mikudagur 9. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 193 - 9. oktober 2002
Nr. 193 - 9. oktober 2002
3
Preeti Payal er navnið
á nýggjum handli, ið
hevur latið upp í
gomlu handilshúsun-
um hjá Nolsøe á
Marknoyri í Vági.
Indiskt hondgjørt
innbúgv og brúkslutir
og meturvøra er at
fáa og handilin er
eisini einaumboð í
Føroyum fyri
klædnavørur av
merkinum Oktober
HANDILSLÍV
Dagfinn Olsen
Leygardagin kom lív í aftur
gomlu
handilshúsini
á
Marknoyri í Vági, har
handilin hjá Nolsøe helt til í
gomlum døgum. Í longri tíð
hevur virksemi verið við-
víkjandi ístandsetan av
húsunum og leygardagin lat
handilin Preeti Payal upp í
húsunum.
Preeti
Payal
bjóðar viðskiftafólki ind-
iskt innbúgv, so sum borð,
stólar og skáp úr dygdar-
góðum sesam træi. Hetta er
sera haldgott og fæst bæði í
brúnum og hvítum. At fáa
eru eisini brúkslutir, klæðir
og meturvøra.
Handilin er sera hugna-
ligur, tí handilshúsini, sum
eru frá 1864, eru hildin í
sama stíli. Hillar og diskar
við skuffum bera boð um
hetta, eins og gamli penga-
kassin og eitt pengaskáp, ið
eisini er í gomlum sniði.
Og vøran, ið seld verður,
hóskar eisini sera væl inn í
hugnaliga umhvørvið.
Indisku systrarnar
Tað eru tær báðar systrar-
nar Jutta og Sarina Au-
gustinussen, sum standa
fyri handlinum. Handilin er
eisini nevndur eftir tveim-
um
systrum,
nevniliga
Pretti og Payal, sum eru
tvær indiskar systrar, sum
búðu í Vági fyri eini 15 - 20
árum síðani, tá pápi teirra
starvaðist sum lækni í Vági.
Sera nógv fólk vitjaði
innar leygardagin, tá hand-
ilin lat upp, og sølan gekk
væl, siga Jutta og Sarina.
Tað verður Sarina, ið kem-
ur at starvast í handlinum,
meðan Jutta, sum annars er
í Danmark í lestrarørind-
um, kemur at standa fyri
innkeypi og øðrum.
Oktober
Jutta hevur eisini fingið
samband við danskan snið-
geva, designara, ið stendur
fyri merkinum Oktober.
Hetta eru troyggjur og
onnur pløgg, og nýggi
handilin í Vági er einaum-
boð fyri Oktober í Før-
oyum.
Handilin Preeti Payal
liggur við høvuðsvegin,
fyrst ein kemur til Vágs.
Hóast nýggjar eigarar og
hóast ístandsetan, so er
hugnin og gamla umhvørv-
ið varðveitt.
- Tað var ikki eingang
neyðugt at mála av nýggj-
um, siga tær báðar Jutta og
Sarina, og sipa til gomlu og
haldgóðu málingina, sum
fyrr varð nýtt, og sum enn í
dag sær út sum nýggj, hóast
nógv vatn er runnið, síðani
málað varð og virksemi var
í húsunum. Men nú er nýtt
lív í gomlu handilshúsun-
um, og ber hetta boð um
áræði og nýggjar tíðir, og
samstundis er gamli hugnin
varðveittur.
Tíðin rennur sum streymur í ár, sigur
yrkjarin í vøkru yrking síni um lívið, og
um tað, sum ein møtir á lívsins leið.
Nógv vatn er runnið í sjógvin síðan vit
sum smádreingir vóru skótar í F.L.Ø.T.T.
Vit ferðaðust víða í landi okkara,
umstøðurnar vóru ikki tær, sum vit hava
í dag. Tann størsta hendingin var skóta-
legan vesturi í Vágum í 1945, tað var eitt
minni fyri lívið.
Sum sagt vit ferðaðust um alt landið,
ein góð og gevandi tíð, sum menti okkum
og gav okkum kunning um land okkara.
Barnaárini runnu skjótt og nógvar hend-
ingar vóru á leiðini, størri og smærri.
Vit vóru nógvir við á skótaferðini og í
F.L.Ø.T.T.
Fleiri eru farnir um sýni og aðrir eru
komnir til »Støvets år«. Soleiðis legst
dagur av degi.
Aftaná lokna skúlagongd var bert ein
leið og tað var sjógvurin, hann dró, og
har hevur tú búleikast, har hevur tú útint
lívsverk títt, og tú hevur sum sjómaður
borið heimbygdini heiður og æru. Um
tey stroyddu vegin her við gulli, eg
altíð velja vil mær Tvøroyri. Vit vóru
skótar saman, vit møttust aftur á dekk-
inum á trolaranum »Røðli« úr Hafna-
firði.
Tá fór tú til Íslands fyri har at finna tær
pening til ta útbúgving sum bleiv
lívsstarv títt. Málið náddi tú, fór aftur á
skúlabonk og tók styrimansprógv. At
sigla fór tú við donskum skipum, teir sóu
skjótt at her var ein maður, sum teir
kundu hava álit á. Seinri bleiv tú skips-
førari hjá »Kosan« og tað starvið sum
skipsførari røkti tú í 25 ár. Tú fekk frá
reiðarínum heiðursgávu fyri álitisfult
fram arbeiði.
At tað eitt langt virki lív hava verið
hendingar, sum standa frammalaga er
eingin ivi um, hendingar sum eru tínar og
tykkara.
Tann frásøgnin, sum útvarpið hevði
við teg um vandasiglingina og so sam-
røðan um hana, um tað, sum fór fram tá
skip títt var í vanda, og tú lítillátin segði
soleiðis: »Tað var ein hægri makt sum
helt um stýrisvøl og bjargaði okkum«.
Hetta sigur okkum at barnalæran var
styrkin í vandastund.
Góði vinur, nú ert tú komin l tað
markið har tú ikki hevur ábyrgd av øðr-
um, tak tær nú av løttum. Tú hevur
prógvað tað, at ein kann vinna hægstu
tindar, um viljin og áræði er drívkraftin.
Nú sakl tú njóta títt otium, og tað kanst
tú gera við góðari samvitsku.
Kona tín hevur verið tær ein góður
stuðul. Meðan tú hevur verið á sjónum,
hevur hon røkt hús og heim og hevur
verið um børnini. Tit kunnu eldast við
gleði.
Grå hår er en krone når de sidder på
retfærdighedens hoved.
Børn tykkara eru væl fyri og bera tykk-
um gleði, tvær gentur, sum hava nomið
hægri útbúgving, ein drongur, sum er
lækni og tveir sum fylgja í pápans fóta-
sporum, teir bera tín arv víðari Bjartur.
Hvat kunnu tit krevja meira.
Hjartaliga tillukku ynski eg tær og eitt
blítt lívskvøld.
Tú valdi sjógvin sum lívsstarv títt
og ungur tú legði frá landi
har hevur tú virkað og víst í verki
við áræði og við viljanum sterki
kann føra ein á ovastu rók
tú hevur víst tað, tú tøkini tók
í 25 ár skipari á brúnni við ábyrgd
tá tú stóð í stóru vandastund
tú álit títt setti á Harra tín Guð
hann sum øllum verkinum stýrir
nú kvøldast sólin í vestri setir
heimbygdin vøkur er tað angar og grør
við báti tínum tú stillisliga rør
Vesturskinið glæmar á Tvøroyrar fjørð.
Sverre
Bjartur Niclasen Tvøroyri 70 ár
16. september
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýnt hava
hjálpsemi og samkenslu í døgunum eftir at elskaði
maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Martin í Grund
Søldarfjørður
ólavsøkuaftansmorgun andaðist.
Tøkk til grannar okkara og onnur, sum hjálptu til
í døgunum meðan hann stóð undir børu.
Takk til Jákup Kass og Henning Bøgesvang fyri
troystarrík orð í heimi og kirkju.
Takk til øll tykkum, sum fylgdu honum hansara
seinasta túr á foldum.
Guð vælsigni tykkum øll.
Maria,
Manbjørn, Ólavur, Sámal Petur og Sólborg
Hesir báðir hava føðingardag – Atli 12. september og Bjartur 14. september. Teir hava báðir
á hvør sínum øki umboða Tvøroyri á virðiligan hátt
Preeti Payal: Nýggjur handil í Vági
Indiskt hondgjørt innbúgv úr
haldgóðum sesamtræi er at
fáa í Preeti Payal og hetta
fæst bæði í brúnum og
hvítum. Eisini klæðir og
meturvøra er at fáa,
umframt brúkslutir
Eftir upptøkur í
ótrúligum studio í
Spania er Teitur
Lassen nú aftur í Los
Angeles. Vónandi
verða upptøkurnar til
fløguna lidnar fyrst í
november
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Teitur Lassen arbeiðir mið-
víst við nýggjari fløgu, sum
skal gevast út av plátufel-
agnum Universal.
Í august mánaði fór Teit-
ur til Spania, har ein partur
av upptøkunum til nýggju
fløguna skuldu gerast. Í El
Cortijo, sum liggur ein
góðan tíma frá Malaga, eru
umstøðurnar hugtakandi. Í
einum húsi í vøkrum um-
hvørvi arbeiddu Teitur,
framleiðarin Rupert Hine
og
tøkningurin
Steven
Tayler, og ætlanin er, at
hesar upptøkur skulu brúk-
ast sum grundarlag undir
restina av upptøkunum,
sum verða gjørdar í Los
Angeles.
– Hetta er ein øðrvísi
háttur at arbeiða, men tað
er best, um sjálv framførsl-
an hjá Teiti kann hoyrast
aftur
á
fløguni,
sigur
Christian Ulf-Hansen, sum
er umboðsmaður hjá Teiti
við heimasíðuna hjá Dansk
Rock Samråd (ROSA).
Uttandura
Nógvar av upptøkunum
vórðu gjørdar uttandura,
har Teitur kundi sita og
njóta útsýnið, meðan hann
sang og spældi.
Nú er Teitur í Los Ange-
les, har restin av tónleikin-
um skal takast upp. Aðrir
tónleikarar skulu í upp-
tøkuhølini at spæla, og ætl-
anin er, at tónleikurin skal
verða liðugur fyrst í nov-
ember mánaði. Í løtuni eru
Jay Bellerose, Jennifer
Condos, Pino Palladion og
David Mansfield komin í
upptøkuhølini at spæla inn.
– Eg rokni við, at næstu
tvey árini koma at ganga
skjótt við promovering,
konsertum, samrøðum og
ferðing. Eg gleði meg at
koma út at spæla, at sleppa
at uppliva nógv øðrvísi støð
og at spæla mín tónleik fyri
fremmandum fólki, sigur
Teitur við heimasíðuna hjá
ROSA.
Fyrsta fløgan hjá Teitur
fyri Universal verður vænt-
andi givin út fyrst í kom-
andi ári.
Teitur arbeiðir við fløguni
KONSERT
Tíðindaskriv
Tað fyrsta tiltakið hjá kon-
sertfelagnum Orfeusi í
vetur verður í Norðurlanda-
húsinum í dag, mikudagin
9. oktober klokkan 19.30,
við sangarinnuni Maria
Malmsten Steinkopf og
gittarleikaranum
Einar
Steinkopf. Tilsamans seks
Orfes konsertir verða hetta
skeiðið.
Hetta eru fjølbroytt norsk
tónlistarfólk, sum í vetur
fara at starvast í Føroyum.
Tey hava tikið útbúgving á
Grieg-akademiinum í Ber-
gen, har tey umframt høv-
uðsgreinir sínar lósu tón-
leikanámsfrøði. Maria og
Einar hava starvað saman
regluliga í 14 ár.
Maria Malmsten Stein-
kopf er messosopran. Sein-
astu árini hevur hon burtur-
av virkað sum freelance-
tónleikari. Hon hevur ann-
ars royndir sum lærari og
kórleiðari. M.a. hevur hon
saman við savnspedagogin-
um Tutta Laukholm gjørt
og framført fleiri søguligar
leiksýningar.
Einar Steinkopf er virkin
bæði sum einleikari og sum
kamartónleikari. Harum-
framt hevur hann útsett og
umskrivað nógvan tónleik
fyri rødd og gittar.
Ár 2000 kom út fløgan
»Maria og de to andre«, ein
verkætlan í samstarvi við
yrkjaran Truls Horvei.
Skráin hjá teimum í
oktober fevnir um klassisk
løg fyri rødd og gittara,
renessansutónleik fyri sang
og lutt, sologittarverk og
norskan og svenskan fólka-
tónleik, sum Einar hevur
lagt til rættis.
Maria Malmsten Stein-
kopf og Einar Steinkopf
verða at hoyra í Norður-
landahúsinum mikukvøldið
9. oktober kl. 19.30 og
sunnudagin 27. oktober
klokkan 15 verða tey í
Stóra Pakkhúsi í Vági.
Fyrsta Orfeus konsertin í vetur:
Maria og Einar -
Messosopran og gittari
Teitur Lassen tekur upp í hugtakandi umhvørvi í Spania
Mynd: Conny Jørgensen
Maria Malmsten Steinkopf og Einar Steinkopf
C
M
Y
K
3
2