mikudagur 9. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 193 - 9. oktober 2002
Nr. 193 - 9. oktober 2002
7
Einasta tingmaður úr
samgonguni í Suður-
oynni ger púra greitt,
at hann fer ikki at
atkvøða fyri fíggjar-
lógini, soleiðis sum
hon nú er. Verður
fíggjarlógin ikki
broytt, fer hon sostatt
at fella í tinginum
FÍGGJARLÓGIN
Áki Bertholdsen
– Eg atkvøði ikki fyri
fíggjarlógini, sum nú nú
sær út.
Hergeir Nielsen, einasti
tingmaður úr Suðuroynni,
sum er í samgongu, ger
púra greitt, at hann tekur
ikki undir við uppskotinum
til fíggjarlóg fyri næsta ár,
sum landsstýrið hevur lagt
fram.
Og hann ger samstundis
púra greitt, at hann fer ikki
at atkvøða fyri fíggjarlóg-
ini, soleiðis sum hon nú sær
út.
Tað, sum hann er so mis-
nøgdur við, er at ikki eitt
oyra er sett av til sam-
ferðsluhavnina í Vági.
– Eg havi gjørt heilt
greitt á samgongufundi, at
hetta kann eg ikki góðtaka
sigur Hergeir Nielsen.
Vil tað so siga, at tú setir
samgonguna í veð fyri at
fáa pening játtaðan til hesi
endamálini?
– Tað havi eg ikki sagt.
Men eg kann bara vísa á, at
tað skulu 17 atkvøður til
fyri at fáa meiriluta fyri
fíggjarlógini og tað eru ikki
meiri enn 17 tinglimir í
samgonguni. Sostatt er
neyðugt at full semja er um
fíggjarlógina, annars verð-
ur hon ikki samtykt, so
onkustaðni fer at standa á.
Hergeir Nielsen sigur, at
hann tískil fer at virka fyri
at fáa hesi viðurskifti í rætt-
lag so at samferðsluhavnin
í Vági ikki dettur niðurfyri.
– Vit fáa trupulleikar
longu í vetur av, at vit ikki
hava tvær ferjulegur í Suð-
uroynni. Clare skal sigla á
Tvøroyri eisini og tá ið
høvuðsferðslan er fríggja-
kvøld, koma bæði Clare og
Smyril á Tvøroyri ísenn.
Tú sigur Hergeir Nielsen,
at Suðuroyggin hevur heilt
avgjørt brúk fyri tveimum
ferjulegum.
Hann vísir eisini á, at fyri
løgtingsvalið samtykti eitt
einmælt Løgting at játta
pening til samferðsluhavn-
ina í Vági.
– Sostatt var tað eitt samt
løgting, sum vil hava sam-
ferðsluhavnina í Vági. Og
tað fóru eisini allir flokkar
til val upp á at havnin
skuldi gerast í Vági, eisini
sum eitt lið í økismenning-
ini.
– Vágur fekk ongantíð lut
í Fiskavirking, sum setti
gongd á aftur alt samfelag-
ið, uttan syðru helvt í Suð-
uroy, sum kom at sita eftir
við einum stongdum virki.
So ein samferðsluhavn í
Vági er tað minsta endur-
gjaldið, sum tað almenna
kann lata Vági afturfyri.
– Vit fáa ikki fatur aftur á
tí fólki, sum er farið. Men
tað ber til at endurskapa teir
vinnuligu møguleikarnar
sigur Hergeir Nielsen.
Og tað er eisini eitt annað
í hesum og tað er, at tá ið
avgerðin varð tikin um at
gera samferðsluhavnina í
Vági, var tað tí at vit sóu
okkum ikki før fyri at gera
tað stóru samferðsluhavn-
ina á Tvøroyri. Ætlanin var
so at Smyril skuldi sigla á
Vág í fyrstuni, men tá ið
ferjulegan á á Tvøroyri var
liðug, skuldi Smyril sigla
har.
– Tað var Landsstýrið
sum bað um at sleppa upp í
ætlanina hjá Vágs Komm-
una at byggja havnalagið út
so at ein samferðsluhavn
varð gjørd samstundis.
Vágs Kommuna hevur síð-
ani tikið stig til at landið
kundi vera við. Tí er tað
ikki politiskt borðbart at
leypa frá. At leypa frá nú, er
ikki reinført politiskt og er
at halda fólk fyri gjøldur,
sigur Hergeir Nielsen.
Skálafjarðarsiglingin
eigur ongan góðan og
so er líka frætt, at hon
verður niðurløgd,
siga tingmenn úr
Eysturoy
SKÁLAFJARÐAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Nú er tað mangt, sum
bendir á, at siglingin hjá
Strandferðsluni
ímillum
Havnina og Skálafjørðin,
fer í søguna.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
hevur boðað frá, at hann
ætlar at leggja uppskot
fram um at broyta lógina
um farma- og fólkaflutn-
ing, so at Strandferðslan
ikki longur skal hava
skyldu til at sigla ímillum
Skálafjørðin og Havnina.
Hann hevur havt málið
fyri á landsstýrisfundi og
sambært Útvarpinum metir
hann seg hava undirtøku í
samgonguni fyri ætlanini.
Hann sigur, at verður
siglingin niðurløgd, fer tað
at spara landskassanum
fimm milliónir, sum hann
ístaðin ætlar at brúka upp á
vegin ímillum Skála og
Strendur.
Skálafjaðrarsiglingin
hevur verið í nógv ár verið
eitt heitt politisk epli. Fleiri
ferðir hevur ætlanin verið
at leggja hana niður, tí hon
gevur so stórt undirskot,
samstundis sum bussar
koyra allan dagin, men
hvørja ferð hava tingmenn í
Eysturoy barst so hart
ímóti, at higartil er onki
komið
burturúr
ætlaðu
niðurleggingunum.
Men nú tykist sum um
vend er komin í.
Vit hava tosað við tveir
Eysturoyartingmenn
úr
samgonguni og hvørgin
teirra fer at seta seg ímóti,
at siglingin verður niður-
løgd.
Bæði Jógvan á Lakjuni í
Fuglafirði og Tórbjørn
Jacobsen á Glyvrum, vóru
við til at leggja uppskotið
fyri tingið um at áleggja
Strandferðsluni at sigla
ímillum
Havnina
og
Skálafjørð.
Men nú siga teir báðir, at
teir góðtaka, at siglingin
verður niðurløgd.
Ongan góðan
Teir halda báðir, at skála-
fjarðarsiglingin hevur ong-
an góðan átt. Og teir eru
eisini samdir um, at polit-
iskur vilji er ikki til staðar
at brúka neyðuga peningin
til at lyfta siglingina upp á
eitt støði sum ger, at hon er
til veruliga nyttu.
– Vit mugu ásanna, at tað
er neyðugt at taka skála-
fjarðarsiglingina upp til
nýggja viðgerð, tí hon kann
ikki halda fram sum nú,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann sigur, at tað er lítil
og ongin politiskur vilji til
at varðveita siglingina.
– Skipið, sum er, kann
ikki brúkast og tað skal
nógvur peningur til at fáa
eitt hóskandi skip og tann
peningin er vilji ikki til at
brúka.
– Tað er heldur ongin
vilji til at bjóða siglingina
út. Ein roynd varð gjørd,
men tað var hálvhjartað, tí
tað fylgdi ov lítil peningur
við.
Hartil hevur leiðin verið
ótrygg og hevur ligið still í
langa tíð inn ímillum.
– Antin mugu vit brúka
neyðuga peningin til at fáa
eina veruliga rutu, ella má
hon niðurleggjast. Og eg
dugi ikki at síggja nakran
vilja til at gera eina veru-
liga rutu, sum kann vera
eitt álit hjá ferðafólki og tí
fari eg ikki at seta meg upp
ímóti at hon verður niður-
løgd, sigur Jógvan á Lakj-
uni.
Men hann ásannar, at tað
verður keðiligt hjá teimum
fólkum, sum brúka rutuna.
Hann heldur, at tað er eitt
gott hugskot at brúka pen-
ingin til at gera vegin
ímillum Skála og Strendur.
– Eg haldi at tað er skila-
gott og djarvt at landsstýr-
ismaðurin reisur málið, tí
vit mugu eisini ansa eftir, at
ikki alt fer á glið.
Hongur ikki saman
Tórbjørn Jacobsen sigur, at
hann hevur sjálvur heitt á
landsstýrismannin í vinnu-
málum um at leggja sigl-
ingina inn á Skálafjørðin
niður.
– Eg dugi ikki at síggja
nakra meining í at siglingin
heldur fram, sum hon ger
nú, tí nú er onki álit í henni,
tí skipið er óbrúkiligt og
ferðasambandið
liggur
javnan stilt.
– Eg dugi heldur ikki at
síggja, hvussu tað skal vera
til hjá samgonguni at seta
neyðuga peningin av til eitt
skip, sum kann brúkast til
siglingina, tí tað kostar
næstan 100 milliónir, skal
tað eisini vera ført fyri at
flyta stórar bilar og bingjur.
– Tað er betri, at hon
verður niðurløgd enn at hon
heldur fram sum nú, sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Hann vísir eisini á, at tað
hongur ikki saman, at
summir partar í landinum
ikki hava nóg gott sam-
band, men at eysturoyingar
skulu krevja gott sjóvegis
samband afturat tí at bussar
koyra fleiri ferðir um dagin
so at teir sleppa ímillum so
ofta, teir vilja.
Hergeir Nielsen sigur kortanei
Tingmenn úr Eysturoy vilja
boyggja seg fyri veruleikanum
– Uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár er ikki borðbart, sigur
Hergeir Nielsen, sum ikki fer at atkvøða fyri fíggjarlógini,
verður hon ikki broytt
Teir báðir samgongutingmenninir úr Eysturoynni, Jógvan á Lakjuni og Tórbjørn Jacobsen eru samdir um, at tað er betri at siglingin
inn á Skálafjørð verður niðurløgd enn at hon heldur fram sum nú
Flakavirkini ikki skyldina av lágum fiskaprísum
- Nógvir bátar og
skip hava í alt ov lítl-
an mun lagt seg eftir
at røkja føroyska
marknaðin, men hava
í staðin valt at fara
har, prísurin er
hægstur. Og tá nú
prísurin á bretska
marknaðinum
skramblar niður,
kunnu tey ikki vænta,
at føroysku flakavirk-
ini skulu lofta teim-
um. Tað sigur Rá-
fiskakeyparafelagið í
viðmerking til Reið-
arafelagið, sum í sein-
astuni hevur funnist
at føroyskum fiska-
keyparum, sum hava
møguleika at avtala
fiskaprísirnar sína-
millum, tí skipini eru
bundin at selja part
av síni veiðu í Føroy-
um
FISKIVINNA
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað hevur vakt ans í Rá-
fiskakeyparafelagnum, at
formaðurin í Reiðarafelag-
num herfyri í viðtalu við
Sosialin førdi fram, at
fiskakeyparar hava møgu-
leika at »rotta seg saman«
og avtala keypsprísir sína-
millum, tí teir vita, at tað
ber ikki til hjá skipunum at
fara á útlendskan marknað,
tá teimum lystir.
Agnar Jensen, sum um-
boðar Ráfiskarakeyparafel-
agið í Vinnuhúsinum, vísir
aftur orðini hjá Reiðarafel-
agnum:
- Hørð kapping er um
hvørt kilo av fiski, og eru
flakavirkini ikki kappingar-
før, so fáa tey onga rávøru,
sigur Agnar Jensen. Hann
vísir á, at fiskivinnan á
landi hevur fleiri avmark-
ingar. Millum annað er tað
ómøguligt hjá føroyskum
flakavirkjum at hava løn-
andi rakstur við útlendskari
rávøru, og tí hava virkini
bara føroysk skip sum rá-
vøruveitarar. Virkini kunnu
so antin velja at keypa frá
føroysku skipunum ella at
leggja stilt. Harafturímóti
kunnu skipini í stóran mun
velja, um tey vilja selja til
føroysk ella útlendsk virkir.
Og eru føroysku virkini
ikki kappingarfør, so fáa
tey ikki eitt kilo av fiski,
vísir Agnar Jensen á.
- Harumframt fer sera
nógvur fiskur óvirkaður av
landinum, sigur Agnar Jen-
sen og nevnir sum dømi, at
tey fýra árini frá 1996-99
fóru í meðal 26.000 tons av
botnfiski óvirkað av landi-
num um árið. Agnar Jensen
leggur afturat, at bara
fyrstu sjey mánaðirnar í ár
fóru góð 21.000 tons av
botnfiski óvirkað av landi-
num, og heldur henda
gongd sær, sum tað eisini
sær út til í løtuni, fer saml-
aði útflutningurin av óvirk-
aðum botnfiski at tátta í
40.000 tons, tá árið er av.
Árið í ár verður sostætt
metár fyri útflutningin av
óvirkaðum fiski úr Føroy-
um.
Agnar Jensen sigur, at
føroysku
flakavirkini
í
longri tíð hava verið noydd
at staðfesta, at tey standa
seg ikki í kappingini um
henda fiskin, og hava tí lagt
seg eftir aðrari framleiðslu.
Tí er tað ov vánaligt, at
skipini nú, tá prísurin á
marknaðum
uttanlanda
fellur,
ákæra
føroysku
flakavirkini fyri at avtala
prísirnar sínamillum, og
ikki vilja geva ein rímiligan
prís, heldur hann.
Serrættindi og skyldur
Samskiparin í Ráfiskarafel-
agnum vísir á, at skip og
reiðarí fáa tillutað eitt fiski-
loyvi og fiskidagar. Hetta
eru rættindi, sum bara ein
ávísur partur av vinnuni
fær. Samtíðis verða nakrar
bindingar lagdar á skipini
um, hvussu tey kunnu selja,
men tað eru bindingar, sum
eru knýttar at serrættindun-
um. Tí er tað avgjørt ikki ov
nógv at krevja at føroyskir
fiskakeyparar í øllum føri
sleppa at bjóða uppá 75
prosent av veiðuni undir
Føroyum.
- Flakavirkini vilja ikki
hava nøkur serrættindi, vit
vilja bara hava javnbjóðis
møguleika at sleppa at
bjóða uppá fiskin undan
Føroyum, sigur Agnar Jen-
sen, og leggur afturat, at tað
at sleppa at bjóða, als ikki
er tað sama sum at sleppa at
keypa. Tað vísa mongdirnar
av fiski, sum fer óvirkaður
av landinum, heilt greitt,
sigur Agnar Jensen.
Samskiparin í Ráfiskara-
keyparafelagnum
leggur
afturat, at um stóru mongd-
irnar av óvirkaða botnfiski-
num fara av landinum í frí-
ari kappini á jøvnum støði,
so er ikki so nógv at siga til
tað. Men hann vísir tó á, at
serrættindi, bæði í Føroy-
um og í grannalondunum
geva útlendskum fiska-
keyparum beinleiðis fyri-
mun í kappingini um før-
oyska fiskin. Sum dømi
nevnir hann, at í ES-lond-
unum skal allur feskur heil-
ur fiskur, sum verður land-
aður ella seldur, skiljast eft-
ir góðsku og stødd, áðrenn
fyrstu sølu. Men henda
binding er ikki galdandi í
Føroyum. Hetta ger, at ES
virkir, sum eru kappingar-
neytar hjá føroysku virkj-
unum, hava ein greiðan
kappingarfyrimun til at
keypa føroyskan fisk, metir
Agnar Jensen.
Johnny er nú á veg niðan í Himmalaya
Seint mánakvøldið
kom vestmenningur-
in Johnny Joensen,
sum hevur sett sær
fyri at klíva upp á
7129 metra høga fjall-
ið Baruntse í Himm-
alaya, til Nepal. Til-
samans 12 fólk,
Johnny og 11 danir,
eru í ferðalagnum.
Heldur óvæntað var
føroysk móttøka fyri
teimum á flogvølli-
num í nepalska høv-
uðsstaðnum Kath-
mandu
FJALLAKLINTRARI
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftir drúgvar fyrireikingar
er tað nú álvara hjá 27 ára
gamla vestmenninginum
Johnny Joensen, sum hevur
sett sær fyri at klíva upp á
7129 metra høga fjalllið
Baruntse í Himmalayafjøll-
unum.
Um hálvgum tólv tíðina
lokala tíð mánakvøldið
setti flogfarið við Johnny
Joensen og hinum í ferða-
lagnum seg í nepalska høv-
uðsstaðnum Kathmandu.
Tað var ikki sørt, at tey
vóru bilsin yvir móttøkuna,
tey fingu á flogvøllinum,
har føroyingar tóku ímóti,
veittrandi við Merkinum.
Á flogvøllinum stóðu
føroysku hjúnini Jan á
Argjaboga
og
Torgunn
Kragesteen, sum búgva í
Nepal, har Jan arbeiðir fyri
felagsskapin Danida. Á
flogvøllinum stóðu eisini
Kristina Kristiansen og
dótturin Rósa, sum eru á
vitjan hjá Jan og Torgunn í
Nepal.
- Vit høvdu hoyrt graml
um, at Johnny og restina av
ferðalagnum vóru á veg til
Nepals, og tí hildu vit, at vit
skuldu fara at taka ímóti
teimum á flogvøllinum,
sigur Jan úr telefonini úr
Nepal. Tað er siður í Nepal
at geva ferðafólki ein
blómukrans um hálsin, tá
tey koma til landið, og før-
oysku hjúnini hildu eisini,
at tey skuldu halda henda
góða sið.
Týsdagin skuldu Johnny
og hini í ferðalagnum nýta
til at keypa ymiskt, sum tey
skulu hava við á túrinum,
og annars taka sær av løtt-
um, áðrenn farið varð víð-
ari mikudagin.
Ferðalagið hevur sett fýra
vikur av til túrin, sum byrj-
ar heilt niðri í láglendinum.
Tey skulu ganga um dalar
og fjøll, áðrenn tey fara at
klíva sjálvt Baruntse fjall-
ið. Johnny Joensen sigur, at
veruliga royndin kemur
ikki, fyrr enn teir síðstu 2-
3000 metrarnir skulu klív-
ast í kava og ísi. Og trupult
verður tað eisini, tá komið
er upp í 6000 metra hædd
og tunna luftin sýgur alla
megi úr kroppinum. Tunnu
luftina sær Johnny sum
sína størstu avbjóðing á
túrinum.
Teitur Lassen heiðursbræv fyri ársins átak
Tónleikarin Teitur
Lassen fekk á vinnu-
degnum fríggjadagin
heiðursbræv frá Før-
oya Arbeiðsgevarafel-
ag fyri Ársins Átak.
Tað fekk hann, fyri í
juni at hava megnað
at fáa í lag sáttmála
við plátufelagið
Universal Record
ÁRSINS ÁTAK
Jón Brian Hvidtfeldt
Á øðrum sinni lat Vinnu-
húsið
fríggjadagin
eitt
heiðursbræv til tað, sum
vinnan metir vera ársins
átak. Hesaferð gjørdist tað
Teitur Lassen, sum fekk
henda heiður. Í sínum
grundgevingum fyri at lata
Teiti Lassen henda heiður,
segði dómsnevndin millum
annað:
Árið í ár hava føroyskir
tónleikabólkar av álvara
gjørt um seg uttanlands.
Klaksvíksingurin Pætur við
Keldu var á toppinum í
danska "melodi grandprix".
Bólkurin Týr gjørdi "Orm-
urin Langa" til landaplágu í
Íslandi. Bólkurin Clickhaze
hevur spælt á fleiri festival-
um í Danmark. Og Brandur
Enni hevur eisini gjørt um
seg bæði í Danmark og
Íslandi.
Eftir okkara tykki er tað
Prix Føroyar kappingin,
sum eigur stóran part av
æruni fyri hesum frambrot-
um. Endamálið við hesari
kappingini, sum verður
hildin annað hvørt ár, er at
hækka støðið innan tónleik
í Føroyum. Og tað má sig-
ast at vera eydnast.
Føroya Arbeiðsgevarafel-
ag hevur í ár valt at heiðra
tað, sum eftir okkara tykki,
er størsta tónleikaavrikið
hetta árið. Ársins átak verð-
ur í ár givið til ein ungan
solist, sum í juni mánað
skrivaði hann undir sátt-
mála við stórt amerikansk
plátufelag – Universal Rec-
ord. Talan er um ein sátt-
mála uppá tvær fløgur, sum
verða útgivnar í allari verð-
ini. Og talan er um rættu-
ligar fittar upphæddir í
peningi.
Kendi føroyski tónleika-
produsarin Óli Poulsen sig-
ur, at hetta er ein framúr
møguleiki hjá unga føroy-
inginum. Hann fær her
møguleika at framleiða
tvær fløgur undir best
møguligum umstøðum, og
marknaðarføringin av fløg-
unum fylgir við.
Keldur innan danska tón-
leikaheimin siga, at tað í
norðanlondum man vera
eindømi, at ein solistur,
sum ikki hevur havt løg á
hittlistanum, fær eina slíka
kontrakt.
Solisturin talan er um
hevur júst verið í Spania og
tikið fyrstu fløguna upp.
Hann er nú staddur í Los
Angeles, har han saman við
produsara sínum Rupert
Hini, er í gongd við at
liðugtgera fyrstu fløguna.
Solisturin talan er um er
Teitur Lassen.
Mánakvøldið kom vestmenningurin Johnny Joensen til nepal-
ska høvuðsstaðin Kathmandu. Her er hann avmyndaður á
flogvøllinum í Kathmandu, saman við føroysku hjúnunum Jan
á Argjaboga og Torgunn Kragesteen, umframt Kristinu Krist-
iansen og dótturini Rósu, sum eru á vitjan í Nepal
C
M
Y
K
7
6