Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Leygardagur 14. januar 1984 Hvat er liberalisma! - at tæna sínum egnu! „Í letuni er nærum allur føroyski ísfiska- flotin lagdur tí teir, ið hesar bátar eiga, meta, at stuðulin úr føroyska landskass- anum er ov litil, 200—300 mill. kr. um årid og hvørt år. Hvat høvdu gomlu kolatrolararnir sagt nú, um teir høvdu kunnað talað? Eitt er tó heilt víst í hvussu er, teir høvdu so ikki skilt hesa »liberalismuna« ið nú verður rikin«, skrivar ein frå kolatrol- aratíðini í hesum brævi til Sosialin. Vit lata hann greiða frá: Í seinastuni hava verið fiskivinnuting og skeið, um góðsking og fiski- vinnuspurningar annars, bæði í Norðurlandahús- inum, á Feroya Fiskaselu, í Feroyska Vrakarastovn- inum og helst aðrastaðni eisini, har landsins ljósu hevd eru komin við met- ingum og ráðum um, hvussu ehttar teir nevna góðskingarproblemið skal loysast. Problemið stingur seg fram av og á, og tað sýnist, sum er tað ikki meguligt at loysa hettar góða problem. Menn ganga runt landið, a flaka- virkjum og bryggjum, og leita við lykt og ljósi, fyri at finna problemið. Reglugerðir verða gjerdar, sum eina roynd at loysa problemið, men av og á kemur fiskaselustjór- in í útvarpið og beklagar, at reglugerðirnar verða ikki hildnar, honum á baki kemur yvirvrakarin og bedýrar, at hin Feroyski Vrakarastovnurin hevur onga skuld. Harra Haldor Hansen, hvussu ofta hevur hin Feroyski Vrakarastovn- urin ikki sett hondina undir, at veran var fyrsta- floks, tá hon var út av lagi vånalig? Hvussu ofta hava teir ikki bløtt, sum åttu tann góða fiskin og noyddir, trystir av vrakarastovni og fiskasølu, at lata sin góða fisk upp í tað våna- liga hjá ødrum, fyri í heila tikið at føroyska sam- felagið skuldi sleppa av við ein einasta stert aftur? Hvar er hundurin griv- in? Er ikki meguligt at loysa problemið? Í útvarpi hoyra vit um ætlanir at seta fiskivinnuskúlar á stovn, fyri at beta um góðskuna, loysa problem- ið — hevdu teir gomlu hoyrt, mangir dugdu hverki at lesa ella skriva, men at hagreiða fisk, tað dugdu teir uttan skúlar. Fiskivinnuskúlaðirm enn verða spurdir til ráðs, hvussu problemið skal loysast, men framleiðslan av vánaligum fiski er ikki vorðin minni, síðan hesir innfluttu >norðmenninir< eru komnir til landið, tverturímóti. Ja, haldi tykkum, sjálvan legmann hava teir fingið fram til mikrofonina at læra føroy- ingar at blóðga. Vælsignaðir menn, haldi nú uppat við hesum kome- diuspælinum at mala sum hundur um heitan greyt. Tit vita allir, hvar problemið er, spurning- urin er bert, hví tora tit ikki at skera svullin so- leiðis, at vágsmóðirin fylg- ir við. Problemið er, nekur flakavirki og einstek skip, tit vita hverji hesi eru Harra Birgir Danielsen og Harra Haldor Hansen. Flakavirkini tekur l/f Før- oya Fiskasela sær av, um hon vil ella kann, við at nokta at selja verur teirra, til teir aftur framleiða verur, ið kunnu seljast og eru fyrsta floks. Skipini tekur hin Før- oyski Vrakarastovnurin sær av, um hann vil, við hjálp frá Feroya Lands- stýri og lógini um lóg- gilding, ið er fleiri ára gomul. Tit vóru í hvussu er ídnir, tá trolbátarnir á landleiðini vóru fyri í sín- ari tíð. Og lati so hini virkini og skipini hava frið, ið gera sínar skyldir. Um tit tora at gera eftir ráðunum, er problemið funnið og loyst. Um ikki, haldi so fram sum higartil til alt koyrir fast, men vælsignaðir, haldi so uppat at órógva náttasvevnin hjá okkum eðrum, tí tá fiskur ikki kann seljast longur, kanska tit tá sleppa inn á marknaðin sum teðútflyt- arar, har eru meguleikar, tí kunstteðini metta ikki heimsmarknaðin enn. Líkist tað nøkrum, meðan løgmadur lærir okkum at blóðga sum abbar og lang- abbar okkara dugdu tað, uttan fiskivinnuskúlar og skeið, at saltfiskur verður útfluttur til Spania, har meginparturin var nr. 2 og vrak, Spania sum er okkara viðbreknasti marknaður fyri saltfisk, og grenur og reyður upsi fer til ein og sama keypara í Týsklandi. Sum rosinan í pylsu- endanum kemur so Eirikur Justinussen, í Dimmalætting nr. 139 - 1983, við sínum flákrandi hugleiðingum um góðsku, men lat tað fara. Tað sum hevur sterri áhuga, eru tær hugleiðingar hann hevur um kolatrolararnar og góðskuna á tí teir førdu til landið og um úrslitið annars hjá hesum trol- arum. Ikki ti hann er ikki einsamallur um at geva kolatrolarunum og teimum monnum, ið hesar áttu, skuldina fyri tey vánaligu fíggjarviður- skiftini í fimti árunum, sjálvt fyrrverandi log- maður Kristian Djurhuus var fyri einum tveimum árum síðani alment frammi og tosaði um vána- ligu fíggjarviðurskiftini í fimti árunum, og kom til somu niðurstøðu sum Eirikur Justinussen, trol- ararnir høvdu skuldina. Hvat Kristian Djurhuus gjørdi fyri hendan trolara- flota skal vendast aftur til seinni, men nu man so stundin vera komin at greiða Føroya fólki frá hesum trolarum, og teimum umsteðum hesir virkaðu undir. Var nú keypið av kola- trolarunum so vánaligt, sum teir menn, ið ongan- tíð váðaðu eina krónu vilja gera tað til, og sum segan vil gera tað til? Lat okkum leita nekur ár aftur í tíðina. Sum øllum kunnugt vóru tey fimm árini 2. heimsbkríggj vardi dýr fyri Feroyar. Vit mistu stórt tal av okkara bestu sjómonnum, og trolara- flotin minkaði niður í helvt, samstundis sum talið av sluppum minkaði við einum tridingi. So- leiðis sá myndin út við krígslok, samstundis sum meguleikarnir at flyta fisk fyri íslendarar til Ong- lands ikki var til longur, so tað var eyðsýnt, at okkurt máttu gerast, frá almennari síðu kom einki boð, um tað var tí, at teimum skortaði arbeiðs- frið, tí tann eini flokkurin á legtingi rumblaði við einum máli fyri og eðrum eftir, ella tað ikki kom teimum við, hvussu føroy- ingar skuldu liva, er ilt at meta um. „Teir tosaðu um liberalismu og gera tað framvegis. Fyrst fyrrverandi løgmadur, Kristian Djurhuus og nu enn ein sambandsløgmadur, Pauli Ellefsen. Kristian Djurhuus segði at tað, id ikki kundi standa, tad skuldi falla Pauli Ellefsen hevur sina utlegg- ing av liberalismuni. Medan kolatrol- ararnir å sinni fingu eina syndarliga vidferd frå landsins myndugleikum, so fáa svartkjaftatrolarar nú allan tann stuðul, sum teir ynskja. Hetta stuðlaðir eru av sambandsmenn fólkafloksmonnum. Sanniliga liberalisma av fyrstu skuffu sigur ein av lesarum blaðsins í hesum brævinum«. Sjómenn okkara høvdu krígsárini lagt einar 50 mill. kr. í enskum valuta tilgóðar. Somu menn sum hevdu lagt lívið til og verið so hepnir at koma toluliga heilskapaðir fra krígnum, brutu nú aftur upp um armar, og fóru at keypa brúktar trolarar úr Íslandi og Onglandi. Tað skal viðgangast, at ikki allir hesir trolarar úr Is- landi og Onglandi. Tað skal vidgagnast, at ikki allir hesir trolarar vóru líka góðir, tó teir flestu, og nýggj. góð og ódýr skip hingu ikki á treunum, og peningur at byggja nýggj skip fyri var ikki til, sam- stundis sum meguleik- arnir at fíggja skipakeyp vóru vánaligir, har afturat kom, at ráðgevingin var ógvuliga vánalig, tí hon var øll útlendsk, onnur fekst ikki, og hevdu hesir ráðgevarar oftast hug at fáa skipini dýrari enn neyðugt. Undir krígnum var VInnulånsgrunnurin stov- nadur, men endamålid vid hesum grunni hevdu myndugleikarnir ikki gjørt sær greitt. Nú trol- arar blivu keyptir vórðu myndugleikarnir kroystir at fíggja ein lítlan part av keypspeninginum, sum lån, år grunninum. Vid krígslok vóru 4 mill. kr. i grunninum, og hvør, ið hevði goldið hendan pening yvir skattin kunnu vit gita okkum til. Restina av keypspen- inginum, tað vil siga meginparturin, var parta- peningur og karrátt bankalán til hægstu rentu við 5-6 ára avdráttartíð, og eingin almennur stuðul og einki alment veðhald. Uttan at blanda politikk uppí, skal tó sigast til rós til teir, ið stóðu aftanfyri Sjóvinnubankan, teir tordu at læna og váða, tað er meir enn kann sigast um bankarnar í dag, nú skulu veðhald bæði av einum og eðrum slag fyri- liggja, áðrenn lán kann fáast harra Eirik Justinus- sen. Hverjar umsteður fingu so trolararnir at virka undir, eftir at teir vofu komnir til landið. Ju, eftir kríggið fingu myndugleik- arnir tað geniala hugskot- ið, at ísfiskamarknaðurin, ið føroyingar hevdu upp- arbeitt í Onglandi undir krígnum skuldi varðveit- ast, men fíggjarliga var nú hesin munur. 1. Onglendingar settu hámarksprís á ísfisk, 3 £ fyri kittið. 2. Krígskontraktin var í gyldi framvegis. Stutt- sagt at sigla til ísfisk, var tað reina undirskot fyri skipini. Hóast hesi viðurskifti skuldu trolararnir, um teir vildu ella ikki, hægst tveir saltfiskatúrar um summ- arið, og restina av árinum