Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin -tíðindablaðjð Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyribilsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Nú gongur alt betur UNDAN fólkatingsvalinum 10. januar hoyrdu vit upp í saman og sóu upp í saman í bløðunum hjá borgarligu pressuni, at nú gongur alt betur og betur allastaðni í Føroyum. Tað vóru bara re- kordtøl, sum løgmaður kundi vísa á, tá hann djarv- ur sum altíð oman hålsvøl breiddi seg út í útvarpinum um, at nú gongur alt betur í Føroyum. HETTA ljóðar ikki illa. Tad ljóðaði óivað væl í oyrunum hjá teimum flestu at hoyra um hvussu framúr nú var vorðið til vildar, nú teir borgarligu reiðiliga kundu sveiggja koyrilin móti øllum »sosialistiskum vrøvli« fyri at sitera Ola Breckman. MEN samstundis sum hesi orðini verða slongd út, vita vit, at tað standa sera álvar- samir spurningar ósvaraðir, spurningar, sum alt annað enn váttað hesi føgru orð- ini. Heldur er tað tvørtur- ímóti, at tað gongur ikki betur og betur. TROLARAFLOTIN varð lagdur á nýggjárinum, tí at tað gongur ikki betur og betur. Ólag er á arbeiðs- marknaðinum, tí tað gongur ikki betur og betur. Ónggd- in um útflutningsvøru okk- ara gevur afturljóð í reklamasjónum frá útlandi- num í tíggjufaldaðum milli- ónum krónum. Stór ónggd er um prísfall í útflutningi- num, hóast dollaravirðið er støðugt hækkandi. SAMANUMTIKID er virði á orðum løgmans um alt sum gongur nógv betur, meira enn ivasamt. Og aftrat øll- um er tað meira enn ovboð- ið at vita sær, at hann kann fara so lættliga um sann- leikan, tá hann framman- undan at hann bað um sam- ráðingar við íslendingar, visti, at har vóru møguleik- arnir sera lítlir og at alt bendi á, at vit komu at missa rættindi á íslandsleið- um, sum týðir ein miss um 15% av ráfiski til flakavirk- ini. SO LÆTT kann veruleikin setast á høvdiø. =. Nr.8 — 17. januar 1984 Fólkaflokkurin — flokk- urin ið sigur eitt men ger eitt annað Fyri 17 árum síðan tosaði Fólkaflokkurin ikki um annað enn sjálvstýri og yvirtøkur, men ikki ein yvirtøka varð framd undir sjálvstýrislandsstýr- inum. Í hesum valstríðnum bedýraði flokkurin, at hann fór ikki at blanda seg í donsk politisk viður- skifti, men ikki eitt samdegur eftir, at valhølini vóru afturlatin, boðaði nývaldi fólkatingslimurin frá, at hann fór ikki at fella eina borgarliga stjórn, og tað vil siga, at hann stuðlar, skrivar Vilhelm Johannesen, legtingsmaður, m.a. í Politisku við- merkingini Fyri 17 árum síðani reik- aðu fólkafloksmenn landið runt og spldu nationalir. Onki legið í ti. Tað høvdu teir gjert fleiri ferðir fyrr og tað hava teir gjørt fleiri ferðir síðani. Men her skulu vit draga eina ser- liga hending fram. Tað var til løgtingsvalid í 1966. Í fýra ár hevði følkaflokkurin sitið í einum sokallaðum sjálv- stýrislandsstýri har onki stig varð tikið á sjálvs- stýrisleið og var Fólka- flokkurin sjálvur orsekin til at so var. Men kortini smæddust fólkafloks- menn ikki við at spæla nationalir. At spæla við kenslurnar hjá fólki. At reika runt á fundir at tosa um yvirtekur og meira sjálvstýri. Og Dagblaðið var á tremur av sama reypi. Av sjálvstýris- og yvirtekutosi. Í Klaksvík bórust tey tíðindi av einum arbeiðs- plássi, at ein fólkafloks- veljari á arbeiðsplássinum av ótta fyri sjálvstýris- og yvirtekutosi fólkafloks- manna ikki fór at velja Fólkaflokkin aftur. Fáar tímar eftir at hesi orð vórðu segd, stóð formaður Fólkafloksins á sama arbeiðsplássi og tók í hondina á viðkomandi veljara og segði, at velj- arin óræddliga kundi velja Fólkaflokkin, og segði seg sjalvan vera garant fyri, at yvirtøkur ikki vórðu framdar eftir valið. Og so helt yvirteku- og sjálv- stýristosið hjá fólkafloks- monnum fram á fundum og í Dagblaðnum. Hetta var fyri 17 árum síðani. Men hvussu er stødan i dag. Nyvaldi fólkatingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum ætlar at spyrja sín fyrrverandi floksformann til ráðs. Og tað hevur hann ivaleyst gjørt. Hyggjuráðini hjá Fólkaflokkinum eru enn sum áður, at vit siga eitt og gera nakað heilt annað. Vit skuldseta javnaðar- menn fyri at luttaka í donskum politikki og tað ætlar Fólkaflokkurin ikki at gera. Men minni enn 24 tímar eftir, at valhelini eru afturlatin, hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Fólkatingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum fer ikki at fella eina borgarliga stjórn. Tað vil hann stuðlar Fólkaflokkurin er tann sami. Hann er framvegis flokkurin sum sigur eitt og ger nakað annað. Og hetta er ikki bara Óli. Hetta er Fólkaflokkurin. Soleiðis var Fólkaflokk- urin fyri 17 árum síðani og fyri 40 árum síðani og so- leiðis hevur Fólkaflokk- urin altíð verið — eisini langt áðrenn Óli var upp- funnin í politikki. Flokk- urin hevur tosað um full- veldi og loysing og sidani stungið halan millum beinini. Flokkurin hevur tosað um at reka sam- bandsmenn úr øllum á- litissessum her á landi og siga, at politisk viðmerk- ing síðani valt ein sambands mann til legmann beint eftir. Men hvat er so enda- málið við hesum at siga eitt og gera nakað annað? Jú, endamálið er at lokka nakrar atkveður frá fólki. Hetta verður gjørt við at spæla uppá tjóðskapar- kensluna. Við at tosa um sjálvbjargnishugsjónina. Við at tosa um at vinna foroyingum sterri vald í egnum landi, um yvir- tekur og sjálvstýri. Men tá valhelini eru afturlatin, verður alt hetta koyrt í eina skuffu til næsta val. Nú tekur Fólkaflokk- urin gekkaskortin av. Flokkurin rekur nå ein karráðan høgrapolitikk. Sjálvbjargnishugsjónin verður framd á slíkan hátt, at nekur fá gerast meira sjálvbjargin. Sterri vald í egnum landi verður vunnið nekrum fáum. Og yvirtøkur verða framdar á tann hátt, at tikið verður frá teimum nógvu og latið nekrum fáum. Vit mugu ásanna, at tað enn eina ferð hevur eydnast Fólkaflokkinum at lumpa feroyska veljar- an. Eitt orðatak sigur, at tað ber til at lumpa øll eina ferð, at tað ber til at lumpa nekur alla tíðina, men at tað ikki ber til at lumpa øll alla tíðina. Hetta orða- takið tykist beinrakið, men tó mugu vit ivast i, um Fólkaflokkurin er um- fataður av hesum orða- taki. Dyrging Týskveldið 10/1-84 hevði Útvarp Feroya sending í samband við fólkatings- valið. M.a. var ein út- varpsmadur i einum studio saman vid um- bodum frå teimum ymsu luttakandi flokkunum. Fyri mær ljóðaði tað, sum um bert ein maður hevði fingið talurætt. Hann var oftast einsa- mallur biðin viðmerk- ingar. Er tað so, at UF umboð- ar nevnda mann (flokk) ella dyrgir utvarpsmad- urin eftir onkrum, Tá hann er farin at royna, so heldur hann seg vist har, hann sær stersta meguleikan fyri fongi (starvi). Lurtari tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini.