hósdagur 19. januar 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 19. januar 1984
Stóran týdning at
stór smoltsteð nú
verður bygd í Miðvági
Um vit skulu nøkta tørvin á laksasmolt til
fiskaaling og havbúnað
Tad er stórur áhugi
Íeroving
1 } sr lal
undir framl 1 av laksa-
It. Tervurin á smolt er
eisini rættiliga stórur og
er alsamt vaksandi. Tess
fleiri fiskaalarar sleppa
gongd, tess sterri verður
tervurin á smolt. Prátið
um at seta út laksasmolt
fyri at økja um lakastovn-
in við Feroyum hevur
eisini verið frammi av og á
og skal álvara gerast av
hesum — so verður tøiv-
urin á laksasmolt ógvuliga
stórur.
4 ár síðani
Tað eru umleið fýra ár
síðani, at Edmund
Joensen, Andreas Joen-
sen og aðrir fóru undir at
gera uppskot til eina stóra
smoltsteð í Miðvági.
Henda verkætlanin er
enn ongantíð vorðin til
nakað, m.a. tí at Nevndin
viðvíkjandi Fiskaaling
hevur ynskt at kanna hesa
ætlan nærri, áðrenn
nevndin kann geva lands-
stýrinum sítt um
steðina.
Fundur skuldi vera í
nevndini í vikuni og megu-
liga skuldi avgerð takast
um ætlaðu smoltsteðina í
Miðvági.
Talan er um eina stød, ið
árliga skal framleiða 1,5
mill. laksasmolt.
Steðin skal fáa vatn
gjegnum ein tunnil, ið
verður lagdur úr Leitis-
vatni oman í Miðvágs
bygd. Við at leggja eina
smoltsteð í samband við
eitt slíkt vatn er møguleiki
at fáa eina sera javna til-
gongd av vatni og har-
aftrat ein javnan hita í
vatninum. Har slíkar
steðir liggja við eina á
svar
kann bæði vatntilgongd
og hiti verða rættiliga
ojavnt
Håast ein slik stød kann
tykjast mongum rættiliga
stør og kostnadarmikil
hon fer at kosta 48 mill.
kr. so er Edmund Joensen,
sum annars sjålvur hevur
arbeitt vid fiskaaling i
nógv ár, ikki í iva, at hetta
er rætta leiðin at ganga.
Hann sigur: — Vit seta
sjålvdan spurnartekin, tá
menn keypa isfiskatrol-
arar fyri 50 mill. kr. Ein
slik stød kostar ikki meira
enn ein trolari, og eg
sjålvur haldi, at vit fara t
hava nogv bruk fyri eini
slikari i framtíðini, um
ætlanin er at utbyggja
fiskaalingina og byrja
havbúnað eisini vid útset-
ing av laksi.
Stórar steðir!
Edmund heldur, at tað
liggja ómetaliga stórir
meguleikar í Føroyum fyri
bæði fiskaaling og hav-
búnað. Hvat viðvíkur
støddini á eini slíkari stød,
so vísir tað seg, at t.d.
norðmenn meira ganga
burtur frá at gera smáar
steðir, men byggja tær
sterri, har tað er gjørligt
Tá fáast tey biligasti
smoltini, og tað hevur
rættiliga nógv at siga.á
Í dag kostar smolt í Fer-
oyum millum 15 og 22 kr.
stk. Tá nýggja smoltsteð-
in í Miðvági verður klár at
taka í brúk — kanska í
1986 ella 1987 — kunnu
teir selja smolt niðanfyri
10 kr. stk. Hetta verður
sera avgerandi fyri,
hvussu fiskaalararnir
kunnu klára seg, og ynskir
landið, at tað skal setast
út stórt tal av laksasmolt,
so hevur prísurin á smolt-
inum stóran týdning.
Steðin í Miðvági fer at
hava ein umsetning uppá
einar 15 mill. kr. árliga.
Hon fer at geva arbeiði til
20 og 25 fólk. Møguleikar
eru so seinni at útbyggja
hana.
Nú
Nevndina
er tað so upp til
viðvíkjandi
Fiskaaling og landsstýrið
at avgera, um farast skal
undir at byggja smoltstød
í Miðvági.
Sjálvur tunnilin, ið skal
gerast, verður 1,3 km.
langur og fer at kosta um
9 mill. kr. Meguleiki er at
brúka tunnilin til onnur
endamál eisini. M.a. kann
ein kloak av Vatnsoyrum
liggja inni í tunnilinum og
eisini kunnu gerast laksa-
trappur har, soleiðis, at
meguleiki verður at fáa
ein laksastovn í Leitis-
vatni.
Landsstýrið = umframt
leiðandi vinnulívsmenn í
Føroyum gerast alt meira
positivir mótvegis nýggju
vinnuni — fiskaalingini.
Men skal hesi vinnu verða
lív lagað og skulu megu-
leikar skapast fyri útset-
ing av laksasmolt, so er
neyðugt at økja munandi
um framleiðsluna av
laksasmolt.
Og fyri at tað skal muna
og fyri at smoltini skulu
vera so bílig sum til ber, 3r
asni
neyðugt at byggja slíkar
stórar smoltsteðir.
Edmund Joensen heldur,
at hetta er rætta leiðin at
ganga.
Og tá hann hevur ar-
beitt innan hetta ekið í so
nógv ár, so er tað spurn-
ingurin, um ikki lands-
stýrið eigur at taka tað til
eftirtektar og geva loyvi.
jan
Gott ár hjá
skeljavirki
Árið 1983 royndist væl
hjá Skeljavirkinum á
Oyri. Virkið, sum varð
tikið í nýtslu í 1982, hevði
seinastu sesong ein um-
setning uppá 14 mill. kr.
Hetta er tað besta árið
higartil. Tilsamans komu
2400 tons av skeljum
uppá land á Oyri, sum er
tað mesta nakrantíð.
Skeljarnar hava givið
eina samlaða framleiðslu
av lidnari veru uppá 206
tons. Øll henda veran er
seld til USA fyri í meðal
70 kr. kilo. Prísurin í 1982
|
i
Í
|
|
BK 8 8 KR
MM 8 BI BA 8 KR í
på
4
var harafturímóti bert 45
kr. kilo.
Norðheim veiddi stersta
partin av skeljunum, til-
saman 1350 tons. Síðani
fekk Silverspray 750 tons
og teir tríggir bátarnar,
Plankton, Dúgvan og
Vestursteinur millum 300
og 400 tons íalt.
Tilsamans 100 fólk hava
arbeitt í skeljavinnuni frá
august til nýggjárs. Nú
eru skeljarnar í soltnara
lagi. EIsini eru menn sera
varnir, tá tað snýr seg um
at veiða henda skelja-
fiskin, tí tær fáu leiðirnar,
har hann er at fáa, mugu
ikki niðurfiskast. Tí
byrjar skeljatíðin ikki
aftur fyrr enn í august.
Hildið verður, at tað er
ikki ráðiligt at byrja veið-
una fyrr enn tá.
Men fyri at hava arbeiði
á virkinum hesa tíðina
fara teir á Oyri at taka
ímóti laksi og møguliga
flatfiski eisini.
jan.
Tey fingu 206 tons av lidnari veru burtur úr teimum 2400 tonsunum av jákupskel