Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EM-kappingin í fótbólti: Leygardagur 14. januar 1984 | Danmark í torfør- an leikbólk Tá tað týsdagin Paris varð kasta lut um bólka- yýtið til EM-kappingina i fótbólti kom Danmark í bólk við vertstjóðini Frak- andi Jugoslavia og Helga fysdagin 12. juni skal Danmark spæla fyrsta dystin i kappingini, so- nevnda opningsdystin, móti Fraklandi i Paris. Seinastu ferå Danmark og Frakland hittust, i Idræts- parken i Keypmannahavn fyri fýra månadum síðani, vunnu danir við trimum málum móti einum. Dysturin móti Jugo- slavia verður spældur leygardag 16. juni í Lyon, og dystirnir í innleiðandi bólkunum enda týsdag 19. juni í Strassbourg, tá Dan- mark skal spæla mofi Belgia, sum varð nummar tvey tá EM seinast varð leikt, í 1980. Tað var eitt spenn- andi lutakast og ein eggjan fyri danskan fótbólt, at vit skulu spæla fyrsta dystin í kappingini um europameistaraheitið, sigur kendasti danski landsliðsleikarin Allan Simonsen. — Eg haldi at tað er ein fyrimunur fyri okkum, at vit hitta fraklendingar í fyrsta dysti okkara, sigur royndi Vejle-leikarin, sum fyri stuttum varð kosin nummar trý, tá atkvett varð um hver var „besti leikari« i Europa í 1983. — Um vit skuldu havt hitt Frakland i næsta dystinum ella í .seinasta dysti í innleiðandi bólk- inum, vildi tað verði tor- forari fyri okkum, men Belgia og Jugoslavia er avgjert lið, ið eg eisini havi virðing fyri. Leik- ararnir eru kropsliga sterkir og spæla ein mátt- miklan fótbóltsleik. — Mær hevði dáma betur at skula spælt móti Portugal ella Spania, av tí at hesi lond leika meira tekniskt kendan leik, sigur tann 31 ára gamli danin. Allan Simonsen metur ikki, at tað verður nakar trupulleiki at hava allar teir donsku leikararnir, ið hava dagliga fótbóltsyrki teirra uttan fyri donsku landamarkini, við á EM liðnum, hóast tað, at hesir allir hava luttikið í strævnum lands- kappingardystum fyri felog teirra allan veturin. — Um vit so høvdu spælt fleiri ár á rað, so eri eg vísur á, at tað at vit sleppa at luttaka í endaligu EM-kappingini, vil hava við sær, at allir leikararnir kenna seg púra ómóðar og til reiðar at berjast alt tað, ið teir eru mentir. Hetta er fyrstu ferð at danska landsliðið er við í so stórari kapping og vit gleða okkum allir sum ein av sleppa at vera við, endar miðvallarleik- arin, sum við tveimum av felegum sínum, vestur- týska Mønchengladbach og spanska FC Barcelona, hevur verið við at vinna stórar europa-kappingar fyri feløg — men eisini verið fyri ósigrum. Tjúgu leikarar Tað sleppa tjúgu danskir leikarr við til Fraklands í summar Mikudagin avgjerdi starvsnevndin í europe- isku fótbóltssamgonguni UEFA at minka talið av leikarum á hverjum liði til 20. Fyrr hevur verið vanligt at hava 22 leikarar við. Við hesum gekk UEFA einum uppskot frá Sepp Piontek, danska venjaranum, og hinum venjarunum frá teimum átta EM-liðunum á meti. Vesturtýski venjarin, Jupp Derwall, hevði tó tosa um at minka talið niður í 18; tá vesturtýsk- arar luttóku í HM-kapp- ingunum í Spania í 1982 hevði vesturtýski venjarin bert 19 leikarar við í hóp- inum. Sum nakað nýtt verður eisini loyvt at hava allar teir nýggju eykaleik- ararnar sitandi á útskift- ingarbonkinum tá dyst- irnir verða spældir, so meguleikarnir fyri útskift- an eru ektir (tað er tó framvegis bert loyvt at skifta hægst tveir leikarar inn á vøllin í hverjum dysti). Enn hevur UEFA ikki tikið stødu til eitt uppskot frá venjarunum um at ávarðingar frá innleiðandi dystum, kvalifikatións- dystum, skulu fella burtur áðrenn kappingina í Frak- landi. Uppskotið er orsaka av at fronsku vertirnir, ið jú ikki hava luttikið í kvalifikatiónskappingun- um, sjálvsagt ikki hava nakrar leikarar, ið hava fingið ávarðingar og tí, meguliga, hava ein fyri- mun um gomlu reglurnar framvegis skulu vera í gildi. Lógarnevndin hjá UEFA skal viðgera upp- skotið áðrenn nekur enda- lig avgerð verður tikin. Enskur fótbóltur: Umdystir í steypakapp- Lutakast hevur bólkabýtið til EM-kappingina. Danmark kom í ein torføran bålk og skulu danir spæla fyrsta dystin í kappingini, so- »opningsdystin«, nevnda móti vertstjóðini Fraklandi Úrslitini av umdystunum í triðja umfari av ensku steypakappingini, ið vóru leiktir vóru hesi: týskveldið, verið um Birmingham-Sheffield U. 2-0 Bristol City-Notts County 0-2 Newport-Plymouth 0-1 Swindon-Carlisle 3-1 Watford-Luton 1-3 I dystinum millum Wat- ford og Luton varð neyð- ugt vid longdari leiktid av ti at stødan, aftanå at van- liga leiktíðin var lokin, var javnleikur 1-1. Tað vóru spældir tveir dystir umframt omanfyri- nevndu og endaðu báðir við javnleiki 1-1 aftaná longda leiktíð. Hetta vóru dystirnir millum Scunthorpe og Leeds og Wolwerhampton og Coventry, so n:yðugt verður við nýggjum um- dysti. Hondbóltsskráin suomi FORSHAVN Leygardagin 14.01.1984 12.00 H71-VB d. 12 12.35 H71-VB dl4 13.10 Kyndil a-VB d10 13.45 Neistin a-VBa g 16 14.30 Kyndil-Stjørnan I m. 15.40 Kyndil-Stjørnan II m 16.50 Neistin b-Kyndil g16 17.40 Kyndil-NSI gi4 18.20 Kyndil-NSI kv.u. 19.10 Vipan-Neistin d g14 19.50 Kyndil b-VB d10 Sunnudagin 15.01.1984 13.00 H71-VB g10 13.30 Kyndil c-VB d10 14.10 Kyndil a-VB d12 14.45 Kyndil b-VB d14 15.25 Kyndil-VB d16 16.10 Kyndil-VB II menn 17.20 Kyndil-VB I kv 18.30 Neistin b-Neistin d g14 19.10 H71 u-Neistin b III m. 20.20 Neistin u-H71 a lll m TVØROYRI Leygardagin 19.00 TB-S.T.I.F. I menn 20.15 Royn-TB g16 Sunnudagin 14.30 TB-EB I menn SKÅLA Leygardagin 14.01.84 14.00 VIF-Neistin b g14 14.35 VIF-Neistin b d14 15.15 VIF-Neistin m.u. 16.15 VIF-Neistin I menn 17.30 VIF-Neistin a III m 14.00 VIF-Vipan g!14 14.40 Skåla-VIF a gl4 15.15 VIF-Neistin Í kv 16.30 VIF-Neistin II menn 17.45 KIF-Neistin b d12 KLAKSVIK Sunnudagin 15.01.1984 14.00 Stjørnan-MB d 14 14.35 Stjørnan-MB II kv. 15.35 Stjørnan a-NSI d10 16.10 Stjørnan b-NSI d12 16.45 Stjørnan a-NSI gl0 17.20 Stjørnan a-NSI g12 GILJANES Leygardagin 14.01.1984 14.00 SI-Søljan II kv 15.00 SI-NSI dl16 15.50 SIF-VB II menn 17.00 Søljan-VB I kv