1983, og tað vísir, at pr. dag í vinnu hevur manningar- praturin ligið um kr. 1.000 Hetta er rættuliga fitt meira enn árini framman- undan, og stavar vøkst- urin serliga frá tí ekta toskafiskiskapinum, sum ikki hevur kostað tað almenna nakað serligt, í hvussu er ikki hvat fiski- monnum viðvíkir. Vit halda ikki, at her er talan um nakran írómiliga stóran manningarpart. Hugsað skal vera um, athann er ikki bert fyri ein vanligan arbeiðsdag. Ar- beiðsdagurin umborð á einum skipi er jú munandi longri enn 8 tímar, og er nevnda daglen eisini endurgjald fyri yvirtíð, náttarbeiði, sunnudags- arbeiði v.m. Men vit vita eisini, at hesar inntekur fara undir ellum umsteðum at lækka munandi í hesum árinum. Sjálvt við teimum prísum, sum vóru galdandi fram til 1. januar, er talan um munandi 'prislækk- ingar, og vit vita eisini, at ikki kann roknast við somu veiðu í 1984 sum rokárið 1983. Tað kann verða skoytt uppí, at fiskivinnuráðið í sínum metingumfyri kom- andi ár roknar við at manningarparturin við núverandi útlitum kemur niður á tað steði, sum hann var á í 1982. Og við gongdini í lenarlagnum í samfelagnum merkir hetta eitt beinleiðis fall. Vit skulu eisini minna um, at tá tosað verður um árspartin hjá einum skipi kann ikki gangast út frá, at hesin samsvarar við inntekuna hjá einum fiski- manni. Eitt vælrikið skip er jú so stóran part av árinum í 'rakstri, at roknast má við umleið hálvaaðrari manning, og so verður ársinntekan jú samsvarandi hesum. Vit meta tískil avgjert ikki, at nakað grundarlag er fyri at broyta lutfallið millum partin hjá fiski- monnum og skipum í hesi steðu. Hetta halda vit fast um, og kann einki annað gerast, kann okkara sátt- máli sigast upp til 1. apríl, og ein broyting av nevnda lutfalli kemur at viga tungt, tá steða skal takast til uppsegn og endur- nýggjan av sáttmálanum. Steðan hjá línu- monnum verri enn nakrantíð Vit fara eisini at minna um steðuna hjá línu- monnum. Tað verður viðurkent av øllum, at hesar inntekur eru alt ov lágar, og landsstýrið tók avleiðingina av hesum í fjør við at tvífalda prísvið- bótina hjá línumonnum. Hesin bati og nógv meira er farið avstað aftur við hesum príslækkingunum, og steðan hjá línu- monnum er verri enn nak- rantíð, og tí er tað ikki minni umráðandi fyri hendan bólkin, at prísirnir fáast upp aftur sum skjót- ast. Eykajáttar Vit emta, at einasti háttur at fáa loyst núverandi steðuna er við eini eyka játtan til ráfiskagrunnin, soleiðis at gomlu prísirnir kunnu haldast antin kom- andi skeið ella hetta fíggj- arárið út. Hetta vil geva landsstýrinum megu- leikar og stundir at koma við eini endaligari loysn seinni í ár, tá studnings- lóggávan álíkavæl skal takast til viðgerðar. Tað er so stutt eftir av fíggjar- árinum, at ein loysn sum henda kostar bert nakrar fáar milliónir í eykajáttan. Vit meta, at landsstýrið eisini hevur eina moralska skyldu at veita grunn- inum eykajáttan. Tann munur millum húk- veiddan og trolveiddan fisk, sum varð gjerdur við prísásetingini pr. 1. oktober, varð framd eftir beinleiðis ynski frá lands- stýrinum. Og orsøkin til, at hetta varð einmælt samtykt í nevndini fyri rá- Nr. 7 — 14. januar I 984 fiskagrunnin var eisini tann,at nevndin fekk at vita, at landsstyrid var sinnað fyri at veita grunn- inum eina eykajáttan, sum svaraði til prísmunin, um eykaprísurin íkki kundi haldast innan upp- runaligu játtanina. Hetta er ein tilsegn, sum lands- stýrið ikki bert kann renna frá. Vit vóna at landsstýrið tekur hesi sjónarmið við í síni viðgerð av hesum máli, og at vit fáa eina skjóta loysn, so okkara fiskivinna kann fara aftur í gongd beinanvegin, sigur FF í brævinum til lands- stýrið. „Friður“ — og føroyskt vinnuliv og k Mangur sum hevur fylgt við allari skrivingini í sein- astuni um viðurskiftini á flakavirkjunum, munnu óivað hugsa sum so, at tað er gott at mangt kemur fram í ljós, ikki minst hvat viðvíkur sinnalagnum hjá teim priviligeraðu monn- um, sum so óhelvað siga seg »geva« fólki arbeiði, har veruleikin er tann tvørt øvugti. Tað einfalda er at verkafólkið »gevur« sína arbeiðsmegi til kapi- talistin, og fær eina ávísa len afturfyri, sum altíð er væl minni enn veruliga virði av hesi arbeiðsmegi, tað selur. Lat so hesar menn bjálva sína samvitsku innan hugtek sum »åbyrgd« »rætt til at leiða arbeidi«, osfr. »Merkja- måliå« og alt eftirlitid vid einstaklingum, sum skapa virðini, sýnir hinvegin tað misálit, hesir priviligeraðu menn hava á vinnandi stættunum. Hver stjóri t.d. skal stempla seg, tá hann kemur til og fer frá arbeiðsplássinum, hver stjóri skal t.d. standa til svars yvir fyri starvsfólk- inum, hverjaferð hann er burturi ella á »skeidi« ella »fundast« (sum tað eitur) uttanlanda — og skal hann leggja roknskap og frágreiðing fyri til demis álitismenn arbeiðaranna — ella verður hann trektur av i løn, tå hann forsømir nakrar arbeidstimar? Hava arbeiðsfólk á flaka- virkjum t.d. somu megu- leikar til — við len — at fara á skeið uttanlanda av og á, um so skuldi verið at teim vantar kunnleika, um eitt nú starvshættir, ella arbeiðsmarknaðarpolitikk? Hvussu kann stjøra- stættin rokna við, at ar- beiðarastættin skal hava álit á teimum, tá hon sýnir eitt so opið misálit, summerkjamálið ber dømi um? Stjórarnir og ognar- harrarnir krevja rætt tilat leiða og stjórna arbeið- inum og reka fólk heim — men hava verkafólk á einum arbeiðsplássi t.d. nakran demokratiskan rætt at rena ein stjóra frá við vanligum meiriluta? Hvar er >frælsið< í slíkum málum, hetta frælsið sum teir borgarligu rópa upp um, men sum einans er frælsi hjá teim ráðandi, tá til skarpskeringar kemur? Hvat Feroya arbeiðara- felagi viðvíkur, so undrar tað meg, at hetta felag er vinnuliv so erpið av »fridi« á arbeiðsmarknaðinum í Feroyum. Sjálvandi ynskir ongin skilamaður yvirgang ella »éfrid« á likamligum ella materiell- um týdningi, men um „friður“ skal merkja at hússa alt tjak, ell rættvís krev og spurningar niður, so er hesin friður ikki nakað hjá einum fakfelagi at erpa sær av. Og tað er alt ov mikið av tilikum »fridi« á føroysk- um arbeidsplåssum og av ti danir nevna »kæft, trit og retning«. Tørvur er å meira opnum tjaki um vidurskifti og meiri demo- krati å arbeidsplåssinum. Nógv av atfinningum, har tær eru neyðugar, tí atfinningar eru ikki nakað »av ti énda«, tverturímóti eru atfinningar — ofta grundarlag fyri skila- góðum broytingum. Sjálvt stórkapitalistar í londum sum Sveríki og Japan viðganga, at verka- maðurin »å gólvinum< ofta hevur meira vit fyri praktiskum broytingar- hugskotum í framleiðsluni enn verkfreðingurin á loft- inum. Atfinningar eru tí viðhvert vælkomnar. At kjak kemur í gongd tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. um okkara arbeiðspláss er ein demokratiskur megu- leiki sum eigur at nýtast, og bleðini eiga at taka móti hesi avbjóðing við opnum ermum, og ikki sum > »Sosialurin« ein dagin skrivaði, vilja »luka og skerja“ í lesarabrøvum, tá tey snúgva seg um „tað sama«. Hetta er dømi um ein óneyðugan stoltleika yvirfyri lesarabrævskriv- arum, sum leggja meira av virði í at fáa síni orð á prent, enn blaðmenn »Sosialsins« gera sær greitt. Tað skal viðhvert ikki so lítið av dirvi og verki til hjá fólki at seta seg og skriva í bleðini. Og tað kenst ofta sárandi, tá ein, sum kanska fyri fyrstu ferð hevur brúkt henda demokratiska rætt, sær lesarabræv sítt »lukad« ella heilt burtur- víst, tí onkur annar hevur skrivað »nakad sum lík- ist«, »okkurt betri« ella okkurt, sum blaðmonn- unum tykir hava sterri „almennan áhuga“. Ég fari at enda við einum máli, sum eg haldi átti at havt áhuga fak- felaganna. Tað er tann stóri kynsmunur, sum er á føroyska arbeiðsmarkn- aðinum. Fakfelagsfólk og onnur skriva, eins og at tað var ein sjálvfylgja, at talan er um »flakakvinn- ur<. Eins og um sjúkra- systrar og stýrimenn og breður í andanum. Hví eru til dømis kvinnur í fak- feløgum fyri seg og menn fyri seg? Er hetta ikki ein grundin fyri tí veikleika, fakfelagsrerslan tíverri líður undir? Spjað — og tí vald, sigur orðatakið. Er ikki tíðin komin til at Framhald á síðu 12