Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 14. januar 1984 Vandin at koyra ov tíðliga fedd bern í kuvesu í Kolumbia stendst, tá bernini verða koyrd heim til húsa, har fátækrafólk ofta hava ringar um- steður. Tá fær barnið igerdarsjukur, ti munurin frå reinligu umstødunum á sjúkrahúsinum og til fátækraheimið er so storur Royndarprojekt í Kolumbia: Mammurnar bera barnið inn- ast at holdinum — hetta er ein roynd at hjálpa mammum, sum fáa ov tíðliga fødd børn. Ístaðin kuvøsur, bera mammurnar barnið innast at holdinum, so tey kunnu fáa hita og mjólk, tå tað hevur tað fyri neyðini Í danska Aktuelt stóð grein herfyri at lesa um Liv Ullmann, kendu sjón- leikarkvinnuna, sum hevði verið í Kolumbia, og hevði vitjað UNICEF stovnar har. Tað áhugaverda í grein- ini er ikki at sjónleikar- kvinnan tekur sær stundis til at virka í arbeiðnum innan UNICEF, men heldur upplýsingarnar hon letur frá sær, um eitt projekt, har kvinnurnar sjálvar virka sum >kuves- ur< sum bernini, ið eru fødd ov tíðliga. Liv Ullmann skrivar: Ein av uppgávunum var at vitja »mammu og barn stovnin< í Bogotas, sum hevur tilknýti til eitt sjúkrahús. Læknarnir har eru sjálv- bodnir farnir undir eitt royndarprojekt, at finna loysn á trupulleikunum, hvussu ov tíðliga fedd bern kunnu trívast, uttan at kuvøsa verður tikin i nýtslu, sum so vanligt er á okkara leiðum. Edgar Reys, lækni og leiðari á projektinum, hevur víst á, at mamman er tann mest natúrliga kuvesan: frá henni fráa bernini tann hita, sum tey so stóran tørv á. Ov tíðliga fødd børn verða sveipað at bróst- unum innast á holdinum hjá mammuni, so barnið hevur meguleika at fáa hita og bróst, tá tað er svangt. Móðurmjólkin er týdn- ingarmesti »heilivågur« fyri barnið. Hon verjir tað móti ígerðarsjúkum, sum nýfedda barnið annars er verjuleyst fyri, tá tað verður tikið úr kuvesuni á sjúkrahúsinum og bein- leiðis heim í ofta skitligu umsteðurnar, sum fá- tækrafólkið búleikast í. Í kuvøsu er barnið alt ov friðarligt, heldur Rey, lækni. Tað verður ikki stimbrað á nakran hátt. Har eru ongar reddir, einki ljóð og eingin sum nertir við barnið. — Har er bert glas! Try av fýra børnum liva — Rey, lækni, fór undir projektið at bjarga ov tíðliga føddum bernum í 1979. Frammanundan doyðu ell børn, sum | 1 | : | vigaðu undir eitt kilo, tá tey vórðu borin í heim. Nú liva trý av fýra ov tíðliga feddum bernum og tey sum viga yvir 1500 gram, liva at kalla øll. Barnadeyðatalið í fá- tækrabýlingum í Kolum- bia er framvegis alt ov stórt, men verða bernini fødd á sjúkrahúsi eru møguleikarnir at liva vornir nógv sterri. Síðan 1979 er barnadeyðatalið fallið frá 70 pst. til í dag — fimm pst.! Hetta er hent, væl at merkja, uttan at brúk hevur verið fyri kostn- aðarmiklari teknologi. Kærleika og nærveru Rey, lækni, sigur, at kær- leiki, nærvera og krops- samband er av stórum týdningi fyri nýfedda barnið. — Ein av grundunum til, at hetta projektið er so væleydnað er júst tí, at mammurnar hava lært henda einfalda setning. Liv Ullmann skrivar síðani, hvat hon hugsaði um umsteðurnar, tá hon sjálv í somu tíð hevði átt barn, og tey ráð, sum henni vórðu givin: Ikki taka barnið upp úr vegg- uni í tíð og ótíð, hóast tað grætur, men bert um tað skal leggjast at brósti. Annars fær barnið óvanar, sum tað ongantíð sleppur av aftur við. Hetta vóru ráðini frá einum nútíðar lækna í Norðurlandi. Í Kolumbia ráða læknar og sjúkrasystrar mamm- unum til at vera um barnið so nógv sum gjer- ligt. At tosa við tað, hjúkla fyri tí, so tað sum skjótast kennir, at tað eigur lut í familjuni. Samstundis roynt at læra barnakonurnar í Kolum- bia, hvussu tær kunnu verja bernini móti sjúk- verður smædnu um. Fyri at vísa kvinn- unum, at tað lenar seg, verða tær bjóðaðar at vitja á sjúkrahúsinum, so tær við egnu eygum kunnu síggja, at ov tíðliga fødd børn nú kunnu liva, sum ikki var vanligt ådur Kærleiki og fram- skygni Kolumbia er eitt tilafturs- Dustsúgs -in við bustarúmi komið land, sum hevur sett sær fyri at bjarga smábernum. Hetta er eitt undur, sum uppvaksandi ættarliðini koma at nýta gott av. Tað er eisini av stórum týdningi fyri tjóð- ina. Ein tjóð, sum ikki stend- ur móti og stuðlar tey veikstu í samfelagnum, er demt at liva í eini harðari ringrás, sum er áhaldandi fåtækradømi, illa útbúgv- ið fólk, sum frameftir verða bundin av at fáa stuðul uttanífrá. Slík tjóð, sum ikki stuðlar tey veik- astu í samfelagnum, er glatað, sigur Liv Ullmann at enda í greinini. Tit ringja | Telefon 14949 | | Liv Ullmann er her avmyndað saman við mammu, sum | Sosialurin, | A Hblsi:9600 Fórskavn hevur fett barn ov tíðliga. Við at bera barnið innast at | tlf. 11820 | holdinum, fær barnið meguleika at mennast, — uttan at kuvesa verður tikin í nýtslu, so sum vanligt er á okkara leiðum Í — vit skriva |