mikudagur 9. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 193 - 9. oktober 2002
Nr. 193 - 9. oktober 2002
9
Skotar hava vunnið
nógvar pening úr olj-
uni. Tað er so í evsta
tíma, at teir hava
innsæð, at hesin pen-
ingur er væl givin út,
tá hann kemur útjað-
aranum til góðar. Tað
eiga vit at leggja okk-
um í geyma longu nú,
áðrenn oljavinnan
hevur tikið dyk á seg
heldur formaðurin í
Vinnunevndini
VINNUNEVND Á FERÐ
Jan Müller
Í farnu viku var Vinnu-
nevndin og umboð fyri
Oljumálastýrið á kunning-
arferð í Skotlandi. Formað-
urin í nevndini, Henrik Old
er sera fegin um ferðina og
heldur hann, at Oljumála-
stýrið, sum átti stóran part
av fyrireikingini, eigur
stóra tøkk fyri sítt pro-
fessionella arbeiði. Skráin
varð sera fjølbroytt og varð
vitjað á fleiri plássum, har
umboðini fingu innlit í
bæði fiskivinnu, oljuvinnu
og útjaðaramenning. Hen-
rik Old vísir á, at Vinnu-
nevndin er tann tingmanna-
nevndin, sum fevnir mest
víða og tí var tað eisini
umráðandi at brúka ferðina
til eina breiða kunning
innan fleiri samfelagsøki.
Alt tað, sum tríggir lands-
stýrismenn takast við, end-
ar í Vinnunevndini tvs. teir,
sum umsita fiskivinnu,
vinnumál og oljumál. Hann
dylur ikki fyri, at nevnd-
arlimirnir heimafturkomnir
hava víðkað sín sjónarring
og hava fingið eina vitan,
sum teir kunnu fáa nógv
brúk fyri í sínum arbeiði á
tingi.
Vitjað varð á fiska-
marknaðinum í Peterhead, á
gassterminalinum
í
St.
Fergus, á høvuðskrivstov-
unum hjá oljufeløgunum
Amerada Hess og Agip og
hjá Robert Gordon Intitute
of Technology, sum er ein
trygdarvenjingarstøð. Vitj-
anin á Robert Gordon
stovninum fyri trygd nakað
varð nettup nakað, sum
Vinnunevndin hevði stórt
gagn av, tí trygdarspurn-
ingar fevna bæði um fiski-
og oljuvinnu.
Útjaðarin
Formaðurin í Vinnunevnd-
ini heldur vit hava nógv av
læra av skotum á teimum
ymsu økjunum og her
hugsar hann ikki minst um
tað arbeiði, sum verður
gjørt fyri at betra um
trivnaðin á smáplássunum
og á teimum mongu oyggj-
unum kring Skotland. Her
er nevniliga eitt ótal av
oyggjum, sum eru í sama
báti sum fleiri av útjaðara-
oyggjunum í Føroyum og
har
størsti
trupulleikin
hevur verið fráflytingin av
teimum ungu. Tey ungu
fara til stórbýirnar at nema
sær útbúgving og koma so
ikki aftur. Myndugleikarnir
hava sett nógvar pengar av
til at bøta um henda óhepna
útviklingin. Sjálvur heldur
Henrik Old, at hetta er
nakað, sum vit eiga at taka
upp í Føroyum eisini,
nevniliga hetta at raðfesta
útjaðaraøkini hægri við at
seta munandi peningaupp-
hæddir til ymisk endamál.
Ikki sum í dag, har man nú
hevur fingið ein lands-
stýrismann at taka sær av
útjaðaramálum, og har tað
so bert verða settar 300.000
kr. til hetta øki á fíggj-ar-
lógini. Hevði upphæddin
verið 3 mill. kr. so var tað
nakað at tosa um. –Nú var
landsstýrismaðurin í útjað-
aramálum við á ferðini, so
hann hevur fingið nakað at
hugsa um, nú hann hevur
sæð, hvussu næstu grannar
okkara raðfesta útjaðara-
menningina.
Tey ungu
Henrik Old heldur, at tey á
ferðini fingu gott innlit í
tær broytingar, sum eru
farnar fram í eitt nú Aber-
deen, síðani oljan tók dyk á
seg og yvirhálaði fiskivinn-
una. Hann vísir á, at støðan
í býnum í dag er tann, at tú
skal hava sera høga inntøku
fyri at klára teg, og tað ger,
at tey ungu, sum ikki hava
arbeiði í oljuvinnuni og
sum skulu til at fáa tak yvir
høvdið, eru sera illa fyri.
Tey hava sera ringt við at
fáa fótafesti uttan so at tey
fáa eitt arbeiði við sera
høgari løn. Støðan hjá
teimum yngru í Aberdeen
líkist nógv henni hjá teim-
um ungu, sum skulu etabl-
era seg í Havn. Hesi skulu
brúka alla sína tilveru fyri
at fáa tak yvir høvdið og er
tað heilt burturvið.
Men so skjótt man kemur
longur burtur frá Aberdeen,
so verður hetta øðrvísi.
Menningin í býnum hevur
verið øgilig, uppá gott og
ilt. Hon er sjálvandi komin
væl við hjá mongum, men
hini, sum ikki hava høga
inntøku í hesi nýggju
vinnu, hava ikki fingið tað
betri, tá hugsað verður um
at seta fót undir egið borð.
Meira enn 50.000 fólk eru
flutt til býin.
Hugsa okkum væl um
Formaðurin í Vinnunevnd-
ini heldur, at vit føroyingar
mugu hugsa okkum ómeta-
liga væl um, fáa vit nógvar
pengar um hendi frá eini
oljuvinnu. Hann heldur, at
tað var rætt at seta í lógina,
at alt virksemi skuldi um
føroyskan kaikant, og at tað
heldur skal vera møguleiki
at gera undantak frá tí, um
tað verður hildið rætt. Hann
heldur tað vera burturvið
nú at tosa um at taka hetta
krav úr lógini, tí tá standa
vit heilt á berum. Verður
nógv gass funnið og spurn-
ingurin verður um tað skal
flytast til lands, so er tað
nakað, sum vit ikki skulu
taka støðu til her og nú men
heldur nakað, sum má
standa opið til ta tíð. Gass-
terminalurin í St. Fergus er
øgiligur, og er tað ivasamt,
um hetta er tað føroyingar
ynskja. Men tingmaðurin
heldur, at hetta er nakað,
sum okkara myndugleikar
skulu hava møguleika at
avgera í framtíðini. Tað
skal vera ein samráðingar-
møguleiki við oljufeløgini,
har man nú einaferð letur
og gevur og tekur.
– Men tað krevur um-
hugsni. Sjálvur trúgvi eg,
at fáa vit ikki pengar til at
brúka at menna útjaðaran
við, so er illa vorðið. Skulu
oljuinntøkur bara brúkast
til at menna tað, sum er í
miðjuni av landinum og
sum
frammanundan
er
ment nógv, so er einki
vunnið í hesi vinnu. Eitt tað
mest týðandi við oljuvinnu
her má vera, at útjaðarin
fær betri umstøður. Hetta er
nakað vit kunnu læra av
skotum. Teir hava tikið í
nakkan á sær sjálvum og
siga, at her mátti henda
nakað. Tað er helst í síðstu
løtu, tí teir síggja, at út-
jaðarin er við skerdan lut.
Tí koyra teir stórar pen-
ingaupphæddir til útjaðara-
menning. Henrik Old held-
ur ikki tað er nøkur orsøk
til at økja meira um virk-
semi í miðøkinum, tí her er
nóg nógv virksemi sum er.
Í dag er tað bert miðøkið,
sum hevur fingið nakað
burtur úr oljuvinnuni. So-
hvørt hon mennist má hetta
eisini broytast.
Nú er kanska í so tíðliga
at tosa um framtíðina, tá vit
ikki vita, hvussu verður við
oljufundum á føroyaøkin-
um, men verður olja funnin
og framleiðsla fer í gongd,
so ivast Henrik Old ikki
eina løtu, at oljufeløgini
fara at brúka eitt nú Suður-
oynna í sambandi við sítt
virksemi, nú hon helst fer
at liggja næst oljufeltunum.
Nú hann er komin heim-
aftur spurdu við Henrik
Old, hvat hann serliga
hevur lagt sær í geyma á
ferðini. -Áðrenn eg fór
hugsaði eg nógv um, hvat
vit kunnu gera fyri, at
Føroyar ikki minka enn
meira. Eftir hesa ferðina eri
eg sannførdur um, at tað
ber til at forða fyri hesi
gongd, sjálvt um tað eru
fleiri, sum halda, at alt fer
at laga seg. Í sambandi við
oljuvinnuna mugu vit ansa
ómetaliga væl eftir, at ein
slík nýggj vinna ikki koll-
rennur eitt so lítið sam-
felag. Ein dag er eingin olja
eftir. Man krevur tí at ansa
eftir ikki at gera alt sam-
felagið bundið at hesi eini
vinnuni.
Vinarligir og ærligir
Formaðurin í Vinnunevnd-
ini hevur alt gott at bera
skotum. Sjálvur hevur hann
havt samband við skotar
seinastu 30 árini hann
hevur virkað í fiskivinnuni
og heldur fyri, at í teimum
hava við bæði vinir og
góðar
samstarvsfelagar.
Her vísir hann serliga til
teirra góða og ærliga lyndi.
Hevur tú gjørt eina avtalu
við ein skota so heldur hon.
Annars kendist tað ikki so
galið hjá føroyingunum at
vitja í Skotlandi so stutt
eftir, at vit fingu javnleik í
fótbólti. Hetta gjørdi, at
skotar hugdu eitt sindur
"skeivt" uppá føroyingar-
nar. Ella vísit teimum
virðing.
Henrik Old heldur tað
vera rætt at menna sam-
vinnuna við okkara næsta
granna, bæði á tí vinnuliga
og tí mentanarliga økinum.
Hann fegnast tí um, at bæði
Atlantic og Smyril Line
byggja brýr millum londini,
sum skulu stuðla uppundir
hesa menning.
Heimafturkomin er ov
mikið at tríva í av arbeiði í
Vinnunevndini.
Sjálvur
dámar formaðurin sera væl
hetta arbeiði, tí alt, sum
nevndin tekst við, hevur
nakað við lív at gera. –
Sjálvur eri eg ein rættiliga
livandi persónur, og at
skula stíla fyri arbeiðinum í
Vinnunevndini er nakað,
sum hóvar mær serstakliga
væl antin tað so er í und-
irgrundini, í sjónum og
omaná sigur ein opinskár-
aður og fegin Henrik Old.
Oljupengar fyrst og fremst
til at menna útjaðaran
Umboð fyri Vinnunevndina og Oljumálastýrið saman við føroyingum í Bretlandi á vitjan í Peterhead
Blíðskapurin var óførur.
– Skotar eru ærligt og vinsælt
fólk, sum føroyingar eiga at
samstarva meira við heldur
Henrik Old
Nú skulu Føroyar marknaðarførast
Skotlands dysturin
hepnaðist sum heild
væl, og í Týsklandi,
Skotlandi og Íslandi
hevur føroyska ferða-
vinna stórar ætlanir,
sigur Sissal Kristian-
sen, sum er samskip-
ari av føroyska ferða-
vinnu átakinum í
sambandi við dystir-
nar hjá landsliðnum
FERÐAVINNA
Heri á Rógvi
Føroyska ferðavinnan ætlar
at gera sær dælt av nýggja
bólkinum hjá føroyska A-
landsliðnum
í
fótbólti.
Hetta hava teir í fleiri før-
um gjørt púra greitt.
Partar av ferðavinnuni,
eitt nú Atlantic Airways og
Smyril Line, hava saman
við Ferðaráð Føroya skipað
ein áhugabólk, sum hevur
til endamáls at marknaðar-
føra Føroyar og føroyska
ferðavinnu í sambandi við
dystirnar hjá landsliðnum.
Miðjað verður eftir týsk-
arum, skotum og íslending-
um. Tað verður sum so
einki gjørt við Litava.
—Vit fara eftir marknað-
unum í Týsklandi, Ísland
og Skotlandi, tí hetta eru
marknaðir, har vit fyri ein
part longu gera okkum
galdandi, og her kunnu vit
eisini vónandi skapa ein
meiráhuga, sigur Sissal
Kristiansen.
Hon er sett í hálvtíðar-
starv at taka sær av hesari
kampagnuni í sambandi við
landsdystinar. Uppgávan
hjá henni er at koma við
hugskotum, skipa fyri og at
føra alt út í lívið. Hon hevur
samband við tey ymsu fót-
bóltssambondini og onnur,
ið hava við fyriskipan av
dystinum at gera.
Hon letur annars væl at
úrtøkuni móti Skotlandi, og
her verður ikki hugsað um
úrslitið av dystinum.
—Eg haldi, at vit megn-
aðu at skapa eina ógvuliga
positiva mynd av Føroyum,
sigur Sissal.
Tað eru tó ikki fótbólts-
áskoðarar, sum samtakið
leggur seg eftir at fáa hend-
anvegin. Sissal hevur sjálv
ferðast ógvuliga nógv runt
við útlendskum journalist-
um, ið umboð fyri tað
nógva størri fjølmiðlar av
øllum slag.
Teir skulu so skriva um
Føroyar, og hetta skal skapa
umtalu. Higartil hava aftur-
meldingar verið ógvuliga
góðar, sigur Sissal. Ætlanin
er at fólk flest í teimum
londunum skulu fáa eyguni
upp fyri Føroyum.
Frá Atlantic Airways
verður upplýst, at nógv
hava ferðast millum Skot-
land og Føroyar. Størsti
parturin av hesum vóru
oljuarbeiðarar í fjør, men
eisini fleiri privat ferðast. Í
sambandi við dystin ferð-
aðust eini sekshundrað
skotar við Atlantic Air-
ways. Harav ferðaðust fleiri
ein rættiligan umveg fyri at
koma til okkaru átjan
oyggjar.
VIP
Sum nevnt verður ikki
nógv gjørt burturúr Litava,
men í Týsklandi haraftur-
ímóti verður nógv gjørt
burturúr.
Flestum kunnugt skal
Rúni Brattaberg syngja før-
oyska tjóðsangin solo á
vøllinum í Hannover. Hetta
er als ikki vanligt í fótbólti,
men føroyska ferðavinnu-
samtakið ivaðist ikki, og
týska Fótbóltssambandið
vildi fegið loyvi føroying-
um hetta.
—Tað er ógvuliga um-
ráðandi, at vit tora at vísa,
at vit eru nakað. Vit hava
okkara egna land og egna
mentan, og vit mugu nýta
hendan sýnisgluggan, sigur
Sissal Kristiansen.
Í sambandi við dystin
móti Týsklandi komandi
mikudag verður eisini skip-
að fyri einari reseptión, har
ymiskt føroyskt verður
sýnt,
eitt
nú
føroysk
klædnapløgg.
Talan verður um eitt slag
av einum VIP-tiltakið, har
fínir gestir støkka inn á
gólvið. Til øll londini er
faldari eisini gjørdur um
Føroyar.
Konsertir
Tá
føroyska
landsliðið
komandi ár fer til Íslands
og til Skotlands at leika, so
er ætlanin at skipa fyri kon-
sertum
við
føroyskum
bólkum og einstaklingum.
Væntandi verða tað Eivør
Pállsdóttir
og
Brandur
Enni, men hetta er ikki
endalig greitt enn.
Sissal Kristiansen sigur,
at tey royna at fáa mest
burturúr øllum dystunum á
heima- og útivølli.
Talan er um eina stóra
verkætlan, ið føroysk ferða-
vinna hevur sett í verk í
sambandi við dystirnar,
men vónirnar eru góðar
um, at hetta fer at løna seg.
Skeið í buffét
Á skúlaheiminum
við Marknagilsvegin
eru tey farin á skeiði í
buffét
SKEIÐ
Heri á Rógvi
Týsdagin og mikudagin
halda Laila Hyllekvist og
Ingrid Petersen skeið á
Skúlaheiminum
við
Marknagilsvegin. Tær geva
frálæru í nýggjum hugskot-
um í matgerð av spennandi
rættum, borðreiddir í fati til
m.a. jólaborðhald, frokost-
buffét, “grønum” rættum
við max 30% fiti innihald
o.a.
Á skeiðinum verður bæði
undirvíst í teori og køks-
praktik fyri at geva luttak-
arunum eina hægri kvali-
fisering, geva íblástur til
nýggj hugskot og spenn-
andi boð uppá matgerð av
heitum/flógvum rættum í
fati.Endamálið er eisini at
geva íblástur til eitt meira
fjølbroytt menukort/køks-
mataseðil við nýggjum
heitum/fløvum rættum.
Fyrireikararnir hava eis-
ini bjóðað umboðum fyri
Sosialin at smakka, hvat
tey hava fingið burturúr, og
tað frætta lesararnir sjálv-
andi eisini um.
Mikudagin - í dag –
verður høvi hjá fólki at
støkka inn á gólvið á
Skúlaheiminum at royna
buffétina fyri døgurðaprís.
Fokus skal rættiliga setast á Føroyar. Umframt ítróttapressuna koma eisini onnur fjølmiðla fólk
at fortelja stóru verð um Føroyar.
Mynd: Àlvur Haraldsen
Tað verður forkunnug buffét á Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin.
Hesir eru dystir-
nir, ið landsliðið
hevur eftir at
leika:
10. oktober 2002
Litava-Føroyar
16. oktober 2002
Týskland-Føroyar
07. juni 2003
Ísland-Føroyar
11. juni 2003
Føroyar-Týskland
(á Tórsvølli)
20. august 2003
Føroyar-Ísland
(á Tórsvølli)
6. september 2003
Skotland-Føroyar
10. september
Føroyar-Litava
(á Svangaskarði)
Dystirnir
Sissal Kristiansen er sett at
samskipa átakið hjá føroysku
ferðavinnuni í sambandi við
fótbólts landsdystirnar. Hon
sigur, at tað var mestur
Týskland, ið gjørdi at farið
varð undir átakið.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8