mikudagur 9. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 193 - 9. oktober 2002
Nr. 193 - 9. oktober 2002
5
Í 1938 varð ein roynd
gjørd at seta eina
keypssamtøku á stovn
í Klaksvík. Tað var ein
dani, Fisker, sum
gjørdi hesa roynd.
Hetta veit Jógvan
Gerðalíð í Klaksvík at
siga okkum
HANDIL OG SØGA
Rúna Sivertsen
– Nú nakað hevur verið at
sæð um keypssamtøkuna í
bløðunum í samband við, at
liðin eru fimti ár, síðani
fyritøkan byrjaði sítt virki í
Føroyum, rann mær í hug,
at eg fyri 64 árum síðani
varð spurdur, um eg vildi
leiða ein slíkan handil í
Klaksvík.
Hetta
sigur
Jógvan
Gerðalíð, haldbóndi í Gerð-
um.
Hann
veit
ikki,
um
royndir vórðu gjørdar aðra-
staðni í Føroyum tá, men
hann heldur, at tað kann
hava verið kríggið, ið byrj-
aði í september 1939, sum
steðgaði hesum ætlanum.
Í 1938 var 150 ára hátíð-
arhald í Danmark fyri av-
tøkuni av stavnsbandinum.
Í samband við hátíðarhald-
ið bjóðaði Landbrugsrådet í
Føroyum
teimum,
sum
høvdu hug at fara til Keyp-
mannahavnar, frían ferða-
seðil við Tjaldrinum.
Kríatúr og »Brugsen«
– Tiltakið, vit vórðu boðin
til, var á Bellahøj, nær
Keypmannahavn og vóru
vit um 20-25 føroyingar
sum fóru avstað, sigur
Jógvan.
Hann sigur, at hetta var
ein væleydnaður túrur, har
nærum alt, sum hevði við
jarðarbrúk at gera, varð
sýnt fram.
Á framsýningini vóru
alskins kríatúr, tær mest
framkomnu landbrúksmas-
kinur og forngrípagoymslur
við teimum elstu amboðun-
um innan jarðarbrúk.
– Umframt hesa fram-
sýning, vórðu vit eisini
boðin runt í býnum at
síggja ymiskar fyritøkur og
millum nógvar aðrar, eisini
Brugsforeningen, greiðir
Jógvan frá.
Hann minnist, at eftir at
tey høvdu sitið til borðs
har, kom ein maður til
hansara at fregnast um
krambaviðurskifti í Føroy-
um.
Hesin maður kundi hugs-
að sær ein túr til Føroyar og
spurdi Jógvan, um hann
vildi taka í móti honum.
Jógvan beyð honum at vera
hjartaliga vælkomnum.
Bóndin biðin at
handla
Hesin góði maður, Fisker at
navni, kom so til Føroya;
tað mundi vera um mánað-
arskiftið, juni/juli 1938.
– Tá Fisker var komin til
Føroya, spurdi hann meg,
um eg hevði áhuga í at seta
eina keypssamtøku á stovn
í Klaksvík, men tað helt eg
meg ikki hava førleika til –
og ei heldur hevði eg hug at
reka handil, sigur Jógvan.
Men Fisker gavst ikki so,
hann spurdi Jógvan, um
hann ikki kundi vísa honum
á onkran, ið kundi hugsað
sær at tikið sær av hesum.
– Eg fór fyrst til Niels
Vang, sum var leiðari í
handlinum á Biskupstøð.
Vinarligur, sum Niels altíð
var, vísti hann mær ikki frá
sær, men segði, at hetta
kundi hann ikki taka sær av.
Hann var jú leiðari av
størsta handli her norðuri,
sigur Jógvan.
Niels Vang var so beina-
samur, at hann skrivaði eitt
vakurt viðmælisbræv um
Kjartan Lützen, sum var
bókhaldari hjá Kjølbro, og
bað meg vita, hvat hann
helt um hetta.
– Eg havi einki skrivað
niður frá hesi tíðini, men
minnist eg rætt, fóru Fisker
og eg norður á skrivstovuna
hjá Kjølbro, har hann
skuldi hitta Kjartan. Har
søgdu vit hvørjum øðrum
farvæl, og eg frætti einki
meiri um hetta, sigur
Jógvan Gerðalíð at enda.
Bóndasonur biðin at reka keypssamtøku
Spurdur, um hann at Ficher,
svaraði danin; »Nej, en
ganske almindelig »Fisker«.
Fisker kom í 1938 til
Klaksvíkar at gera eina roynd
at seta á stovn eina
keypssamtøku har. Myndin,
sum er tikin niðanfyri
fiskastykkið á Stongunum, er
av 21 ára gamla Jógvani
Gerðalíð í Klaksvík, sum
Fisker ætlaði at yvirtala at
gerast handilsmann
(Mynd: Fisker)
Jógvan Gerðalíð uttan fyri seyðahúsið uppi á Gørðum. Jógvan
er enn virkin og er nú í ferð við at gera klárt til slaktið.
Træbonkin, sum seyðaskinnini hanga á, munnu mong bera
kenslu á - og hvør skuldi trúð, at hesin gamli bonkur úr
Betesda, einaferð fór at tvinnast saman við søguna um
keypssamtøkuna
(Mynd Rúna Sivertsen)
Neyðtelefonirnar í
undirsjóvattunlinum
ringja beinleiðis til
alarmcentralin, og til
ber at síggja, hvar
tann, sum tekur tele-
fonina, er staddur,
eins og eisini sæst,
beinanveg ein eld-
sløkkjari verður
lyftur upp inni í
tunlinum, hvar í
tunlinum hetta er
TUNNILSTRYGD
Edvard Joensen
Trygdin í Vágatunlinum
verður nógv betri, enn hon
er í nøkrum øðrum før-
oyskum tunli. Rímiliga
stutt verður millum neyð-
telefonirnar, og styttri mill-
um eldsløkkjararnar.
Fyri hvørjar 250 metrar,
koyrt verður í Vágatunlin-
um, er ein eldsløkkjari fest-
ur á tunnilsveggin. Hvørja
ferð ein teirra verður lyftur
upp av heftinum, fer frá-
boðan til alarmcentralin,
har boðað verður frá, júst
hvar í tunlinum, tann, sum
tekur
eldsløkkjarin,
er
staddur. Soleiðis ber altíð
til at staðfesta nágreiniliga,
hvar hjálp er fyri neyðini,
sigur Dávur Reinert Han-
sen, stjóri í P/F Vágatunl-
inum. Fráboðanin verður
eisini skrásett við dagfør-
ing og klokkutíð.
Við
annahvønn
eld-
sløkkjara, tað vil siga fyri
hvørjar 500 metrar, verður
eisini ein neyðtelefon sett
upp. Hon virtkar á leið á
sama hátt sum eldsløkkj-
arin við tað, at tað ringir á
112 í somu løtu, hornið
verður tikið av, eins og
skrásett verður við dato og
klokkutíð, og víst verður á,
hvar í tunlinum hendan
telefonin er. Tann, sum
tekur telefonina, hevur ikki
fyri neyðini at trýsta á
nakran knøtt fyri at fáa
samband, sigur stjórin í
Vágatunlinum.
Tað er ikki videoeftirlit
inni í tunlinum, sigur Dáv-
ur Reinert Hansen, men við
báðar tunlarnar aftur ímóti.
Soleiðis ber altíð til at
vita, hvør og hvussu nógvir
bilar eru inni í tunlinum,
eins og altíð ber til at finna
teir aftur seinni, um brúk av
einihvørji orsøk skuldi
verið fyri tí.
Umframt verður so eisini
vanligt
telefonsamband
inni í tunlinum, so til ber
eisini at brúka fartelefon-
ina.
Dávur Reinert Hansen
sigur, at arbeitt verður við
fullari ferð, og enn verður
miðað eftir, at tunnilin letur
upp tann 26. november.
Teir eru komnir væl
áleiðis við tekingini inni í
tunlinum, eins og elektrik-
ararnir eru farnir at heingja
ljósarmaturini
upp,
og
ljóstalvur fara helst at verða
settar upp í komandi viku,
væntar stjórin.
Men tann stóra spurn-
ingin, sum øll seta í dag,
um hvat tað fer at kosta at
koyra gjøgnum tunnilin, vil
hann ikki svara uppá.
Dávur Reinert Hansen
sigur, at tað verður ikki
kunngjørt, fyrr enn stutt
áðrenn latið verður upp.
– Onkur fer kanska at
halda tað vera nógvar
pengar, men í mun til ta
tænastu, sum latin verður,
verður tað bíligt at koyra
gjøgnum tunnilin, letur
hann tó leka út, hóast hann
kortini sigur, at endaligi
prísurin enn ikki er fast-
lagdur.
Útsjóndin
við
báðar
tunnilsmunnarnar broytist
nú dagliga. Farið er at seta
betongelement upp við
báðar munnarnar, Teir so-
nevndu portalarnar. Tað er
um at vera liðugt Vága-
megin, meðan eitt sindur er
eftir at gera Leynamegin.
Har
gjaldstøðin
skal
standa á Vágalandinum,
verður neyðugt við onkrari
heilt lítlari spreinging aft-
urat, sigur Dávur Reinert
Hansen. Onkur kneysi skal
spreingjast burtur, og veg-
urin, sum gjørdur er til
rættina hjá sanda-vágs-
monnum sunnavert tunn-
ilsmunnan, skal flytast nak-
að niðan. Men tað er einki
arbeiði, sum hindrar nakað
sum helst, sigur Dávur
Reinert Hansen.
Beinleiðis
samband
úr tunlinum
Føroya Tele byggir
eitt lítið hús í Kolla-
firði, sum skal hýsa
eini av framtíðar
telefonstøðunum hjá
felagnum
SAMSKIFTI
Edvard Joensen
Kollafirði: Talan er um
eina støð til sonevndan
fordeilara, sum brúkast
skal í samband við eitt nú
ADSL linjurnar hjá Føroya
Tele, sum nú verður bygt í
Kollafirði, sigur økisleið-
arin hjá Føroya Tele í Norð-
urstreymoy.
Tað stóð ein lastbilur og
bíðaði, meðan ein gravi-
maskina fylti upp í lastina,
hendan dagin, vit komu
koyrandi framvið í Kolla-
firði.
– Okkurt, sum Føroya
Tele skal byggja, segði last-
bilførarin okkum, at teir
vóru í holt við.
Jan Andreasen, økisleið-
ari hjá Føroya Tele í Norð-
urstreymoy og Norður-
eysturoy, greiðir frá, at
talan er um eitt lítið hús,
sum í veruleikanum skal
flyta framtíðina nærri brúk-
aranum.
– Nýggja tøknin er so-
leiðis, at kaðalarnir kunnu
ikki vera longri enn fýra
kilometrar, so tí er neyðugt
við fleiri sovorðnum smá-
um støðum ymsastaðni,
greiðir hann frá.
Øll útgerðin gerst bara
minni og minni í vavi, so
vit eru við at ganga burtur
frá størru bygningunum,
sum til dømis tí, sum stend-
ur frammi í Kollafjarðar-
dali. Har er at kalla einki
inni longur í mun til tað,
sum var fyri bara fimm-
seks árum síðan. Tá farið
varð undir digitalisering-
ina, minkaði alt so, at tað
mestsum sæst ikki aftur,
sigur hann.
Hetta húsið, sum bygt
verður í Kolafirði, er bert
eitt av fleiri slíkum, sum
fara at verða at síggja
ymsastaðni í landinum,
sigur økisleiðarin hjá Før-
oya Tele okkum.
Framtíð í Kollafirði
Teir grava út fyri eini sonevndari kiosk hjá Føroya Tele, sum skal flyta framtíðar teletøknina
nærri brúkaranum
Mynd: Edvard Joensen
Farið er undir at gera
portalarnar báðu megin
undirsjóvartunnilin lidnar
Mynd: Jens Kristian Vang
Fluttur til
Danmarkar
Maðurin, sum í
seinastu viku
fekk skaða undir
arbeiði uttan fyri
Vágatunnilin,
varð fluttur til
Danmarkar til
læknaviðgerð
Arbeiðsvanlukka
Ungi maðurin, sum
arbeiddi við grótlað-
ing fyri byggifelagið
J&K Petersen, varð
mánadagin
lagdur
undir skurð á sjúkra-
húsi í Danmark.
Frá byggifelagnum
varður sagt, at tað
einasta tey vita, er, at
skurðviðgerðin gekk
væl, og at maðurin
hevur tað gott eftir
umstøðunum.
Sum skilst eru vón-
ir fyri, at skaðin ikki
er so álvarsligur, sum
fryktandi var fyri av
fyrstan tíð, siga tey.
ej
C
M
Y
K
5
4