týsdagur 17. januar 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 17. januar 1984
Mentamálaneuvndin í Havn:
Biðið umsit-
ingina útvega
Miillers pakk-
hús
Mentamålanevndin hjá
Tórshavnar býráð hevur
biðið umsitingina hjá
býráðnum um at samráð-
ast við havnanevndina um
Millers pakkhús.
Mentamålanevndin vil
hava Millers pakkhús og
gera tað til frítíðarhús.
Soleiðis hugsar Jórun í Dali sær miðhæddina innrættaða
Tað er hálvurtriði
mánaður síðani, menta-
málanevndin vendi sær til
umsitingina. Men enn
fyriliggur onki úrslit, upp-
lýsir formaðurin í nevnd-
ini, Heðin Mortensen.
Hugsanin er at gera
Millers pakkhús, sum er
bygt í 1898, til frítíðarhús
fyri ung og gomul og býar-
savn. Mentamålanevndin
heldur seg til eitt uppskot,
sum Jørun i Dali, arkitekt-
ur, gjørdi longu i 1974.
Térshavnar havn keypti
Miillers pakkhus i 1969 og
hevur sidani leigad tad ein-
tíðindablaðið søsialurin
7
Tá Tórshavnar havn í 1969 keypti Miillers pakkhús var tað við tí i hyggju at taka tey
niður. Tí hevur lítið verður gjert við viðlíkahald
staklingum og felogum.
Jórun í Dali hevur gjørt
uppskot um, hvussu tær
tríggjar hæddirnar kunna
innrættast.
Hon hugsar sær, at
loftshæddin verður býar-
savn.
Miðhæddin kann
innrættast við t.d. verk-
stoðum til frítíðarítriv,
sum pensionistar kunna
hava undir hond, og spæli-
rúmi til bern.
Kjallarin er nýtiligur til
dans, sjónleik, konsertir,
borðtennis, bridge, bingo
og restauratión, heldur
Jórun í Dali.
Yviri við Strond
Mentamálanevndin hevur
eisini arbeitt við einum
ødrum tilboði til tey, sum
ikki hava alt ov góðar
umsteður at savnast um
áhugamál síni.
T.v.s. tey, sum spæla og
lurta eftir rytmiskum tón-
leiki eðrum enn dansi-
musikki.
Mentamålanevndin hev-
ur bodid Havnar Jazzfelag
og ødrum kjallaran i hus-
inum yviri við Strond,
sum býráðið keypti í
heyst. Mentamálanevndin
skoti frå feløgunum um,
hvussi tey vilja hava kjall-
aran innrættaðan og,
hvussu raksturin skal
vera, segði Heðin Morten-
sen í síðstu viku.
hd
4. HØøVJUDSINNGONGT
2. LYFTA
TIL BKEKAID
3. N/C. -VA>K-KEINGEKRIO
4 KILADNACCOSYASLA
5. FELAGSKUM
G.
SPÆLIFÚÍM - SHATSSKA
7. TjrHisLæE VvrClEk STADE
8. EEKAMIK
3. LEÐUR -FARVA- SEY HIN
bíðar nú eftir einum upp- jo RÓM TIL FELSG
Gonore einaferð enn
Enn einaferð hevur lands-
læknin hildið tað vera
neyðugt at upplýsa feroy-
ingar um kynsjúkuna
gonore.
Og tað ikki uttan orsek.
Ti í fjør vórðu skrásettir
60 gonoretilburðir her á
landi.
Nógv fleiri enn í 1982, tå
talið var niðri á 20. Tað
lægsta seinastu nógvu
árini.
Men hetta var altso ein
stokkut gleði.
Ikki síðani 1976 hava
verið fleiri gonoretilburðir
enn í fjør. Tá vóru 62.
Tilsamans seinastu
tíggju árini, 1974-83, eru
fráboðaðir 488 tilburðir.
Tað stóra talið fyri 1983
hevur fingið landslæknan
enn einaferð at venda sær
til fjølmidlarnar = vid
upplýsingum um hesa
sjúku, sum kann vera sera
álvarslig.
Hesaferð viðger lands-
læknin gonore hjá monn -
um. Í einari grein seinni
fer hann at umreða gonore
hjá kvinnum,
sjúkuavgerðina og
viðgerðina.
Vita av ongum
Gonore er ein smittandi
sjúka, ið er elvd av bakte-
riunum gonokokkar. Tíðin
frá ein er smittaður til
sjúkan ger um seg (til-
gerðartíðin) er vanliga 2-7
dagar, men stundum
ganga 3 vikur, áðrenn ein
gerst varur við sjúkuna. Í
hesum sambandi er av al-
stórum týdningi at leggja
dent á, at hjá næstan 1/3
av mannfólki og 1/2 av
konufólki ger sjúkan so
lítið um seg, at hin sjúku
ikki varnast, at hann er
vorðin smittaður. Og hesi
smitta eins væl og tey, ið
kenna sær mein av sjúk-
uni.
Ti er tað av avgerandi
týdningi, at ell, ið halda,
at tey kanska eru smitt-
aðu við gonore, venda sær
til lækna at fáa tikið dyrk-
ingar til kanningar til tess
at útihýsa — ella staðfesta
— sjúkuna. Hesar kann-
ingar eru sambært nevndu
lóg um kynsjúkur ókeypis,
og kanningarnar kunnu
verða gjerdar hjá komm-
unulæknunum ella lands-
læknanum.
Sjúkueyðkennini hjá
teimum, ið kenna nakað,
kunnu hóskandi verða við-
gjørd fyri hvert kynið sær.
Gonore hjá monnum
Fyrstu sjúkueyðkenni eru
sviði, tá ein skal kasta sær
av vatninum og flot frá
vatnræsismunnanum (ur-
inrørsmunnanum). Flotið
er í byrjanini lítið og slip-
ut. Eftir einum degi gerst
flotið ofta tjúkt og gulligt.
Flotið er mest fyrstu vik-
una og minkar so ofta
aftur, so tað nakrar vikur
seinni bert er heilt lítið at
síggja.
Gonore situr fyrstu dag-
arnar bert í fremsta (utt-
asta) partinum av vatn-
ræsinum (urinrerinum).
Verður sjúkan ikki við-
gjørd, kann tað slåa til, at
hon setist í aftasta partin
av vatnræsinum, bleðru-
hálskertilin og hjáeistini.
Hesi tilsløg (komplikati-
ónir) eru tó ikki vanlig, og
oftast koma tey eftir fleiri
vikum.
Gonore í bleðruháls-
kertlinum kann elva pínu
yvir kokubeinið, pínu í sa-
mband við at hjálpa sær
sjálvum og trongd til at
kasta sær ofta av vatn-
inum.
Kemur gonore í hjá-
eista, gerst ein vanliga
knappliga sjúkur við fepri
og ávirkandi almenn-
steðu, samstundis sum
hjáeistað er ógvuliga sárt
og trútið. Viðhvert gerast
bæði hjáeistini sjúk, og
hetta kann gera tað, at hin
sjúki verður lívsserur
(sterilur), t.e. kann ikki fáa
bern.
Gonore kann eisini sita í
baktarminum. Vanliga eru
eingi sjúkueyðkenni, ið
benda á, at sjúkan er har,
men viðhvert er sviði,
skriði og eitt sindur av
gulligum floti.
Munngonore finst
oftari, enn fólk áður hava
hildið. Vanliga kenst einki
at meini, viðhvert eitt
sindur av hálsilsku.