Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 14. januar 1984 JJ Eln av lesarum blaðsins hevur sent okkum hesa áhugaverdu frágreiðing, sum hann ynskir skal geva yngra ættarliðinum eina hóming av, hví kolatrolararnir løgdu beinini soleidis sum teir gjørdu. Lesarin ynskir ikki at fåa navn sitt undir greinina. Hann heldur innihaldid talar fyri seg skuldi isfiskur fiskast. Sum amboð at fyriskipa hesi styring, illavorðna orðið stýring er ikki av nýggjum uppruna, valdu myndugleikarnir eina so- nevnda Utflutnings- nevnd. Um onkur ivast i hesum viðurskiftum, so kundu kanska møguligir upplýsingar fingist frá tveimum enn livandi limum í hesi nevnd? Viðmerkjast skal, at sum eitt eyka ok varð krónan uppskrivað. hettar førdi við sær, at færri krónur fingust fyri enska pundið, og var tað av hesum krónum alt skuldi liva av, meðan skuldin á trolarunum næstan bert var í krónum. Mangna verður tikið til, at ringt er at vera frælsur maður á stongdum havi, men tá var sanniliga eisini ringt at vera ófrælsur maður á fríum havi. Ein og annar hugsar kanska, at so var sltfiskur tað reina gull, og tað var hann eisini, men tað dugdi so lítið, tí trolararnir sluppu ikki at fiska saltfisk fyri myndugleikunum, sanni- liga skilamenn vóru, ið tá ráddu fyri borgum. Einki varar ævugt, áður nevnda stovnsband varð so endiliga avtikið, men tað varð sum at fara úr øskuni í eldin, loyvt varð at fiska saltfisk so galið tú vildi, men vieðan skuldi seljast gjøgnum nýstovn- aða felagið Feroya Fiska- selu. Feroya Fiskasela varð stovnað sum eitt privat lutafelag í 1948, og fekk einkarætt til keyp av ellum fiski í Feroyum, einkarættin fekk fyri- tøkan frá Føroya Løg- tingi. Trolararnir vórðu nú noyddir at landa saltfiskin í Feroyum óvigaðan; land- ingin fór fram soleiðis, fiskurin varð hivaður upp úr lastunum í einum neti upp í lastbilar, har tveir menn stóðu og loystu út, menninir í lastbilinum stóðu og traðkaðu upp í fiskinum sum í eini tød- rúgvu. Tá bilurin var fullur, varð fiskurin vipp- aður úr bilinum, neyvan gott fyri góðskuna, men varð alt hettar gjørt við vrakarans vælsignilsi. Fiskurin lá so og roktist í langar tíðir, oftast úti, í besta feri í onkrum vána- ligum fiskakjallara, til einaferð pakkiboð komu, og nakrir ávísir halar skuldu finnast. Restin varð uppstokkað aftur, til nsætu boðini komu, og aftur nakrir aðrir ávísir halar skuldu finnast. So- leiðis kundi stórur partur av fiskinum liggja frá hálvum til eitt heilt ár óseldur, óneyðuga nógv fluttur, gulnaði av ov nógvaru luft og ringari viðferð á landi annars. Alla hesa tíðina skuldi trolarin klára drift, rentur og avdreg, hvussu hevði verið vorið í dag, um okkara trolarar skuldu arbeitt undir somu um- steðum? Hver einstakur kann siga sær sjálvum, hvussu hesin fiskurin at endanum hevur sæð út. Eitt erheilt vist, at so at siga alt, ið kom upp úr trolarunum var fyrsta floks saltfiskur, tí mann- ingarnar tá dugdu at hag- reiða fisk, sjálvt um eingin hevði verið á skeiði. Men avrokningin ljóðaði upp á avskipingarvekt og góðsku — so hettar vóru knassar við selugávum at geva einkarætt at keypa og selja fisk. Kanska var tað ikki so logið kortini, at úrslitið varð sum tað varð, ein blaðmaður, ið neyvan hevði sæð fisk fyrr, varð settur sum fyrsti stjóri á hesi fyritøku, men teir, ið bløddu vóru feroysku fiskimaðurin og skipini; besta prógv um seluskil hjá Føroya Fiskasølu var, at allar hýrur fóru niður í helvt, í mun til tað tær hevdu verið, áðrenn Feroya Fiskasela kom upp í myndina. Aðrar orsekir vóru eisini, ið ikki gjørdi mynd- ina frægari, trolarar mistu heilar lastir orsakað av gulum salti, endurgjald ikki eitt oyra, sam- stundiss um arbeiðara- verkfell vóru næstan á hverjum ári, soleiðis at flestir av hesum trolarum mistu nógva veiðutíð. Í 1951 varð so steinur lagdur oman á byrðu. Um várið kom hin tiltikna Hákunnar-lógin, ið legði flotan stillan stóran part av árinum, 4. mai tað stóra arbeiðaraverkfallið og í september fór Sjó- vinnubankin av knór- anum, Sjóvinnubankin stóð fyri fíggingini av flestu kolatrolarunum. Hesar vóru í stuttum umsteðurnar kolatrol- ararnir = virkaðu undir. Hvussu vánaligir vóru nú hesir trolaar? Eitt er í hvussu so er próvfast, fiski var nógmikið av; hver byrggja, hvert fiska- pláss og hver kjallari í landinum var á tremur av fiski, so fyri tað kundu fimti árini verið gullár, bæði hjá landi og trol- arum, men hverja lagnu fingu so hasir trolarar. Flest allir vóru fyrst í fimti árunum og áðrenn, komnir í fíggjartrupul- leikar orsakað av framm- anfyri nevndu umsteðum, hver var so lenin og hjálpin frá tí almenna, ella Feroya Landsstýri, teimum somu, ið hevdu noytt hesar trolarar, bein- leiðis og óbeinleiðis, í fíggjarligt óferi? Jú, hesin sami Kristian Djurhuus, sum nú við skriving síni, sýnist at vera ein heilur vísmaður í fíggjarviðurskiftum, trein fram á pallin sum Feroya logmaður, sum talirer fyri, næstan teir somu flokkar, sum í dag mynda landsins stjórn, nevniliga Fólka- flokkin og Sambands- flokkin, og boðaði frá, at tað, ið ikki kundi standa tað skuldi falla, sanniliga liberalisma av fyrstu skuffu. Her endaði segan hjá gomlu kolatrolarunum, sjálvt um fleiri kundu bjarga stumpunum, við at selt bátarnar av landinum, boð manglaðu ikki og ofta góð, varð teimum noktað útflutningsloyvi, noktarin = var Feroya Landsstýri, bátarnir skuldu falit: og sostatt verða í land n, so heilt óbrúkuligir a teir ikki verið metti vera av landsins hægstu monnum, harra Eirik ) = tinussen. So nógv gjørdi fyrrvr- andi Sambands- logmaðurin fyri føroyska kolatrolaraflotan, og fyri at beta um tey fíggjar- viðurskiftir, ið hann við grátiredd greiðir frá, merktu fimti árini. Hvat við teimum, ið tøkini hevdu tikið, og komu at standa eftir á berum? Ju, sanniliga slíkt eru menn, ið tala! Men hvar er liberalism- an vorðin av? Hesir somu flokkar, tó ikki við somu manning, renna nú á leist- um fyri at spræna milli- ónir oman á milliónir av al- mennum peningi i »privat« virkir og skip, ið frammanundan hava fingið ovurstórar studuls- veitingar úr Landskass- anum, samstundis sum tað almenna stendur undir eyguni í veðhaldum fyri hesi somu virkir og skip. Jú, sanniliga nógv er broytt síðan kolatrolara- tíðina. Núverandi løgmadur be- dýraði fyri einum góðum ári síðani, at tað skuldi hann vera góður fyri, at teir menn, ið tá vóru í trupulleikum við einum svartkjaftabáti, eru fyrsta floks menn, og tað er víst heldur einki at ivast í, men mundi ikki onkur av teimum, ið vóru við til at taka tekini við teimum gomlu kolatrolarunum ikki eisini halda seg vera brúkiligar menn, og vera tað eisini. Kolatrolararnir høvdu sína tíð eins og alt annað, og vóru góðir fyri nógv fólk so leingi tað vardi, men viðferðin frá landsins myndugleikum var synd- arlig. Línubátarnir, ið komu í seksti árunum vóru eisini skjótt burtur sum so mangir aðrir, sjálvt við heilt aðrari viðferð frá landsins mynd- ugleikum. Vónandi fer hendan frá- greiðing at geva yngra ættarliðinum eina hóming av, hví kolatrolararnir løgdu beinini soleiðis sum teir gjørdu. I løtuni er allur føroyski isfiskaflotin lagdur, ti teir id hesar båtar eiga, meta, at studulin úr Føroyak Landskassanum er ov litil, 200 mill.-300 mill. kr. um árið og hvert ár. Hvat hevdu gomlu kolatrol- ararnir sagt nú, um teir høvdu kunnað trolað? Eitt er tó heilt víst í hvussu er, teir høvdu so ikki skilt hesa >liberalism- una« ið nú verður rikin. Ein frá kolatrolaratíðini Miele Miele Miele Miele Miele Eisini komfyrar Telefon 14949 Á Hálsi - 3800 Tórshavn Nýggj turkitrumla sum kondenserar lúftina — N nýtist ikki útlufting. Telefon 14949 A Hálsi - 3800 Tórshavn ÆN